Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-08, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. februar 1986síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 2. februar 1986 Konsert í heimsklassa Fyrsta tiltakið hjá Kon- sertfelagnum í ár verður í Miðhellini í nýggja skúl anum í Vestmanna. Tað verður konsert við floytu- spælaranum E:nst Dals- garð av Velbastað og Na- homi Suzuki, pianisti úr Japan. Konsertin í Vestmanna verður týskveldið kl. 20. Onnur konsertin við íeimum báðum verður í Fuglafjarðar kirkju miku- kveldið kl. 21. Hóskveldið kl. 20 hava tey konsert í Norðurlanda Húsinum. Framførd verða verk av J. S. Bach, Claude De- bussy, Henri Dutilleux, Alberto E. Ginastera, Frank Martin, Fr. Chopin og Francois Borne. Skráin fevnir bæði um solospæl og samanspæl. Ernst Dalsgarð er fødd- ur í 1959. Hann kom inn á Kongaliga danska mus- ikkkonservatoriið í 1982 og hevur havt Poul Birke- lund, professara, Jens Boye Hansen og Henrik Svitzer sum lærarar i Keypmannahavn. Ernst var å sumri i 193 i Íslandi og fekk tímar frå Bernhard Wilkinson og hevur hann eisini luttikið á Master class við Allan Marion. Ernst Dalsgarð hevur luttikið á kon- sertum í Íslandi, Noregi, Danmark og Feroyum. Nahomi Suzuki er fødd í Ernst Dalsgarð, spælir floytu Osaka í Japan í 1960, og byrjaþi sum fýra ára gom- ul at spæla klaver. Hon hevur lært á Guildhall School of Music and Drama í London, har hon m.a. í 1981 vann >Premier Prix<. Nahomi Suzuki hevur eisini fingið nógvar aðrar virðislenir. M.a. Inter- national Junior Music Competition of Barcelona i 1977. Hon hevur havt nógvar konsertir víða um í heim- inum. Mikudagin handaði Lions-felagsskapurin býráðnum lyftina, teir hava latið svimjihøll- ini í Havn. Hetta er lyfta til rerslubrekaðar svimjarar, sum fer at gera tað munandi lættari hjá teimum brekaðu at nýta svimjihylin. Á myndini síggja vit umboð fyri Lions, Robert Poulsen, Hans Hansen og Dánjal Magnussen, fyri býráðið Poul Michelsen og Jan Christiansen, fyri svimjihellina Hera Olsen og fyri ÍSB Johan Samuelsen. | Í | i | Heftiplastrið — sum bleiv til 24 sjokolátaplátur Síðsta leygardag høvdu vit eina søgu um ein óhepnan mann, sum fann eitt heftiplåstur í eini sjokolåtaplåtu, hann hevði keypt sær. Av somu orsek hevur tann parturin av sjokolåtuni hann åt, áðrenn hann beit í heftiplástrið, helst ikki gagnast honum serliga væl, men vónanui hevur hann ikki fingið vaml fyri sjokolåtu fyri allar ævir. Tí nú hava vit ikki færri enn 24 plátur av sjokolåtu liggjandi til hansara. Tá Cadbury-umboðið í Feroyum las Sosialin leygardagin, gjørdu tey skjótt av. Í vikuni komu tey út á Sosialin við einum heilum kartongi av sjokolátu, sum vit vóru biðin um at lata manninum. Vit vilja tí hervið gleðiliga boða honum, sum vendi sær til blaðið við >sjoko- låtasøguni« frå, at tær 24 sjokolåtaplåturnar eru i okkara varåveitslu, og at hann er vælkomin eftir teimum. Sigast må, at hann, fyri éeydnu sina, hevur fingið plástur á sárið... tór.- P FRUIT&NUT MÅLING + TAPET + TEPPIR VINYL * FLÍSAR * PARKET TIf.16066. * Lo ————""iÞW——