leygardagur 21. desember 1985síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
JÓLINI HJÁ
KARINI
Eftir Amaliu Skram
Nr. 146 — 21. desember 1985
Amalie Skram (1846-
1905) varð fødd i Ber-
gen og gjørdist ein tann
mætasti rithevundur
Noregs.
Hon skrivaði um og
striddist fyri teimum
HO ; kúgaðu, ikki minst
ú h kvinnunum.
7 Segan v„Jólini hjá
Karini« er skrivað í
1885 og fyrstu ferð
prentað í jólablaðnum
hjá Politikens Magasin
sama ár, ella fyri júst
hundrað árum síðani.
A einari skipabryggju í Kristiania stóð fyri nekrum
árum síðani eitt grátt skúr við fløtum taki við ongum
skorsteini, sum 4 alin langt, og eitt sindur minni hin
vegin. Í báðum tverveggjunum var eitt lítið vindeyga,
beint yvir av hverjum eðrum. Dyrnar vóru móti sjónum
og kundu læsast bæði innanífrá og uttan við jarn-
krókum, sum blivu festir í krampar.
Småttan var av fyrstan tíð gjørd til ferjumenninar,
fyri at teir skuldu hava tak yvir hevdinum í regni og
vetrarkulda, tá ið teir sótu og bíðaðu eftir at onkur fór
at koma og biðja um bát. Seinri, tá dampbátarnir meir
og meir tóku ferjingina — vóru frjumenninir farnir aðrar
leiðir. So varð húsið bara brúkt viðhvert av hverjum
sum helst. Teir síðstu, sum høvdu brúkt tað, vóru nakrir
grótmenn, tá ið teir ótu, eitt summarið, teir bøttu uppá
bryggjuan har í nánd.
Síðan var tað eingin, ið hugsaði um ta gomlu, lítlu
smáttuna. Hon varð standandi, har hon stóð, tí havnar-
verkið ikki fekk í lag at taka hana niður, og tí eingin
kom við klagu yvir, at hon byrgði fyri nøkrum.
So var tað eina náttina í desember mánaða út móti
jólum. Tað smákavaði, men kavin kleymaði so hvert, og
gjørdi tað kleimnu eyjuna á bryggjuni alt hålari og
vátari. Á gasslyktunum og dampkrananum lá kavin
gráhvítur, sum eitt fíntfrynsað sparlak, og kom ein tætt
oman at skipunum, hómaðist gjøgnum myrkrið, at hann
hekk í rigninginum sum guirlandir millum mastrarnar. Í
teirri myrkagráu disutu luftini fingu gassljósini í lykt-
unum ein skitnan, brandgulan glans, meðan skipslant-
ernurnar lýstu við einum grumsut-reyðum skini. Av og
á skar tað hvølla ljóðið frá skipsklokkunum, tá vaktin
umborð ringdi til avloysingar.
Politikonstápulin sum gekk á bryggjuni, steðgaði við
gasslyktina uttan fyri tað fyrrverandi ferjumannahúsið.
Hann tók urið upp fyri a síggja, hvat náttin var liðin,
men í tí, hann helt tað upp móti ljósinum, hoyrdi hann
nakað, ið var líkt barnagráti. Hann læt hondina fella,
hugdi seg um og lurtaði. Nei, tað bar ikki til. Upp aftur
við urinum. Ljóðið var aftur har, hesa ferð saman við
einari saktari teskan. Aftur læt hann hondina falla, og
aftur gjørdist stilt. Hvat devilin var hetta fyri narrarik?
Hann fór at sneyta har í nánd, men dugdi einki tekkja.
Fyri triðju ferð kom urið upp móti gassskininum, og
hesa ferð fekk hann friða at síggja, at klokkan var tætt
við 4.
Hann fór niðaneftir, framvið húsinum, undraði seg
eitt sindur, men helt so, at hetta mátti bara vera gykl-
ing, eila hvat hetta kundi hava at týða.
Tá hann eina letu seinri kom somu leið oman aftur, og
nærkaðis húsinum, skeitti hann at tí. Hvat var hetta?
Sá hann ikki nakað rerast har inni? Gasslyktirnar fyri
uttan kastaðu skinið báðu megin frá inn gjøgnum vind-
eyguni, so tað sá út sum var ljós har inni.
Hann fór og hugdi inn. Jú, so var. Har sat nakar á
beinkinum tætt undir vindeyganum, ein lítil saman-
krekt vera, sum boygdi seg framyvir og pjakaði við
nakað, hann ikki sá. Eitt skritt um hornið og hann stóð
við dyrnar og vildi inn. Tað var læst.
