leygardagur 4. januar 1986síða 28
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
OR "HGGJADAGUR ON
Í amerikanska filminum „Teir triggir musketerarnir« leika m.a. Lana Turner og Gene
Kelly.
Fríggjadag kl. 20.30
Teir tríggir muskiterarnir
Filmur eftir bókini hjá
Dumas. Ungi d'Artagnan
roynir upptøku millum
muskiterarnar hjå Lud-
viki XIII, har hann hittir
vidagitnu vinmenninar
Athos, Porthos og Ara-
mis. Hann hevur fingið
býlið hjá kamargentuni
hjá drottningini Con-
stancu, og tí vendir
drottningin sær altíð til
hansara, um okkurt er á
vási.
Eitt av vandamálum
hennara er, at drottningin
hevur fingið 12 nálir við
gimsteinum frá kongi.
Hesar nálir ætlar hon at
geva sínum góða vin-
manni, hertoganum av
Buckingham.
Kardinálurin Richelieu,
sum er ógvuliga lúrin,
hevur fingið frænir av
hesum, og leggur ætlanir
um at avdúka drottning-
ina fyri kongi á stórari
veitslu. Drottningin biður
tí d'Artagnan um at fara
til Onglands eftir nál-
unum, og tað fer hann,
saman við teimum trimum
muskiterunum.
Fríggjadag kl. 22.30
Sjeynda rað — 11. grøv
Tað eydnast einum revsi-
fanga at taka vápnini av
fangaverðinum og
flýggja. Komin á motor-
vegin leggur hann á tvey
ung fyri at fáa toy og ein
bil, soleiðis at hann kann
sleppa sær burtur.
Køster, kriminalovasti
(Siegfried Lowitz) hevur í
byrjanini einki við brots-
mannin Richard Brack at
gera, men hann kennir
hann frá eðrum brotsverk-
um. M.a. frá einum banka-
ráni fyri 6 árum síðani, har
Brack var ákærdur fyri at
ræna ein banka, skjóta ein
bankamann og skatt ein.
Køster veit, at ráns-
maðurin hevur í hyggju at
fáa fatur á honum, sum
hann gjørdi bankaránið
saman við, fyri at fáa sín
part, 200.000 markar. Tað
sum undrar hann er tó, at
Brack skuldi bert sita
nakrar fáar dagar aftrat í
fongslinum. Hví hevði
hann knappliga tílíkan
skund nú?
Harðrendi revsifangin tek
ur her vápnini av fanga
verðinum og flýggjar
V.m. Karl-Walter Diess
saman við fangavørdinum
Kurt Schmidtchen.
eru Ss
P -
8 1
+ ble Að |
Jólini fullu soleiðis í år, at
nógvir frídagar vóru, og
ivaleyst hava mong hugt
og lurtað eftir sjónvarpi og
útvarpi, tí báðar stovnar
høvdu longt senditíðina
vid fjølbroyttum innihaldi
Her skal verða trivid i okk-
urt av ti, sum útvarpið
hevur sent hesar seinastu
dagarnar
Sverri Dahl greiddi
okkum frá seguni hjá
Kirkjubgarmúrinum og
arbeiðinum við at varð-
veita hann. Tað er í mang-
ar mátar ein døpur soga.
Tað var, sigur søgan, eitt
tungt tak at reisa hann, og
tað er eitt tungt tak at verja
hann fyri tíðarinnar tonn.
Mistøk eru gjørd, ið hava
gjørt meira skaða enn
gagn, hóast meiningin var
hin besta. Flestøll eru vit
samd um, at vit hava
skyldu at varðveita hetta
fornminni okkara, men
enn hevur eingin sannført
okkum um, at tað íkki
verður gjørt eitt mistak
aftrat, um ferjulega skal
Vikan byrjaði mánadag-
in við síðsta partinum av
týsku raðsendingini
Heima. Henda sendingin
hevur verið ein týðulig
roynd hjá filmsrithøvund-
anum at lýsa eitt tíðarskeið
í týsku søguni, sum annars
øll onnur enn týskarr hava
vidgjørt. Tad, sum eg haldi
hevur gjørt sendingina
áhugaverda hóast alt, nú
vit søgdu farvæl við
Mariu á gravarbakkanum
og hennara elskada
Schabbach, er, at hon alla
tíðina var viðkomandi,
veruleikanær, og at hon á
ein sjáldsaman hátt vísti
okkum brot úr tyskari
nutidarsøgu, á landsbygd,
sædda fyri ein ståran part
gjøgnum kvinnueygu, og
tad gjørdi sendingina av
gjørt IKKI verr
Nyggjårsaftan sóu vit
tónleikasendingar fyri tey
ungu, sum Øssur Winther
eig og Zacharias Hammer
høvdu lagt til rættis. Hesar
sendingar siga ikki just
mær so nógv longur, men
eitt ivist eg ikki í eftir at
hava hoyrt og sæð hesar
sendingarnar, at føroyskur
popptónleikur er á sama
staði, sum nógv av ti ið
kemur aðrastaðni frá, hó
heima ikki enn
professionellir at
ast vit her
Elin S. Jacobsen skrivar
gerast í Kirkjubø sum ætl-
að.
