mikudagur 6. november 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 213 - 6. november 2002
23
Samráðingarnar
millum FCK og før-
oyska álopsspælaran
verða ikki tiknar
uppaftur fyrren síðst
í november
ÚTISETI
Jóannes Hansen
Í hesum kappingarárinum
er Todi Jónsson einasta før-
oyska umboðið í super-
liguni. Tað tykist liggja í
kortunum, at í hvussu so er
ein føroyingur verður í ella
í nánd av superliguni kom-
andi ár. Talan er um Jón
Róa Jacobsen, sum í fyrstu
atløgu er leigaður úr HB og
til Brøndby.
Um Todi Jónsson verður í
superliguni, og um hann
verður í FCK, er ógreitt.
Sáttmálaskeiðið
verður
runnið 30. juni 2003. Hóast
FCK
hevur
lagt
nýtt
sáttmálauppskot fyri Toda,
og hóast Todi hevur givið
til kennar, at hann er fegin
um at vera í FCK, og at
hann einki hevur ímóti at
halda fram í felagnum, so
er tað ikki greitt enn, um
hann fer at halda fram. Og
nú er greitt, at tað verður
einki avgjørt, fyrrenn hesin
mánaðin verður liðugur.
– Eg havi havt fund við
FCK leiðsluna um fram-
haldandi samstarv. Úrslitið
av fundinum var, at ongar
samráðingar verða aftur
fyrrenn eftir, at fótbólts-
kappingin verður farin í
vetrarfrí síðst í hesum
mánaðinum, sigur Todi
Jónsson
á
heimasíðuni
todi.fo
Uttanfyri av órøttum
Í kvøld skal FCK spæla í
fimta umfarinum í steypa-
kappingini. Teir skulu til
Herfølge, har gamla felagið
hjá Jákupi Mikkelsen tykist
hava fingið nýggjan íblást-
ur. Herfølge er fremst í 1.
deild, teir verða roknaðir
sum besta boðið upp á
uppflyting, og tað er einki
at ivast í, at FCK fer at fáa
úr at gera í kvøld.
Todi Jónsson er ímillum
teir útvaldu hjá FCK, og tað
eru góðar vánir fyri, at
hann verður ímillum teir
fyrstu ellivu. Peter Møller,
sum er toppskjútti í super-
liguni, og tískil verður
mettur sum fyrsta valið í
FCK álopinum, er so mikið
skaddur, at hann ikki verð-
ur á vøllinum í kvøld, og
Jörgen
Pettersson
var
mánadagin
ikki
komin
meiri fyri seg eftir lær-
skaðan, sum sunnudagin
helt honum burtur frá
Parkini, enn so, at hann
bara vandi við hálvari ferð.
Tí luktar tað av, at Todi
Jónsson og Sibisusu Zuma
fara at manna álopið hjá
FCK.
Í FCK er lagið sera gott.
Tá ið teir vandu mána-
dagin, var ein fjøld av
pressufólki kring venjing-
arvøllin á Frederiksberg.
FCK hevur fingið nítjan av
teimum síðstu 21 stigunum,
sum teir hava spælt um, og
hóast størri helmingurin av
kappingarárinum
fram-
vegis er eftir at spæla, so er
gulldeymurin longu ramur.
Men hóast tað so at siga
bara er undanvindur, og
hóast FCK er á aldu-
kambinum, so hevur Todi
Jónsson gjørt av at steðga
við sáttmálasamráðingun-
um. Tað ger hann, tí hann
ikki er vísur í, hvønn lut
hann er ætlaður at eiga á
vøllinum í framtíðini. Todi
sat á beinkinum í seks
dystum á rað, áðrenn hann
sunnudagin slapp upp í part
og varð valdur til dagsins
spælara. Og Todi dylur
ikki, hvussu hann hevur
kent tað at sita á beink-
inum:
– Eg havi sitið nógv á
beinkinum, og eg havi kent
tað vera av órøttum. Nú má
eg fáa at vita, hvar eg standi
ítróttarliga í felagnum.
