hósdagur 5. desember 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
friðartiltak
NORÐURLENDSKA ting-
mannastevnan um kjarn-
orkufría umveldið í Norð-
anlondum er liðug og end-
aði á ein hátt, ið bert kann
gleða øll, ið virka fyri friði
og avspenningi.
915:
HOAST ØLL umbodini ikki
vóru samd, so kann al-
menningurin í Norðanlond-
um í hvussu so er leggja til
merkis, at tingmenn taka
spurningin um at varðveita
Norðanlond sum eitt »låg-
spenningsøki« við sera
stórum álvarssemi.
SJÁLVUR aðalspurning-
urin, hvert eitt atomvápna-
frítt umveldi virkar friðar-
veitandi ella ikki, gongur
ikki heilt eftir teimum van-
ligu høgra/vinstra linjunum.
Sum heild kann verða sagt,
at fyri vestan og fyri eystan
í Norðanlondum er semja í
flestu flokkum, borgara-
ligum eins væl og sosialist-
iskum um, at ein atom-
våpnafri zona gagnar frið-
inum, vekir ålit å Nordan-
lond og er sera hóskandi
júst aftan á toppfundin í
Geve. Ødrvisi er við lond-
unum í »midjuni«, Danmark
og Noregi. Her vóru kon-
servativu flokkarnir ivandi
mótvegis atomvápnafría
umveldinum. Serstakliga
vóru norskir høgramenn
negativir og lítið »nordur-
lendskir« á ráðstevnuni,
tiðindablaðið
Útgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk :
sama kann sigast um
donsku konservativu,
meðan danska vinstra var
meira lunkað. Harafturímóti
vóru bæði teir radikalu og
kristiligi fólkaflokkurin
rættiliga positivir.
HEILDARMYNDIN, sum
stóð eftir, var hon, at ein
stórur meirluti av norður-
lendskum tingmonnum
tekur undir við hugskot-
inum um eitt atomvápna-
frítt umveldi fyri Norðan-
lond, og tað er greitt, at ar-
beitt verður víðari við hes-
um hugskoti.
RÅDSTEVNAN var sostatt
ein sigur fyri tær friðarvarð-
veitandi kreftirnar og ikki
minst fyri fridarrørslurnar í
Norðanlondum. Tað er tí
sera umráðandi, at hildið
verður á við friðararbeið-
inum bæði innan fyri og
uttan fyri tinggátt.
jd
Ungdómsmál
Ymiskt er, sum politikarar
roynast.
Tað sær út fyri mær,
sum um summir bert
hugsa um tingmanna-
starvið sum eitt livibreyð.
Teir dríva á munnheldið
upp undir val, sum nú
seinast, tá teir egndu fyri
okkum lesandi.
Vit vóru tí spent uppá,
hvat fór at koma burturúr,
men einki hendi fyrrenn
nú Jógvan Sundstein legði
fram uppskot um, at vit
sleppa at vinna upp til
30.000 kr. skattafrítt um
árið. Øll fegnaðust um
hetta, tí flestu okkara
vilja vinna ein styrk í frí-
tíðini uttan at skula
gjalda ein stóran part
aftur í skatti. Higartil
hevði tað bert verið
15.000,-, men lætt er at
tjena meira í summarfrí-
tíðini. Hinvegin er ikki
lætt hjá mongum okkara
at fáa endarnar at rekka
saman, og tað eru ikki ell
foreldur, sum hava ráð at
lata bernini ganga í skúla,
uttan so, at bernini sjálv
hjálpa til.
Sjálvandi fór hetta upp-
skot at fáa góða undirteku
á tingi, men gakk, ting-
menn úr hinum flokkun-
um kappaðust um at fáa
skorið hetta talið kr.
30.000,- niður.
Tað sá ikki betur út, enn
Nr. 139 — 5. desember 1985
teir helst ikki vildu geva
okkum nakra hækking.
Onkur vildi enntá billa
hinum inn, at um vit vinna
kr. 30.000,- skattafrítt um
árið, so vildi tað skarvað
av SU-styrkinum. Munna
teir trúgva sær sjálvum?
