Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. desember 1985síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Svimiihellin við nýggjum tilboðum Venjingarrúm, »boblebad«, fleiri skáp, — og Pluto kemur aftur NÆR SEN Pluto verður nå bøttur, og verður aftur i hylinum um stutta tid Hesi trý árini nýggja svimjihellin í Havn hevur verið í nýtslu hevur hon „havt útvið 400.000 vitj- anir. Svimjihellin læt upp 20. desember í 1982, og var hellin mest vitjað fyrstu mánaðarnar. Í 1983 hevði svimjihellin ikki færri enn stívliga 150.000 vitjanir. Men annað árið fall talið, men nú tykist sum alt fleiri vitja niðan í hell- ina í Gundadali. Í fjør vóru 114.000 og tå hetta árið er farið kann roknast við, at svimji- hellin hevur rokkið umleið 135.000 vitjanir. Fleiri menn enn kvinnur Rokna vit skúlasvimj- ingina uppí almennu svimjingina hjá bernum, eru tey í meirluta av teimum sum tilsamans nýta svimjihellina. Annars umboðar al- menna svimjingin fyri vaksin nógv stersta talið. Av teimum svimja nógv fleiri menn enn kvinnur. Umleið 30% fleiri. Fleiri tilboð til svimjarar Svimjihellin fer í framtíð- ini at bjóða teimum vitj- andi fleiri tilboð enn higar- til. Fyrireikingar verða nú gjørdar til at seta upp sokallað »boblebad« eins og venjingartól verða sett í motiónsrúmið. Eitt »boblebad« er ein lítil hylur til átta fólk. Vatnið er umleið 40 hita- stig. Vatnið rennur í hylin við stórari megi gjøgnum nógv rer, og ger hetta, at veddar verða míktir. Hetta er heilsubót, verður sagt. Onkur, sum hevur roynt eitt tílíkt bað sigur, at teir 10 minuttirnir ein . er í baðnum, kennast sum ein longri gongutúrur. Og nakað má vera í tí. Tí í samband við »boble- baðið< verður hvíldarrúm. Ætlanin er at hesi nýggju rúmini skulu vera har goymsla nú er. Umvælingar í eina viku Um stutta tíð letur svimji- hellin aftur, — í eina viku. Nakað av umvælingar- arbeiði skal tá fara fram. Haraftrat verða 20 nýggj umklæðingarskáp sett upp á hverji deild. Heri Olsen, fyristeðu- maður í svimjihellini vónar, at hesi nýggju til- tøkini vilja føra við sær, at fleiri fólk fara at vitja í svimjihøllini. Pluto var eitt tiltak fyri børnini. Bert ein leygar- dag svumu 1054 fólk, og er hetta nógv fleiri enn vanligt. Tíverri punkt- eraði Pluto, men Heri kann nú ugga bernini við, at nú verður Pluto bettur, og verður skjótt aftur at síggja í hylinum. tór,- | | | Nú er hon komin ! — = — Stridsårini 1940—45 "Fyrsta bókin um stríðsárini 1940—45 hjá Niels Juel Arge er útkomin Ein týskur sjóflúgvari sigdli á land á Skarva- tanga í Froðba í november 1939. Hetta var eitt tað fyrsta sum feroyingar mertu til týskarar undir seinna heimsbardaga. Froðbingar fóru beinan- vegin oman í fjøruna at hjálpa teimum fýra monn- unum upp á land, og bjargalínan var teimum | hent í hesum føri. Hesin flúgvarin var helst farin av leið, og hann noyddist at seta seg á sjógvin hálvanannan fjórðing úr Ásali. Ein bretskur trolari, sum var í | nánd, fór at sigla móti flúgvaranum, sum gjerdi alt fyri at sleppa undan honum. Flúgvarin mundi komið inn undir Froðbiarnýpu, men fekk so annan motor- in í gongd, og ætlaði sær at sigla inn á Trongisvágs- fjorð. Hann slapp kortini ikki innum Skarvatanga, har annar vongurin kom fastur. Vilstur av leið Froðbingar bjargaðu øll- um fýra monnunum. Teir vórðu fyrst hildnir á Hotel Tveroyri, og vórðu síðani fluttir til Havnar. Haðani vórðu teir sendir til Dan- markar við verjuskipinum „Íslands Falk«. Hvar hesin flúgvarin hevði verið, og hvat hann vildi, fekst ongantíð at vita, men helst hevði hann verið á kanningarferð í Orknoyggjum ella Het- landi. Hetta er ein av teimum hendingunum, sum greitt verður frá í tí nýútkomnu bókini hjá Niels Juel Arge. Bókin er tann fyrsta í eini ætladari rød um seinna heimsbardaga, og hon viðger hendingar og fyriskipanir í Feroyum fyrsta stríðsárið — 1949. Ongin hevði av álvara væntað, at sambandið millum Danmark og Fer- - oyar skuldi vera kvett av krígsávum, og tí stóðu bæði danskir og feroyskir myndugleikar í Feroyum sum Kánus, tá boðini um týsku tøkuna av Danmark komu 9. apríl 1940. Sjálvsteðugt ríki? Summir vildu hava Fer- oyar skipaðar sum sjálv- stødugt ríki beinanvegin, tí amtmaðurin kundi ikki útinna valdið hjá eini tiknari tjóð, og sett varð í verk innsavning av undir- skriftum. Tikið var kortini ikki undir við hesi áheitan, men sum frá leið fekk amt- maðurin saman við løg- tinginum alt vald í Før- oyum, og bretarnir, sum hersettu oyggjarnar, lov- aðu ikki at gera broyt- ingar í stjórnarligu viður- skiftunum i Føroyum. Føroyingar sigldu øll krigsårini til Onglands við fiski år Føroyum og Ís- landi. Hendan siglingin gav g6dar pengar, men hon kostadi eisini mong skip og mannaliv. I békini verdur m.a. eis- ini greitt frå, hvussu skip- ini skuldu sigla, og hvussu firdirnir i Føroyum eins og siglingarleidirnar millum lond vóru minulagdar. Tór Í var uttan- fyri minubeltið Illgruni var leingi um, at trolarin Tór I fiskaði i minulagdari leid, tå hann sprongdist i 1940. Niels Juel Arge er vid kann- ingum sinum i føroyskum og brestkum skjala- goymslum komin eftir, at Tór Í avgjert var uttan- fyri minubeltið á Eystur- landinum, tá hann sprongdist. Feroyskir og bretskir myndugleikar í Feroyum hevdu fingið skeiv boð frá bretska hersetingarvald- inum í Íslandi um, hvar Tór Í var staddur. Bókin byggir á drúgvt kanningararbeiði í fer- oyskum, donskum, bretskum og týskum skjalagoymslum frá krígs- tíðini, og á samreður við ein hóp av fólki. Hetta fyrsta bindið er 250 síður við 150 myndum og kostar 248/- krónur.