leygardagur 25. januar 1986síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 25. januar 1986
tíðindablaðið
Han
Í samband við, at Hans Petur Jespersen, Tórshavn, fyllir
s Petur Jespersen F
60 ár tann 28. jan., komandi týsdag, hevur undirritaði havt
samrødu við fødingardagsbarnid. Hans Petur greiðir frå
fyrra parti av síni livssøgu:
Kristina
Tveroyri,
Mostur min,
Michelsen,
varð fedd heima á Sandi
Hon var úr Halgabyrgi
Vit hoyrdu hana í út
varpinum herfyri. Ég
havi mong góð minni um
mína kæru mostur.
Eg var 7 ára gamalur,
tá eg misti mammu
mína. Eg kann minnast,
at vit systkin vóru altíð
líka fegin, tá mostur
okkara kom heim á Sand
at vitja, tí tå vistu vit al-
tíð, at vit fingu ein góð-
an degurðabita.
Heima á Sandi var ein
eldri granni, Klæmint í
Verðutoft. Hann hevði
ofta nátar til selu.
Mostur plagdi so at
keypa okkum systkjum
nátar.
Eg minnist framvegis
sum 7 ára gamalur:
Mamma mín, Sigrid,
treskti korn fyri bóndan
Undir Skarði heima á
Sandi. Omma mín, Juli-
anna Petersen, roytti
fugl fyri teir, sum áttu
bjørgini. Eg kann væl
minnast, at fuglurin
varð saltaður niður í
tunnur til vetrarfeði.
Eg kom úr fátækum
heimi, men eg átti góðar
grannar — og tað er tað,
sum í hesum feri hevði
ómetaliga stóran týdn-
ing. Eg minnist manga
ferðina svongdina, tá eg
kom heim, har eingin biti
var at fáa, men Sniðjálv-
ur, vinmaður mín, segði
við meg: >Vit fara niðan
til foreldur míni — tú
skalt ikki fara svangur
utaftur«.
— Vit
okkum i
mugu leggja
geyma, at tá
vóru ringar tíðir í
Europa og Amerika
(Wall Street-kreppan).
Vit vóru fýra systkin,
meðan vit vóru smá —
eg var yngstur A bbi
okkara. Petur Olsen
royndi at taka sær av
okkum, men sum skilst
gekk hetta ikki í longd-
ini. Hann var jú eldri
Úrslitið varð, at hini
systkin míni fóru í hver
sína ætt. Tvey tey elstu
fóru til Tveroyrar. —
Beiggi mín fór til
Kristinu Michelsen,
mostrina, sum fostraði
hann upp, til hann kom
til mans. Systir mín,
fór til Daniellu Olsen,
pápasystur. Onnur — og
yngsta systir mín — fór
til jarðarmóðrina heima
á Sandi (í Klingrugarð)
— so nú var eg einsa-
mallur eftir, men mostir
mín, Sanna Joensen, í
Skopun var altíð sera
góð við meg. Hon royndi
av øllum alvi at fáa onkr-
an at taka sær av mær.
Tå var eg åtta åra
gamalur, men hetta visti
seg ikki at bera til.
Mostur min átti
seks bern. Maður henn-
sjálv
ara var sjómaður, og í
hesum vána tíðum lá árs-
len hansara millum 3- og
5 túsund kr. Men mostur
mín í Skopun tók meg so
til sín sum sítt egna
barn, og har kann við
fáum orðum prógvast, at
eg merkti sama kærleika
frá henni sum frå mini
egnu móður, men tíðir-
nar vóru framvegis små-
ligar, so mostur mín
royndi eitthvert. Hon
kendi ein fittan skopun-
ing. Tey høvdu prátað
saman. Hann hevði
nevniliga spurt hana
áður — sum eg seinni
fekk at vita — um hon
ikki kendi ein ungan
drong, sum hevði hug at
koma í eini bóndahús á
Velbastað.
Hetta hendi
3. mai
1939
Serliga kann eg minn-
ast henda dag, tí har var
eisini ein skopunar-
genta, sum skuldi sama
veg av oynni sum eg —
men í eini onnur hús á
Velbastað. — Tó henda
góða genta bleiv ikki
gomul á Velbastað, tí
hverja ferð hon haðani
frá sá Sandoynna fór hon
at gráta av longsli. Bert
tveir dagar gingu, so var
hon aftur í Skopun, men
soleiðis gekst ikki við
mær. Mostur mín í Skop-
un hevði sagt við meg:
»Royn og halt á!< — Eg
geri tað av tungum
trega, at eg lati teg úr
mínum hondum, men
vakna og verð sjálv-
bjargin !<
Eg treivst væl á
Velbastað, og haðani
havi eg mong góð minni.
Har kom eg til mans.
Her endar Hans Petur
Jespersen frásegn sína.
Í dag er Hans Petur
Jespersen ein kendur
partur av havnarmynd-
ini. — Hver kennir ikki
hin trúgva tænaran á
Restorffs Bryggjaríi. —
Hver kennir ikki hin
skemtingarsama vert-
skapsfrændan. Mangur
hevur sitid hugnaliga
inni hjá honum í Horna-
bø. Eisini eg sjálvur.
Eg havi kent Hans Pet-
ur í mong ár.
