hósdagur 6. februar 1986síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 15 — 6. februar 1986
Ur tinginum
Síða 2
Fyri at avtaka
einkarrættin
til brunatrygging
Sjåldan hevur eitt ordaskifti i Løgtinginum verid so litid partapolitiskt litad, sum tå
nýggja brunalógin var til viðgerðar týsdagin. Øl vóru fyri uppskotinum um nýggja
brunalóg, men viðmerkingarnar vóru nógvar. Brunatryggingin var fyri herðum at-
finningum, og úr fleiri flokkum kom ynski um at avtaka einkarrættin hjá Brunatrygg-
ingini
Rættarnevndin fekk fleiri
góð ráð frá Legtinginum,
tá uppskotið hjá Lands-
styrinum um nýggja
brunalóg var til viðgerðar
týsdagin. Nú hevur rætt-
arnevndin fingið málið.
Uppskotið hjá Lands-
stýrinum byggir á tað álit,
sum ein nevnd sett av
Landsstýrinum í 1980
hevur latið úr hondum.
Uppskotið hevur eisini
verið til ummælis hjá ym-
iskum stovnum, sum hava
gjørt sínar viðmerkingar.
Galdandi reglur um eld-
slekking í Feroyum eru
ógvuliga gamlar — frá
seinastu eld. At neyðugt
er at fáa nýggja lóg, vóru
ei í Legtinginum samd
um, men tey hevdu fleiri
viðmerkingar til uppskot-
ið um nýggja lóg.
Sambært uppskotinum
skulu allar kommunur
hava skyldu til at hava
slekkilið. Fleiri kommun-
ur kunnu tó taka seg
saman og gera felags lið.
Kommunurnar skulu
sjálvar bera kostnaðin av
slekkiliðinum. Til at stýra
teimum kommunalu
slekkiliðunum verður sett
á stovn ein brunaumsjón
við fimm limum, harav
kommunurnar tilnevna
- tveir og løgreglan ein lim.
Landsstýrið tekur ikki
undir við nevndin. um, at
brunaumsjónin skal leggj-
ast undir Landsverk-
frødingin, men antin undir
onkran verandi almennan
stovn ella skal hon skipast
sum sjålvstødugur stovn-
ur. Eisini skal setast eitt
brunaráð, sum skal verða
rådgevandi og skal virka
sum tilbúningarráð (kata-
strofunevnd).
Kommunur
fåa størri åtreidslur
Fleiri tingmenn bóru ótta
fyri, at hetta fór at verða
ein tung fíggjarlig byrða
at áleggja kommununum.
Kommunurnar skulu eis-
ini allar hava brandnevnd,
ið skal hava samsýning.
Torálvur Mohr Olsen helt,
at tað fór at verða serliga
tungt hjá teimum smáu
kommununum, bæði við-
víkjandi útgerð og vatn-
ÉT
fS
B
Endamálið við lógini er at fáa skipaða eldslekking um alt landið. Allar kommunur
skulu hava slekkilið
veiting. Hann heitti á
rættarnevndina um at
kanna, um tær smáu
kommunurnar eru ferar
fyri at lúka allar tær treyt-
ir, sum lógin ásetur.
Nevndin, sum gjerdi
álitið, var samansett av
tveimum umboðum fyri
Arbeiðseftirllitið, fút-
anum og tveimum umboð-
um fyri Landsverk-
freðingin. Í ummæli sín-
um finst Feroya Komm-
unufelag at hesi samanset-
i g. Atfinningum hjá
kommunufelagnum tók
Eilif Samuelsen undir við.
Kommunurnar áttu at
verið umboðaðar í nevnd-
ini, segði har.1. Ti gav Vil-
helm Johannesen, lands-
stýrismaður honum seinni
undir orðaskiftinum rætt
í, men nú var einki at gera
við tað.
Eilif Samuelsen harm-
aðist, at kommunurnar
ikki vóru hoyrdar í mál-
inum, men hann ivaðist
ikki í, at fleiri teirra fóru
at taka væl ímóti tí
nýggju lógini.
Karin Kjelbro var hug-
stoytt av at lesa viðmerk-
ingarnar frá stovnunum,
sum hava ummælt álitið.
Teir hava gloymt at við-
gjørt sjálvt málið, og so er
alt druknað í tosinum um
Landsverkfreðingsstovn-
in, ið eingin bríggjar seg
um, segði Karin Kjelbro.
At hetta verður eitt
fíggjarligt tak, er eingin
ivi um, men ell mugu
verða fyri at tryggja seg
so væl sum gjørligt, segði
hon.
Og eitt, ið vendir aftur
ferð eftir ferð, er tann
vantandi landsplanlegg-
ingin í Feroyum. Komm-
unurnar eru smáar. At tær
ikki allar standa saman,
skal tað hava við sær, at
landið má taka um endan ?
spurdi Karin Kjelbro.
Brunatryggingin
virkar illa
Jógvan Sundstein býtti
málið í trý: tað fyribyrgj-
andi arbeiðið, um eldur
kemur í, og hvat gerast
skal, tá skaðin er hendur.
Hann helt tað ikki vera
órímiligt at draga trygg-
ingarspurningin fram í
hesum. Brunatryggingin
hevur einkarrætt til
tryggingina men fylgir
ikki serliga væl við tíðini.