Nei uppskotið hevur
helst verið væl umhugsað,
sum alt Jógvan Sundstein
kemur við, tí vit kunna
vinna upp móti teimum
40.000 kr. uttan tað virkar
SU-styrkin.
Nei, ynski okkara les-
andi er, at tit allir á leg-
tingi vilja atkveða fyri
uppskotinum í óbroyttum
líki.
S. Hansen
A——TT—T———————— > —— [>=
Framhald av síðu 3
tað so ikki, at málið mill-
um Ernst Hansen og Sól-
bjørn Jacobsen er av-
greitt?
— Hetta málið er
kanska avgreitt, men eftir
stendur so málið viðvíkj-
andi næstformanninum.
— Hvat snýr tað málið
seg um?
— Tað er m.a. um tær
skuldsetingar, sum Sól-
bjørn Jacobsen hevur not-
erað sær viðvíkjandi næst-
formanninum. Vit vilja
vita, hvat innihaldið er í
teimum!
— Hevur telefonverks-
stjórin sett fram skuldset-
ingar móti Ága Davidsen?
— ja, tað hevur hann
sagt sjálvur.
— Við hvenn?
— Við okkum.
Ernst Hansen vísir á, at
telefonverksstjórin hevur
givið boð til viðskiftafólk í
Danmark, at teir skulu
ikki hava nakað samband
við Ága Davidsen.
— Og tað meta tit ikki,
at stjórin hevur loyvi til?
— Er tað kanska arbeiði
hjá einum stjóra at forða
starvsfólkunum í at tosa
við viðskiftafólk!
— Tað er undir allan
kritikk, at ein stjóri ger
slíkt. Ein stjóri átti at
havt annað at tikið sær til
enn at tipt eitt samband,
sum annars virkar væl.
— Men hví ger hann
tað?
— Tað mugu tit spyrja
hann um. Sjálvur haldi eg,
at tað er ein reindyrkaður
óndskapur. Hann ger
hetta í tí tíðini, meðan Áge
Davidsen virkar sum for-
maður í Starvsmannafel-
agnum og tekur sær av
sakini viðvíkjandi
bókhaldinum á telefon-
verkinum. Hetta stjórin
ger móti Ága Davidsen
eru einki annað enn
represaliur.
— Skal alt hetta skiljast
so, at meðan tað fyrr
var næstformaðurin í
Starvsmannafelagnum,
sum tók sær av málinum
viðvíkjandi formanninum,
so er tað nú formaðurin í
Starvsmannafelagnum,
sum tekur sær av mál-
inum viðvíkjandi næstfor-
manninum?
— Ja, soleiðis
málið.
liggur
Samarbeiðið
aftaná!
Vit spurdu eisini Ernst
Hansen, um tað yvirhevur
fer at bera til hjá Sólbjern
Jacobsen, Ága Davidsen
og Ernst Hansen at sam-
arbeiða, tá gerandisdag-
urin byrjar aftur á telefon-
verkinum?
— Tað er so upp til
hvønn einstakan at meta
um og virka fyri. Spurn-
ingurin er so, um allir eru
menn at lata hetta fara
framvið borðinum.
— Báðir partar mugu
uppá longri sikt viðganga,
til alla
familjuna
at tað ber ikki til at reka
eitt stríð gjøgnum nógv
ár. Tá er so spurningurin,
hver er hvat. Tað má vera
endamálið hjá bæði einum
starvsfólki og stjóranum
at fáa arbeiðið at virka.
— Men heldur tú, at eitt
samarbeiði er meguligt
aftaná hetta drúgva stríð?
— Eg fari so at fylgja
við, hvat hendir.
— Nú hevur verið nógv
tosað og skrivað um hetta
mál. Hverja undirtøku
heldur tú Starvsmanna-
felagið fær í hesum máli
frå almenninginum !
— Vit hava hildið tað
vera rætt, at ell hesi viður-
skiftini komu út til fjel-
miðlarnar beinanvegin, ti
tað tænir málinum best.
Vit ætla at spæla við opn-
um kortum, tí hetta er eitt
alment mál. Eg vóni, at
tað vera fleiri, sum fara at
gera eins og vit hava gjert
í hesum máli, sigur Ernst
Hansen.
jan