Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. januar 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 2 — 21. januar 1986 Síða 11 Verða teir steðgaðir ? VÍF vann innleiðandi umfarið í hondbóltslandskappingini og tykist at hava góðar møgu- leikar fyri at ogna sær enn eitt foroyameistaraheiti VÍF-KIF. |. deild menn 29—23114—7) Malskjuttar VIF: Kári Durhuus 9. Kári Mortensen 6. Páll Poulsen 6. Palli Joensen 3. Jan Muller 2. Aki Mortensen 2 og Jørgin Bech ! KÍF : Petur Martin Johansen 8. Hanus Joensen 6, Jákup Dam 4. Friðrik Joen sen 3 og Kristian M. Dam 2 Åvardingar : VIF 3 og KIF I Utvisingar : VIF 2X2 min og KIF 4x2 min Brotskøst : VIF 7 og KIF 3 Dómarar: Dånjal Jarnskor og Hallur Hansen Askobarar : Um 300 VÍF tykist at hava sett kós móti enn einum fer- oyameistaraheiti. Innleiðandi umfarið í honbóltskappingini er júst liðugt — við VÍF sum vinara — men tað tykist at vera trupult hjá hinum trimum liðunum í enda- umfarinum, Kyndli, StÍF og Neistanum, at kunna steðga vestmenningum. Leygardagin var tað eitt teirra, KÍF — stóra positiva »yvirraskilsi« í år — ið royndi seg í seinasta dystinum í innleiðandi umfarinum og ikki gekst ov væl. Longu í teimum sjey fyrstu minuttunum varð dysturin í veruleikanum avgjørdur. Uppá hesa tíð eydnaðist vestmenningum at koma á odda 5—0, og hetta var skelkur, sum kollfirðingar ongantiå vunnu å. Hóast teir fingu minkað til 2—5, áðrenn vest- menningar aftur fingu bóltini netið aftanfyri Jógvan Jacobsen, ið var komin í málið fyri lands- liðsmálverjan Regin Djur- huus, so kom spælið hjá KÍF ongantíð at vikra nóg væl í fyrra hálvleiki. VÍF tóktist at hava størri megi at bróta gjøgnum verjuna hjá KÍF og kollfirdingar sýntust ikki at vita á hvenn hátt teir skuldu steðga VIF”- arunum, tá hesir søktu inn moti verjuni fyri sidani at skjota. I fyrra hålvleiki øktist munurin bert og var stød- an, tå farið varð til hålv- leikssteðgin 14—7 til VIF. Hóast KIF royndist væl betri í seinna hálvleiki enn í fyrra — teir vunnu í veruleikanum hálvleikin við 16 málum móti 15 — so var ongantíð nakar vandi fyri sigrinum hjá VIF. Hóast KIF royndi tað, ið gerast kundi fyri at fáa kontakt við VIF aftur, so varð munurin ongantið minni enn seks mál og tá avtornar hevði ÍF vunnið við 29 málum móti 23. Á liðnum hjá VÍF vóru bæði Palli Askham og Jan Miiller at síggja aftur og hóast Jan »bert« gjerdi tvey mál, so er hann altíð ein hóttan móti einihverj- ari verju, ið noyðist at ansa væl eftir, tá hann fer upp til skot, og hetta kann gera hol fyri hinar leikar- arnar. Hóast Herálvur Nielsen einki sjeyt sjálvur, so átti hann so avgjørt sín lut í sigrinum. Tá hann roynir seg úti frá vonginum, er altíð vandi ' ferð minni enn triggjar ferðir noyddist KÍF at steðga honum óregluliga, soleiðis at VIF fekk brotskast. Teir »støru« splalrarnir hjá VIF vóru enn einaferð Kárarnir báðir, Durhuus og Mortensen. Tann fyrri sum góður spældeilari og besti málskjútti við niggju málum — harav tó trý uppá brotskast. Kári Mortensen er uttan iva ein av bestu leikarunum í Feroyum, og tað er stórt spell, at Hanus Joensen, landsliðsvenjari — og av bestu leikarum hjá KÍF — ikki fær hann og Kára D. við til Portugal. VÍF tykist at vera utt- an nekur serlig veik „punkt< og spennandi verður nú at síggja, hvussu hini liðini fara at spæla móti vestmenn- ingum fyri at fáa hol á verjuna. At tað letur seg gera, kom jú til sjóndar fleiri ferðir á Skála leygar- dagin, har serliga tann kviki Petur Martin hjá KÍF smoygdi seg gjøgn- um og neyvan er nakar ivi um, at hann og hinir koll- firðingarnir fara at »berj- ast« fyri at byta tey bronsumerki, teir standa til í løtuni við silvur — ella gull — og at teir hava meguleikar til tess, er einki at ivast i. Um teir ikki alt ov ofta gloyma at koma aftur í verjuna — sum tað kom fyri fleiri ferðir leygardagin — so er ikki vist, at Kyndil og VÍF vinna eins tryggar sigrar í komandi dystum. KÍF hevur tapt tveir týdningarmiklar = dystir, men enn eru ikki allar súðir syftar. Kundi Hanus Joensen ikki gleða seg yvir ein sig- ur, so kundi hann í starvi sínum sum landsliðsvenj- ari tó konstatera, at landsliðsverjarnir báðir, Regin Djurhuus og Berg- ur Johansen, ið tó vórðu avloysir av »eykamonn- unum« Jogvani og Krist- iani í longum løtum, av og å vistu, at teir hava evnir fyri góðum bjargingum. Tá Regin kom fyri seg, vísti hann, at hann kann gerast avbera góður í sambandi við brotskest, meðan Bergur, sum vant, hevði fleiri avbera góðar bjargingar og eisini læt okkurt >lætt< skot sleppa aftur um seg. Ikki tað sama sum fyrr VIF EB. 3. deild menn 20 19:10-7 Malskjuttar Vit ER A varðingar Utvisingar Brotskøst Domarar : Reg J Ikki er long tid, síðani hondbólturin var týðandi ítróttargrein á Eiði, men so tykist ikki at vera nú. Kvinnurnar hava tikið lið sítt úr 1. deild og menninir gera ikki ov nógv við venjingina í 2. deild. Av Eiði hava vit frætt, at ein orsek er, at tað eru somu leikarar, ið mynda bæði fót- og hond- bóltslið og menninir hava ætlanir um at klára seg væl í 2. deild í ár, meðan kvinnurnar skulu royna at gerast fast lið í 1. deild. Hetta gongur sjálvsagt út yvir hondbóltin og tað er heldur langt millum tey góðu úrslitini hjá EB dagin var líka við liðið hitti VIF á Skála væl hjá EB í størra heln inginum av fyrra hál leiki. Tá 20 min. vóru farnir. vou vestmenning- ar á odda 9—2, men so kom vend í. Uppá fimm min. fekk EB minkað til 6—9 og varð steðan, tá farið varð til hálvleiks- stedg, 10—7 til VIF. I seinna hålvleiki royndist VIF fyrstu tjúgu min. frægara lidid og kom å odda 19—13, men so hendi tad sama sum i fyrra hålvleiki. EB tok dyk å seg og eyndadist teimum at koma uppá 19—19, áðr- en tað í síðsta sekundi — aftaná tíð, segði onkur eiðis-maður — eydnaðist VÍF at fáa sigursmálið til 20—19. Spell fyri EB.