Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-01-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. januar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn ' Útgevari: Abyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: Blaðfólk : Ljósmyndari: Uppseting: Prent: Ungdómur og stuðul! TAÐ VAR tingmaðurin Jákup Fr. Øregaard, sáli, sum einaferð segði í Tinginum, at í Havn vóru nógv til boð til B 36-ungdém, HB- ungdóm, fimleikarungdóm 0.0., men, spurdi hann, hvussu er við teimum, sum bert eru ungdómar ? TAÐ ERU mong ár síðani hesi orð vórðu søgd, men eins væl kundu tey verið søgd í dag. Harvid er ikki sagt, at tilboðini til ítróttar- og aðrar felagsskapir eru ov stór og ov góð, men vit hava lyndi at gloyma tann partin av ungdóm- inum, sum ikki er limur í tílíkum felagsskapum. Haraftrat er eisini ein heimur hjá ítróttafólki uttan fyri ítróttarhallirnar. HVØRJAR fritidarmøguleikar hava vit so at bjéda hesum ungu? Gøturnar, pylsuvognarnar og dansihølini. T.v.s. bert kommersi- elt undirhald, har tey ungu skulu vera tey passivu og gjaldandi. Spurningurin er so, um onnur tilboð kundu verið givin. Tað halda vit vera roynd verda. Í EINI ungdómssending herfyri hoyrdu vit formannin í Menta- málanevnd Tórshavnar Býráðs siga, at hesi ungu eiga ikki atw hesi ungu eiga ikki at takast fram um td. ítróttaungdóm, sum sjálvur er førur fyri at greiða spurningin um leiðarar og venj- arar. Kunnu hesi, so kunnu øll onnur eisini, verður ført fram. MEN SO einfaldan halda vit ikki spurningin vera. Í Havn er eitt so- kallað ungdómshús — Skansa- stova — sum til tíðir hevur virkað sera væl sum ungdómshús, har hópur av ungfólki er komin saman um ymisk ítriv. Tað hevur virkað væl ella illa, alt í mun til hver hevur staðið fyri fyrireiking- unum, og soleiðis vil tað altíð vera, tá frítíðarvirksemi bert verður rikið á tílíkan tilvildarligan hátt — uttan vegleiðing av nøkr- um slag. oddagrein VIT HALDA, at tílíkt frítíðarvirk- semi átti at verið lagt í fastari legu, og sum eina roynd átti eitt fólk at verið knýtt til húsið, sum kundu vegleitt teimum ungu í teimum spurningum og ivamál- um, sum stinga seg upp. Hetta fólkið skal ikki á nakran hátt vera barnagenta fyri tey ungu, men bert til hjálpar at gera teirra áhugamál til veruleika. EIN AÐALMUNUR á »Skansa- stovuvirksemi« og virkseminum hjå teimum vælskipadu og størru felagsskapunum er, at i td. itréttarfeløgunum eru fólk í ollum aldri. Eisini tey tilkomnu, sum gjøgnum felagsarbeiði hava nomið sær nógvar royndir, og sum tey nýta í hesum arbeiði. Í SKANSASTOVUARBEIÐINUM er annarleiðis. Her koma ungfólk úr 14 ára aldri og nøkur ár upp- eftir. Men sjáldan vera tey so leingi, at teirra royndir koma teimum yngru til góðar, tí tá hava tey eldru fingið onnur áhugamál og koma ikki i Skansastovu meira. Heldur íkki kunnu vit vænta og enn minni krevja av teimum, at tey skulu halda fram har sum vegleiðarar fyri onnur. UNDAN HVØRJUM vali verður dúgliga tosað um ungdómshús. Spurningurin er higartil kódnaður í berari vælvild. Eisini hevur bert verið tosad um hús, um høli, grundøki o.s.fr. men ongantíð um at geva teimum ungu nakað inni- hald í einum frítíðarvirksemi. Og skulu vit tosa í krónum, verður hetta heldur ikki tann stóra upp- hæddin. TAÐ SKAL tí vera okkara ráð: Setið fólk fyribils sum eina roynd, sum vegleiðari hjá teimum ungu. Tey ungu hava uppiborið annað alternativ enn passiva undirhaldið, sum í løtuni stendur teimum í boði. Nr. 11 28. januar 1986 LFÚ stuðlar Suðurafrika Á vári i fjør skipaði Landsfelag Feroyinga í Útbúgving fyri tiltakinum Norrønt Dagsverk. Hetta tiltak var vent imoti ti órættvísi, sum apartheid- politikkurin í Suðurafrika stendur fyri. Norrønt Dagsverk fevndi m.a. um eina miðvísa upplýsing um apartheidstýrið og stuðlar tess. Tiltakið varð stak væl móttikið og endaliga úr- slitið varð, at uml. 300.000 kr. vóru innsavn- aðar. Hesin peningur varð latin til suðurafrikanska kirkjurådid, sum peninga- ligur studul til arbeidi tess móti rasistiska styrinum i landinum. Eisini sigst, at LFU seinni hevur hildið fram við at arbeiða móti apart- heid á norðurlendskum steði. Men nakað annað sum foroyingar ikki vita nakað um, er, at LFÚ á ein annan hátt er við til at stuðla apartheidstýrinum í Suðurafrika! Eini 2 mánaðir aftaná Norrent Dagsverk, stovn- setti LFÚ nevniliga eina ferðamannastovu nevnd LFU-ferðir varð gjort í Hetta neyvum samstarvi við donsku ferðamannastovuna DIS- rejser. Gjøgnum LFU- ferðir kann ein harvið nýta oll tey ferðatilboð, ið DIS- rejser hevur at bjóða kundunum Eitt av teim ferðatil- boðum. ið