hósdagur 23. januar 1986síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Hálka
TAÐ verður mangan tikið til, at
veðrið kunnu vit einki gera við.
Hesar seinastu dagarnar hevur
verið óvanliga hált. Hetta til mikl-
an ampa fyri bæði fólk og bilar.
Hálka av slíkum slag, sum vit
vóru vitni til í vikuni, kann vera
ógvuliga svikalig. Vegir og
gongubreytir eru spegilsklár og
tú heldur væl standa til. Tú varn-
ast tað ikki fyrr enn tú ert komin
út „pá glatis«, sum danir plaga at
taka til. Og tá er eingin vegur
hvorki aftur ella fram. Mong eru ti
tey, sum hava kent sviðan av at
detta í hesi nógvu hálkuni. Og
mong munnu verða endað á
sjúkrahúsi, har tey hava fingið
bein og aðrar limir lagdar í gips.
TAÐ er neyvan nakað dulsmál, at
vit menniskju eru í so skjót at
geva ðrum skyldina, tá okkurt
kemur óvart á okkum. Er tað íkki
grannin, so eru tað myndugleikar
og politikarar, sum fáa toyggið.
So er helst eisini, tá vit detta í
hálkuni og koma illa til skaða.
NÓGVIR materiellir skaðar henda
í ferðsluni slíkar dagar við hálku.
Men hetta er lítið sammett við
teir ræduleikar, sum fólk til
gongu eru fyri. Mong fólk, bæði
yngri og eldri, eru vorðin invalidar
fyri lívið, tá tey eru dottin í hálk-
uni.
TAÐ er rætt sum okkara
myndugleikar av og á siga, at fólk
hava skyldu til at sópa fyri egnum
durum. Men hetta er bert evarska
lítil partur av málinum, tí vit skulu
jú til arbeiðis, til handils, í barna-
garð við børnunum o.s.fr. Tá
mugu vit út á alfaraveg. og tá er
tað so sanniliga uppgávan hjá
okkara avvarðandi myndugleik-
um at halda bæði vegir og
gongubreytir soleiðis, at møgu-
leiki er at koyra og ganga.
Utgevari: P/ Sosialurin (>
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dahi
Blaðfótk: Høgni Djurhuus
: Randi Jacobsen
Tórfinn Smith
Ljåsmyndari: Kalmar Lindenskov
Uppseting: P/f Søsialurin
'Prent: P/f Pressan 1981
oddagrein
NAKAD verdur gjørt fyri at halda
vegirnar, soleidis at koyrandi er
eftir teimum. Eisini verður
gjøgnum útvarp dagliga boðað
frá, nær og hvar er koyrandi. Men
hví alt hetta hóvastákið burtur úr
ferðsluni, tá so at siga einki
verður gjørt fyri at tryggja fólki,
sum ikki koyra í bili, men heldur
vilja ganga! Tað er ikki ov nógv
sagt, at myndugleikar okkara — í
hesum førinum í høvudsstadnum
— lítið og einki gera fyri at hjálpa
fólki, sum eru til gongu. Fyrr var
tað ikki óvanligt at síggja lastbilar
við sandi vitja nærum allar gongu-
gøtur í bynum. Í dag er hetta
sega.
KANN vera, at okkara býráðs-
politikarar halda, at tað er burtur-
spiltur peniningur at koyra sand á
gongubreytirnar. Hetta taka vit
so ikki undir við teimum í. Tí tað
kann ikki vera rætt at tvinga fólk,
ið ynskja at ganga, at fara við bili
slíkar hålkudagar og tá møguliga
verða atvoldin til bæði materiell-
ar- og fólkaskaðar.
TAÐ skal tí vera áheitan okkara á
Tórshavnar býráð at taka hetta
málið upp til viðgerðar av álvara.
Tað ber neyvan til at gera upp í
peningi, hvat tað kostar hvørjum
einstøkum menniskja og sam-
felagnum annars, at eitt stórt tal
av fólki dag um dag kemur til
skaða í hálkuni.
