hósdagur 5. desember 1985síða 20
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
> Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — Ivamái?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
svimjing í
Kollafirði
Nýggja svimjihøllin í Kollafirði var
alment tikin í nýtslu týskveldið
Svimjihellin í Kollafirði er
nú opin fyri almenningin
Hetta hendi kl. 5 týsdagin
og áhugin fyri at sleppa at
svimja hendan fyrsta
dagin var stórur. Aðrenn
dyrnar vóru latnar upp,
stóð hópur av bernum
uttan fyri og bíðaði fyri at
sleppa inn.
Svimjihellin í Kollafirði
er bygd beint vestan fyri
skúlan. Í bygninginum er
alt sum hoyrir til eina ný
mótans svimjihell við um
klæðingar- og baðirúmun
og hitabaði
Sjálvur hylurin er 16 2/3
metrar langur og 8
metur breiður
Tað er Kollafjarðar
Kommuna, sum hevur
latið svimjihellina byggja,
og kostar hon nú, hon
stendur liðug, einar sjey
miljónir. J. P. Gregorius-
sen arkitektur = hevur
teknað og Uni Patursson
hevði eftirlitið. P/F Finn í
Puntabyrgi var hevuðsar-
beiðstakari. Teir, sum
annars hava staðið fyri
teim ymsu arbeiðunum
eru: J. Kyster, múrara-
arbeiði, Demich, rer og
sanitet, Karstin Joensen,
timbur, Immanuel Dam,
el. og Hans Sigvard Han-
sen, málaraarbeiði
Lopfjelin varð dúgliga nýtt
Upplatingartíðirnar eru
mánakveld, týskveld og
fríggjakveld frá 17 til 21
Harafturat er opið týs-
morgun frá kl. 7 til 8.30
Mikukveldið er ætlað til
kveldskúlasvimjing og
hóskveldið til útleigan.
Leygardag verður opið frá
kl. 14 til 20.
Fyrstu tveir tímarnir
hvert kveldið almenna
svimjing er, eru ætlaðir
bernum. Leygardag frá kl
14 til 17
Tummas Debes, bygdar
ráðsformaður í Kollafirði
sigur, at hesar upplat-
ingartíðirnar eru at rokna
sum fyribils, tí ilt er at
siga, júst hvussu stórur
áhugin verður fyri at nýta
hellina. Um áhugin vísir
seg at vera sterri enn
nevndu upplatingartíðir
kunnu taka ímóti, verður
longri opið, sigur hann
Enn bundnir av
sáttmálanum við
Oyrarbakka
Hóast vit nú hava
fingið okkara egnu svimji-
hell í Kollafirði, eru vit
enn bundnir av teirri av-
talu, sum gjerd var við
víkjandi svimjihøllini á
að
Oyrabakka, sigur
Tummas Debes. Hesin
sáttmálin gongur ikki út
fyrr enn í 1999.
Higartil hava skúla-
bernini í Kollafirði verið á
Oyrabakka og svomið eina
ferð um vikuna. Tað fara
tey ikki at gera longur.
Tey einastu higani úr
Kollafirði, sum í fram-
tíðini koma at nýta svimji-
hylin á Oyrabakka eru
tey, sum ganga í fram-
haldsdeildini, sigur
Tummas Debes
Eyðolv Johannesen,
skúlatænari, verður um-
sjónarmaður við svimji-
høllina. Trygvi Samuel-
sen, Anna Runa Jakobsen
og Brynhild Mohr Joen-
sen, verða starvsfólk
tor.-
Lýsingar:
Nú er bert at vóna, at svimjihellin verður eins væl vitjað í framtíðini, sum hon var
hendan fyrsta dagin
Bernini stuttleika sær ófert í nýggja svimjihylinum
Á
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Myndir:
Kalmar