Áðrenn eg skrivi undir
nýggjan sáttmála við FCK
er neyðugt hjá mær at fáa
eina greiða fatan av, um
ætlanin er, at eg eisini í
framtíðini skal siga so nógv
á beinkinum, sum eg havi
gjørt í heyst, sigur Todi
Jónsson, sum sunnudagin
vísti, at hann framvegis av-
gjørt hevur førleika at vera
við á hægsta støði.
Kappingarneytarnir hjá
Toda Jónsson eru fyrst og
fremst
Sibisusu
Zuma,
Peter Møller og Jörgen
Pettersson. Svenski FCK
venjarin,
Hans
Backe,
hevur verið við til at keypa
teir báðar seinast nevndu til
felagið, og í síðstu viku var
hann við til at avgera, at
nýggjur trý ára sáttmáli
skuldi skrivast undir við
Zuma. Todi hevur áður
sagt, at hann í heyst hevur
hildið, at venjarin hevur
havt serligan hug at brúka
spælararnar,
sum
hann
hevur verið við til at keypa
til felagið, og at hetta hevur
gingið út yvir spælitíðina
hjá Toda.
Støðan hjá Toda í FCK
og harvið møguleikin fyri
framtíðar samstarvi tykist
ikki minst verða treytað av,
um venjarin fram ímóti
vetrarsteðginum fer at geva
føroyska álopsspælaranum
spælitíð, og hvussu hann
fer at standa seg – um hann
yvirhøvur fer at sleppa
framat.
Todi kennir seg settan
uttan fyri av órøttum
Úrslitið av fundinum var, at ongar samráðingar
verða aftur fyrrenn eftir, at fótbóltskappingin
verður farin í vetrarfrí síðst í hesum mánaðinum,
sigur Todi Jónsson um framtíð sína
23
22
Nr. 213 - 6. november 2002
Orsakað av illveðrinum um vikuskiftið vórðu
fleiri bridgedystir í FM-liðkappingini í
Klaksvík avlýstir um vikuskiftið. Enn er óvist,
nær hesir verða leiktir
BRIDGE
Bogi Simonsen og Arnbjørn Sivertsen
Hví er altíð illveður, tá vit skulu
leika bridge í Klaksvík? Soleiðis
spurdi onkur, nú ið tey fyrstu um-
førini fyri lið skuldu leikast í Klaks-
vík. Ikki eru vit harrar yvir veðr-
inum, og seinasta vikuskifti vildi
føroyski veturin eisini hava ein fingur við í spælinum.
Leygardagin gekk eftir vild, og tvey umfør vórðu leikt.
Men sunnudagin høvdu leikarar ikki sitið leingi við
bridgeborðini, tá tað frættist, at strandfararskipið um
Leirvíksfjørð, Dúgvan, sigldi seinasta túr seinnapartin
klokkan trý. Avgjørt var tí, at avblása dystirnar, ið vóru í
gongd, so fólk fingu møguleika at sleppa til hús aftur.
Nær, ið teir avlýstu dystirnir skulu leikast, er ikki greitt
enn. Ein møguleiki kundi verið sunnudagin 2. februar,
dagin eftir at FM-semifinalan fyri pør skal leikast í Havn.
Junior Buss Taxa og Hallur Ellingsgaard
Eftir tvey umfør í 1. deild liggur liðið hjá Junior Buss Taxa
fremst. Á liðnum hjá Junior Buss Taxa leiktu Bogi Simon-
sen, Rói á Rógvu Joensen, Hans Jacob Petersen og Arn-
bjørn Sivertsen. Teir báðir ungu leikararnir Gunnar
Mouritsen og Høgni Vesturklett eru eisini við á liðnum,
men teir høvdu so frí í Klaksvík.
Í 2.deild vann liðið hjá Halluri Ellingsgaard báðar sínar
dystir við maksimum stigum og liggur sostatt klárt á odda.
Á liðnum hjá Halluri leika umframt liðskiparan eisini
Eirikur Joensen, Dia Petersen, Hans Egil Joensen,
Reimund Langgaard og Edmund Joensen.
