leygardagur 4. januar 1986síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Útvarps- og sjónvarpsskráin 4. til 10. januar
Jógvan Arge, programmleiðari, skrivar
YGG x HOY
Lagt til rættis: tår
akrir utvarpstankar
Postverkið er komið í
Guiness Book of Records
fyri tann stóra postkassan
í SMS á sinni; Jón Hestoy
er komin har fyri at hava
etið nekarakyss, og Út
varp Feroya kundi eins
væl havt verið har ell ár-
ini, fyri meiri series bregd
Sjáldan verður tað havt
frammi, men onki annað
útvarp hevur so stóra
senditíð sum Útvarp
Feroya. Feroyska útvarp-
ið sprongir allan senditíð-
arstatistsikk í verðini við
tí senditíð, tað hevur per.
meðarbeiðara.
Útvarp Feroya hevur í
mong ár ligið við 100 til
150 tímum um árið fyri
hvenn meðarbeiðara,
meðan teir í eðrum
londum klappa sær á
bringuna, tá teir rekka
uppum 10 tímar pr. mann
um árið.
Hetta er ein sannroynd,
sum vit sjálvsagt eru
fegnir um, og ætla at
royna at halda fast um,
men okkum er fullgreitt,
at senditíðarlongd er ikki
alt. Innihaldi hevur eisini
sítt at siga.
Eisini her halda vit
okkum eftir umsteðunum
vera á heilt góðari leið.
Setningurin
næstan náddur
Tad rongist ikki, at Út
varp Feroya sjálvt fram-
leiddi allar teir 3600 tímar
nar, sum sent varð í 1985,
og ongar ætlanir eru um at
taka upp eina skipan, har
útlendingar gera sending-
arnar
1985 var eitt av teimum
árunum, har mest hevur
hent í útvarpinum við
víðking av senditíð og fjøl-
táttan av innihaldinum —
og útvarpið er nú komið
nær at setninginum um'at
senda allan dagin.
Tað er naturligt, at eitt
útvarp sendir allan dagin,
og kemur ikki stígur í, so
er tann dagurin ikki langt
burtur, tá útvarpið sendir
allan dagin — eisini teir
báðar tímarnar seinna-
partin, sum vit ikki hava
hættað okkum undir enn.
Tað er neyðugt alla
tíðina at hava fyri eyga, at
sendingarnar skulu vera
góðar og mennandi,
upplýsandi og spennandi
og uppi í hesum hongur, at
tú alla tíðina noyðist at
arbeiða við sendingasnið-
inum.
Næsta stóra takið
Í farna árinum fóru vit
undir tveir spildurnýggjar
tættir, sum hava sett sín
dám á innihaldið í útvarp-
inum hesar
mánaðirnar við ungdóms
seinastu
sendingini og fiskivinnu-
tattinum
Hetta eru partar av út-
varpsarbeiðinum, sum eru
sera viðkomandi. Vit fara
altíð at hava ein ungdóm,
sum verður meir og meir
virkin, sum tíðin tekur seg
fram, og onki er meira við-
komandi enn at leggja al-
stjóran dent á ta vinnuna,
sum alt okkara samfelags-
hjól melur rundanum.
Tað næsta stóra takið,
sum útvarpið skal taka,
verður helst at útbyggja
ta góðu royndina, sum vit
í eitt ár hava gjert við at
viðgera og lýsa daglig og
aktuell mál kring landið
við sendingunum »Å ferð
á bygd«
Samarbeiði
við sjónvarpið
Okkara hugsan er tann, at
hetta í framtíðini ikki bert
skal vera nakað sum út-
vaprsturistar úr Havn
skulu fáa til vega, men vit
kundu hugsað okkum at
sett okkum niður í ein-
støkum stødum kring
landið við fólki og nakað
av tekniskari útgerð. ,
Við dagligum sending-
um ymsastaðni úr
oyggjunum er tað helst
eisini so, at vit fáa eitt
dygt grundarlag fyri at
nýta ta senditíðina, sum
vit ikki enn hava hættað
okkum undir.
Eitt slíkt landsrekkandi
net hevði meguliga sum
frálíður verið gjert skila-
best í einum samarbeiði
millum Útvarp Føroya og
Sjónvarp Feroya, sum
eisini skuldi havt brúk fyri
at komið meir kring land-
ið.
Hvussu verður
framtíðin ?
Dyljast skal kortini ikki,
at vit í útvarpinum líta at
næstu framtíðini við
nakað av iva í sinninum,
og ikki kenna okkum
tryggar at seta stórar
ætlanir í verk.
Spurningurin er, hvussu
tað hálvfjákuta fjelmiðla-
stríðið í Feroyum spælir
av.
Skulu vit vænta, at tann
tilætlaða royndin at
skerja útvarpið manning-
arliga og at sleppa út til
lurtararnar skal halda
fram, ella skulu vit vóna,
at ein skilagóð regulering
kemur á hesum eki?
Vit hava tað álit á lands-
R
Jógvan Arge: Tað er heilt natúrligt, at eitt útvarp sendir
allan dagin. Kemur ikki stígur í, so er tann dagur ikki
langt burtur, at Útvarp Føroya fer at senda allan dagin
stýri og figgjarnevnd, at
hesir avgerandi stovnar
hava tann spurningin
frammarlaga í huga, nú
karmarnir fyri virksem-
inum hjá útvarpinum og
sjónvarpinum skulu áset-
ast fyri hetta árið.
Annars skal bert leggj-
ast aftrat, at vit í 1986
eisini vóna, at tann nýggi,
sterki útvarpssendarin
verður bygdur, so sjó-
menninir kunnu hoyra út-
varpið.
Teir hava onki
nýggjársynski.
størn
| Philips gevur tær meira fyri
— —
Philips VHS Video VR 6560
Dagfest stilling til 5 sendingar í einum mán
aða. Elektroniskur sporleitari. Sjálvvirkandi
myndaklipping av egnum upptøkum. Inn
bygd fjarstýrismóttakueind. Stigvis javning
av fram- ella afturspoling og av stødumynd
Scart-stikk tilsetning o.m.a
Kr. 10.990,
leyga/keyp
um mánaðin
Hin nýggi videobandupptakarin hjá Philips er gjørdur til tin,
sum vilt síggja sjónvarp og video, tá tað liggur fyri hjá tær.
Hann er ótrúliga lættur og handigur at passa, tú trýstir
einans á ein knøtt, so virkar alt. Og allir virkishættir eru
tryggjaðir móti mistøkum í passingini.
Philips hevur gjørt tað lætt og spennandi at gera nýtslu
burtur úr øllum teimum møguleikum, sum video-bandupptak-
Philips VHS Video VR 6460
arin hevur.
Komið sjálvi inn á gólvið og síggið
Áarvegur 12, 3800 Tórshavn, tlf. 11305
ngarnar
At stilla frammanundan til upptøku av 2 sendingum í
einum mánaða ella 2 sendingum um dagin. Sjálvvirk-
andi sporleitari uttan at stødumyndin flákrar. Stigvis
javning av fram- og afturspoling og stødu-mynd
Sjålvvirkandi afturspoling. Elektroniskur stødarleit
ari. Scart-stikk tilsetning o.m.a
Kr. 8.990,
leyga/keyp
um mánaðin
395,—