verða tilboðin, er ein túrur til Suður- afrika! Havast skal her i huga, at fyri hverja ferð, ið LFU FERÐIR SELJA FYRI DIS-rejser — fáa teir ein prosentpart av kostnað- inum (ein sonevnd prov- ision). Hetta gevur LFU eina beinleiðis innteku av sambandi við apartheid- stýrið i Sudurafrika. Í Danmark hava fólka- kirkja og åvis feløg, heitt å samstarvsfelagan hjå LFU — DIS-rejser — um at steðga hesum sølupoli- tikki. Í hesum sambandi hevur selustjórin hjá DIS- rejser — Peter Kopper- nagel — hesa viðmerking til Ritzau-tidindastovuna: »Det er rigtigt at vi sælger rejser til Syd- afrika, hvis nogen beder om det. Vi kan jo ikke analysere den enkeltes formål med en rejse til Sydafrika. Det må vi som rejsebureau foreholde os neutralt til« Danska fólkakirkjan nýtir sambært Ritzau, orð sum »grotesk dobbelt- moral< um henda selupoli- tikk. Alt hetta grettir mini- DIS í Feroyum (LFU- ferðir) sjálvandi ikki eitt orð um, men í staðin hevur LFU (og harvið eis- ini dótturfelagið mini-DIS ella LFU-ferðir) miðvíst agiterað við, at teir for- døma apartheid. Leingi livi dupultmor- alurin!!! Við eðrum orðum: Ein og hver, ið hevur hug at vitja tað hvíta rasistiska Suðurafrika, kann fara inn á LFU-skrivstovuna og bíleggja sær ferðaseðilin. Við fullum vælsignilsi frá LFÚ. Zero Rós til Teknisku nevnd Tað skal verða sagt, at Tekniska nevnd Tórs- havnar Býráðs eigur stórt rós uppiborið fyri sítt avreksverk eftir einum ári. Eg vænti, at Tekniska nevnd hevur avrikað tað eftir einum valskeiði, sum hon ikki hevur avrikað seinastu trý valskeiðini, sum hevur ómetaligan stóran týdning fyri tey kommunalu arbeiðini inn- an Teknisku deild! Tað er gleðiligt at síggja, at ikki fyrr enn ein sjálvstýris- maur gerst formaður í Teknisku nevnd, kemur verulig vend í ellum viðv. tekniskum veitingum í Havnini og vitt kunna síggja úrslitini: Skatta- prosentið er nógv lækkað seinasta tíðarskeið, barna- frådråtturin øktur, og nógv verður gjørt fyri borgararnar! Atvildin til hetta er, at Tórshavnar Býráð hevur fingið lang- tíðar figgjar- og iløguætl- anir, og at tað eru tekn- isku veitingarnar, sum eru høvudsatvoldin til, at rakstrar- og vidlikahalds- útreiðslurnar vera mun- andi skerdar við ný- gerðum av vatn og kloakk og elmegisveitingum, so har tað er neyðugt, vera tær gomlu veitingarnar útskiftar og vit koma at hava innferingarnar til bygningar/sethús liggj- andi í jorð! Ein kann nevna onnur stóran týdning, at vit fáa betri ljósviðurskifti í Havnini, tá ið ljósmastrar verða settar upp at húsum og gerðum í øllum høvuds- og sidugøtum tey kom- andi árini og at ljós- mastrar/pelar vid luft- linjum í kantinum á gongubreytum vera at taka niður og ferðsluskelt- ini verða flutt frá kant- inum inn at húsum og gerðum, hetta loysir trupulleikarnar fyri, at vit fáa effektivari reinhald og kavarudding av gongu- breytum! Tá ið ein vil geva Teknisku nevnd Tórs- havnar Býráðs stórt rós, so er tað ti, at hon er meira effektiv og skynsom í sínum arbeiðshóttarlagi og við betri samstarvi við leiðandi menn innan Teknisku deild, uttan at sjálvstýrisformaðurin í Teknisku nevnd hevur slitið albogarnar á jakka sínum í mun til javn- aðarformannin í Teknisku nevnd, sum ikki hevur dugað at samstarvað við leiðandi = menn innan Teknisku deild, so har hevur ikki verið nógvur effektivitetur, tá ið albog- arnir á jakka hansara mega vera útslitnir. Tað, sum ein sipar til í hesum sambandi, er núverandi og fyrrverandi formann í Teknisku nevnd Tórs havnar Býráðs! Ein kann % verður nú byrjað uppá eitt nýtt tíðarskeið innan nevndu arbeiðir, sum ein freist um.Nú kemur bý- urin í næstum at fáa skipað reinhald og kava- rudding úti í teimum ym- isku býlingunum, sum seinri skulu samskipast og tað verður soleiðis upp á hóskandi stað í ellum bý- lingum, so her fara húsar- haldini eisini at sleppa av við alt ruskið. Meguliga verður ein konteynara- bilur keyptur í samband við Brennisteðina, og tað vil ikki dálka náttúruna og umhvervið í tann mun sum í dag! Og við nýgerð av gongubreytum/gøtum í Havnini skal tað vera so- leiðis, at gongubreytirnar skula hava eitt hall, so at vatnið rennur út í rennur- nar og gøturnar skula hava eitt hall frå midjuni út til báðar síður, so vatnið setir út í rennurnar og síðan í vegristurnar sum betast skal nakað um í næstum. Nú hevur ein nevnt nekur sjónarmið. Av eins stórum týdningi er at fáa broytt parkeringstíðirnar fyri alla parkering í mið- býnum, so tíðin verður avmarkað í øllum gjøgn- umgangandi og einvegis getum. meðan langtíðar parkering skal vera á størri parkeringsplássum Etlanin er at gera stórt tå