leygardagur 28. desember 1985síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Íslendingar
óðtaka NATO
og Keflavikar
steðina
Meirlutin av íslendingum meinar, at Keflavíkarsteðin verjir
trygdina í Íslandi, somuleiðis sum hon styrkir búskapin.
Minnilutin meinar, at Keflavíkarsteðin hevur ringa ávirkan á
íslendingar og ger Ísland fíggarliga bundið at USA
Awaca-flogfarid, ið er mest framkomna radarflogfar í heiminum. Tvey slík hava
tilhald á Keflavíkarsteðini
Amerikanskir hermenn komu av fyrstan
tíð til Íslands í 1941, tá teir avloystu
eingilsku herliðini, ið hevdu hersett Ís-
land.
Tá kriggið var av, gjørdu amerikan-
arar og íslendingar eina fyribils avtalu
um, at amerikanarar kundu hava loyvi
at nýta flogvellin í samband við herlið-
ini, teir hevdu í Týsklandi.
Í 1951 var ein endalig avtala gjørd
um, at amerikanarar aftur kundu opna
staðina í Keflavík, og síðani tå hava
amerikansk herlið havt fasta stød har.
Uppgávur og útgerð
á Keflavikarstødini
Uppgávurnar hjá Keflavíkarsteðini eru
byttar upp í fýra: 1. At verja Island.
2. Eftirlitsstød. 3. Utgerdarstød.
4. Bjargingartænasta.
Fyri at fullføra hesar uppgávur eru
tvær minni stødir, ein radarstød í Hefn
og ein útgerðarsteð á Hvalfjørdinum,
knýttar at Keflavíkarsteðini.
Ísland er liður í fleiri radarketum,
sum hava til uppgávu at ávara ímóti og
skráseta sovjetisk flogfer og kavbátar.
Sum demi um hesar radarketur er
Early-Warning ketan, sum eisini stødin
á Sornfelli er ein liður í. Hendan hevur til
uppgávu at skráseta flogfer. Ein onnur
keta sum Island er liður í er SOSUS-ket-
an, ið hevur til uppgávu at skráseta kav-
bátar. Tað er ein kaðal, ið gongur frá
Grenlandi til Skotlands. Kaðalin er út-
gjørdur við smáum mikrofonum sum
kunnu siga frá tá ein fremmandur kav-
bátur fer fram við.
Sum liður í radarskipanini eru eisini
tvey AWACS radarflogfer, sum eru av
heimsins mest framkomnu radarflogfer-
um, á steðini. Flogferini hava dagligt
eftirlit við økinum norðan fyri Ísland,
norð til Jan-Mayen og langt eystur.
Fyri at staðin í Keflavík skal vera fer
fyri at halda óviðkomandi flogferum
burtur frá islendskum loftrúmi, er stødin
útgjerd við Phanton jagarum.
Steðin hevur eisini bumbuflogfer av
slagnum Orion, sum eru fer fyri at oyði-
leggja kavbátar.
Í samband við bjargingartænastuna,
hevur staðin tyrlur sum altid eru til
reiðar. Hesar tyrlur hava, sambært Sig-
þór Eydal talsmanni á stødini, bjargað
210 sjómonnum síðani 1971.
Til at hava flogfer og annað, ið er
knytt at steðini, virkið, eru nógvir
amerikanarar í Keflavík. Samlaða talið
er gott 5000. Av hesum eru um 2000
hjúnarfelagar og bern teirra ið arbeiða
har. Talið av íslendingum ið arbeiða á
steðini er um 1050.
Stødin gjørd
nútíðarhóskandi
Amerikanska stjórnin hevur sett 1 mia.
