hósdagur 6. februar 1986síða 18
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18
Atli Dam, løgmadur:
Vónandi fáa vit
eina skilagóða
semju við SEV
— sum tryggjar, at mest meguligt av SEV-ætlanini verður varð-
veitt og av tí arbeiði, sum longu er gjørt — og samstundis
tryggjar, at tað, sum restar í av orku, fæst til høldar.
M.a. hetta sigur Atli Dam, løgmadur í samrødu við Sosialin,
nú landsstýrið hevur fingið eitt álit um útbygging av vatnorku-
møguleikum i hæddini i Eysturoynni.
Vit spurdu fyrst løgmann, hví landsstýrið hevur tikið stig til
at seta ein arbeiðsbólk at koma við einum slíkum áliti. Hann
sigur:
— Alitid er gjørt — fyri at
fáa vissu fyri, at tær út-
rokningar, sum hava fyri-
ligið um útbygging í
hæddini í Eysturoynni,
eru rættar — og so vísa, at
meginparturin av avfall-
inum er í erva, og at mest
orka tí fæst burtur úr við
at savna hetta í 300 til 350
metra hædd og síðani
koyra tað oman til sjóvar-
málan.
Okkurt skilagott
burturúr
— Eg vóni, sigur Atli Dam
víðari, — at hetta álitið
kann nýtast til nakað
skilagott — til eina skila-
góða samráðing millum
SEV. landsstýrið, Orku-
ráð og aðrar, soleiðis at
tað frægast meguliga úr-
slitið fæst burtur úr.
Legmaður vísir í hesum
sambandi á, at hann tí
hevði ætlað at hetta álit
skul; vera meira »okkara
millum«, men í tíðini vit
liva í er ikki gjerligt at
dylja nakað fyri pressuni
— og tað skal tað heldur
ikki, og vit skulu eisini
hava eina frælsa pressu
sum sakliga viðger sam-
felagsspurningar, men eg
vildi ynskt, at hevi beyðst
til eina sakliga samráðing
við SEV um eina semju
ella eina neyðsemju, áðr-
enn ein verulig agitatorisk
blað-. útvarps- og sjón-
varpsviðgerð tekur seg
upp
30 mill. kr. ónýttar
í havið!
— Tað, sum hetta málið
snýr seg um, sigur Atli
Dam víðari, er ikki meira
ella minni prestisja hjá
nekrum. Tað snýr seg um
at byrgja fyri, at einar 25-
30 mill. kr. árliga í ell ár
fram í tíðina skulu sleppa
at renna ónýttar í havið.
Er tað so, at 25-30 mill. kr.
meira kunnu vinnast í inn-
tøku árliga, um SEV bert
vaðar sær hesar metrar
upp á vestursiduni á
Eysturoynni, so ber hetta
jú ein rættiliga stóran
kostnað og minkar týdn-
ingin av eini meirílogu,
sum bert er-einaferð, og tí
vóni eg, at tað nú ber til at
fáa eina skilagóða semju
við SEV, sum tryggjar, at
mest meguligt av SEV-
ætlanini verður varðveitt
og av tí arbeiði, sum longu
er gjert og samstundis
tryggjar at tað, sum
restar í av orku, fæst til
heldar.
SEV viðurkennir !
— Tá nú landsstýrið setir
ein arbeiðsbólk at viðgera
vatnorkuspurningar í
Eysturoynni og SEV
longu hevur brúkt nógvan
pening til kanningar-
arbeiðið, er tað tá ikki at
taka SEV av ræði?
— Tað er eingin loyna,
at ein meirluti í landsstýr-
inum hevur mett, at ein
nakað eðrvísi skipað út-
bygging gav meira orku.
Tað hava vit eisini fingið
at vita frá serfreðingum
fyri langari tíð síðani, og
SEV sjálvt viðurkennir
hetta í einum áliti, sum
teir handaðu landsstýr-
inum í oktober mánað í
1985. Og tá so er, so haldi
eg tað er neyðugt at við-
gera henda spurning, so
rætt sum til ber. Eg leggi
ikki í at koma inn á meira í
letuni.
Bestu orkuloysnir
— Um nú SEV als ikki fer
at lurta eftir landsstýr-
inum, merkir tað so, at
landsstýrið fer at taka
dystin upp við SEV?
— EG leggi ikki í at
leggja upp til nakrar
konfrontatiónir framman-
undan eini samráðing við
SEV, so slíkar hypotet-
iskar spurningar leggi eg
ikki í at svara. Eg rokni
við, at innast inni eru
menn so samfelagshug-
aðir, at teir eru fyri at fáa
tær best meguligu orku-
loysnir fyri samfelagið,
sum kunnu fáast.
Tað, sum málið snýr seg
um, er ikki ein dystur mill-
um landsstýrið og SEV.
Tað er ein avvegan millum
tvey sjónarmið: ein rætti-
liga rúman meguleika fyri
at kunna hava ein regul-
ator í elveitingarskipanini
við eini stórari vatn-
goymslu — og so hitt,
hvussu nógv skal ein
gjalda í mistari orku fyri
henda regulator.
