leygardagur 30. november 1985síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Fríggjadag kl. 21.20
Føroyingar koma, um
veðrið er til vildar
Danska sjónvarpið hevur
aftur gjert eina sending
um Feroyar ella rætt-
ari — um føroyingar
Í tíðindaskrivi frá
danska sjónvarpinum
verður m.a. sagt, at teir
førovingar, sum eru við í
sendingini, eru ikki tiknir
av tilvild. Heldur ikki
kann roknast við, at hesir
umboða eina meiriluta
hugsan av føroyingum.
Teir 10 føroyingarnir,
sum eru við í sendingini,
greiða danska hevund-
anum og journalistinum
Ulrik Grás frá, hvussu teir
kenna seg sum feroyingar,
- og serliga viðurskiftini
við Danmark og danir.
Feroyingar, sum Ulrik
Grás tosar við í sendingini
hava allir verið í Danmark
í styttri ella longri tíð
Sendingin er upptikin um
ólavsekutíð, og fylgja vit
okkara landsmonnum
hvussu teir halda ólav-
seku, bæði á almennum
steðum og privat.
Ein av teimum, sum var
biðin um at vera við í
sendingini, er Brynhild
Andreasen. Hon legði tó
ikki í at vera vid í nøkrum
práti, men gjerdi ístaðin
eina yrking til donsku
sjónvarpshyggjararnar
*
+ S
Sven-Bertil Taube
Hetta er onnur sending
um Sven-Bertil Taube vid
Hesa ferð frå Tull-
garns slottinum vid Eyst-
fleiri
ursjógvin
Vit hitta
umframt
Taube, floytuspælaran
Cals Pehrsson, cembalist-
in Thomas Schuback og
enska cellospælaran Jul-
ian Lloyd Webber.
<=> Aftur ein sending um Sven-Bertil Taube v. fl
Hvat var tað næstbesta!?
Sosialurin hevur biðið fólk
um at koma við viðmerk-
ingum til SVF í hesum
teignum. Eg havi hesar til
nakrar av feroysku send-
ingunum, ið vóru sýndar
sunnudagin 17. november.
Hvat var tað næstbesta
at vaska ull í? sat eg og
spurdi innantanna, meðan
SV-tólið kelaði spinni-
maskinuni ella eisini vóru
tað kararnir, ja ella hvat
fyri maskina var tað í
grundini? Hetta var send-
ing um eitt spinnarí í
Klaksvík. Spinnikonan
dugdi væl at siga frá,
lukkutíð fyri spyrjaran.
Myndirnar vóru fínar og
tónleikurin eisini, men
hvat var hetta fyri send-
ing? Tað varð lagt upp til
eina upplýsandi sending
um spinnaríið, tískil vænt-
aði eg mær at fáa nakað at
vita um tað, men spyrj-
arin var ikki nóg forvitin.
Til demis: hvat var tað
næstbesta? Hvat feilti
konuni í hondini, sum var
umbundin? Mundi mask-
inan hava verið nakað
nesk? — tí soleiðis sá hon
út, hóast SV-maðurin ikki
varnaðist tað.
Sendingin var fyri mær
ein listfreðilig (estetisk)
njøting av vakurleika
maskinunnar, men tað var
kanska eisini meiningin?
Um kveldið var sending
við vevkonuni Titu. Ein
tann besta »perséns-
sendingin< eg havi sæð
gjørda í SVF.
Heitið var beinrakið,
sendingin snúði seg um
vevkonuna Titu og ikki
fyrst og fremst um vev-
ing, hóast vit frættu nógv
um tað eisini.
Bergljót Hentze er ofta í
so stív og spent, tá ið hon
prátar við fólk, men í hesi
sendingini slappaði hon av
og læt Titu siga frá, sum
henni lysti. Um eg skal
fýlast á nakað, so skal tað
vera, at tað onki hevði
gjort, um Tita varð spurd
um, hvat ein »silla« er —
ella heldur at ein stutt
gjøgnumgongå av
vevinum varð gjørd.
Annars var vevkonan
Tita ein sending, sum tú
róliga kundi síggja uttan
áneyðir vóru at knýta
tærnar saman
Seint, við fleiri fráboð-
anum um at hon var
seinkað, kom sendingin:
Suðuroyar-Dánjal 100 ár.
Vegurin til Vatnsoyrar
flaggskrýddur — fototólið
flytur = seg spakuliga
gjognum regnið, leitar —
meðan sangurin »Jeru-
salem« hoyrist. Hverjum
leitaði tólið eftir? Zarepta!
Leguhúsini eru flagg- og
blómuskrýdd. Vit sleppa
innar. Zakaris Hammer
situr har og sigut nakað
um segu Vatnsoyrar bygd
og um Dánjal. Vit síggja
fólk sum matgera og
mynd av keku við heilsan
frá einum av samkomu-
húsunum hjá baptist-
unum. Zakaris = sigur
nakað um Zarepta — 3.
hver feroyingur hevur
verið á legu har og ja, her
heldur bygdin Vatnsoyrar
fødingardag fyri Suður-
oyar-Dánjali.
