Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-21, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 1986síða 1

allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 * tysdagur 21. januar 1986 Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður Landsstýrið ikki viðgjert setan av SL-manni í Klaksvik — Eg fái meg ikki at trúgva, at starvssetanin er farin fram, sigur Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður í eini viðmerking til tíðindini um, at nýggjur avgreiðsluleiðari er settur hjá Strandferðsluni í Klaksvík Í gjár bar Dagblaðið tey tíðindi, at avgreiðsluleið- arin hjá Strandferðsluni í Klaksvík nú er uppsagdur við teirri grundgeving, at betri kvalifiseraður maður skal setast í starvið. Tann betri kvalifiseraði er Schumann Hansen i Klaksvík, sum er for- maður í landsfelagi Sjálv- stýrisfloksins, visti DB at siga. Vit hava biðið Vilhelm Johannesen landsstýris- mann um eina viðmerking til hesi tíðindi. Hann sigur Eg eri vitandi um, at Strandferðslan hevur lýst eitt starv leyst sum deild- arleiðari av avgreiðsluni í Klaksvík, og eg eri eisini gjørdur kunnugur við at henda lýsingin bleiv sett í bleðini samstundis sum ein annar persónur sat í óuppsegdum starvi sum leiðari av avgreiðsluni í Klaksvík Men nú frættist, at nýggjur maður er settur í starvið, sum ein annar sat í og sum ikki varð upp- sagdur, tá starvið varð lýst leyst. Er tað so, at henda starvssetan er farin fram ? Eg kann ikki trúgva, at henda starvssetanin er farin fram, tí eg eri vitandi um, at legmaður tann 23. desember sendi stovns- leidaranum å Strandferåsl- uni, Johan Jacobsen, eitt skriv, har løgmadur gjørdi vart vid hesi vidurskift- ini og bad um, at setanin frælsi javnaður breðralag 59. årg. % Kr. 6,00 ikki varð framd fyrr enn landsstýrið hevði havt hevi til at viðgera spurn- ingin. Og landsstýrið hevur framvegis ikki við- gjert spurningin og ti kann eg ikki fáa meg at trúgva, at ein endalig set- an er farin fram, av tí at løgmadur, sum sagt, ið hevur almenn starvsfólka- viðurskifti um hendi, hevur sent skriv til stovn- in og sagt, at hann ynskir ikki starvssetanina framda fyrr enn landsstýr- ið hevur havt hevi til at viðgera spurningin. Vilhelm Johannesen sigur, at landsstýrið nú fer út viðgera spurningin. jan Úr Foroya Rætti Sama ogn seld tvær ferðir í sama mánaði!!! Sunnunáttina hoyrdist ein hvellur brestur í Havnini Við tvey-tíðina, halda fólk Fylgjurnar av brestinum sóust sunnudagin Við Tinghúsið hevur onkur verið og gjert her verk, og líkt er til at við- komandi hevur nýtt spreingievni, sum er sett í vindeygað á Tinghús inum, við tí ursliti, at rút- urin fór, og vindeygað og gardinur hava fingið skaða. Politiið hevur nær hendis funnið leivdir av spreingievni Hetta hendi ikki eina viku eftir, at ein maður breyt yvir 40 rútir í Ting húsinum. Um nakað sam- — Forkeypsrættur bleiv ikki uppdagaður fyrr enn Tinglýsingin fekk bæði skeytini. Tríggir sakførarar komu úr Danmark til rættarfundin fríggja- dagin. Fleiri føroyskir starvsfelagar teirra vóru innkallaðir at vitna. Og aðrir komu fyri at lurta, tá tvey sera áhugaverd sakar- mál blivu viðgjerd í Feroya rætti. Spreingiroynd móti Tinghúsinum Síða 4 og 5 band er millum hesi bæði herverkini, heldur politiið vera óvist. Teir vita ikki, hver hevur verið upp á spæl, og heita á fólk um at hjálpa sær. Politiið biður fólk, sum hava verið í býn um sunnunáttina, og sum meguliga hava sæð til- burðin ella okkurt óvan ligt, um at boða frá Eisini heitir politiið á tey, sum hava spreingi- evni á goymslu, eitt nú dynamittstengur, um at kanna, um nakað kann vera tikið frá teimum randi Gunnar Poulsen, næstform. í bygdarráðnum í Sumba: Fyribils- umvæling bráðneyðug so útróðurin kann byrja fyrst í februar Lesið á síðu 3 Træsprekini fremst á myndini vóru einaferð neyst Vit útvega plátuvendarar, diskoteksútgerð og útlendskar solistar og bólkar.