Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. desember 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 142 — 12. desember 1985 Einki er so mannminkandi sum at verða tagdur burtur Herfyri fóru arbeiðsmenn hjá kommununi i undir at gera gongubreyt fram vid kirkjugardinum Havn vid Velbastaðvegin. Fyrsta vit, sum búgva omanfyri vegin, varn- aðust hetta, tosaðu vit um útlitið og undraðust. Øll vóru vit samd um, at soleiðis sum ferðslan á Velbastaðvegnum er í letuni, var kommunan í ferð við at gera vegin upp- aftur meira vandamiklan, enn hann er frammanund- an. Tað hildu vit vera óneyðugt. og vit høvdu ilt við at siggja, hví ið tað skuldi vera átrokandi at gera gongubreyt har, ið ongum nýtist at ganga. Undirritaði vendi sær tí til teknisku deild og gjerdi vart við fyrivarni okkara. Har fekk eg at vita, at best var at koma við eini skrivligari áheitan. Vit so gjørdu. Øll, sum eiga hús fram við Velba- staðvegnum á hesi leiðini, uttan eitt húski, sum ikki var inni, tá ið brævið varð borið runt til undirskriv- ingar. skrivaðu undir eina áheitan á teknisku deild at leggja arbeiðið niður, ti vit hildu tað vera illa um- hugsað. Øll vit, sum búgva fram við Velbastaðvegnum, ræðast at hyggja oman á vegin, so ofta hava vit verið sjónarváttar til hendingar á vegnum, sum eins væl kundu endað við syndarligum vanlukkum Ferðslan er nógv í løtuni Byurin veksur nogv her vestanfyri, og Landavegurin er stongd ur. Hann fer at lætta eitt sindur um, tá ið hann verður opin aftur fyri ferðslu. Men kortini verður altið nóg mikið eftir til Velba- staðvegin og mangan er sera trongligt sum er. Ikki minst tann tunga ferðslan vindur upp á seg. Ofta seinnapartar, tá ið jarðarferð er, standa bilar allan vegin fram við kirkjugarðinum, og onkrastaðni skulu bilarnir vera, tá ið einki annað stað er at seta teir í nánd av kirkjugarðinum. Nú gongubreytin verð- ur gjørd, verða bilarnir beindir næstan hálvan annan metur út á vegin, og tað halda vit vera óneyðugt og vandamikið. Heldur enn at gera gongubreyt halda vit, at ein betur loysn hevði verið at planerað og asfalterað vegin heilt inn til sjálvan kirkjugarðin og so at gjert eina strípu uttanfyri heldur enn kant. Tá bar til at sett bilarnar inn móti kirkjugarðinum ávísar tid- ir, eitt nú í sambandi við jarðarferðir, uttan at tað var til ampa fyri lívið á vegnum. Tekniska deild svaraði okkum aftur, at har duga teir ikki at síggja átrok- andi grundir at broyta arbeiðsgongdina við gongubreytini, og so fóru teir í gongd at kantsteinarnar fastar Vit undraðust enn meira, hvi tekniska deild setti uppá at gera gongu- breyt har eingin gongu- breyt er neyðug, íkki minst tá ið teir kundu velja eina aðra loysn, sum íbúgvarnir fram við vegn- um hildu vera rimiligari. Ti settu vit okkum í samband við formannin í teknisku nevnd. Tað var við ringum hugi, tí tað skuldi verið sjálvsagt, at umsitingin vildi tosa við borgararnar um rímiligar loysnir í grannalagnum. Men vit vórðu kroyst út í eina stødu, sum lættliga kundi føra til, at einstak- ir býráðslimir hildu, at vit høvdu okkurt at takka teimum fyri. Vit vita, at tað er nóg mikið til av tilikkum, og tað er órimi- ligt. Men framferðin hjá umsitingini í hesum máli gav góðar møguleikar í so mata Formaðurin vildi tosa við teknisku deild. og so steðgaði arbeiðið nakrar dagar Men so ein morgunin byrjaði arbeiðið aftur, uttan at nakar hevði tosað aftur við okkum, sum búgva fram við vegnum. Eg ringdi aftur til for- mannin í teknisku nevnd, og hann undraðist á, at eingin hevði tosað við okkum. Hann skuldi ringja til teknisku deild. Og síðan hava vit einki frætt. Men arbeiðið heldur fram, sum um eingin nakrantid hevði sett nakr- an fingur á tað. Tað halda vit vera órimi- ligt, og tí havi eg hildið tað vera rætt at siga seguna fyri almenning- inum. Onnur hava helst verið úti fyri tí sama, og eg haldi, at slík framferð stoypa tíðindablaðið er hættislig og undirgrav - andi fyri tað fólkaræði, sum vit oll seta so høgt, tå ið vit bera okkum upp ímóti ødrum samfeløgum. Men hvat er at gera, tå id folk verda tagd burtur? Onkur kundi hildið, at beinast var at gjørt seg kantsteinarnar, teir festu seg 1 inn á ådrenn betongið Men vit friðarlig hampafólk, búgva fram við hesum vegnum, eins og alla staðni í Havn- ini. Tey flestu brýggja seg eru sum POUL/ARN/ Gåvuhandil - Tlf. 71481 ikki um sovorðið Men eitt er vist Eftir stendur tú hámur og argur og kennir teg vanvirðisligt viðfarnan av eini umsiting, sum kanska hevur sínar góðu grundir at gera sum hon ger, men so sanniliga ikki leggur í Jólini kosta nógv — men tit fáa meiri fyri peningin frá okkum + 10% avsláttur á allar jólagávurnar frá nú til jóla OVISEN Sida 7 at tosa vid atfinningar samar borgarar, sum ivast i, hvussu væl eitt arbeidi hon er umhugsad, sum hevur sett i gongd Pauli Nielsen