KANSKA tað hevði verið eitt hug-
skot, um Útvarp Føroya — eitt nú
í Havnini — slíkar hálkudagar
gjørdi vart við, tá óvanliga og
svikaliga hált er, soleiðis at fólk til
gongu kunnu vera fyrivarin
heldur enn eftirsnarin. Einki er
at ivast i, at nøkur orð í útvarp-
inum høvdu kunnað verðið góð
leiðbeining hjá kanska serliga
eldri fólki.
jamú
Menniskjan
fødd uttan synd
Herfyri hoyrdist åhuga-
verd sammeting millum
menniskju og plantu.
Spurningurin snudi seg
um, hvørs nåttura menn-
iskjunnar er góð ella ond.
Plantan hevur evni til at
gerast undurfull og vøkur,
men henni tørvast rættan
temperatur, ljós og vatn,
skal fagurleikin koma
fram.
Viðvíkjandi menniskj-
uni, so er hon sambært
Bahá'í læruni fedd uttan
synd, leys av haturi,
beiskleika og evund.
Tílíkt kemur seinni, um
menniskjan ikki av fullum
hjarta vendir sær til ta liv-
andi ótemandi keldu ljós-
ins og sannleikans, ið
verður nevnd Gud.
Hetta er lætt at siga og
samstundis býta heimin
upp í svart/hvítt, lata seg
»frelsa« og kalla hini
»Ofrelst« og glatað. Við at
skilja >tað er fullgjørt« á
ávísan hátt, slepst jú und-
an allari ábyrgd, tá kanst
tú sita og bíða til onkur
kemur og rykkir teg upp
til Himmals, til perluport-
ur og gullgetur onku-
staðni langt úti í rúmdini.
Hann sjálvur hevur gjert
alt fyri okkum, og ands-
orkan skal brúkast
onkursvegna. Materialist-
isk siðmenning er bygd
upp, og tað eisini við lít.
Men, verður hildið fram,
tað hoyrir til, soleiðis eru
vit nú einaferð, jørdin og
alt, sum á henni býr, skal
týnast, latið alt sigla sín
sjógv.
Er sovorðin
kanska til gagns?
"Abdu'l-Bahá, ið
(burtursæd frá Báb og
Bahá'u'lláh) livdi tað mest
upphevjaða og vakra lív,
hendan og seinasta eld
hava verið vitni til, hóast
óvanliga ringar umsteður
frá tí hann feddist, segði
áskoðan
m.a., at hvert einasta smá-
barn er líkt námi, fult av
dýrgripum, sum bara
skulu finnast og pussast.
Rett uppaling og venjing
hevur alstóran týdning.
Og eitt nú í 1. Mósebók
stendur, at menniskjan er
skapað >í mynd Guds«.
Tann mannminkandi
hugmyndin um, at vit eru
óbetandi sjálvkær og ill-
hjartað, betir vissuliga
ikki um ta hættisligu
støduna heiminum.
Tverturímóti hevur hon
verið atvold til ta sterstu
vanvirðing ímóti okkum.
Hon er framvegis hevuðs-
forðingin fyri sonnum og
varandi friði, drepandi
mentanarligt framstig,
traðkandi æru og tign
undir fótum. Trýr fólk, at
tað er í tráð við uppruna
sín at standa í stað og
bakka andliga, so stagn-
erar andslívið sjálvandi.
Tað er freistandi at
spyrja, hvat tann núver-
andi formurin fyri átrúna
og atferðarmynstur, ið
meirilutin tviheldur um,
megnar mótvegis teimum
óhugnaligu og hóttandi
vandamálunum. T.d. harð-
skapur, vónloysi, rúsevna-
misnýtsla o.a.m. Hvussu
nógv klárar hann at hjálpa
øllum teimum milliónum,
sum líða ?
Viljin er fríur, og tað ber
til at sóknast eftir hini al-
gevandi Veruni, hvers ríki
menniskjan altíð hevur
kent seg drigna at. Gud er
ófatiligur, men vit kunnu
síggja og kenna Hansara
tekin.
