leygardagur 11. januar 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
SS tina sosialurin TE
Jan Miller
Krisjan Dahi
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Kalmar Lindenskov
P/f Sosialurin
P/f Pressan 1981
Utgevari:
Ábyrgdarblaðstjóri:
Fyritaksstjóri:
Blaðfótk:
Ljósmyndari:
Uppseting:
Prent:
Tervur á sosial-
politiskum
orðaskifti
TAÐ er tervur á einum sosialpolit-
iskum orðaskifti í Feroyum. Hetta
var ein av niðursteðunum í sending-
ini í útvarpinum hóskveldið um al-
mannaspurningar.
FYRST er at siga, at tað er glediligt,
at Útvarp Feroya tekur upp slíkt
evni til viðgerðar, og at tað verður
gjert sum eitt orðaskifti millum fleiri
fólk, ið hava ymsar meiningar um so
týðandi spurning sum júst almanna-
mál.
SJÁLVSAGT er avmarkað, hvat ein
kann fáa burtur úr bert eini slíkari
sending og tað veldst so eisini um,
hverji fólk eru við og hver spyr. Tað
fingu lurtararnir so burtur úr, at
kvinnur sum menn ynskja eitt meira
breitt orðaskifti um sosialpolitiskar
spurningar, og tí kunnu vit bert taka
undir við, og beinanvegin bjóða les-
arum okkara at luttaka í einum slík-
um orðaskifti. Blaðið vil fegin vera
karmur um ein dialog av hesum slagi.
TAÐ er als einki at dylja yvir, at
hóast Feroyar eru eitt framkomið
land í mangar mátar, so liggur nógv
á láni á almannaøkinum. Enn restar
nógv í, til at vit kunnu siga, at her
hjá okkum eru vit væl fyri við einum
tíðarhóskandi sosialpolitikki. Av tí
at stýringin og ábyrgdin av slíkum
politikki fyri stóran part hevur verið í
Danmark, so megu vit í dag ásanna,
at nógvir bólkar í samfelagnum eru
afturúrsigldir.
NÚ verður so roynt at fáa í lag eina
blokkstudulsskipan á hesum økinum
eisini. T.v.s. at vit feroyingar skulu
sjálvir avgera, hvussuleiðis pengar-
nir, sum koma úr Danmark, skulu
nýtast til sosialmál. Haraftrat koma
vit sjálvir at gjalda meira enn higar-
til, um so er, at vit ynskja at betra
um ta sosialu trygdina í hesum landi.
oddagrein
PARTURIN hjá javnaðarflokkinum,
tá tað hevur snúð seg um at fremja
sosial framstig her á landi, liggur ikki
eftir. Flokkurin gongur eisini nú inn
fyri, at vit skulu hava sterri ábyrgd
av tí sosiala politikkinum enn higar-
til. Tað má vera aðalmál okkara, at
fleiri og fleiri málseki verða legd
undir føroyska umsiting og ábyrgd
— tað er bert her heima vit eru fer
fyri at síggja tørv og skeivleikar —
og sjálvir kunnu vit best betra um
hetta.
Í SENDINGINI í útvarpinum var
m.a. nevnt, at okkum tervar heim og
íbúðir til fólk, sum eru undir and-
veikraverndini. Ein av luttakarunum
nevndi, at hesin tervur hevur leingi
verið stórur, og kortini er hann ikki
nektaður enn. Tað er tí neyðugt eitt
nú á hesum økinum at kenna størri
ábyrgd enn higartil.
SAGT var eisini í sendingini, at
ætlanin er at stovna eitt sosial-
politiskt felag, sum hevur til endamál
at birta uppundir eitt breitt orða-
skifti um umreddu spurningar. Hetta
er gott tiltak.
TAÐ er heilt greitt, at eitt orðaskifti
um sosialpolitikk er íkki bert eitt
orðaskifti um pensiónir og aðrar veit-
ingar. Uppi í hesum stóra spurningi
hoyra eisini íbúðarviðurskifti, arbeið-
aramál, trygd og heilsuviðurskifti
0.s.fr.
jamii
Nr. 3 — 11. januar 1986
Klivar — ein viðmerking
Tað er vandamikið at saga
greinina av, tá ein sjálvur
situr á henni.
Hetta og mangt annað
kom eg at hugsa um, tá ið
eg fekk fyrsta nummar av
Sosialinum upp í hendi hin
4. jan. 1986
Har stendur millum
annað, at »Margretha«
farin av bygdini og steðan
er ring í Nólsoy, víðari
stendur: Vit vóna, at
»Kapilsund« fer at avreiða
aftur í Nólsoy. og til sein-
ast sigur Jóannes við
blaðið, at teir eru møgu-
liga áhugaðir at keypa
Klivar, men keypa flaka-
virkið í Nólsoy uttan
nakra tryggjaða råvøru'
At rokna við yvirskots-
fiski frá ødrum, vildi eg
hildið var eitt heldur veikt
grundarlag at rikið eitt
virki á, men kunnu tit fáa
tað at bera til og tryggja
arbeiðsplássið, sum er í
bygdini, er alt í lagi við ti.
Men eitt er vist, tað
kom mongum her úti dátt
við, at Margretha fór av
bygdini, tí sum viður-
skiftini eru, er hatta best
egnaða skipastødd at av-
reiða fisk til eitt so lítið
flakavirki, sum tað nú
einaferð er
Víðari eigur Jóannes, at
tað eru nógv góð fólk í
Nólsoy. sum eisini hava
nógvar pengar um hendi,
og tað ber til at keypa
onnur skip til bygdina.
