leygardagur 14. desember 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
A US
—— ||
Nr. 143
14. desember 1985
Til verka hóast mótmæli:
Barna-
ansing
i Gunda-
dali um
ein mánað
B-36-húsið karmur um barnaansingina í
Gundadali — meguliga skulu ítróttarleið- B36 húsið. Ein barakk frá fyrst í seksti árunum. Húsið er í so ringum standi, at ikki er hugsandi um at gera tað
arar taka sær av ansingini
Hóast mótmæli frá bæði
foreldrum og barnapeda-
gogum ætlar Tórshavnar
býráð at gera álvara av
ætlan síni um at skipa
barnaansingina í Havn
m.a. í ítróttarhallum
Poul Michelsen, býráðs-
formaður, sigur seg vóna,
at skipanin kann fáast at
virka frá hálvum januar
mánaði. Tað kann hon, um
Gundadalsprojektið, sum
tað verður nevnt, er
liðugt. Gundadalsprojekt-
ið hevur Poul Michelsen
gjert saman við Eyðuni
Jensen, sosialdeildarleið-
ara, Kjartani Kristiansen,
býráðsskrivara, og Jákupi
Simonsen, mentanardeild-
raleiðara.
Fyrr í ár samtykti Tórs-
havnar býráð álitið um
barnaansing og frítíðar-
virksemi í Havn. Tað
loypti hvekk í foreldur og
barnapedagogar. Ikki fyrr
enn nú hoyrdist meira til
ætlanina hjá býráðnum
við barnaansing. Fyrst í
næstu viku fær sosiala
nevnd býráðsins ætlanina
at viðgera, og hon kemur
fyri á fundi í býráðnum
hósdagin.
Tað er serliga ætlanin
við at skipa barnaansing í
hallunum á Gundadalsek-
inum, sum nú er frammi.
Sambært Poul Michelsen
verður henda barnaans-
ingin fyri 30, kanska 40
bern. Hvussu hon skal
vera, er ikki greitt enn.
Tað er bara eitt projekt,
sigur Poul Michelsen.
Lýst er ikki eftir fólki at
ansa eftir hesum bernum,
men býráðið hevur funnið
projektleiðara, sum hevur
royndir í ungdómsarbeðii,
sigur Poul Michelsen.
Sum skilst er tað ein
ítróttarleiðari, og talað
verður eisini um, at aðrir
ítróttarleiðarar møguliga
kunnu fáa arbeiði nakrar
tímar í sambandi við
barnaansingina í ítróttar-
hallunum.
Allar hallirnar
Poul Michelsen sigur, at
umframt útiskið kunnu
allar hallirnar í Gundadali
brúkast. Eisini hellin á
Nabb og Gundadalshellin,
sjálvt um øll felegini, ið
nýta hesar hallir, ikki eru
eftirspurd. Ítróttarfólk iv-
ast í, at tað fer at bera til,
tí eftir klokkan trý seinna-
partin verða hallirnar
brúktar hvenn einasta
tíma.
Sum nevnt í grein í
Dimmu hósdagin, verður
B-36 húsið karmur um
barnaansingina. Starvs- |
nevndin í B-36 hevur
játtað at leiga B-36 húsið
út til býráðið. Har er
kekur og annað, men
ymiskar ábetur mugu ger-
ast við húsið, áðrenn bern
kunnu vera har. Tær
ábeturnar skal býráðið
fíggjað. Ella rættari, tær
skulu fíggjast við teimum
pengum, sum foreldrini
skulu lata fyri at fáa bern
síni ansað í Gundadali
Per Hansen, kassameist-
ari í B-36 sigur, at felagið
heldur hetta vera eina
góða loysn. B-36 skal
byggja nýtt hús, og núver-
andi B-36 hús verður
undir ellum umsteðum út-
leigað. Tá so býráðið
leigar, sleppur felagið frá
øllum arbeiðinum, sum
tað er at leiga út til fleiri
ymisk, sigur Per Hansen.
Badmintonhellin verður
eisini nevnd sum barna-
ansingarhús í fyrstu |
syftu. Men eisini svimji- |
hellin kann nýtast. Poul
Michelsen sigur, at bý-
ráðið hevur tosað við fleiri
aftur til ítróttaendamál.
Men gakk, nóg gott er til børn okkara, halda í hvussu summi.
ítróttarfeleg um hetta.
Sambært Dimmu skulu
foreldrini kunna skriva
bernini upp til ansingar
hjá býráðnum, har tey
tekna seg fyri so og so
nógvar tímar um dagin.
Gjaldið fyri ansingina
verður ein ávís upphædd
fyri tíman.
Ivasamt
vid studningi
Um byrådid fær almennan
stuðul til hesa ansingar-
skipanina er ógvuliga
óvist. Pedagogfelagið
hevur áður víst á, at skip-
anin er í stríð við barnafor-
sorgarlógina. Poul Michel-
sen sigur, at býráðið sjálv-
sagt ikki fer at bróta hesa
lóg. Alitið er sent Lands-
stýrinum, og Landsstýrið
hevur sent Almannastov-
uni tað til ummælis. Men
Almannastovan hevur
ikki viðgjert tað enn.
Klaus Hermann, almanna-
stjóri, sigur, at tað vant-
aðu fleiri upplýsingar,
sum tey hava biðið bý-
ráðið um, men enn hevur
Almannastovan einki
frætt aftur úr býráðnum.
Um Almannastovan fær
stundir at viðgera málið
og senda Landsstýrinum
tað, so málið er avgreitt
fyri hálvan januar, torir
Klaus Hermann ikki at
siga.
Annars eru foreldur at
børnum í dagstovnum
farin at gera vart við seg.
Mikukveldið hevdu for-
eldraráðini å teimum
flestu stovnunum í Havn
fund fyri foreldrum miku-
kveldið, og har kom fram,
at tey flestu mótmæla
ætlanini hjá býráðnum
Summastaðni verður tos-
að um at senda adressur
inn við mótmæli, onnur
ætla at mótmæla við
skrivi hjá myndugleik-
unum.
randi
Ungur
listamaður
framsýning
í SMS
Í dag er seinasti meguleiki
at síggja listaframsýn-
ingina hjá Búa Tyril.
Framsýningin er opin frá
kl. 9.30 til tíggju í kveld.
Búi Tyril er 20 ára
gamal, er úr Noråragøtu,
og býr í Havn. Teknað
hevur hann síðan hann var
heilt ungur og málað tey
seinastu árini. Hann
hevur verið við á trimum
framsýningum áður, ta
einu ferðina í Smiðjuni í
Lítluvík, tá hann átti meg-
inpartin av myndunum.
Málningarnir á hesi fram-
sýningini eru allir nýggir.