týsdagur 17. desember 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SU Te I.
Nr. 144
17. desember 1985
Odmar Færø, barnalækni
Gundadals-
ansingin
ein roynd
— og ikki nøkur varandi loysn. Men siga
foreldrini nei til hetta projektid, so eiga
politikararnir at sleppa tí.
Nú tað er vorðið greitt, at
nýggja barnaansingartil-
takið hjá Tórshavnar
býráð um at skipa barna-
ansing á stadionøkinum i
Gundadali byrjar um ein
mánað, hava vit vent okk-
um til Odmar Fære, sum
er barnalækni á Lands-
sjúkrahúsinum.
Odmar Fære sigur, at
hann hevur kunnað seg
við tað álitið, sum býráðið
hevur samtykt og skilir
hetta álitið sum eina
roynd og ikki nakra ver-
andi loysn.
— Eg havi sæð hetta
sum eitt royndarprojekt
og eitt alternativ til ver-
andi ansingarskipan — til
fólk, sum kanska einki
ansingartilboð hava ella
sum ynskja nakað nýtt.
Eg havi eisini skilt álitið
soleiðis, at tað er ikki nek-
ur broyting av verandi
stovnum.
— Sær tú ongan vanda í
slíkari roynd?
— Sum eina roynd so
dugi eg ikki at síggja tann
stóra vandan í hesum pro-
jektinum.
Odmar Fære heldur, at
tá hetta hevur verið roynt
í eina tíð, eigur ein at
endurskoða tað og finna
fram til, hvat hevur verið
negativt og hvat positivt.
Er nakað í tí, sum kann
brúkast, so eigur ein at
meta um tað
— Hvussu leingi eigur
so slík roynd at vara?
— Eg vildi mett kanska
eitt ár, tí tá fær ein so
bæði summar og vetur við
og kann gera metingar út
frá tí.
Odmar Fære sigur víð-
ari, at hann uppfatar ætl-
anina sum eitt tilboð, har
bernini kunnu koma og
vera nakrar tímar undir
tryggum umsteðum
Trygg loysn?
— Men er tað nekur trygg
loysn, um tað vera tilvild-
arlig fólk og ikki peda-
gogar, sum taka sær av
bernunum.
— Tað mugu vera fólk,
sum hava skil fyri slíkum,
ið skulu taka sær av bern-
unum, og her er so avgjert
neyðugt at skipa ansing-
ina í samstarvi við peda-
gogar. Sjálvur haldi eg, at
skilabesta loysn finst, um
slík roynd verður skipað í
samarbeiði við eitt nú
pedagogarnar.
— Men hvussu skapa
trygg viðurskifti í eini bar-
akk, sum B36 húsið jú
er og sum als ikki er gjert
til barnaansing?
— Tað er rætt, at húsið
er ein gomul barakk og
ikki vælegnað til barna-
ansing og sum so ikki
nakað, sum ein kann
byggja nakra framtíðar
barnaansing á. Men í eini
roynd sum hesari haldi eg
ikki vit eiga at bera ótta
fyri at brúka húsið til slíka
ansing, sum talan er um.
Annars vísir Odmar
Færø, sum sjálvur er
nevndarlimur í B36, á, at
húsið hevur virkað væl
sum heli hjá ítróttarung-
dómi og heldur hann, at
tað kann nýtast sum
partur í eini roynd at
skipa alternativa barna-
ansing.
— Men kortini trúgvi eg
ikki tað er egnað sum
barnaansingarstovnur í
framtíðini. Eg havi skilt
hetta sum eitt slag av eini
neyðloysn, nú býarpolit-
ikararnir vilja vita,
hvussu hetta projektið fer
at roynast.
Ov lítið tosað
— Tað eru tey, sum halda,
at býráðið hevur ikki tos-
að nóg nógv við peda-
gogar, foreldur og onnur
um málið. Heldur tú, at
býráðið hevur gjert sær
nóg stóran ómak at fáa
tjak í gongd um ætlanina?
