leygardagur 8. februar 1986síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Hitt ljós
á
gøtu mint
enke = …—-
8. febr. 1986
v/ Johs. A. Næs
»Ti at ein og hvør, sum setur seg
sjålvan høgt, skal verda settur lågt,
og tann, sum setur seg sjålvan lågt,
skal verda settur høgt«.
(luk. 14,11)
Jesus varð boðin i veitslu. Og hann fór hagr,
hann varð boðin, men hann var hin sami har
sum altíð.
Í hesari veitslu ansaði hann eftir, at gestir-
nir leitaðu sær teir hægstu sessirnar við
borðið. Tað var trongdin til at lata fólk vita
av sær, ið gjørdi seg galdandi.
Hesa trongd sær Jesus, hvar ið hann
vendir eygu síni í hesum heimi. Eisini mill-
um vinir sínar. Hetta sýnir seg á ymiskan
hátt. Ikki bert soleiðis at menniskju leita
sær hinar hægstu sessirnar, men eisini á
tann hátt, at tey leita sær teir lægstu, sum
tað kann /ekja mest ans og verða mest rós.
Trongdin til at lata menniskiu vita av sær er
óivað ofta avgerandi fyri veran okkara og
flestar gerðir hjá okkum menniskjum. Og
hin vegin heldur hon okkum burtur frá
mongum góðum og neyðugum gerðum, tá ið
tað ikki er útlit til, at menniskju geva far um
tær ella fáa at vita av teimum.
Mong eldhugað kristin fólk hava mist hin
brennandi hugin, tí hjarta teirra so við og við
ke seg drigið at teim hægstu sessunum og
tráaði eftir kensluni av, at fólk undrunarsom
hí i eftir teimum og sóu upp til tey. Og
varð ein ikki virdur — tikin fram í múgvuni
— saður ella spurdur, so var har ein mis-
negdur maður ella ein misnegd kvinna
at
Bjargingin frá hesari send er at koma
læ sigur Jesus, koma nidur undir krossin,
so fáa vit fyrigeving fyri okkara stóru tankar
um okkum sjálvi. Hann, ið hvenn dag liggur
undir Kristi krossi, krevur ongantíð høgan
sess millum menniskju. Hansara stersta
gáta er, at Gud tolir hann. Og hansara næst-
storsta gáta er, at menniskju leggja lag í
hann og vilja hava hann í tænastu.
Lækna-
vaktirnar
Tórshavn:
Ellefsen, tlf.
Vágar: TIf. 32413
Suðuroy (norður):
TIf. 71550
Suðuroy (suður):
Andor
12233,
leygardag og Annika
Olsen, tlf. 17700,
sunnudag.
Eysturoy: Sigvald
Kristiansen, tlf.
41517, leygardag og
Pål Olsen, tlf. 47010,
sunnudag. ;
Norduroyggjar: Olav-
ur Gaard, tlf. 56900
Tlf. 73030
Tannlækna-
vakt, Torshavn
Brådfeingishjålp
fæst i dag og i morgin
kl. 13.00-14.00. Tlf.
14544.
|
Gudstænastur i føstuinngangi
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Kjartan Mørkøre
Kirkjubøur: Høgni Poulsen
Nólsoy: Ejvind Vilhelm kl. 12.00, altargongd
Kollafjørdur: Marjun Bæk kl. 12.00, altargongd
Hvalvik: Martin R. Jacobsen kl. 12.00, altargongd
Norðskáli: Emil Olsen kl. 12.00, altargongd. Talvan
gongur til frama fyri sunnudagsbladid.
Geta: Torkil Beder, altargongd
Selatrað: Petur Petersen kl. 12.00, altargongd
Nes: Jákup Kass, altargongd
Klaksvík: Henning Bøgesvang og Oluva Laksá, altar-
gongd
Húsar: Elsa Funding, altargongd
Hvannasund: Jógvan Johansen kl. 12.00, altargongd
Miðvágur: David Johannesen kl. 11.00
Hvalba: Birgitte Johannesen kl. 12.00
Sandvík: Birgitte Johannesen kl. 18.00
Øravik: Jónsvein Bech, altargongd
Porkeri: Bjarni Bæk kl. 18.00
Sumba: Bjarni Bæk kl. 12.00, altargongd
Salem, Tvøroyri
Møti eru i kvøld kl. 20.00 og i morgin kl. 16.00 og 20.00
um Timoteusarbrøvini.
