Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-12-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 21. desember 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn Ábyrgdarblaðstjóri: tíðindablaðið P/t Sosialurin Jan Miiller Krisjan Dahl Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Tórfinn Smith Kalmar Lindenskov P'f Sosialurin P/f Pressan 1981 Útgevari: Fyritaksstjóri: Blaðfólk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Jólagávan til børn TAÐ skal ikki tað stóra hugflogiå til fyri at kunna gjøgnumskoda intentión, arbeiðshátt og framferðarhátt hjá núver- andi leiðslu Tórshavnar Býráðs, tá tað snýr seg um aktuellu »sokalladu« alter- nativu barnaansingina i B36-husinum. Hon er eitt dømi um, at vit eiga eina dikt atoriska leiðslu i høvudsstadnum. HERFYRI samtykti býráðið í Havn eitt álit um frítíðarvirksemi og barnaansing. Hetta álit er so ófullfíggjað, at tað kann. eftir okkara bestu sannføring, ongantíð hava verið ætlanin, at tað skuldi gerast eitt endaligt skjal um, hvussu ein so álvar- ligur spurningur sum barnaansing skal loysast. Flestu av okkum, sum hava havt hevi at síggja álitið, hava tí heldur íkki lagt meira í tað, enn at hetta var eitt upp skot, eitt hugskot og spjaddir tankar um, hvussu møguliga kann farast fram. Og ikki meira enn tað. Í blaðnum í dag siga so tveir av býráðslimunum, sum atkvøddu fyri ålitinum, at teir høvdu heldur ikki skilt tað sum meira enn tað NÚ hevur pípan fingið heilt annað ljóð. Borgarstjórin leggur til brots í blødunum og greiðir frá itøkiligum projektum, har ein gomul barakk, sum ikki longur kann nýtast til ítróttarungdóm, nú skal vera karmurin um barnaansing. FORELDUR, pedagogar og onnur standa nú sum kánus! Hvar bleiv orðaskiftið — dialogurin — millum myndugleikarnar og tey, sum hava við børn og barnaansing at gera, av! Einki aftursvar. Málið skal trumlast igjøgnum uttan mun til, hvat flestu borgararnir í býnum halda um so kollveltandi broytingar í barnaansingini. VIT hava einki ímóti nýhugsan. Semja er eisini um, at okkurt má gerast fyri at nøkta tørvin á barnaansing og frítíðar- virksemi. Spurningurin er so, hvussu hetta skal gerast. Vit halda, at slikt mål er so týdningarmikið, at tað skal viðgerast í samráð við allar partar. Men leiðsla býráðsins ynskir ikki at spyrja onnur enn nøkur útvald, sum standa henni nær. Slik- an framferðarhátt kunnu vit ikki góðtaka. Og er hetta vanligur praksis hjá býráðs- leiðsluni, megu vit øtast. Tá er tíðin komin, tá borgararnir í hesum býi eiga at taka til orðanna ímóti býráðsleiðsluni. BORGARIN i Havn er »ført bag lyset« í hesum álitinum. So góðtrúgvin hann var, so trúði hann, at hetta var ikki annað enn eitt idéupplegg og leysir endar og tankar. Hann grundaði hetta á tær mongu ógreiðu vendingarnar so sum »møguliga«, »kanska«, „uttan iva«, »sum heild« og »ikki vista. Heldur ikki eru gjørdar någreiniligar kanningar og heldur ikki eru royndir hjå øllum teimum, sum hava vid barnaansing at gera, tiknar til grund fyri ålitinum. NU vita vit so, at tað var heldur góð- trúgvið at uppfata álitið sum annað enn leysir endar og tankar. Tí seinasta gongdin hevur jú víst, at álitið er ein miðvís ætlan — ein miðvísur politikkur — fyri ikki at siga ein miðvís ideologi. Her eru nakrir setningar úr álitinum, sum undirbyggja hetta, sitat: »øll eigarafeløg- ini hava verið boðsend til fundar og somuleiðis allir. ið hava sýnt áhuga fyri spurninginum, tað umsitingin veit um Harumframt hevur fundur verið við lands stýrismannin í almannamálum. Allir hesir fundir hava verið hugvekjandi og í mongum broytt ta uppfatan,“ ið hevur verið vanlig um, at einans teir higartil kendu barnaansingarhættirnir á stovnum, hava verið