Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 14. desember 1985síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Niels Juel Nolsee heldur her fram við síni áhuga- verdu ferðafrásegn úr Eyst- urríki. Salzburg Tað er ein fittligur túrur uppá 250 km frá Innsbruck til Saltzburg, hagar vit nú leita, til sama stað, har vit vóru fyri 4 árum síðan, gistingar- húsið »Zell am Wallersee«, 20 km norðanfyri Salzburg, við vatnið W all- ersee. Og her er ófera vakurt og friðarligt, vatnið til eina síðu, og stórar fletur aftanfyri okkum, har neyt gingu á beiti. Her vóru vit í 10 dagar, brennandi sól hvenn dag, og ein av teimum fyrstu degunum leitaðu vit inn til Salzburg, sum má vera eitt ynskistað fyri tann ferðandi, tí her er segan komin so týðuliga til sjóndar í teirri glæsiligu bygging, sum fúrstaerka- biskuparnir framdu gjøgnum 600 ár Vit spákaðu ein heilan dag í tí frálíka veðrinum, men fóru ongastaðni inn. Vit vistu, frá seinast, gjølla hvussu tað var: Hohensalzburg, dómkirkjan, barnaheim Mozarts, fyri bert at nevna okkurt, allastaðni ýðir tað av ristum, so tú fært næstan ikki andað. Tú vitjar hesi stødini einaferð, fer avstað aftur, og ikki fyrr enn tú er komin heim aftur í býlið og friðin, t tú fáa náðir, um enn í seinna lagi, at fáa varhugan av, hvat tað er tú hevur upplivað tey ymsu steðini Kal Teir eru virðiligir, tignarligir, teir varðar, tey minnismerki, sum hava givið hesum landi eina tílíka søgu og identitet, men tað er nakað marg- háttligt í tí, at alt hetta skal verða gjørt til handilsveru. Í heilaga navni ferðamannaídnaðins, sum jú gevur ell hesi arbeiðispláss, er hetta loyvt. Tað sum serliga var ætlan mín í Salzburg hesuferð, var at finna hús- ini hjá Stefan Zweig. Tað kemur so líðandi: tú lesur eina av bókum hans- ara, gerst hugtikin, lesur meira, eitt nú ævisegurnar, harímillum hansara egnu: um tann heimin, sum var, um tey humanistisku hugtekini, sum verða bannað, tá national-sosialistar- nir koma til valdið í Týsklandi Tað er ein eydnurík tíð, tíðin mill- um báðar heimsbardagarnar. Hann gerst ein av heimsins mest lisnu rit- hevundum. Í prýðiliga heimi sínum, í sera vekrum umhvervi á Kapuziner- berg, í Salzburg, skapar hann hesi verk, og her savnast andselitan, heimspekingar, rithevundar og tóna- skeld. Upp tær longu trappurnar úr Linzergasse, og niðan á hevdina at vitja hann, hava menn sum Thomas Mann, George Brandes, Richard Strauss, Bela Bartok, Toscanini o.a gingið. Arini gingu við arbeiði og ferðing. Ein morgun í november 1931 vaknar hann og er nú 50 ára gamal. Tann gamli postmaðurin niðri frá Salzburg kemur niðan tær brettu trappurnar, við tungari byrðu, harímillum einari gávu frá forlagi hansara, sum er ein bibliografi (yvirlit yvir bekur) yvir allar bøkur hansara, sum er ein bók í sjálvum sær. Har restar einki av heimsins tungumálum, sum bekur hansara ikki eru umsettar til. Hugs- anir og orð hansara vóru rokkin út til alla mannaættina... Illa bar til at ímynda sær, at bert fá ár seinni skuldi hann heimleysur og jagstr- desember 1985 Við bergholsmunnan inn í Kehlstein Grossglockner-vegurin