Vitjan norðureftir.
Addaba
til áminningar
Tann 22. januar andaðist Adolf Kjærbo, vanliga
nevndur Addaba, 95 ára gamal. Hann var elsti
havnarmaður.
Addaba var feddur í Havn 15/9-1890. Bert 14
ára gamal fór hann at arbeiða hjá Lútzen, fyrst á
fiskabollafabrikkini og síðani við koli og olju.
Seinri fór hann at starvast á Esso. Hann koyrdi
oljubilin, til hann vegna aldur legði frá sær
Seinastu árini fór heilsan at bila, men til tað
seinasta var hann við sítt fulla skil og fylgdi við
ollum.
Addaba var sera barngóður, og eingin feoying-
ardagur fór honum framvið. Aloftast kom hann
sjálvur, um ikki, var altíð ein heilsa frá Addaba.
Frá ungum árum var Addaba virkin innan
Frelsunnarherir, og nógv eru vit, ið minnast hann
við tí stóru trummuni á Vaglinum. Frelsunnarher-
urin lá honum næst á hjartað, og haðani varð
hann eisini útborin.
Vit eru nógv, ið fara at sakna hann, men vit
unna honum ta ævigu hvílu.
Friður verið við minninum um Addaba.
Mr. 16
8 februar 1986
Kork og okkurt
annað í lýsingum
Í málteiginum er áður skrivað um orð og málbrúk
í lýsingum.
Øll vita, at fólk hugsa mest um tað, ið er at fáa,
tá ið tey lesa lýsingarnar i bleðunum; men orðini
og orðalagið minnast fólk eisini og brúka tey.
Eina tíð var so vanligt at lesa og hoyra um risa-
útselur, risabingo og mangt slíkt, so hvurvu hesi
orðini; men nú eru tey aftur í blødunum.
Hevur ein krambúð risaútselu, so selur hon ris-
ar.
Er risabingo, so vinna fólk risar á bingo.
Tá ið sagt verður at risaveldini eru samd um
okkurt, so skuldu vit verið fegin um tann fridin;
men tað er spell, at risaveldini eru ikki til uttan í
pátrúgv.
Fyrr hevur verið víst á stk., hvussu skeivt tað
verður brúkt. Her skal ikki nógv verða sagt um
tað.
Eingin, sum dugir á at skyna, sigur eitt stk.
bógvur.
Viðhvert stendur um t.d. skjúrtur, str. 40. Tað
man vera tað danska orðið, sterrelse, hugsað
verður um. Á feroyskum eitur tað stodd
Vit hava blusur í bláum og reyðum. Blusurnar
eru summar bláar, summar reyðar. Hví so ikki
skriva og siga: Vit hava bláar blusur og reyðar
blusur ?
I litur mjólk er ikki føroyskt málbrúk, men I
litur av mjólk
Við keyp av 5 stk. bondum er rabattin 15%, er
ikki foroyskt málbrúk
; bond, er avslåtturin 1
Keypa tygum 5%, er
førovskt målbruk
Kork
Gott å tykkun a hesa veruna, fáið
orðið kork burtur úr lýsingum og av hverjum
ið Kork er
innað enn tundur
le pa. tað verður skriv danskt 1
foroyskum eitur tað einki
Lýsingarnar eru væl settar upp í blødunum
Eru so allar lýsingar líka illa orðaðar ?
Nei, so er ikki. Lýsingarnar hjá
KEYPSSAMTØKU eru væl ordadar.
FØROYA
Sv. Tausen
KFUM og KFUK, Tórshavn
Sunnukveldið kl. 20” verður almennur fundur i KFUK
Føstuinngangur vid P.J. Sigvardsen, skularådgeva
Solosangur vid Debes
varaskúlastjóra.
Upplestur við P.M. Danielsen, yvirlærara.
Bergur D. Joensen, skúlanæmingur, endar kveldið.
Henry Joensen,
Várgleði
Ongin fundur mánadagin vegna skulafri
KFUK, Tórshavn
Bingo verður í KFUK í dag kl. 15.00. Sí lýsing
Kebenhavns Nærradio
Sent verður á føroyskum hvert mikukvøld kl. 18.00-
19.00 á FM 100,3 MHz.
Nakað av sendingini verður endursent týskveldið
eftir kl. 22.30-23.30.
Á