teir mest ynsktu«, sitat endað. TAÐ hevur verið sagt av onkrum, at álitið er ikki meira enn ein avmarkað roynd, sum als ikki fer at nerva verandi stovnar og útbygging av teimum. Vit halda, at henda roynd í veruleikanum er ein partur í eini tilætlaðari ideologi, sum vinnur alt meira frama, har borgarligir flokkar stjórna samfelagnum. Tað er rætt og slætt privatiseringshungurin, sum drívur verkið. Tí kunnu vit longu nú hóma úr- slitið av hesi »royndini«. Tað verður ein grundleggjandi broyting av verandi ans- ingarskipan. EIN høvudsorsøkin til at hetta verður gjørt er tann vanvirðing, sum åvisir borg arligir politikarar og stuðlar teirra bera ímóti fakfólki í hesum førinum peda gogunum á almennu ansingarstovnunum. Pedagogar eru ókvæmisorð á teirra varrum og verða teir lagdir undir líkt og ólíkt, helst tí, at teir kenna ábyrgd av sínum arbeiði og tí kenna tað sum sína skyldu til at siga sína hugsan. Pedagogar verða settir í politiskan bás og skýrdir vinstrahallir, og júst tí er endamálið hjá nógvum borgarligum politikarum at máa grundarlagið undan hesum 'starvs- bélkinum, og besti måtin er sjálvandi fyrst at ignorera pedagogarnar við m.a. at seta onnur fólk í størv og harnæst við at steðga útbyggingini av verandi stovnum. MEN hví skal klikkjast niður á henda starvsfbólkin? Hver verður tann næsti, kunnu vit spyrja! Kanska heimahjálparar- nir, tí teir nú hava meldað seg inn í eitt stórt fakfelag! HVÍ ynskir leiðsla býráðsins ikki at tosa við pedagogarnar, nú so stórar broyting- ar skulu gerast júst innanfyri teirra arbeidsøki? HVÍ var býráðsfundurin, sum vera skuldi hóskveldið og har eitt av málunum var barnaansingin, avlýstur? HVÍ hevði tað slíkan skund at fáa lýsing í blødini júst fyri jól, nú fólk vóru farin at seta spurnartekin við ætlaninar? HVÍ hevði tað slíkan skund at fáa fólk at kontakta býráðið, longu tveir dagar aftaná, at lýsingin hevði verið í blød- unum? SVAR okkara er, at hetta er partur í diktatoriska framferðarháttinum hjá ávísum politikarum í Tórshavnar býráð.Hesir skulu nú vísa fólki, at teir megna tað teir hava sett sær fyri. ALT hetta eru brikkar í eini miðvísari ætlan, brikkar, sum hava fingið skap og innihald í hugaheiminum hjá nøkrum heilt fáum fólkum og sum nú av álvara skulu setast saman — ein fyri og annar eftir. B36-ansingin er bert ein teirra. ÁLITIÐ um barnaansing hýsir hugskot- um, sum eru verd at viðgera serigst. Men tað inniheldur eisini slíkum, sum vit ikki kunnu góðkenna, tí vit meta ikki, at tað fer at tæna okkara komandi ættarliði ella okkum ødrum. Børnini hava krav uppá, at vit, ið tilkomin eru, ikki brúka tey sum kastibløku í einum eksperimenti, har endamálið er at sleppa sær av við bæði pedagogar og stovnar, sum vit kenna teir í dag. TAÐ er síður at geva børnum gávur á jólum. Men henda gávan frá Tórshavnar býráð til komandi ættarlið okkara varð betur ågivin jamú — Barnaansing í heiminum Sosialurin hevur veitt góða blaðrúmd til at við- gera barnaansingina í Tórshavnar kommunu. Fólk í hópatali hava gjert viðmerkingar i hesum sambandi, nøkur av hesum fóklum við heiti: sálarfreðingur, lækni, ped- agogur o.s.fr. Sakkunn- leikin verður brúktur at prógva, at ávísir ansingar- hættir eru hepisleysir og aðrir fyrsta floks. Kjakið hevur slagsíðu: tað fevnir bara um barnaansing utt- an fyri heimið. Leygardagssosialurin 14. des. var á tremur við góðynskjum til bernini um, at tey altíð undir øll- um umsteðum fáa tað allarbesta. | Hevuðsyvir- skrift til hetta blaðið kundi verið: >Framtíðar barnaansingin hevur onki við flokspolitikk at gera«. Nú er steðan tann, at við- merkingar um tann heima- arbeiðandi samfelagsbólk- in hava so at siga bert verið at sæð í einum floks- politiskum