Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-14, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. januar 1986síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 1 * týsdagur 14. januar 1986 Heðin Mortensen, formaður ÍSF's: 1985 gott ár, men — Eske es 2 ÍTRÉTTARG vona 1986 verður betri 185 hevur verið eitt gott ár nja ÁR trotti, men vit rona, at 1986 verður enn bø tri Hetta segði Heðin Mortensen, formaður í Feroya, tosaðu við hann Ítróttasambandi ta vit sunnukveldið - Men sjálvandi, arbeiðið hjá okkum er nógv í tráð við, hverja figgjarliga orku vit hava, legði Heðin Mortensen afturat — Í 1985 fingu vit 1,5 mill. kr. frá landsstýr inum at arbeiða við. Hetta eru sjálvsagt kærkomnir pengar, men hinvegin kundu vit hugsað okkum atw viðkað virksemi okk- ara enn meira, men tað krevur meira pening Vit hava eisini fleiri mál liggjandi í landsstýr- inum. Nevnast kann t.d. ynski okkara at fáa í lag eina ítróttalæknaskipan, sum skal fyri tað fyrsta virka sum vegleiðandi fyri føroysk itrottarfolk og í eðrum lagi vegleiða og venja upp tey, ið hava fingið ein ítróttarskaða. Vit hava skrivað til lands- stýrið um hetta mál, men onki svar er komið enn. Eisini hava vit skrivað til landsstýrið um at koma undir frítíðar- lógina, men heldur ikki í hesum føri hava vit fingið svar. Síðani kemur eisini Happadrátturin, har vit hava biðið um at fáa yvir- skotið, men hóast hetta mál skjótt er vorðið gam- alt, so er einki úrslit at hóma enn, sigur Heðin Mortensen. — Allar hesar figgjar- ligu skerjingar gera, at ÍSF í dag koyrir tungt. Vit kundu t.d. hugsað okkum at gjert eitt upp- skot um eina konsulent- tænastu innan ÍSF, so- leiðis at bæði sersambond og feløg í ÍSF kundu fingið serkena hjálp í teimum málum, ið tey arbeiða við, sigur Heðin Mortensen. — Hvussu skuldi ein tilik konsulentskipan virkað? - Har hava vit hugsað um at hava fólk á skriv- stovuni allan dagin, so at felogini kundu stekka inn á gólvið ella ringja og fáa góð ráð í dagliga arbeiði teirra. — Til hetta krevst sjálvsagt peningur, so vit fáa lent hesum fólki. — Hvat meira tú við eina konsulentskipan? — Eg kann taka eitt demi. Í umleið 1960 høvdu vit í Feroyum ein ítróttar- ráðgeva, sum kundi ráð- geva ítróttini. Tað hava vit ikki í dag, og kundu vit tí hugsað okkum nakað líknandi. Eg meti, at tað hevði gagnað fer- oyskari ítrótt, sigur Heðin Mortensen. — Men hvussu hevur árið roynst ítróttarliga? - Ítróttarliga meti eg, at árið hevur roynst væl. Vit hava fingið nógv á Framhald á síðu 7 Flogbóltur: Dysturin útsettur — av »tekniskum orsøkum« Friggjakvøldid var dystur ella rættar! skuldi vera í flogbólti millum tey bæði mansliðini hjá Fleyr í meistaradeildini, Fleyr og Fleyr 2, men orsakað av »tekniskum óhappi< varð neyðugt at útseta hendan dyst til í kveld klokkan 21.15 Dysturin byrjaði til ásetta tíð friggjakveldið og var Fleyr 1 á odda 7-2 í fyrsta umfari, tá veðurgudarnir, ið leikaðu í uttan fyri Gunda- dalshellina, mettu at nú var nóg mikið við flogbólti hetta kveld. Streymslit varð og hverki leikarar ella dómarar sóu hond fyri seg tiansheldur bolt — og varð tí avgjørt at út- seta dystin til í kveld. Þá BERG BOB er APP ÁÁ Metsvimjing Vági Millum jól og nýggjár skipaði Vágs Svimji- felag fyriinnanhýsis metkapping — við góðum úrsliti. Ikki færri enn sjey met vórðu sett. Tey sjey nýggju metini eru: 50 m. fri- Heri Mortensen, svimjing: 0.25.8 Beinta Nielsen, bólkur 4, 50 m. frísvimjing: 0.33.6 Anita Rikshamar, bólkur 3, 100 m. ryggsvimj- ing: 1.26.4 Anita Rikshamar, bólkur 3, ing: 1.12.8 Niels Magnussen, bólkur 1, svimjing: 0.50.7 Niels Magnussen, bólkur 1, 50 m. frísvimjing 0.39.6 og tær fýra, Maibritt Simonsen, Maud Poul- sen, Diana Miller og Anita Ryggshamar, 4X50 m. liðsvimjing: 2.48.0 opin bólkur, 100 m. frisvimj- 50 m. bringu-