Næstu ferð, leikt verður FM fyri lið, verður í Havn
vikuskiftið 22-24. november. Tá verða eftir skránni fýra
umfør leikt, og spælt verður bæði fríggjakvøld, leygardag
og sunnudag.
Úrslitini í Klaksvík:
Leygardagin 2.nov.
1. deild
Junior Buss Taxa — Jórun Johannesen
18-12
Allan Dal-Christiansen — Carl Mikkelsen
14-16
Símin Lassaberg — Jóna Grunnveit
16-14
2. deild
Dia Jacobsen — Hallur Ellingsgaard
01-25
Danny Transport — Eyðun S. Olsen
10-20
Jens Pauli G. Nolsøe — Petur Winther
10-20
Odd Fjallsbak — Marita Krosstein
08-22
Leygarkvøldið 2.nov.
1.deild
Jóna Grunnveit — Junior Buss Taxa
05-25
Allan Dal-Christiansen — Símin Lassaberg
25-05
Carl Mikkelsen — Jórun Johannesen
13-17
2.deild
Eyðun S. Olsen — Dia Jacobsen
2-18
Petur Winther — Danny Transport
17-13
Marita Krosstein — Jens Pauli G. Nolsøe
12-18
Hallur Ellingsgaard — Odd Fjallsbak
25-04
Sunnudagin 3.nov
Allir dystirnir avlýstir fyri veður!
Støðan 1.deild
1. Junior Buss Taxa
43
2. Allan Dal-Christiansen
39
3. Jórun Johannesen
29
4. Carl Mikkelsen
29
5. Símin Lassaberg
21
6. Jóna Grunnveit
19
Støðan 2.deild
Hallur Ellingsgaard
50
Petur Winther
37
Marita Krosstein
34
Eyðun S. Olsen
32
Jens Pauli G. Nolsøe
28
Danny Transport
23
Dia Jacobsen
19
Odd Fjallsbak
12
FM blandað pør
Leygardagin 9. november kl. 14.00 verður FM fyri
blandað pør (mix) í Bridgehúsinum í Gundadali. Spæld
verða umleið 40 spøl. Tey pørini, ið enn ikki hava teknað
seg, skulu gera hetta sum skjótast hjá kappingarleið-
aranum í FBS, Marjun Restorff, á telefon 31 91 42 ella 26
22 20.
Veðrið argaði
Sæð burtur frá VB, so
tykjast flestu kvinnu-
liðini sera jøvn.
Mikukvøldið fara
StÍF og Neistin at gera
av, hvørt av teimum
skal elta oddaliðið úr
Vági
KVINNUHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Eiansta faktum, sum hig-
artil hevur verið at líta á í
bestu kvinnudeildini, er, at
VB vinnur, tá tær eru á
vøllinum. Fyri hini liðini
hevur verið galdandi, at
avrikini hava verið sera
misjøvn, og tí tykist tað
mest sum í hvørjum ein-
støkum føri at vera púrasta
opið, hvussu tað fer at
hilnast.
Mikudagin skulu StÍF og
Neistin takast á Skála, og
hesin dysturin er einki
undantak í so máta. Fyri
báðar partar er galdandi, at
skulu tey hava ein møgu-
leika at fylgja við í oddin-
um, so krevjast helst tvey
stig burtur úr dystinum.
Hjá StÍF var tað uttan iva
eitt gott sálarligt skump, tá
tær vunnu á VÍF fyri viku
síðani, og nú skulu tær so
royna at fylgja upp á hend-
an sigurin. Stóri spurning-
urin er tó helst, hvussu
verður við Astu Petrau-
skiene. Hon meiddi sær
fótin móti VÍF, og tó at hon
helst verður á vøllinum í
kvøld, so kann hetta hugs-
ast at darva nakað.
Hjá Neistanum tykjast
allar at vera tøkar til dystin,
og einki er at ivast í, at tær
fara á vøllin fyri at prógva,
at tær framvegis eiga eitt
orð at siga í føroyska
hondbóltsoddinum. Hvussu
hetta fer at eydnast, er so
ein annar spurningur.