$ av næstu fimm árini til at gera Kefla-
vikarstødina, og tað ið til hoyrir, meir
nútíðarhóskandi. Hendan milliardin
Sosialurin
Nr. 147 — 28. desember 1985
3. g á Studentaskúlanum í Gøtu, sum hevur verið á námsferð í Íslandi,
hevur gjørt greinarød frá ferðini. Fyrsta greinin var í Søsialinum hós-
dagin. Hon var um íslendsku kvotaskipanina. Hinar greinirnar koma í
teimum bæstu bleðunum.
dollars, skal m.a. nýtast til 18 framkom-
in F-15 stríðsflogfer, sum koma ístaðin
fyri 13 Phantom F-4E. Harafturat skulu
flogferini útgerast til at taka meir
brennievni enn áður, sum liður í ektari
eftiransan av hernaðarvirksemi longur í
landnyrðing. Talan er eisini um tvey
nýggj AWACS radarflogfer, sum eisini
styrkir eftirlitið við norðatlantshav-
inum
USA er í ferð við at byggja ein nýggj
an floghavnsbygning til almenna nýtslu,
men sum i krigstíð er ætlaður einans at
vera undir amerikanskum eftirliti
Nútíðarhóskingin umfatar harafturat
eina sterka kommando- og eftiransing
armiðsteð.
Ísland er liður í fleiri eftiransingar
ketum og innan hetta øki verða nútíðar-
hóskingar eisini framdar. Eitt nú DEW-
ketan, sum gongur frá Íslandi gjøgnum
Grenland, Canada og upp til Alaska er,
fráfyrr bert at kunna skráseta flogfer,
Hjálmar W. Hanneson, fulltrúi í uttan-
ríkisráðnum, hvers abbi var feroyingur
nú útbygd til eisini at kunna skráseta
smærri »missilir«
Eisini er ætlan frammi um at byggja
tvær nýggjar radarsteðir á norðeystur
og norðvesturlandinum, sum skal vera
liður í NADS radarketuni. ið skal ganga
frá Grenlandi til Feroya. Hetta skal
eisini økja um eftirlitið við tí hernaðar
liga tydningarmik skinum millun
Grønland, Island og Noreg
Orsøkin til tær útbyggir
ansgerðir, ið er kulu fremjast
Keflavíkarsteðini, í allar liður í ti ekta
eftirliti, USA ynsi ha við Norðat
lantshavið, sum er Bið sera iydning
armikið hernað
Ein grund til hetta er, at Sovjet hevu
ið kunnu rekka málum í USA heilt frá
Svalbardsleiðini. Fyri at USA skal hava
meguleika til at beina fyri hesum, er
neyðugt fyri teir at vita, hvar teir eru
staddir.
Norðurlendska javnvágin
Keflavíkarsteðin er ikki uttan týdning í
norðurlendskum samanhangi, ti hon er
ein týðandi liður í norðurlendsku javn-
vágini.
Hetta er týðuliga komið til sjóndar
eitt nú i 1956 og 1971, tá Alþýðuflokk-
urin og Framsóknarflokkurin sótu í
stjórn og hevdu ætlanir um at siga av-
taluna um stødina upp. Sambært sam-
reðu við Hjálmar W. Hanneson, fulltrúa
í uttanríkisráðnum, fekk íslendska
stjórnin tá áheitan frá bæði donsku,
norsku og svensku stjórnini um at
sleppa hesum ætlanum. Svenskir her-
nadarserfrødingar meintu, at hetta vildi
økja munandi um altjóða spenningin í
Norðurlondum. Serfreðingarnir meintu,
at um stødin í Keflavík varð nidurløgd,
vildi ein verið bygd í Noregi í staðin.
Hetta bar í sær, at Sovjet fór at krevja
loyvi til at seta upp verjuútgerð í Finn-
landi.
>Sveríki, ið er uttanveltað, var
sostatt við til at forða fyri at stødin í
Keflavík var nidurløgd«, sigur Hjálmar
W. Hanneson at enda, hvers abbi ann-
ars var føroyingur.
Stødan hjå veljarunum
til hernadarmål
Frå ti, at amerikanarar byrjadu virksemi
sitt å Islandi, hevur ein partur av
islendska fólkinum verið ímóti hesum,