Skal nakað lærast um
tað grundleggjandi í til-
veruni, verður tað gjøgn-
um átrúna, beinleiðis ella
óbeinleiðis. Við eðrum
orðum, tað, ið sendiboð
Guds sigur, er tann leið-
beiningin, sum okkum
nýtist til tess at vaksa
Nr.9 — 23. januar 1986
Krishna, Abra-
ham, Móses, Zoroaster,
Buddha, Kristus, Mu-
hammed, Báb og
Bahá'u'lláh — allir hesir
endurspegladu fullkomi-
liga teir guddómligu egin-
leikar, menniskjan eftir
førimuni meira ella minni
kann vinna sær.
andliga.
Meguleikarnir eru
margfaldir, ell tey ymisku
menningarstigini. Alt
millum mildan eingil og
grumman devul. Eingin
ivi er um, hvenn veg, tað
ræður um og loysir seg at
velja: at royna at hækka
tað mentanarliga steðið
Góðskubetri siðmenning
fæst fyrst og fremst við at
einstaklingurin »drekkur
hitt livandi vatnid«, orð
Guds. Tann, ið roynir at
skilja, sannkennir sjálv-
sagt ikki, hvussu virðis-
mikil slík orð eru. Heldur
ikki, hvussu stórur
mátturin í teimum er —
kortini sæst týðiliga, at
tey broyta fólk, finka og
upplýsa sálir.
Bæði orsakað av teim-
um andligu lærusetning-
unum og tí nýskapandi
samfelagsligu Bahá 'í-
ætlanini, í hverji rættvísi
er gjørd til miðdepil,
hendir tað í framtíðini, at
allur heimurin spakuliga
verður sameindur í rætt-
ferð og breðralagi. Men
breðralag, friður og sonn
eydna kann einans verða
grundað á medvit um, at
menniskjan er fedd uttan
synd og at Gud hevur giv-
ið henni góðleika í veggu-
gávu. Tað er upp til hana
sjálva at nýta hesa gáv-
una til frama fyri alt um-
hvervið, sum í næstum
kemur at verða ell hendan
gongustjernan.
Búi Tyril
Friðið lomvigan
fleiri ár aftrat
Eg síggi í Sosialinum 14.
januar, at mælt verður til,
at lomvigin verður frið-
aður í 5 ár aftrat. Eg má
siga, at tað vermir um
hjartað, at Sosialurin skal
verða fyrstur, ið kemur
við hesi áheitan.
Tá nú allir vita, at
friðingartíðin, ið ásett
varð, er úti, og at stovn-
urin framvegis er í vanda,
haldi eg tað vera hug-
stoytt at einki annað blað
skal hava áhuga hesum
máli viðvíkjandi
Tad nvttar lítið at reyr
av, hvussu fosturlands-
kærur ein er, tá landið er
etið á húsagang, og berg-
ini eru oyðdripin. Tá
kunnu allir turistarnir
standa og gleða upp í
oyðubergið.
Spyrja teir tá hvar allur
fuglurin er farin, so svara
vit hetta: Vit ótu hann,
meðan gulltíðin var.
Vit vita, at væl av fugli
verður = skotið, meðan
friðað er. Tað prógva skot-
ini, ið duna her sunranfyri
um summarið. Men verður
nvið aftur at skját
og allur flotin við vælút-
gjørdum skjótiamboðum
og nærlegdum veiðu-
monnum leggur í vaðið, tá
er bjargafuglurin týndur
úr Feroyum (onkur hav-
hestur verður eftir).
Her eigur eingin lom
vigi, men ein fragd plagd
vera at síggja lomviga
flokkarnar = flúgva alí
summarið her uttanfyri
Nú hevur hann ikki sæst
fleiri ár, tó kann sigast, at
seinasta summar sást
onkur flokkur aftur
Friðingin hevur helst ikk
verið til fánýtis.
Fosturlandsvinur