Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Í Í i | ps Í | FJØLMIDLARNIR nógv umreddir nú í seinastuni. | Bæði á tingi, á pallborðsfundum Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 78, 3800 Torshavn Utgevari: Åbyrgdarbladstjori: Fyritaksstjøri: Blaðfótk : ljósmyndari: Uppseting: Prert: Dubba seg mentanarliga hava verið og annars í fjølmidlunum sjålv- um, har kvinnur sum menn hava sagt sína áskoðan um fjølmidla- spurningar. Her er so bæði talan um verandi fjølmiðlar og teir, sum í framtíðini koma aftrat — føroyskir sum útlendskir. NÚ um dagarnar varð skipað fyri einum pallborðsfundi í Norður- landahúsinum, sum umreddi spurningin fjølmidlar og fylgi- sveinar. Tíanverri endaði hesin fundurin, sum so mangir aðrir pallborðsfundir við 7-10 luttakar- um, á slíkan hátt, at fólk fóru rættiliga fåtøk avstaðaftur, tí lítið og einki nýtt og konkret kom fram. Kortini var okkurt, sum vit vilja draga fram her. {| FLESTU pallborðsliuttakararnir vóru á einum máli um, at vit kunnu og skulu einki gera fyri at forða teimum mongu útlendsku fylgisveinunum at røkka inn í okkara egnu stovur. Hetta eiga vit bert at taka sum eina avbjóð- ing. Ístaðin eiga vit heldur at duba okkum mentanarliga. T.v.s. at vit eiga at skapa betri umsteður fyri fjølmidlavirksemi her á landi, og um somu tíð geva mentanarlív- inum annars betri kor at virka undir. HETTA taka vit fult og heilt undir við. Spurningurin er so, hvussu hetta kann gerast, og her eru uttan iva mangir vegir at ganga. Fleiri pengar til listafólk, fleiri pengar til útvarp og sjónvarp, meguleikar hjá privatum at fara undir sjónvarp og útvarp os.fr. Hetta eru spurningar, sum ikki vóru so nógv umreddir á pall borðsfundinum. HÓAST pallborðsfundurin í ein ávísan mun var eitt vónbrot, so kann ein tó siga, at hann gav eitt greitt svar, nevniliga at vit mugu | brúka meiri pening og orku til mentanarvirksemi her á landi. | Hvussu hetta kann skipast og fremjast er so ein annar spurning- ur. Landsstýrismaðurin í menta- málum helt m.a., at privat feløg eiga at fáa loyvi til at gera sjón- varpssendingar. Um hetta er eitt | stig á leiðini til at hava nakað at | standa ímóti eimum útlendsku fylgisveinunum, er so ein annar spurningur mentanarliga og heldur leypa á enn verja okkum móti útlendsku árinunum, so er neyðugt við ein- um mentanarpolitikki, og slíkum sóknaðist ein av pallborðsluttak- arunum eftir á fundinum. skulu vit dubba ÁHUGAVERT var eisini at hoyra, at tørvurin á fólki at starvast innan fjølmidlarnar er sera stórur og tí varð skotið upp, at blað- mannaútbúgving eigur at verða sett á stovn í Føroyum. Spurn- ingurin er so eisini her, um hetta er ein partur av tí tørvandi ment- anarpolitikkinum. Kann ein føroysk blaðmannaútbúgving vera við til at dubba okkum ment- anarliga ! SPURNINGURIN um monopol- støduna hjá útvarpi og sjónvarpi hevur verið nógv frammi í tjak- inum eisini. Her eru fleiri meining- ar. Tað eru tey, sum halda, at best er at varðveita almennu monopol- ini, tí tá fáa vit ser:dingar og tilfar, sum ikki er bundið av privatum og fíggjarligum áhugamálum og tiskil tann mest reiðiliga, sakliga og óhefta journalistikkin. So eru tað hini, sum halda, at monopolini virka alt ov stirvin og forða fyri einum frælsum orðaskifti. Tey halda, at vit kunnu ikki forða gongdini, sum er aðrastaðni, har privat sjónvarp og útvarp vindur alt meira upp á seg. KOMANDI vikuskifti hevur Føroya Blaðmannafelag aðal- fund, og tá verður júst evnið við- víkjandi monopolstødini hjá út- varpi og sjónvarpi til viðgerðar. Spennandi verður at frætta, hvat spyrst burtur úr, tá fjølmiðlafólk sessast við sama borð at tosa um so álvarsligan spurning. VIT kunnu bert fegnast um, at fjølmiðlarnir i Føroyum hava ment seg so mikið, at teir skapa grundarlag fyri einum breiðum og sakligum orðaskifti um flestu samfelagsspurningarnar. Hver er fyri og ímóti hesum og hasum er tá ikki so umráðandi, sum tað at skapa umsteður fyri einum orða- skifti. TAÐ er tí helst ein sannroynd, at ein av høvudstreytunum fyri, at vit kunnu dubba okkum ment- anarliga, er at betra um umstødurnar hjá fjølmidlunum, soleiðis at teir verða førir fyri eitt nú at løna listarfélki o.ø., sum gera arbeidi fyri teir iamu - 1 | | Nr. 15 — 6. februar 1986 FR brødralag — triggjar ferðir um vikuna — við nýggjum útvarps- og sjónvarpsískoyti hvønn leygardag tað, ið eftir er av jan. ársfj. fyri bert 50 krónur. Hygg og Hoyr er slugt blað við eykaliti, ið tygum fáa ókeypis við hvørjum leygardags-sosiali. Takið blaðið út, og lesið um útvarps- og sjónvarpssendingarnar fyri alla vikuna. LÆ) Í tog Få | I Ja! Eg tekni meg sum haldara av Tíð- indablaðnum Sasialinum og fái tey blød 3 um vikuna umframt sjónvarpsblaðið Bæ Hygg og Hoyr hvørja viku, tað ið eftir er av = jan. årsfj. 86, fyri kr. 50, Navn: Bústaður: 7,140 byil ) i HU «Hil M) TIFLER 5140) i tis 4 Tr H