— Nú er ilt at siga, hver
sigur satt og ikki. Býráðið
vil vera við, at tað hevur
verið í samband við feløg,
foreldur 0.0. og teirra upp-
fatan er so, at hetta pro-
jektið er nakað, sum fólk
vilja hava, meðan so onn-
ur siga, at hetta er nakað,
sum nakrir einstaklingar
hava funnið uppá og sum
als ikki er nóg gjella
kannað ella lagt til rættis.
Her er pástandur móti pá-
standi, so tað er ringt at
siga, hver hevur rætt. Eg
trúgvi báðir partar lutvíst
hava rætt.
— Men eg má viðganga,
sigur Oddmar Fære víð-
ari, at eg eri vónsvikin av
at málið er komið so
langt, uttan at ein hevur
fingið samarbeiðið í lag
við eitt nú pedagogar, nú
áðrenn ein fer í gongd av
álvara.
Eg trúgvi ikki, at vit fáa
nakra góða loysn viðvíkj-
andi framtíðar barna-
ansingini, um ikki peda-
gogarnir eru við. So eg eri
eitt sindur vónsvikin av,
at teir ymsu partarnir ikki
hava kunnað tosað seg til
rættis um eina felags
loysn í málinum.
— Hevur tú ikki var-
hugan av, at býráðið
ynskir at royna nakað
nýtt — bert fyri at sleppa
so biliga sum gjerligt m.a.
við at brúka bygningar,
sum annars standa tómir
stóran part av degnum.
— Eg havi einki ímóti,
at roynt verður at finna bí-
ligar loysnir, men tað
má so ikki minka um
trygdina hjá bernunum
Annars haldi eg, at vit
sjálvandi eiga at byggja
nýggjar dagstovnar av
sama slag, sum vit hava
Teir vita vit jú virka væl
Men so haldi eg eisini, at
Sosialurin
Síða 3
Odmar Færø ber ikki so stóran ótta fyri »Gundadalsprojektinum«, sum hann heldur
vera eina alternativa roynd heldur enn nekur varandi loysn.
tað má vera loyvt at royna
alternativar loysnir.
Veik og sterk bern
— Nú er tað vanlig hugs-
an, at best er at integrera
bernini, soleiðis at bæði
sterk og veik bern eru
saman, men er ikki vandi
fyri, at tað á einum stad-
ioneki, sum ikki er gjørt til
barnaansing, bert verða
tey sterkastu bernini —
sálarliga sum likamliga —
sum fara at klára seg?
— Tað er meguligt, at
ein vandi liggur í hesum,
og hetta hevur býráðið
helst ikki tikið hædd fyri.
— Nú eru foreldur í ferð
við at savna undirskriftir
ímóti Gundadalsprojekt-
inum. Hvat nú um tað vís-
ir seg at flestu foreldur
eru ímóti ætlanini?
— Tað mugu sjálvandi
vera foreldrini, sum skulu
avgera, hvussu bern teirra
verða ansað. ERu tey
ímóti hesi ætlanini, so eiga
politikararnir at taka tað
til eftirtektar og sleppa
ætlanini. Skal nakað
fremjast í samband við
ansing av børnum, um tað
er ein roynd ella ikki, so
mugu foreldrini fyrst góð
taka tað
Siga foreldrini nei, so
mugu politikararnir
sleppa ætlanini.
— Um nú flestu foreldur
ganga ímóti hesi ætlanini,
heldur tú so at politik-
ararnir fara at ganga
teirra ynskjum á meti?
— Tað ivist eg ikki í.
Tað vera teir noyddir til.
Tað má vera avgerandi
fyri, hvat ein ger, hvat
borgararnir sjálvir
ynskja, sigur Oddmar
Færø.
VEDRID
ER EIN GOD JOLAGAVA
At enda spurdu vit
Odmar Færø, um tað ikki
"er stórur heilsu- og brand-
vandi til staðar um hend-
an ætlan verður framd! Til
tað sigur hann, at hann
ber ikki ótta fyri heilsu-
vandanum og sigur
annars, at eitt nú B36
húsið uppfyllir krevini
viðvíkjandi brandvand-
anum.
jan
Bókin hjá Fischer Heinesen við orða |
tøskum og frásagnum um
Fæst í bókabúðunum.
veðrið.