hósdagur 16. januar 1986síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 6 — 16. januar 1986
Útlitið fyri 1986:
tíðindablaðið
Síða 9
Størsti vøksturin
verður i alingini
— sum longu nú gevur arbeiði til eini 10-12 fólk á Bakka-
frost
se”
Alistødin hevur stóran tydning fyri úrslitið hjá Bakkafrost
Bakkafrost á
umsetti í fjør fyri millum
35 og 40 mill. kr. Tað var
ikki matveruframleiðslan
burtur úr svartkjafti, sum
átti mesta partin av um
setninginum.
Framleiðslan av fóðuri
átti stersta partin av um-
setninginum, góðar 15
Glyvrum
mill. kr. Tey framleiddu
umleið 3000 tons av fóð
uri, harav 2400 tons vórðu
seld til ymsar alarar
Bakkafrost brúkti sjálvt
600 tons av fóðuri á egnu
alistød síni
Alistødin umsetti fyri
10,5 mill. kr. í fjør. Tey
seldu ialt 70 tons av sílum
og 80 tons av laksi
Framleiðslan av farsi,
flaki og slógvi burtur úr
svartkjafti gav annars ein
umsetning uppá góðar 10
mill. kr
1986!
Hvat viðvíkur útlitinum
fyri 1986 sigur Hans Jac
obsen, at teir hava gjørt
stórar ilegur á virkinun
soleiðis at teir vóna at fáa
eitt betri úrslit. Serstak
liga bjartskygdur er hann
i samband við alingina,
f
sum helst fer at økja um
umsetningin ur 10 mill
upp i einar 15 mill. i 1986
Alistødin er uppá 30 ring
ar, og Hans
væntar, at teir hava eini
Jacobsen
250 tons at drepa í ár: 150
tons av silum og 100 tons
av laksi
Annars hava teir eisini
útbygt fóðurframleiðsluna
soleiðis, at teir her hava
møguleikar at selja alar
um sterri negdir av fóðuri
Ráveran til alifóðuri er
fyrst og fremst svart-
kjaftur. Teir mugu so eis-
ini keypa mjel frá Havs-
brún til hesa framleiðsl
una. Hans Jacobsen vísir
á, at meguleikar liggja
eisini í at fáa hvitings-
bróður um summarið. Ein
minni bátur gjørdi royndir
í fjørsummar við at isa
hvítingsbróður og landa
hann til Bakkafrost, sum
síðani brúkti fiskin í
fóðurframleiðsluni. Hans
Jacobsen sigur, at hann
Hans Jacobsen, stjóri á Bakkafrost
hevur hoyrt, at tað eru
fleiri bátar, sum ætla sær
at royna eftir hvitings
bróður í ár. Bátarnir
royna rundan um Feroyar
og eru einar tveir dagar
úti
Tað arbeiða umleið 100
fólk á Bakkafrost, tá
nógvur fiskur er. Uttan-
fyri sjálva svartkjafta-
tíðina eru tey millum 30
og 40 fólk
Alingin gevur arbeiði til
eini 10-12 fólk. Her er so
talan um at fóðra, umvæla
og rigga útgerð til um
framt arbeiði við at drepa,
reinsa og pakka fiskin, tá
hann verður tikin
jan
Neyðugt við svart-
kjaftavirkjum um vit
skulu fiska meira av
svartkjafti sjalvir
— Vit eiga longu ein flota, sum kann fiska
stórar negdir av svartkjafti til matna,
men sum ikki fær landað, tí bert eitt virki
er at taka ímóti. Vit eiga at byggja nýggj
svartkjaftavirki
á plássum, har
lítið
arbeiði er, heldur enn at útbyggja flaka-
virkini til hesa framleiðsluna, sigur Hans
Jacobsen, stjóri á Bakkafrost.
— Tað er lítil meining í at
byggja fleiri nýggj skip til
at fiska svartkjaft til
matna og at umleggja
verandi ísfiskaskip til at
fiska svartkjaft til virki á
landi, tá vit í dag ikki
hava nakra måttøkuorku
á landi.
Hetta sigur Hans Jac-
obsen, stjóri á Bakka-
frost, sum nú í nógv ár
hevur fingist við fram-
leiðslu av flaki og farsi
burtur ur svartkjafti.
Bakkafrost er einasta
virki í Føroyum av sínum
slag
Hesa seinastu tíðina
hevur nevniliga nógv
verið tosað og skrivað um,
at føroyingar eiga at taka
ein part av flotanum av
landgrunninum til at fiska
svartkjaft til matna ístað-
in. Um somu tíð vita vit,
at skip verða bygd til at
fiska svartkjaft og viðgera
hann umborð men eisini til
at landa hann til virki á
landi.
Aftrat hesum kemur so,
at vit í dag eiga fleiri stór-
ar nótabátar, sum eru fer-
ir fyri at fiska svartkjaft
til matna
Hin helvtin av veruleik-
anum er so, at vit eiga
bert eitt virki á landi, sum
kann taka ímóti svart-
kjafti og viðgera hann til
matna.
Hans Jacobsen sigur uppá
fyrispurning, at siga vit A
og loyva útbygging av
flotanum til at fiska
svartkjaft og vilja vit
flyta part av flotanum til
at fiska svartkjaft, so
mugu vit eisini siga B, og
tað er at hava mótteku-
orku á landi. Sum steðan
er í dag hevur Bakkafrost
ongan meguleika at taka
ímóti ellum svartkjaft-
inum, sum ætlanin er at
veiða til matna. — Hevur
Gullfinnur góðan fiski-
skap, so kunnu vit neyv-
an klára meir enn tað eitt
slíkt skip fiskar og hvat so
við restini av skipunum,
spyr Hans Jacobsen,
sum heldur, at tað kann
ikki vera rætt, at vit
leggja okkum eftir at reka
ein politikk, har vit skulu
til at fiska meira av svart-
kjafti sjálvir til at avreiða
til virki á landi, tá vit enn
einki hava gjørt fyri at fáa
fleiri svartkjaftavirki
Hvat viðvíkur ætlanini í
Kollafirði at byrja fram-
leiðslu av surimi og
crab-stick úr svartkjafti,
so heldur Hans Jacobsen,
at hetta er ein áhugaverd
og spennandi roynd
Men vit eiga so fyrst at
royna við hesum eina
virkinum, áðrenn vit gera
sama mistak sum so oft-
ani er gjørt í Feroyum, at
allir byrja júst somu fram-
leiðslu, áðrenn hon er
royndarkoyrd.
Hvat viðvíkur stóru
kvotunum av svartkjafti,
sum føroyingar hava lat-
ið eðrum tjóðum, so sigur
Hans Jacobsen seg bera
ótta fyri hesi gongdini
Hann heldur tað er vanda-
mikið at geva so stórar
kvotur og vísir á, at hóast
vit ætla okkum at yvir-
taka part av hesum kvot-
um, so er spurningurin,
umtað ikki skal ein tíð til
at minka um tær aftur
Hann vísir eisini á vandan
við at ov nógv skip fara at
royna á einum avmark-
aðum eki. Hetta kann
nerva føroysku veiðina
jan
ah