leygardagur 11. januar 1986síða 32
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8 Nr. 1 — 4. januar 1986
FRÍGGJADAGUR Ge
Fríggjadag kl. 20.30
Elin S. Jacobsen skrivar
Eg og genta mín
Richard O'Sullivan, ann-
ar av hevuðsleikarunum í
„>Ég og genta min« kenna
vit aftur frá >Dick Tur-
pin« og »Robin's Nest«. Í
hesum leikinum er Simon
einkjumadur og leikar
saman við dóttrini Sam-
antha (Joanne Ridley).
Umframt at skula taka
sær av dóttrini, skal
Simon eisini taka sær av
teirri fyritøku, hann hevur
saman við vinmanni
sínum Derek.
Hesin parturin eitur
»Nyggj genta roynir seg«,
og er um tå Simon og
Friggjadag kl. 20.55
Samantha koma heim-
aftur úr summarfri og
verða greið yvir, at hús-
hjálp teirra hevur gift seg,
og hevur sagt upp.
Men Nell, verðmamma
Simons, hevur tey ugg-
andi boð at bera, at
arbeiðsgentan hevur funn-
ið onkran at taka arbeiðið
eftir seg.
Tað er systkynabarn
hennara úr Skotlandi Iso-
bel, sum fegin vil hava
hetta arbeiðið. Nú er bert
at vóna, at henda nýggja
arbeiðsgentan er eins
dugnalig sum hin fyrra...
Og so spyrji eg teg
Danska sjónvarpssend-
ingin >Kirkjuligt Forum«
hevur bjóðað nekrum
fólkum í brúdleyp í Selle-
red kirkju.
Tey sum luttaka hava
fingið hver sín leiklut. —
Sjónleikari, prestur, jur-
istur, skald, húsmóðir o.a.
Tey skulu so tosa um
innihaldið í tí ið sagt
Fríggjadag kl. 21.45
verður við eina brúðar-
vigslu.
Kann presturin krevja
livslangt hjúnarband tá
vit frammanundan vita,
hvussu mong verða skild?
Hvussu við teimum
»pappirsleysu« hjúnar-
bondunum? Hví skal Guð
vera við í einum hjúnar-
vígslu?
Sternwood gátan
»Sternwood-gåtan«,
svart/hvitur amerikansk-
ur filmur, er ein hin best
umtókti Humphrey Bog-
art-filmurin frá fyratiår-
unum.
Ein kriminalfilmur við
Bogart sum loyniløgreglu-
maðurin Philip Marlowe.
Innihaldið er stórbýarum-
hvervið og handilssam-
bond, sum ikki tola dag-
sins ljós.
Filmurin er ógvuliga
flokjasligur, verður sagt.
So fjøkjasligur, at sjálvur
leikstjórin hevur ilt við at
greiða frá gongdini í film-
inum. Men ógvuliga
spennandi er hann.
Sternwood, heryvir-
maður, sum er farin frá
við eftirløn, heitir á Philip
Marlowe um at finna fram
til hver tað er, sum roynir
at útnytta báðar detur
sínar peningaliga.
Hann fær eisini til upp-
gávu at finna verðson
Sternwood's, sum hevur
verið horvin eina tíð.
Hetta vandamikla starv
hevur m.a. við sær, at
hann kemur nógv saman
við drápsmonnum og
fólki, sum svika við peng-
um. Men Marlowe hevur
sett sær fyri, at hann skal
finna tey seku, og hann
ger alt fyri at náa máli
sínum.
Nú tann drúgva send-
ingarødin um Áland er
liðug, verður boðað frá
10 sendingum um Isle of
Man. Tað er eitt sindur
ilt at skilja, hví so nógv
verður gjert burtur úr
hesum smáu samfelog-
um, sjálvt um tey hava
ymiskt í felag við okkum
— eru smá, hava polit-
iskt sjálvstýri á summ-
um ekjum. Tað fær meg
ið hvussu er at hugsa
um, at tað hevði verið
gott, um vit javnan
kundu fingið fleiri og
gjøllari tíðindi úr hinum
Norðurlondunum; um
tikið varð samanum,
hvat ið har verður rokn-
að sum stórmál í letuni,
og hvat orðaskiftið í fjøl-
miðlum teirra snýr seg
um.
Sjálvt um eg ikki eri
nakar ungdómur longur,
lurti eg altid við áhuga
eftir | ungdómssending-
unum, ið oftast eru væl
lagdar til rættis við akt-
uellum evnum. Í sein-
astu viku tosaðu tær
við nekur ungfólk um
ungdómsárið 1985 og
um kvinnutiggjuárini,
ið nú eisini eru at enda
komin.
Øll vóru samd um, at
kvinnurerslan hevur
borið frukt. Hon hevur
ávirkað hugburð okkara
um kynsrollur og ar-
beiðsbýti millum mann
og kvinnu, og nú tað
harða »kvinnustridsår-
ið< er kólnað, hava vit
fingið eina rúmari og
meirafjølbroytta
kvinnuimynd, ið er ein
neydug tillagin til tær
samfelagsbuskaparligu
broytingar, sum åvirka
livshått okkara, heilt inn
i familjuna.
Tey flestu hildu, at
okkurt meira átti at
verið gjørt fyri ungdóm-
in, men hevdu ikki nógv
uppskot til, hvat hetta
»okkurt« skuldi verið.
Tað vil so vera, at tey
ungu verða skjótt eldri.