Ég fari at enda hesa
grein við at ynskja
fødingardagsbarninum
hjartaliga tillukku við
teimum seksti við bestu
vónum um mong góð ár
afturat bæði til verka og
at gamni.
Hjartaliga tillukku
ynskir vinmaður tín
Heri Smith
síða3
yribils loyvi
at bróta grót
við Boðanes
Býráðið vil steðga grótbrotinum
Tórshavnar byråd
tykti á fundi hóskveldið at
boða friðingarmyndug-
leikunum frá, at framhald
av grótbroti við Boðanes
sam-
er í stríð við byggisam-
tyktina fyri Tórshavn
Men tað merkir hverki,
at grótbrotið verður steðg-
að nú, ella at málið er
endaliga avgreitt
Landsstýrið hevur givið
P/F Faroestone loyvi at
bróta grót við Boðanes í
verandi broti til 1. apríl
Hvussu so verður, er
ógvuliga ógreitt, tí málið
er bæði ídnaðarmál, byggi-
samtyktarmál og frið-
ingarmál. Haraftrat er tað
ein spurningur, um tað, at
P/F Faroestone fer at
bróta grót, skal skiljast
sum ein nýggjur sáttmáli
ella framhald av sáttmál-
anum, ið Feroya Mekan-
iski Grótídnaður hevði.
Men loyvið, sum er givið,
er treytað av, hvat friðing-
armyndugleikarnir siga.
25 ára gamalt
Feroya Mekaniski Grót-
ídnaður byrjaði at bróta
grót við Boðanes í 1961.
Tá var eingin friðingarlóg
og eingin byggisamtykt
fyri Tórshavnar býráð.
Taðer orsekin til, at grót-
brotið nakantíð kom at
vera har. Tá varð gjerdur
ein leigusáttmáli við Jarð-
arráðið vegna Landsstýrið
galdandi til 1992, sigur
Sjúrður Rasmussen, full-
trúi i Landsstyrinum.
So er tad fridingar-
spurningurin. I skrivi dag-
fest 6. januar i år hevur
fridingarnevndin fyri
Streymoyar syslu givid
P/F Faroestone loyvi til
framhaldandi grótbróting
úr brotinum á Boðanesi til
l. januar 1992, sum sátt
málin hjá Feroya Mekan
iska Grótídnaði gekk til
Men loyvið er
at Tórshavnar kor
treytað av
sigur ja. Fridingarn«
setir seg KK maniy
kommununa, sigur Rósin
Thorleifsson, formaður
friðingarnevndin
Yvirfriðingarnevndin
skal eisini viðgera málið
Rósing Thorleifsson sigur
at fridingarnevndin hevur
sent Yvirfridingarnevnd
ini málið, Jógvan
men
Andreassen, formaður
Yvirfriðingarnevndini,
sigur málið ikki vera kom-
ið so langt enn.
Um Tórshavnar komm-
una sigur nei, so verður
einki meira, sigur Rósing
Thorleifsson. Men gevur
kommunan loyvi, skal
fridingarnevndin fyri
Streymoyar syslu aftur
viðgera málið og gera
reglur fyri, hvussu grót
skal brótast, hvussu
hampast skal um ekið
0.s.v. Annars hevur Tórs-
havnar býráð arbeitt við
ætlanum um at niður-
leggja grótbrotið og at
gera tað so snegt, sum
einaferð ber til við eitt
slíkt sár.
Ógreitt
Byggisamtyktarspurning-
urin er tann mest ógreiði.
Okið er lagt av til almenn-
ing, til náttúrufriðingar-
mentanarlig og átrúnaðar-
lig endamál, sigur fíggjar-
nevndin í Tórshavnar bý-
ráð. Og tað fáa friðingar-
myndugleikarnir nú boð
um frá býráðnum. Sjálvt
friðað. so
býráðið tó geva loyvi
lendið er
haldandi grótbrót
ing. Men so kemur spurn
ngurin, um loyvi til P/l
Faroestone skal skiljast
sum framhaldandi virk
semi, ella tað verður tulk
kveldið helt Páll Petersen
at tað mátti vera eir
nýggjur sáttmáli, tí tað
grotx irkið er farið
likvidatión. Gur Ho
býararkitektur
heldur eisini, at í prinsipp
mar
Gal,
inum skuldi sáttmálin
verið burturfallin, tí grót
virkið, sum í sínari tíð
gjørdi sáttmála, er givið
við at bróta grót. Sáttmál-
in sigur, at um felagið
gevst, so kann loyvið ikki
latast eðrum uttan við
loyvi frá Landsstýrinum.
Ti má tað verða Lands-
stýrið, ið avger2, um
Faroestone kann yvirtaka
sáttmálan, ið gongur heilt
til 1. desember 1991, um
at bróta grót á Boðanesi.
Einki
fútaforboð
Á býráðsfundinum hós-
kveldið mælti Javnaðar-
flokkurin til, at býráðið
setti fútaforboð fyri fram-
haldandi grótbroti á Boða-
nesøkinum. Sum grund-
geving varð víst til al-
mennu byggisamtyktina.
Men tað uppskotið fall
ikki í góða jerð. Tað fekk
einans tvær atkveður og
fall sostatt.
randi
Fyri fyrst kann P/F Faroestone bróta grót í verandi broti við Boðanes