Fyrilestrarnir hjá Hans J.
Debes um tey fátæku í
søguni góvu okkum eina
meira fullfiggjada mynd av
einum tíðarskeiði í Føroy-
um, enn vit nakrantíð
fingu í skúlanum. Tá fingu
vit ta fatan, at tað vóru
einstakir menn, sum
styrdu gongdini. Nøvn
sum Magnus Heinason og
Gabel stóðu isolerad av
kåmu hugmynd okkara av
17. eld — annar var góður,
hin óndur, og hóast vit
loftaðu myndini av føroy-
inginum, sum doyði við
tarablað í munni«, høvdu
vit onga hóming av sam-
felagnum tá. Við tí, sum
nú er kannað og skrivað,
ber vónandi til at gera
Føroyasøgu livandi í skúla-
bókum og ødrum undirvís-
ingartilfari.
Telefonprát við lurtarar-
nar er ein góður siður,
men eisini tað krevur fyri-
reiking frá útvarpsfólk-
inum. Eitt dømi um væl-
Johan Samuelsen skrivar
gera tílíkar ungdóms
sendingar, sum uttan iva
krevja stórar fyrireikingar.
Jógvan Jespersen hevði
lagt sendingina Árið heima
til rættis, við serligum
denti á tað skemtiliga. Og
her vóru ikki minst frálíku
tekningarnar hjá Óla Peter-
sen, sum settu sín serliga
dám á hesa sendingina.
Hetta her at vera skemti-
ligur, hóast evnini, sum
vidgjørd vera, eru álvars-
mál, skuldi verið ein
natúrlig ting á skerminum.
Árið burturi legði Finnbogi
til rættis, og hann gjørdi
hetta so frægt, sum ein nu
kann gera sovorðið eftir
einum hálvum tíma — her
liggur kanska júst vandin
við hesum fjølmiðli, at alt
sum verður vidgjørt gevur
fólki eina fatan av upplýs
ing og kunnleika, sjálvt um
hetta bert er eitt tunt skal
uttan á tí rúgvismikla veru
leikanum, sum liggur
aftanfyri. 90-åra fødingar-
dagurin er vorðin ein fast-
ur táttur á skerminum á
nýggjárinum — tað er væl
skiljandi fyri ein og hvønn,
tí slíka perlu, tá ið um
skemt ræður, skal ein leita
leingi eftir.
Annars vísir tað seg fyri
mær, sum at tað er vorðin
móti í at senda afturlítandi
Nr. 1 — 4. januar 1986
eydnað telefonprát var í
barnasendingini, tá ið
Oddvá Nattestad bað
nøkur børn lýsa, hvat ein
góður vinur var. Her varð
ikki talað „niður til« børn-
ini, men spurt í álvara, og
tey svaraðu aftur skilagott
og hugsanarsom.
Nýggjársaftan varð sent
allan dagin og langt út á
náttina, eftir midnátt
føroyskur tónleikur av ti
lættara slagnum. Åhugin
fyri tónleiki er stórur hjá
teimum ungu, tey eru
mong tilsamans, sum yrkja
og gera løg, syngja og
spæla. Tey hava uppiborið
góðar umstødur og væl-
vild, m.a. tann stuðul út-
varp og sjónvarp kunnu
geva teimum við at geva
teimum ans. Tað kann
geva teimum áræði og
eggja teimum til at seta
krev til sín sjálvs — og
einum uppaftur størri tali
møguleika at lurta og meta
um tað, sum kemur fram.
sjónvaprssendingar, og
har ein sendirødin í so
máta slepti, tók onnur við,
nevniliga enska sjónvarps-
rødin »Upstairs — Down
stairs« sum avloystu tað
týsku Heima. »Vit og
hini«, sum sendirødin eitur
á føroyskum, hevur verið
send í danska sjónvarp-
inum seinast í 70-unum og
var sera væl umtókt har tá,
og eftir at hava sæð henda
fyrsta partin kunnu vit bert
gleða okkum til tær kom-
andi sýningarnar, tað vil
siga, um vit til ta tíð ikki
eru vorðin troytt av øllum
hesum afturlítandi rað-
sendingunum, sum vit
hava sæð í seinastuni.
Eitt hjartasuff til endans,
øll jólini og nýggjárið við
hevur Hans J. Joensen
prestur havt andaktirnar
og sigast skal alt fyri eitt,
at hvat andaligum innihaldi
viðvíkur vóru andaktirnar á
einum óvanliga høgum
staði bæði so og so, men
framburðurin á skerminum
kundi so avgjørt verið
betri, t.d. sá eg ongantíð
eyguni á presti, og tað
eigur ikki at vera so, tá ið
um sjónvarp ræður