Ongantid gjørdar
kanningar i
hæddini
— Tá nú SEV hevur brúkt
so nógva orku og pening
til at gera kanningar í
Eysturoynni, so tykist tað
rættiliga legið, at teir ikki
hava gjert tær kanningar,
sum hesin seinasti
arbeiðsbólkurin nú hevur
gjørt!
Tad er nokk tiverri so,
soleiðis sum bæði Berdal
og Orkuráðið hava víst á, |
og sum SEV eisini hevur
fráboðað, at tað ongantíð
eru farnar fram veruligar
kanningar av orkumegu-
leikum við útbygging í
hæddini. Norðurparturin
av Eysturoynni er ongan-
tíð kannaður fyri megu-
leikarnar í hæddini. Og
hetta kemst sjálvsagt av,
at SEV frá byrjan hevur
valt tann meguleikan,
sum liggur í teirri sterru
reguleringstrygdini, men
minni orku.
Atli Dam, legmaður: — Landsstýrið hevur sambært
reglugerð fyri SEV skyldu til at gera sær metingar um,
hvussu rådiligsr tær ílegur og tann príspolitikkur, sum
SEV rekur, eru.
Oljuinn-
flutningurin
Samfelagsliga sæð sær tað
í letuni út sum at man við
at fremja hesa útbygg-
ingin alla vestursíðuna av
Eysturoynni í 140 metra
hædd missir fyri einar 30
milj. kr. árliga í inntøkum,
og hesar skulu so fáast til
vega við at framleiða
streym við motororku og
við einum framhaldandi
innflutningi av olju.
Innflutningi av olju
sleppa vit ikki undan, tí
tað verður framvegis so,
at meginparturin av tí
orku, sum SEV skal lata,
verður framleiddur við
motororku, men tað at
kunna spara oljuinnflutn-
ing, sum svarar til fram-
leiðslu av streymi til einar
30 mill. kr. árliga, tað er
eisini vert at hava við í
myndini.
— Eg vóni, at vit fáa eitt
skilagott samstarv við
SEV, nú vit fara undir
hesar samráðingar seinna-
partin.
Kendu okkum
ikki tryggar
— Um so er, at SEV íkki
ynskir at laga seg eftir
ynskjunum frá landsstýr-
inum, fer tað so at fáa av-
leiðingar, at landsstýrið
fer at siga nei til SEV um
at taka lån?
Nr. 15 — 6. februar 1986
— Eg vil ikki kommen-
tera handa spurningin, tí
hatta er at leggja upp til
eina hypotetiska kon-
frontatión.
— Men hví hevur lands-
stýrið ikki svarað SEV og
játtað teimum loyvi at
taka lán til SEV-út-
byggingina ?
— Tað er sagt frá fyri
langari tíð síðani, at lands-
stýrið kendi seg ikki trygt
við eina útbygging, sum
ikki fór hægri upp enn til
140 metrar, og at vit
ynsktu, at hesin spurning-
urin varð kannaður nærri.
Eisini orkuráðið mælti til
at kanna henda spurning-
in meira gjella og sambart
reglugerðini, sum er gald-
andi fyri SEV, so skal
landsstýrið meta um,
hvussu ráðiligar tær
ílegur og tann prís-
politikkur, sum SEV
rekur, eru, og tað er ein
partur av tí skyldu, sum
landsstýrið = hevur at
fremja slíkar metingar.
Skylda okkara
— Málið hevur einki við
tað at gera sum ávís bleð
og persónar vilja hava tað
til, at landsstýrið her vil
jarðleggja ein kommun-
alan felagsskap, við at
undirmeta hansara
arbeiði. Tverturímóti er
talan um, at landsstýrið
hevur skyldu til at fylgja
við tí, sum SEV fyritekur
sær og ikki, sigur Atli
Dam at enda.
jan
útvarp føroya
Hósdagur 6. februar
09.30 Isle of Man: Átta ferðafólk fyri
íbúgvan
11.01 Fiskivinnutátturin
14.01 Ur sjónleikarseguni I
14.30 Løg mær dåmar
15.01 Dagsins poppur
19.00 Reportasja
19.30 ToTo
Tónleikasending hjá Janusi
Petersen
29.00 Meg minnist
Fríggjadagur 7. februar
09.30 Reportasja
11.01 Um seyð og av seyði (e)
14.91 Fiskivinnutåtturin (e)
14.30 ToTo
Janus Petersen.
15.00 Ungdómssendingin: Føroyahølini í
Keypmannahavn. Hvat hendir og
hvør kemur?
19.00 Meldurin.
Sonne Smith
Konsert-
vitjan
Komandi viku fær Kon-
sertfelagið vitjan av
floytuspælaranum Ernst
Dalsgarð, ættaður av
Velbastað og Nahomi
Suzuki, pianisti úr Japan.
Tey bæði fara at spæla í
miðhellini í nýggja skúl-
anum í Vestmanna týs-
kveldið 11. februar kl. 20.
Mikukveldið kl. 21 hava
tey konsert í Fuglafjarðar
kirkju og hóskveldið kl. 20
verða tey í Norðurlanda
Húsinum. Hetta er fyrsta
tiltak Konsertfelagsins í
ár.