Kann vera at so er, men
at úttala seg soleiðis,
hjálpir ikki uppá støduna,
sum hon er, tað skal meira
til.
Sjálvandi skal tað vera
til tykkara rós, at tit hava
skaffað ráveru til virkið,
eini 400-500 tons árliga
hesi árini virkið hevur
koyrt, men arbeiðsfólkið
skal so sanniliga eisini
hava rós fyri tað, og sum
Jóannes væl veit, hava
tey arbeitt nógva tíð yvir,
uttan at hava fingið ella
vilja tikið eitt einasta oyra
í yvirtid, bert fyri at hava
virkið koyrandi, og
tryggja sitt egna arbeiðs-
pláss. jú sanniliga eiga tey
rós uppiborið.
Til seinast sigur Jó-
annes, at meguliga okkurt
stig verður tikið, og at
hann ikki tímir at seta
pengar í, har aðrir skulu
bestemma. Ja hvat
skal man siga um tað!
Sjálvur var undirritaði
til fleiri fundir hjá Pf.
Klivum, har tú sjálvur sat
sum nevndarlimur, hví
bleiv einki stig tikið tá,
ella hví segdu tit einki, so
onkur loysn meguliga
kundi verið fingin á teim-
um trupulleikum, sum tá
vóru.
Nei, tonk uppá greinina
fyrst, áðrenn byrjað
verður at saga
At enda vil eg ynskja og
vóna, at hver tað enn
verður, sum meguliga
keypir, og ella fer at reka
flakavirkið í Nólsoy, so
mugu nólsoyingar standa
saman og royna at gera alt
fyri at tryggja, at einasta
stóra arbeiðspláss í bygd-
ini verður varðveitt, ti
skuldi tað hent, at virkið
bleiv læst, vildi tað for-
komið einum stórum parti
av okkara trivnað og
framburði í bygdini
Gott nýggjár.
Nólsoy hin 5. jan. 1986
Hans Martin Hansen
Hin gamli maðurin
og Andreas
Vit kunnu vera samd í
einum,og tað er at
Andreas Reinert er á góð-
ari leið, tá hann, við bók-
ini hjá Ernst Hemming-
way »Gamii maðurin og
havið< sum skrekkmynd,
ávarar Tummas Arabo,
nú albogakriggið um ali-
vinnuna aftur er við at
harðna millum traðar-
menninar vestanfyri og
menningarmenninar eyst-
anfyri.
Mín góði vinur Audre-
as, tú veit betur, enn tað
tú skrivar til Tummas, og
eg eri eitt sindur harmur
um, at tú, tann dámligi
maður tú er, ikki gevur
ærurættin fyri pionerar-
beiðið innan føroysku ali-
vinnuna til teir av forfedr-
um okkara, sum veruliga
engdu og drógu stóra ali-
fiskin upp í ljósmálan.
Í ræðslumynd ella sem-
ingsroynd tíni í Sosial-
inum 06-01-86, samanber
tú stóra fiskin hjá gamla
manninum við feroysku
alivinnuva.
Millum reglurnar haldi
eg meg hóma Tummas
Arabo og aðrar sum blóð-
tyrstar hávar.
Gamla mannin, sum
dugdi og sum hevði alla
æruna av at hava drigið
og bart við risafiskin á
borði, samanber tú við
Jákup Sverra Joensen,
Kjartan Hoydal og P/F
Fiskaaling. (Tú sigur íkki
P/F Fiskaaling v/ A.
Reinert, leiðara).
Nú má tú halda mær til-
góðar, at eg haldi teg
verða heldur góðan við
traðarmenninar á »vest-
frontinum<, men sann-
leikin má eiga hásætið.
Eisini í foroyskari alisogu,
Andreas.
Eg haldi, at sannleikin
er hesin:
Eingin ivi er um, at ali-
vinnan er stór og burdi
havt verið tann stóri fisk-
urin í langar tíðir.
Gamli maðurin kann
einans samanberast við
teir sum upprunaliga
stríddust og engdu uttan
slangu í landskassanum,
nevniliga: N.J. Morten-
sen sáli v.f. á Tveroyri í
1886, Jákup Liitzen sáli
v.f. úr Tórshavn í 1887,
Elit Gotfred sáli úr Vági í
1945, Sigmundur Peder-
sen sáli úr Tórshavn 1930-
1970. Menning Geyti úr
Kollafirði 1946 til dags
dato.
Teir blóðtyrstu hávar-
nir haldi eg vera aðrir
nevndir og ónevndir
menn, sum, í seinri tíðum,
eru komnir til stóra fiskin
hjá omanfyrinevndu slóð-
brótarum, og sum enn
einaferð eru við at birta al-
bogakriggj av nýggjum
millum traðarmenn á
vestfrontinum og menn-
ingarmenn á eystfront-
inum.
Annars vil eg ynskja
tær Andreasi góða eydnu
við semingsstríði tínum
og við vón um frið millum
frontarnar vestan og eyst-
an.
Eisini vil eg nýta hevið
til at ynskja nýútnevnda
alistjóranum uttan
PORTEFEUILLE
Tommy Petersen tillukku
við sigrinum yvir nýút-
nevnda fiskarístjóranum
við PORTEFEUILLE
Kjartan Hoydal.
Gott nýggjár allir alarar
og havbúnaðarmenn.
Knút
Lystiliga prentar
í Gotu, tlf. 41085
Vit gera hvat vit kunna —
og kunna tað vit gera