leygardagur 30. november 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
gøtu mini
— pe
»Menniskjasonurin er komin at leita
upp hitt farna og at bjarga ti.«
(Luk. 19, 10).
Zakeusar frelsa tekur vid tann dagin, tå id
hann einki leggur i, at fólk læa at sær. Hann
hevði framman undan havt somu hugsan
sum somong, at hetta, at undrast á Jesus,
kundi ein bera hjá sær sjálvum, ongum
nýttist at vita nakað um tað. Jesus leiddi
hann fram í látursins ljós, og Zakeus læt fólk
bara læa. Tá varð eitt farið menniskja
bjargað. Gud signi tey, sum ikki leggja í, at
fólk læa at teimum, tí tey hava skilt, at tað
at hoyra Jesusi til er ein almen sak.
Vist er, at hetta byrjar inni í hjartanum,
men koma má ein dagur, tá ið tað verður
almanna kunnugt. Tað setir sín dám á
heimið, á eins peningaviðurskifti, á viður-
skiftini við eins kæru, við grannar og med-
menniskju í síni heild. Tað kann ikki halda
fram við at vera eitt loyndarmál. Kristin-
dómur, sum er loyndarmál, er eingin kristin-
dómur, men svik móti Jesusi, sum alment
undir háðan og spottan gav sítt lív á kross-
inum fyri okkum. —
Um nakar spyr, hvussu tað ber ti, at okk-
ara viðfedda mótlyndi til sjálvi at verða um-
taluevni og gjerd láturlig, verður trokað til
viks, so verður, ið hvussu er, nakað sagt um
tað til seinast í seguni um Zakeus við hesum
Jesu orðum: »Menniskjasonurin er komin at
leita upp hitt farna og at bjarga ti.« Eitt
neyðstatt menniskja leggur ikki í at tykjast
eðrum stórbært.
Við hvert stendur at lesa í blødum, at fólk
letur seg bjarga út úr brennadi húsum í
berum undirklæðum. Eitt menniskja í berum
undirklæðum vil undir vanligum viður-
skiftum verða til láturs. Men verður flýggjað
unden eldi, er einki láturligt í tí at flýggjað
verður nakin.
Um ein jýtskan mann, sum var vorðin so
»finur$, at hann vildi ikki meira tosa jytskt,
verður sagt, at hann einaferð datt á sjógv.
Tá mintist hann til móðurmál sítt, og hann
rópti: >A drowner!< Nú var hann komin til
trotar. Nú legði hann einki í at vera stór-
bærur í mannaeygum meir.
Soleiðis var eisini við Zakeusi, og hetta er
loyndarmálið við ellum teimum, ið Jesus
bjargar — vit vóru farin og komin í neyð.
Bjargingin er Guds loyndarmál. Vit kunna
einki gera við hana uttan biðja Gud um at
senda sín anda, so at vit kunna síggja hana.
Um vit vilja taka ímóti Jesusi, kunna vit
við Luther siga: >Ég trúgvi, at Jesus Kristus
er harri mín, sum hevur endurloyst meg
farna og dømda menniskja.«
leygardag og Pól
Gudstænastur Í. sunnudag í advent
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre
Argir: Høgni Poulsen
Vestmanna: Jåkup Magnussen
Haldarsvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd
Rituvik: Jåkup Kass kl. 11.00
Nes: Jåkup Kass kl. 15.00, barna- og familjugudstæn-
asta
Leirvik: Torkil Beder, altargongd
Oyndarfjørdur: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd
Selatrad: Peter Petersen kl. 12.00, altargongd
Klaksvik: Henning Bøgesvang og Halfdan Bodevik frå
norsku sjómanskirkjuni
Húsar: Elsa Funding kl. 19.00, altargongd
Mikladalur: Elsa Funding kl. 17.00, altargongd
Sørvågur: David Johannesen kl. 12.00
Dalur: Jåkup Reinert Hansen, altargongd
Sandvik: Birgitte Johannesen kl. 12.00, altargongd
Tvøroyri: Jónsvein Bech kl. 12.00 og Birgitte Johann-
esen kl. 16.00. Tå er kirkjukonsert og talvan gongur
fyri nýggja orglið.
Vágur: Bjarni Bæk kl. 11.00, sunnudagsskúlin og skót-
ar.
Sumba: Bjarni Bæk kl. 18.00
Í ellum kirkjum í Suðuroyar prestagjøldum, Norð-
streymoyar, Suðurstreymoyar vestara, Sandoyar og
Norðoyar prestagjøldum gongur talvan til frama fyri
føroysku sjómanskirkjuna.
