Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. februar 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Hósviksbeorn telva hvert mikukvøld Mikukveld kl. 7 vita øll hósvíksbern hvar tey skulu fara. Upp á loftið í gomlu lærarhúsunum at telva. Her hava millum 20 og 30 bern í Hósvík so trúliga gingið eina ferð um vikuna har Sámal Christ- iansen hevur lagt teimum lag á. Bernini eru úr 5 ára aldri og upp í 11 ár. Tað vil so vera, at har so nógv børn koma saman í tilik- um aldri, so sita tey øll ikki still alla tíðina. Men tað er heldur ikki ætlanin, sigur Sámal. Tað stuttliga við bernum er, at medannøkur renna og larma uttan um tey, sum telva, nervar tað als einki. Hetta er ikki sum við teimum vaksnu. Hava tey hug at renna og spæla, so skulu tey eisini fáa loyvi til tað, sigur Sámal, og leggur aftrat at tað týdn- ingarmesta við tiltakinum er at bernini skulu kenna hetta at telva, sum eitt spæl. Fyri jól skipaðu tey fyri kapping, har ell fingu virðislen Í hesum umfarinum verður telvað út i april og so gevast um summari. Men Sámal hevur ætlanir um at byrja aftur til heystar. Sámal, sum á seinasta aðalfundi í Talvsamband- inum varð valdur í nevnd- ina heldur, at Talvsam- bandið hevur gjørt alt ov lítið fyri tey yngru. Í Talvsambandinum hava vit ofta tosað um hetta, uttan at nekur ítekilig ætlan er sett í verk. Tað eiga vit nú at fara undir, sigur hann. tor.- Heftiplástur i sjokolåtaplåtu FRUIT & NUT — frukt og nøtur — stóð uttan á sjokolåtaplåtuni, ein ung- ur maður keypti sær nú ein dagin í eini kiosk, men hann fekk tó meira fyri pengarnar enn so. Tá hann bytur í sjokolåtuna, kennist hon óvanliga seig, og eftir nærri kanningum, sær hann eitt heftiplástur koma til sjóndar í sjoko- látuni Hann bloytir sjokolát- una, so hann fær henda óynskta gest úr set- metinum og eftir liggur heftiplástrið — nóg stórt til at fjala yvir eitt hampiligt skursl. Men tað er oftast ein uggi í ellum. Á papp- irinum uttan um sjoko- látuna stendur, at Cad- | bury vónar at sjokolåtan gagnast tær væl, — if you are not entirely satisfied with it, please return the complete package... Tað hevur maðurin eis- ini gjørt. Sjokolåtan er nú á veg til Onglands — við heftiplástrinum, og vónar hann bert nú, at fáa eina nýggja uttan hefti- plástur tór.- Hver skal mín næsti leikur verða, hugsar fimm ára gamla Katrin, sum her telvar móti Halli, sum er seks ár = ú P's ). ; Eyðbjern, sum er seks ára gamal, sær ógvuliga hugsanarsamur út Sjokoláta og heftiplástur. Bæði eru góð. Men hvert til sína tíð Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og BUNKERS WORLD WIDE Day/ night economic bunkering whatever the time — wherever the port Vit borga fyri tygara rakstrartrygd við altíð at hava sámuligar prísir FINA MARINE LUBRICATING FAROE OIL og COMPANY P/F Traðargeta 38 - Postboks 2029 - Argir FR-3800 Tórshavn - Faroe Íslands einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Phone (009) 298 1 77 66 - Telex 81210 faroil fa