»Lat upp!< — rópti hann og bankaði á dyrnar.
Hann sá hetta støkka upp við einum lítlum deyð-
reddum rópi, so var aftur tøgn.
Hann bukaði aftur við knýttum neva og segði aftur:
»Lat upp, tit, ið eru her inni! Latið upp í stundini«.
»Hvat er tað? Harragud, her er eingin«, segði eitt
hjartkipt beint innan fyri dyrnar.
»Lat upp. Hetta er politiið<.
„Jesu navn, er tað politiið! Á, keri, góð, tað eri bara
eg, eg geri einki, barastani siti her, síggja tygum«.
>Vilja tygum síggja til at fáa dyrnar upp, ella tygum
skulu fáa annað at vita. Vilja tygum...e
Hann kom ikki longur, tí í tí sama fór hurðin upp, og í
næstu letu lútaði hann seg gjøgnum opið inn í tað lága
rúmið, har hann so dánt fekk staðið upprættur.
„Eru tygum galin! Ikki lata upp fyri politinum! Hvat
hugsa tygum?«
»Orsakid, harra politi —eg lati jú upp, síggja tygum«.
>Tað mundu eisini vera frægastu rådini« — murraði í
honum.
»Hvat er tú fyri ein, og hver hevur givið tær loyvi til at
fáa tær bupøli her?«
„Hetta eri bara eg, Karin«, teskaði hon. >Ég siti her
við unga minum«.
Politikonstápulin eygfór nærri tann talandi. Tað var
eitt klænt, lítið konufólk, við smelum, bleikum andliti
og einum djúðum kjertilsarri á eðrum kjálka, beint upp
og niður sum ein staki, og eyðsýniliga neyvan full-
vaksin. Hon var í einum ljósabrúnum yvirklæði, eitt
slag av koti ella jakka, sum eyðsýniliga hevði kent betri
dagar, og í myrkum skjúrti, sum hekk í lepum í neðra og
náddi niður á eklarnar. Uppi á fótunum hevði hon einar
gamlar, holutar hermannastivlar við ongum lissum í. Á
eðrum arminum helt hon eitt kloddaknýti, sum lá henni
tvertur um lívið. Út úr ovara enda á kloddaknýtinum
stakk nakað hvítt. Tað var eitt barnahevd, ið seig
hennara turrisligu bróst. Um hevdið hevði hon trevil av
einum turriklæði, sum var knýtt undir esinum. Í
nakkanum sást órektað hárið sum náddar. Hon skalv ell
sum hon var av kulda, og tá hon flutti seg úr stað, esjaði
og knarraði niðri í stivlunum av vætu.
>Ég helt ikki tað gjørdi nokrum nakað“, teskaði hon
við piprandi redd
»Hon stendur jú her, henda småttan«.
Politisturin var illa við. Fyrstu letuna hevði hann
ætlað at reka hana á dyr við páboðum um ikki at gera
tílíkt aftur. Men tá hann sá hetta neyðar barnið, sum
stóð har við hesum lítla kroppinum í føvninginum, og
skotraði seg móti beinkinum og ikki tordi seta seg av
bangni og eyðmýkt, gjørdis hann ikki sørt-rørdur.
»Men í Jesu navn, hvat ger tú her, genta min?«
Hon fangaði tað mildara ljóðið í redd hansara. Ang-
istin minkaði og hon fór at gráta.
Konstápulin læt dyrnar aftur.
»Set teg niður eitt sindur«, segði hann — »saktans er
ungin tungur at standa og halda å«.
Hon gleið still niður á bríkina.
„Ja, so«, segði konstápulin uggandi og setti seg í mót-
satta tverbeinkin.
>A Harragud, harra politi, lat meg hava loyv at vera
her«, hikstradi hon gjøgnum grátin. >Ég skal einki ilt
gera, ikki tað minsta — halda reint eftir meg — tygum
síggja sjálvur — her er einki skarn — hetta har eru
breyðskorpur<, — hon peikaði á eitt kloddaknýti niðri á
gólvi. >Ég gangi og biði um dagarnar. — Í fløskuni er
ein skvettur av vatni. — Sleppið mær at vera her um
næturnar til eg fái pláss mítt aftur, bara madamman
kemur — hon steðgaði á og turkaði nesina við fingr-
unum, sum hon streyk upp í skjúrtið.
>Madamman, hver er so hon tá?< spurdi konstápulin.