Hann nevndi dømi um,
hvussu torført tað kann
verða at faa endurgjald
frå Brunatryggingini. T.d.
um hús, ið eru tryggjad
móti stormskaða, sum
fóru av vindi, men endur-
gjald fekst ikki, tí vind-
megin varð ikki máld at
vera nóg heg til at trygg-
ingin kundi taka við.
Hann mælti til, at trygg-
ingarspurningurin
varð tikin við.
Jákup Lindenskov helt,
at tað hevði verið meira
hóskandi, at lagt bruna-
umsjónina undir Vaktar-
& Bjargingartænastuna
heldur enn Landsverkfrød-
ingin. Landsverkfreðing-
urin skuldi verið tann leið-
beinandi stovnurin og tí
ikki eisini eftirlitið. Jákup
Lindenskov helt, at skal
spurningurin um trygging
eisini viðgerast í hesum
málinum, so tekur tað sína
tíð, áðrenn málið kemur
aftur fyri tingið. Men
hann tók undir við, at
tann spurningurin eigur at
verða vidgjørdur í hesum
málinum eisini. Eins og
Jógvan Sundstein setti
hann spurnartekin við, um
tað var rætt at hava eink-
arrætt til trygging og
mælti til eisini at kanna,
um ikki eftirlit skuldi
verið við tryggingini, so
vit koma á somu hædd
sum hini Norðurlondini.
€1Su..
Hvussu við
útoyggjunum ?
Ásbjern Joensen helt, at
tað, sum hetta uppskotið
krevur, er ikki meira, enn
nógvar kommunur longu
hava. Hann kundi hugsað
sær at fingið nærri at vita
um, hvussu ætlanin var
viðvíkjandi at hjálpa út-
Skattalógirnar
aftur á tingborð
Nú verður ikki so leingi, til uppskotini um broyt-
ingar í skattalógunum koma aftur á tingborð.
Tað eru tilsamans fýra uppskot, og tey vórðu
øll viågjørd undir einum 14. januar. Síðan hava
málini verið viðgjerd í skattanevndini, sum týs-
dagin legði fram álit sítt. Meirlutin í skattanevnd-
ini — samgonguflokkarnir — tekur undir við upp-
skotum Landsstýrisins men setir tó fram nekur
broytingaruppskot.
Trý av uppskotunum legði Landsstýrið fram,
meðan Fólkaflokkurin átti tað fjórða
Fólkaflokkurin í skattanevndini er bara fyri sín-
um egna uppskoti, men tekur tó undir við pertum
av uppskotum Landsstýrisins. Sambandsflokkur-
in í skattanevndini tekur ikki undir við nekrum
uppskoti, men kann tó atkveða fyri onkrum í upp-
skotunum
Sambandsflokkurin setir eisini fram
síni broytingaruppskot
Skjótt framlegusteðgur
Endi sæst nú á hesi tingsetuni. Legtingsfor-
maðurin hevur boðað frá, at 20. februar verður
steðgur settur fyri fleiri uppskotum í hesi tingset-
uni, og hann miðar ímóti, at Legtingið kann fara
heim 14. mars. Tað verða onkur slit í tingarbeið-
inum tær næstu vikurnar, men nógv mál verða
hjá Legtinginum at viðgera, áðrenn tað kann fara
heim. Heilt nógv mál eru til nevndarviðgerð enn,
sigur Jákup Lindenskov, legtingsformaður.
oyggjunum. Hann helt tað
vera eitt gott hugskot at
skipa brunaumsjónina
undir Vaktar- & Bjarging-
arstovnin
Asbjern Joensen fegn-
aðist um, at spurnartekin
varð sett við monopolið
hjá Brunatryggingini. Tað
er eisini gjert í samgongu-
skjalinum. Hann helt tað
ikki fara at verða verri,
um tryggingin fekk onkr-
an at kappast við.
Brunatryggingin
segði nei
Tað vóru fleiri enn so, ið
høvdu hug at finnast at
Brunatryggingini. Jogvan
Olsen nevndi dømi um, at
Brunatryggingin ikki
hevði viljað latið endur-
gjald. Saman við eðrum
hevði hann brúkt útgerð-
ina á báti til eldslekking,
og tá farið varð til Bruna-
tryggingina at biðja um
endurgjald, var svarið nei.
Brunatryggingin vildi
einki gjalda. Hann helt
randi
på
tað annars vera órímiligt,
at kommunurnar skuldu
bera allan kostnaðin av
eldslekkiliðnum. Bruna
tryggingin átti at borið
sín part, helt hann
Vilhelm Johannesen,
sum hevur lagt uppskotið
fram, gjerdi viðmerkingar
til tað, sum hinir tinglimir-
nir segdu. Til at komm-
unurnar fáa álagt fleiri
uppgávur, segði hann, at
soleiðis er tað í so nógvum
eðrum førum. At komm-
unurnar við lóg fáa álagt
skyldur, sum eisini bera í
sær figgjarligar útreiðsl-
ur. Um útreiðslurnar
verða hegar kann tað ikki
loyva, at krevini til eld-
slekkiong verða linkað.
Tað er ein annar spurning-
ur. Eru kommunurnar ikki
førar fyri at gjalda hesar
útreiðslur, so mugu vit
taka spurningin um inn-
tekubýti millum komm-
unur og landið, segði Vil-
helm Johannesen.
randi