blað. Eru vit sett í politiskan bás? Til sammetingar kundu vit hugsað okkum, at øll for- eldur, sum hava børn å ansingarstovnum, verða søgd at hoyra til ein åvis- an politiskan flokk. Higartil hevur ongin flokkur megnad at tikid okkum við í nakrari ætlan, sum er sett í verk, hóast lyftini til okkara ongantíð hava trotið. Vit eru mong, sum kenna okkum vón- svikin av nú at verða tagd burtur. Eg havi reist spurning fyrr, Sosialinum 2. nov.: Hverj- ar áskoðanir hava fólk um barnaansing í heiminum? Eg havi roynt at gitt mær eitt svar út frá tegnini, sum valdar um henda spurning: Hatta eru tykk- ara egnu bern, og tit hava sjálvi sagt útiarbeiðið frá tykkum, tit umtad! Sterri virðing verið sýnd teimum heima- arbeiðandi at upp á hvítt, at hasum bólkinum hava vit ongan áhuga fyri at stuðla og so grundgivið teirri áskoðan- ini enn sum nú ikki at lát- ast um vón. Eru vit og børn okkara ikki eisini eina sakliga viðgerð verd ? 9. nov. stóð eitt lesara- bræv í Sosialinum. Javn- aðarandin sigur hesum lesara m.a., at málið eigur at vera Þat skapa møgu- leikar fyri ellum, sum henda eisini i hevði svart sett — 21. desember 1985 ynskja tað, at kunna skipa dag sín soleiðis, at annað av foreldrunum er við hus«. Uttan mun til, hvussu arbeiðsmarknaðurin rópar eftir kvinnuligari og mannligari arbeidsmegi, so verða altid nøkur, sum brúka meginpartin av arbeiðsorku síni í heim- inum. Familjur eru ólíkar, t.d. hava nakrar sjúk og brekað fólk, bern og gom- ul, búgvandi heima. Hvat hetta krevur av arbeiði, vita bert tey, sum hava átikið sær ta uppgávuna 17. okt. heitir blaðið í leiðaranum á fólk um at stríðast fyri sínum sjónar- miðum, »ti er ikki at gev- ast, men heldur áhaldandi at koma fram við saklig- um og tungtvigandi argu mentum«. Argumentini fyri at viðurkenna heimaansing- ina eru mong. Hvussu viðurkenningin kundi verið framd í verki, er eitt evni fyri seg. Hvat sigur sakkunnleik- in, læknin og sálarfreð- ingurin t.d.? Hvat halda tit á Sosial- inum ? Elsa í Skorini Býráðslimir mótmæla: Barnaansingin ikki viðgjerd i býraðnum Gundadalsprojektið hevur ongantíð verið vidgjørt í býráðnum, í nevndum, i viðkomandi stovnum ella av fakfólki. Tað siga býráðslimirnir í Havn Heðin Mortensen og Tórfinn Smith í brævi, sum teir hava setn býráðs- formanninum Poul Mich- elsen. Teir heita tí á bý- ráðsformannin um beinan- vegin at steðga hesi ætlan, til hon hevur fingið ta við- gerð, hon skal hava sam- bært býráðssamtykt. Heðin Mortensen og Tórfinn Smith átala marnagongdina hjá bý- ráðsfromanninum í hesum máli. 24. juni samtykti mentamålanevndin at gera álit um frítíðar virksemi fyri børn i Hav: tta hevði verið attur kon mentamálanevndina, ið síðan gjerdi uppskot at leggja fyri býráðið. Men so varð ikki, sigur Tórfinn Smith. Álitið kom bein- leiðis í býráðið, har tað varð samtykt. Eingin fundur — Vit samtyktu álitið, tí vit mettu tað at vera eitt uppskot at tosa út frá. Í álitinum stóð eisini, at málið skuldi viðgerast av ellum viðkomandi nevnd- um og stovnum. Tað harmar okkum, at Poul Michelsen nú brúkar at- kveðuna til at troka igjøgnum aðrar og asosi- alar loysnir við pástandi um, at alt bý ráðið stendur aftan fyri hann. *F býráðsli hevur nøguieika til at siga sina hugsan um Gundadalspro- jektid. Tad væntadu vit at kunna gera á fundi hós- kveldið, men eingin fundur bleiv, sigur Tór- finn Smith. Býráðsfundur var annars fráboðaður at vera hóskveldið. — Mikudagin fingu vit fyrst at vita, at tað fór at verða ein stuttur býráðs- fundur, skrá fingu vit onga, men hósmorgunin komu boð um, at eingin fundur bleiv. Urslitid av ti var, at vit ongan møgu- leika fingu til at mótmæla ætlanini hjá býráðnum við barnaansing, sigur Tór- finn Smith randi