Seinnu árini hevur VÍF
verið greiður favorittur,
men nú líkist tað einum
rættiligum braki, tá
Kyndil kemur á vitjan,
og á Skála verður odda-
brak millum StÍF og
Neistan
MANSHONDBÓLTUR
Jákup Mørk
Tað er eingin ivi um, at
stóri klassikarin í føroysk-
um manshondbólti stendur
millum VÍF og Kyndil.
Mangan hava dystirnir ver-
ið bæði harðir og tættir,
men seinnu árini hevur tað
tókst, sum um einkarstøðan
hjá VÍF í mansoddinum
hevur tikið nakað av spenn-
inginum úr hesum dysti.
Í ár er tó øðrvísi. Bæði tí
VÍF longu hevur tapt tvær
ferðir, og sostatt hevur av-
dúkað nakrar veikleikar,
men eisini tí Kyndil nú
tykist vera betur fyri, enn
teir leingi hava verið.
Sámal úti
Hjá VÍF ræður í løtuni
kanska mest av øllum um
ikki at missa takið í odd-
inum, so í teirra verð er tað
helst bert ein sigur, sum
kann góðtakast. Tað mundi
tó vera dyggur smeitur fyri
gullvánirnar í Vestmanna,
at Sámal Joensen nú verður
úti fyri restina av hesum
kappingarárinum. Sámal
meiddi sær knæið herfyri,
og nú er so staðfest, at talan
er um krossbandsskaða.
Hjá Kyndli vóru hvørki
Janus Einar Sørensen ella
Hans Áki Dal-Christiansen
við seinast, men teir eru
væntandi tøkir mikukvøld-
ið. Tað er Hanus Jensen
hinvegin ikki. Hann fekk
reytt kort móti H71 herfyri,
og hevur tískil leikbann.
Oddabrak á Skála
Tveir aðrir dystir eru eisini
á skránni mikukvøldið. Í
Runavík kemur KÍF á
vitjan hjá Tjaldri, og tó at
talan er um tey bæði nið-
astu liðini á stigatalvuni, so
er lítið at ivast í, at KÍF eru
stórfavorittar. Tilgongdin
av útlendsku leikaurunum
hevur at kalla hamskift lið-
ið, og eftir at teir fingu tvey
stig burtur úr VÍF, er einki
at ivast í, at kollfirðingarnir
hava sett sær hægri mál enn
at vera partur av botn-
stríðinum.
Seinasti dysturin er á
Skála, har Neisitn kemur á
vitjan. Hetta er samstundis
talan um tvey av liðunum,
sum liggja best fyri í løtuni.
Neistin hevur kanska ikki
eins stór nøvn, sum teir
høvdu í fjør, men liðavrikið
hevur hinvegin verið fram-
úr hvørja ferð, og í løtuni
eru teir fremstir á talvuni.
Strandingar taptu fyrsta
dystin fyri Kyndli, men
síðani hevur talan bara
verið um sigrar, og fáa teir
enn eina ferð fult burturúr,
eru teir í øllum førum
ájavnir oddaliðnum í deild-
ini, so spennandi verður tað
undir øllum umstøðum á
Skála.
Eftir nøkur ár, har klassikarin
hevur tókst heldur vatn-
doyvdur, er lagt upp til satt
hondbóltsbrak, tá Kyndil vitj-
ar í Vestmanna mikukvøldið
Alt er opið
Tað verður ein dystur um, hvørt av liðunum skal fylgja við
oddinum, tá Neistin mikukvøldið vitjar á Skála
Klassikarin livir
C
M
Y
K
22
– Men teir koma eisini
øðrum í vanda, tí teir fáa
heldur ikki komið øðrum
til hjálpar, duga teir ikki at
brúka útgerðina.
Hann leggur tó dent á, at
hesar viðmerkingar einki
samband hava við teir sein-
astu tilburðirnar, har opnir
bátar hava siglt á land, tí tey
viðurskiftini kennir hann
onki til.
Fleiri møguleikar
Don Petersen vísir á, at nú
á døgum eru fleiri møgu-
leikar at fáa neyðboð frá
sær, skuldi ein álvarslig
støða tikið eg upp.