>Tað er hon, eg tænti hjá. Eg hevði góð vilkor, 4
krónur um mánaðin og frían kost, men kom so í ólukku,
og so varð eg noydd at fara sum rímiligt var. Madam
Olsen kom sjálv við og fekk meg í feðihúsið, hon er so
fitt og góð, Madam Olsen, eg var í tænastuni, líka til eg
skuldi eiga, tí hon er einsamell, Madam Olsen, og hon
segði, at hon skuldi taka meg aftur í húsið. Men so vildi
so til, at Madam Olsen skuldi at ferðast, tí hon er ljós-
móðir, Madam Olsen. Og so varð hon liggjandi sjúk har
uppi í bygdini, so tey siga nú, at hon kemur ikki aftur
fyrr enn til jolar«.
„Men Gud hann náði tú meg, at ganga so og sleipa
umkring við unganum, meðan tú bíðar eftir madamm-
uni. Kann vera nakað hepi í hesum?« Konstápulin risti í
høvdinum.
„Ég havi ongastaðni at vera«, suffadi hon. >Nú sidan
faðir min doyði, er eingin at taka sær av mær, sjúkmóðir
mín hevur koyrt meg á dyr«
»Men barnsfaðirin tå?«
„Hann, ja,« segði hon og kastaði eitt sindur við nakk-
anum. »Honum man eingin skikkur vera at fáa á 0,
nei.“
„Men tú veit væl, at tú kann fáa hann dømdan at
gjalda fyri barnið?<
„Ja, tey siga so«, svaraði hon. »Men hvussu skal eg
bera meg at, tá hann ikki finst?<
„Sig tú bara mær navnið á honum, tå«, meinti poli-
tisturin
»So skal hann nokk fåast fram.«
»Ja, tann sum vist tad« — segði hon stillan.
„Hvat fyri nakað? Kennir tú ikki navnið á honum
honum, sum er faðir til barn titt?«
Karin stakk fingurin í munnin og seig hann. Hevdið
fór framyvir. Tað kom eitt hjálparleyst, fjákut bros á
andlitið.
»N-e-i,« teskaði hon langliga, og uttan at taka fingurin
úr munninum.
>Nú havi eg aldri í mínar dagar hoyr so galid«, segði
konstápulin.
„Í Jesu navn tá, hvussu bar tað til, at tú kom saman
við honum?«
„Ég hitti hann á gøtuni um kveldarnar, tá tað var
myrkt,< segði hon, »men ikki var leingi, fyrr enn hann
varð burtur, og síðan havi eg ikki borið eyga við hann.“
„Hevur tú ikki spurt teg fyri, medni?«
>Tað havi eg alla tíðina, men eingin veit nakað, hvat
er vorðið av honum. Hann er farin út á bygd, haldi eg, tí
hann hevði antin við ross ella neyt at gera; tað kendi eg
av luktinum, ið fylgdi honum«.
»Gud hjálpi mær væl fyri tilikan atburð“ mølmadi
politisturin.
»Tu må fara at melda til til fåtækraverndina«, segði
hann harðari, >so greiða kann fáast á hesum«.
„Nei, tað geri eg ikki < svaraði hon brådliga, treisk.
»Tad må vera frægari at koma í fátækragarðin og fáa
mat og innivist, heldur enn sum tú gongur nå«, segði
konstápulin.
„Ja, men tá bara Madam Olsen kemur. Hon er so góð,
Madam Olsen . — Hon tekur meg til arbeiðskonu, eg
veit tað so vist, tí hon lovaði tað, so kenni eg eina konu,
sum vil hýsa okkum fyri 3 krónur um mánaðin. Hon vil
ansa unganum, meðan eg eri hjá Madam Olsen, og so
skal eg hjálpa henn, tå id eg komi frá madammuni. Tað
verður so gott alt samalt, tá bara Madam Olsen kemur,
og hon kemur til jóla, siga tey«.
„Ja, ja, genta mín, hver tann, sum er vaksin, ræður
sær sjålvum, men her hevur tú ongan rætt at vera«. ;
»Um eg siti her um nåttina, kann tað gera nakað? Á
harra Gud, lat meg fáa lov til tað, ungin skal ikki sleppa
at skríggja. Bara til madamman kemur. Á góða politi,
bara til madamman kemur.«
»Men tú frystur jú íhel, bæði tú og barnið<É.
Hann hugdi at hennara ússaligu klæðum.
»Her er tá altíð frægari enn úti á opnu getuni, síggja
tygum. Á, harra politi — bara til madamman kemur«.
»Av rettum skuldi tú verið tikin á politisteðina, sært
tú<, — segði konstápulin hugsunarsamur og kláaði sær
aftan fyri oyrað.
Hon sprakk upp og fór móti honum.