Evangeliska Reddin
Feroyska sendingin frá Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvert månakvøld kl. 21.45 GMT á millum-
bylgju 205 m. (1466 kHz).
Mánakveldið talar Richard Wcwartsson
Evni: Nýtt lív
Sangur: Sunnvá Háberg og Betesdakórið.
22. november fingu
Anna Hentze og Eyð-
svein Debes Johann-
esen, Tórshavn, ein
son.
21. november fingu
Eyðver Dam og Her-
leif Clementsen,
Húsavík, eina dóttur.
=
Vælkomið 24. november fingu
lítla barn Jónleyg og Tróndur
Joensen, Kollafirði,
19. november fingu ein son.
Jórun Mikkelsen og
Palli Johannessen, 24. november fingu
Klaksvík, eina dótt- Irena og Ronald
ur. Olsen, Nes, ein son.
20. november fingu
Asa og Regin Sevdal,
Runavík, ein son.
22. november fingu
Ingunn og Per Dan-
ielsen, Tórshavn, eina
dóttur.
21. november fingu
Sigrun og Manni
Hegnesen, Klaksvík,
eina dóttur.
25. november fingu
Jóna og Frank Dam,
Sandavågi, ein son.
————————————wnø
Í lívsvanda
Tað stendur um lív
Tíverri er ikki sjáldan, at vit hoyra um vanlukkur,
og so verður viðhvert sagt, at fólk eru í lívsvanda.
Man tað vera rætt at siga, at fólk tá eru í lívs-
vanda?
Vit vita um menn, ið hava verið í vanda, á sjógv
og á landi.
»Eg havi teg úr vanda loyst
á Stóru Dímun á sinni,“
letur skaldið Svínoyar Bjarna siga við Sigmund
Brestisson.
Vit hava altíð sagt, at fólk eru í vanda; men nú
er vanligt at hoyra og lesa, at fólk eru í lívsvanda.
Ikki so sjáldan fara bilar út av vegnum, og illa
verður burturúr.
Tá ið bilurin fer koyrandi út av vegnum og
kanska á bólt, tá siga vit, at tey, sum í bilinum
eru, eru í vanda; men eru tey illa meinslað, so er
viðhvert so illa vorðið, at tað stendur um lív hjá
onkrum.
Soleiðis man munurin vera á at vera í vanda
(livsvanda), og tá ið tað stendur um liv.
Tá id illa hevur verið statt; fólk hava væntað, at
onkur, ið meinslaður er, kanska fór at doyggja, og
nú er betur vorðið, so hoyra vit sagt, at hon ella
hann er uttan fyri lívsvanda. Var hann ella hon so
innan fyri livsvanda, tá ið verst var vorðið ? ? ?
Betri man táð málbrúkið vera: Nú stendur ikki
um lív. Nú liva tey betur.
Vit eru í vanda. Vit eru ikki í vanda.
Tað stendur um lív. Tað stendur ikki um lív.
Henda munin eiga vit at minnast til.
Á fjøllunum
Millum fjallatindar
— bølanida —
bíta náttarvindar.
Ílan av tromum —
sjóðan í homrum —
rýkur yvir fonnum.
Eitt ljós tendrast —
glæman gyllir villar víddir —
brátt ein stjørnuheimur.
Í skalvabrúgu
soki trygd —
nú hómast b ygd.
Viggo Olsen
mannafundur, kl. 14 stór-
Nr. 137 — 30. november 1985
Læknavaktirnar Johs. í Horni, tlf.
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979,
leygardag og Selvi
W. Olsen, tlf. 16611,
sunnudag.
Eysturoy: Andreas
petersen, tlf. 41086,
44038, sunnudag
Norðuroyggjar: Olav-
ur Gaard, tlf. 56900
Vágar: TIf. 32413
Suðuroy (norður): Tlf.
71560
Suðuroy (suður): Tlf.
73030
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp
fæst í dag og í morgin
kl. 13.00 — 14.00. Tlf.
14544.
IOGT
landsfund
Leygardagin effvur lands-
felagsskapurin IOGT
landsfund i losjuni å Glyv-
rum.
Kl. 9 verður umbods-
losjufundur og um kveldið Brúdleyp
verður veitsla.
Í dag giftast í Christians-
kirkjuni í Klaksvík Jógv-
an Eliasen, EDV-selu-
maður, og Alvilda Peter-
sen, krambúðarkvinna,
bæði úr Klaksvík.