– Eitt er, hvat lógin krev-
ur, eitt annað er, hvat út-
róðrarmenn sjálvir hugsa
um at fáa sær umborð á
bátin fyri at hava so góða
trygd sum gjørligt fyri
teirra egnu skyld.
Eitt er vanliga neyðar-
kallið á vhf.
Men nú á døgum er eisini
eitt sum eitur »Digital
Selective Calling«, vanliga
stytt DSC. Á føroyskum
kallast hetta »talgilt úrvelj-
andi kall«.
Teir nýggju Vhf sendar-
arnir, sum ikki eru lógar-
kravdir, enn, í hvussu so er,
hava ein reyðan neyðknøtt.
Er vhf sendarin íbundin
GPS, opg trýst verður á
neyðknøttin, sendir hann í
somu løtu neyðarkall til
allar aðrar bátar við somu
útgerð og til Tórshavn
Radio, sum hevur vakt 24
tímar um samdøgurið.
Samstundis sum sjálv-
virkandi neyðarkallið verð-
ur sent, verður nummarið á
bátinum og ein heilt neyv
knattstøða eisini uppgvin
av sær sjálvum.
Don
Petersen
sigur
eisini, at tað ber eisini til at
fáa tól umborð, sum eitur
EPIRB.
– So títt og knapt hetta
tólið verður vátt, tvs, kem-
ur í sjógv, fer tað at senda
neyðarkall av sær sjálvum.
– So møguleikarnar at
tryggja seg eru góðir, men
tíverri eru tað nógvir, sum
als ikki brúka hesar møgu-
leikar, hvørki teir, sum eru
lógarkravdir og enn minni
teir, sum tað ber til at fáa
sær afturat.
– Eg veit ikki um tað er
tí, at teir ikki taka trygdina
í nóg stórum álvara. Men
tað er eisini ein sannroynd,
at tað er frægari summa-
staðni í Føroyum enn aðra-
staðni.
Don Petersen heldur, at
tað kann hava samband við,
hvussu lætt tað er hjá út-
róðrarmonnum at sleppa á
skeið í hesum viðurskift-
um.
– Men vit kunnu tíverri
ikki annað enn staðfesta, at
hetta er ein veksandi
trupulleiki hjá bjargingar-
myndugleikunum,
men
ikki minst hjá teimum
sjálvum, sum koma í neyð.
Og hann heldur, at ein-
asti máti at koma hesum til
lívs, er at upplýsa og at
geva øllum møguleika at
sleppa á skeið í økinum,
har teir búgva.
4.500 prógv
Don Petersen sigur, at leik-
luturin hjá Fjarskiftiseftir-
litinum er, millum annað,
at vera próvdómari, tá ið
skeið eru og at geva radio-
loyvi til bátin og loyvi til
menninar at brúka radioút-
gerðina.
– Vit hava latið eini
4.500 loyvi, men trupul-
leikin er, at menninir, ið
standa sum próvhavarar,
men at teir, sum í veruleik-
anum eru við bátunum, eru
aðrir menn, sum ikki duga
at brúka útgerðina.
Men hann skoytir eisini
uppí, at tað vísir seg, at
trupulleikin er størstur á
teimum minnu bátunum. Á
teimum størri útróðrarbát-
unum er støðan frægari,
men ikki nøktandi og um-
borð á teimum stóru skip-
unum er støðan heilt góð.
Óráð við
fartelefonum
Hann nevnir eisini hetta, at
fólk í størri og størri mun
seta álitið nú á fartelefon-
irnar.
– Fartelefonir eru hentar
at hava umborð sum alter-
nativt
samskiftisamboð,
men tær eru als ikki nøkt-
andi tá ræður um neyðstøð-
ur á sjónum.
– Tær hava t.d. ongan
neyðknøtt og í eini knapp-
ari vending er skjótt at
trysta skeivt nummar.
– Tað er eisini nógva
staðni, at fartelefonin als
ikki røkkur, tí onki net er
og tí eru tað óráð hava far-
telefon sum einasta neyð-
samskiftisamboð umborð á
bátum og skipum, sigur
Don Petersen.
framhald av síðu 8