Hetta var uppleggið.
Zakaris hevði samreðu
(?') við Suðuroyar-Dánjal,
sum eigur m.a. 4 detrar.
Tann gamli maðurin
royndi sum frægast at
siga ja og nei — hvat
annað kundi hann svara,
til demis hesum: >Tað var
ikki so lætt at ferðast, táið
tygum vóru ungur, ha?<
»Nei«, segði Dánjal. Ak ja.
Zakaris Hammer hevur
altíð nógv um at vera —
hann hevði sjálvandi ikki
stundir til at lurta eftir tí
gamla manninum, sum av
øllum alvi royndi at siga
frá, hóast hann ongan
meguleika fekk.
Ein dóttirin sat hinu-
megin Dánjal og Zakaris
skifti eisini orð við hana.
Vit hómaðu Dánjal
millum arm og mikrofon
av og á, meðan dóttirin
segði, at tað var strævið
at vera um tann gamla
mannin.
So fer fólkið til borðs.
Ebenezer-sangkórið syng-
ur og Dánjal biður borð-
bøn.
Hetta var ikki ein send-
ing, sum snúði seg um ein
mann, sum hevur livað i
100 år, heldur tóktist tað,
sum Zakaris Hammer
mest av ellum gjerdi sær
ómak fyri ikki at taka
orðið Brødrasamkoma upp
á tungu, meðan myndir-
nar nærum ikki segdu
nakað annað. Hví? Er tað
kanska forboðið at vera
limur í Breðrasamkom-
uni? Hví skuldi tað ikki
koma samkomuni til
heiður, at 3. hver feroy-
ingur hevur verið á Zar-
epta, hóast valla 3. hver er
baptist? Hví skuldi tað
ikki sigast, at Suðuroyar-
Dánjal óivað hevur virkað
í hesi samkomu stóran
part av sínum langa lívi?
Hetta er so eitt. Nakað
heilt annað er, at sjáldan
hevur nekur so ófólkalig
samreða verið víst í SVF.
Tað var ikki gamalt, at
tala um fólk, meðan tey
eru hjástedd! Men hetta
er ikki eindømi um,
hvussu Zakaris Hammer
fer við fólki, ikki tað sum
eitur forvitni, spyr og
svarar alt í senn, lurtar
ikki eftir, hvat fólk siga,
um tey yvirhevur fáa
stundir at umráða seg.
Táið SVF trýnur inn um
privata gátt, sum í hesum
fori, er SVF gestur og
eigur sum slíkur at sýna
húsfólkinum sterstu virð-
ing.
Nú varð henda viðmerk-
ingin í longra lagi, men
Framhald á síðu 20
Nr. 137 -
30. november 1985
Hevur tú onkran spurning um sjónvarp, ella bert eina
viðmerking til sendingarnar, so ert tú vælkomin at
skriva undir hesum teiginum
Skriva til: Tidindabladid Sosialurin, Sjónvarpsgluggin.
3800 Argir
Gylta liðið
Í summar sendi sjón-
varpið frálíku sendingina
„Gylta lidid« eftir Dåvid
Steffansson á Fagraskógi
Um summarið eru sum
kunnugt nógv fólk burtur,
og eru vit tí fleiri, sum
kundu hugsað okkum at
sæð hesa sending, sum vit
hava hoyrt so nógv um
Eg trúgvi heldur íkki,
at nakar, sum hevur sæð
sendingina, hevði havt
nakað ímóti at sæð hana
eina ferð enn
bygdamaður
Sendingar, sum
varpið keypir frá
marks Radio, verða bert
sendar eina ferð. Tað ligg-
1 í keypstreytunum
Hetta eru somu treytir,
sum Danmarks Radio má
lúka mótvegis teimum, ið
teir keypa sínar sendingar
frá.
sjón-
Dan-
Vinarligast send mær
CI] BETA 3.stk. 295-
Navn
Bústaður
Postnr byur
Vit gera hvaf vit kunna
CC] VHS 3stk 295-
LM-handilin
g kunna tað pp
umaftur!
Fleiri føroyskar
ítróttasendingar
Lesari spyr hví sjónvarpið
ikki sendir meira av før-
oyskum ítrótti. Spældir
verða nógvir týðandi og
spennandi dystir her í Før
síggja
nærum einki av teimum Í
sjónvarpinum, sigur hann
ovum, men vit
Treytin fyri at vit fara at
senda meira av føroyskum
ítrótti í sjónvarpinum er,
at vit mugu fáa betri um-
steður, sigur Arni Greg-
ersen, sjónvarpsmaður.
Hann sigur, at tað, at
gera tílíkar sendingar
krevur meira fólk, meira
pening og sterri tekniska
útgerð. At gera ítróttar-
sendingar eru vikuskiftis-
arbeiði, og tað verður
trupult, tí frammanundan
hava vit ell her fulla ar-
beiðsviku, sigur Arni.
TH 1122 Sekmiðraðin
+