Tað sum er átrokandi í
ár, er teimum ikki líka á-
trokandi um 3 ár. Tey,
sum vilja leggja orku í
nýskapandi tiltøk eina
Johan Samuelsen skrivar
Á sýnini leygarkvøldid
hoyrdu vit Christian de
Be-nayde biskup, ein av
leiðandi monnunum inn-
an kirkjuna í Suður-
afrika, greiða frá støduni
har í landinum. Øl] hava
vit hoyrt og lisið um
støduna í Sudurafrika,
men at hoyra ein fyrr-
verandi prest hjå holl-
endsku reformertu kirkj-
uni, sum verjir hvítt
yvirharradømi vid bibl-
juni i hond, taka so harð-
liga til orðanna móti
hvíta minnilutastýrinum
í landinum, mátti fingið
sjálvt teir mest harð-
rendu her á okkara leið-
um at vakna við kaldan
dreym. Tíðin er um at
vera úti, sigur de Be-
nayde, fyri at forða fyri
beinleiðis borgarakriggi,
men við sovorðnum
monnum sum honum á
odda, mátti enn verið
meguleiki fyri sátt og
semju millum svert og
hvít í hesum framkomna
landi. Hesin maðurin er
ikki nakar tilvildarligur
vinstrahallur, sum so
mangan verður sipað til
— hann er hvítur, for-
fedrar hansara vóru
hvítir niðursetumenn,
hann er prestur, og
hóast hetta hevur hann
eisin upplivað at sitað í
húsavarðhaldi í 7 ár av
síni »egnu« hvítu stjórn.
Hetta var ein frålik
sending, sum sigur okk-
um meiri um skilið í
Suðurafrika enn 100
smástubbar í tíðinda-
sendingum annars!
Ítrótturin 2. januar
var framúr góður. Hetta
var nakað av tí allar-
besta, sum danska sjón-
varpið hevur gjert, tá
talan er um ítrótt. Og
rætt var at senda hesi
brot uttan nakað kut av
nekrum slagi. Vit fingu
eisini at vita í hesi send-
ingini, hvussu nógvar
tíð, falla skjótt frá av
ymsum orsøkum,
kanska ti tey fara burtur
at læra og lesa, og ti må
onkur vera teimum til
hjålpar at skipa ung-
dómsarbeiðið, syrgja
fyri, at tað verður sett í
verk og heldur fram.
Hetta leiðir tankarnar
til tað illa lýdda orðið
pedagog, sum ungdóms-
sendingin í hesi vikuna
snúði seg um. Teir peda-
gogar, sum tosað varð
við, hevdu sínar tankar
um, hví so nógv meta
teirra starv so lágt. Fólk
kenna máttloysi og
verða firtin, tá ið onnur
enn foreldrini siga seg
vita nakað um bern
teirra. Tann gamla fat-
anin, at pedagogar eru
»flipparar« hevur fest
seg, og so tað, at tey ikki
uttan víðari kunnu nýta
sín lærdóm úr Danmark,
men mugu sálda frá og
leggja aftrat, so hann
hóskar til foroysk viður-
skifti, og tað tekur eina
tíð. Hesi orð vóru ein
góður stuðul til ætlanina
tímar danska sjónvarpið
fer at senda úr Mexico í
summar, og her liggur
líka á tunguni at spyrja
Árna Gregersen í sama
viðfangi, hvussu fer at
vera hjá okkum í juni
mánað — fáa vit møgu-
leikan at fylgja við bein-
leiðis ella hvussu? Vit
eru utan iva mong, ið
bíða í spenningi eftir
svari.
At síggja sendingina
um Remi gjørdi ikki søg-
una verri, enn tá vit í
sínari tíð, fyri einum 25
árum síðani, hoyrdu
Jákup M. Kjeld, lærara í
Realskúlanum í Havn,
lesa søguna upp fyri
okkum — um tað
mundið var hann nevni-
liga í ferð við at umseta
hesa frálíku barnabók,
og væl var tað, at hann
valdi bókina Frænda-
leysur, tí fáar feroyskar
barnabekur hava fangað
sum júst hon higar til
um at útbúgva pedag-
ogar í Feroyum, bæði til
barnaansingarstovnar,
ungdómsarbeiði og ser-
forsorg.
Nýggjársaftan doyði
amerikanski poppsang-
arin Ricky Nelson, og
bregd hansara síðan
1960-árini vórðu lisin
upp í tíðindunum nýggj-
ársdag. Fáar dagar
seinni doyði rithevund-
urin J. Símun Hansen.
Hann hevur skrivað 12
bekur, harav — »Tey
byggja land« telja úti
við 2000 blaðsíður. Enn
hevur útvarpið einki
nevnt honum til áminn-
ingar. Hevdi tað ikki
verið hóskandi? Men
tað kanska kemur.
E.S. Eftir at hetta var
skrivað, kom mikukveldið
ein sending, á skránni
kallað >Frásegn<. 25 min-
uttir, harav 20 min. upp-
lestur úr bókum JSH, og
umtalan av manninum og
verki hansara bert sum ein
viðfáningur. Snópisligt
eftirmæli.
dags. So uttan iva hava
mong, bæði børn og
vaksin, sitið og hugnað
sær framman fyri
skerminum og minst aft-
ur á gamlar dagar saman
við Remi og hansarg
gørpum.
Hetta at børn og for-
eldur hyggja i felags-
skapi er ikki minni tydn-
ingarmikið, og ikki er
um at tala, um eitt lítið
prát um sendingina tek-
ur seg upp millum tey
vaksnu og bernini, í
staðin fyri sum ofta
hendir, at sjónvarpið
gevur bernunum eina
munnkurv uppá, sum í
síðsta enda er børnunum
til óbótaligan skaða,
hvat andaligu menning
barnanna viðvíkur.
Teksturin á føroysk-
um var at fegnast um,
men í einstøkum førum i
tyngra lagi hjå teimum
smærru børnunum.