Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. januar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A SgSialurin. Utgevari: Ábyrgdarblaðstjóri: Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Eitt gott mål NÚ hevur lógaruppskotið um longri fritid við løn verið til 1. viðgerð á tingi, og hó- ast okkurt smávegis grenj frá høgraflokkunum, kunnu vit sláa fast, at tikid varð væl ímóti uppskotinum. SPURNINGURIN um nýggja lóggávu um fritid við løn er í tveimum: Tað snýr seg um at fáa til vega eina rættvísari skatting av frí- tíðarlgnini, soleiðis, at frí- tidarlønin ikki sum nú fær sera óhepnar fylgjur fyri skattatrekkið hjá løntakara, tann dag hon verður útgold- in. Uppskot landsstýrisins miðjar ímóti eini skipan, har tað slepst undan hesum óhepnu fylgjum og verður hetta gjørt við, at serstakar reglur fyri skatting av frí- tíðarpeningi verða settar við kunngerð, tó soleiðis, at fakfeløg sleppa at velja mill- um tvær skipanir. Sjálvur frítíðarpeningurin verður latin avvarðandi fakfelag ella almenna frítíðargrunn- inum í varðveitslu til løntak- arin fær frítíðarpeningin út- goldnan. HIN spurningurin snýr seg um, hvussu langa frítíð vit skulu hava. Sum kunnugt er frítíðin nú 5 vikur í flestu | grannalondum okkara og | hevur landsstýrið tí skotið | upp, at tað verður soleiðis her hjá okkum eisini. Tó verður frítíðin longd í stig- Fyritaksstjóri: Blaðfótk: Ljósmyndari: Uppseting: Prent: oddagrein um soleiðis, at fullar fimm vikur ikki koma í gildi fyrr enn í frítíðarárinum 89. Spell er, at frítíðin ikki kann verða hækkað alt fyri eitt, men sum stødan er á arbeiðsmarknaðinum í løtuni er tað nógv sum talar fyri einari stigvíðari longjan. SUM nevnt var undir fyrstu viðgerð á tingi nakað av grenji frå høgravonginum. Hetta snui seg mest um at nú skuldu fólk noyðast at halda frí, og nú varð gripið inn í galdandi sáttmálar. Hetta eru illa grundaðar at- finningar. Frítíð er arbeið- aravernd. Sum okkara fram- leid0sla er skipað td. á flakavirkjum við trýsti frá stempulklokku, merkjum og akkordtempo fyri tíma- løn, hava myndugleikarnir skyldu til at tryggja fólki hvíld og fritid. Uppskot landsstýrisins er tí gott og kærkomið. EFTIR standa nú tvey stór arbeiðaramál: longri barsils- hvíld fyri timaløntar løntak- arar og betri sjúkradag- peningaskipan. Vit vóna, at landsstýrið nú fer at skunda undir arbeiðið við hesum báðum spurningum. KUNNU vit, tá valskeiðið er runnið sláa fast, at verka fólk ið hvussu er fingu tey lyfti uppfylt, sum vóru givin í valstríðnum á hevsti 1984 Nr. Videoørskapurin Hetta skal vera eitt neyðarróp til okkara landsins myndugleikar. Tit kunna ikki vera blindir fyri, at video-film- ar floyma um alt landið sum hundaland. Vælsignaðir! Gerið okkurt fyri at steðga hes- um galskapinum, áðrenn galið verður. Tað er komið so vítt, at tey ungu brúka tað mesta av síni len til hesar skilaleysu filmar Kunna tit ikki sum eina neyðloysn geva Sjónvarpi Feroya meira pening til at økja um teirra sendingar ella fáa fatur á teim sate- littum, sum sveima beint uppi yvir okkum! Hetta mál er so álvars- ligt, at okkurt má gerast í stundini fyri at steðga hesi óhugnaligu selu. Einki er at ivast i, bleiv senditíðin viðkað í sjón varpinum, betti tað bein- anvegin um hesa ótolandi stoðu. Enn ein bøn til tykkum, sum stjarna sendingum, gev okkum meir av djóra- fiimum og nåtturufilmutn. So hevdu vit goldið okkara sjónvarpsgjald við gleði. Troyttur Prisansarin Ger so væl at svara mær nidanfyri standandi spurningi i Sosialinum leygardagin 25. i hesum. Hvør bleiv settur sum prisansari nú í hesum mánaðinum. Tað bleiv sagt 1 Utvarpinum friggjakvøldid, at eitt mannfólk var sett til starvið, mánadagin segði útvarpið, at ein kvinna var sett í starvið, tá ið starvið varð lyst í blød- unum, var lýst eftir manni sum prísansari. Ger so væl at svara mær hesum viðvíkjandi í blaðnum. P. | MÅLING * TAPET + TEPPIR VINYL * FLÍSAR * PARKET PROFA Miðbýurin N. Finsensgøta 25 Tórshavn TIf. 16066 Lesnaður til alla Fylg við, hvat hendir Landsfund í Klaksvík