Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 1986síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S tíðindablaðið Nr. 17 — 11. februar 1986 Eingin heimahjálp Verkfall um alt landið Landsstýrið má taka ábyrgdina av teimum gomlu og sjúku, sum terv- ar heimahjálp. Tað segdu tær báðar Ebba Dam, formaður í Heimahjálparafelagi Fer- oya, og Ingeborg Vinther, formaður í Feroya Arbeið- arafelag í gjár, nakrar tímar eftir at allar heima- hjålpirnar i Føroyum vóru farnar i verkfall. Heimahjálparafelagið samtykti á fundi leygar- dagin í Havn so at siga einmælt at fara í verkfall. Allar, sum tóku orðið á fundinum, høvdu ta áskoðan, at nú var eingin annar útvegur fyri at fáa enda á trætuni við Lands- stýrið. Og sunnudagin ýsti Føroy Arbeiðara ig, 8 | ahjålpara elagið verk 5 E mana + KIOK in SJE Stríðið ( lur 6 gE € seði: S ; K tak: nes x »P an» % t Jren ð AR yer THA irbeidsdagur r ikki samanhang ær halda fast vid, andi at tær vilja hava yvirtíð fyri arbeidi eftir klokkan fimn Fundur og åheitanir Heimahjálparafelagið og Føroya Arbeidarafelag hava havt fundir vid Landsstýrið um málið, og brev eru nógv skrivað. Feløgini hava eisini havt fund við legtingsins ar- beidaramålanevnd. Men einki er komið burtur úr ellum hesum. Landsstýrið hevur sagt heimahjálpunum, at eing- in broyting verður gjørd í lenarviðurskiftunum í tíð- ini fram yvir, til lønarsått- máli er gjerdur millum partarnar. Tær skulu bara sjálvar strika teigin við forskotnari arbeiðstíð. Tað halda heimahjálpirnar ikki vera nóg góða trygd fyri, at forskotin arbeiðs- tíð ikki verður veruleiki. Tær vilja hava teigin burtur, áðrenn tær góð- taka nakrar nýggjar len- arseðlar.æ Heimahjálparafelagið hevur noktað limum sín- um at nýta teir nýggju seðlarnar. Hesum boðum hava næstan allar fylgt. Onkur hevði tó sent seðil inn, áðrenn boðini komu frá felagnum. Heimahjálparafelag Feroya hevur 440 limir, og í løtuni eru 360 í vinnu. Flestu teirra hava onga løn fingið útgoldna í hes- um árinum. Tað kann ikki bera til, segði Øssur av Steinum, formaður í ar- beiðaramálanevndini, eftir fundin við Heimahjálpara- felagið og Feroya Arbeið- arafelag. Hann helt tað eisini vera uppgávuna hjá Landsstýrinum at loysa henda spurning. Fleiri heimahjálpir hava tó fyribils fingið loyst Tær avtalu við pengaspurningin. fingið hava pengastovnin, har tær hava lønarkonto, soleiðis at tær hava fingið nakað útgoldið, sjálvt um eingir lenarseðlar eru latnir inn. Gjert mun á vita annars at siga, at munur verður gjørdur á heimahjálp- unum, soleiðis at summar fáa len, meðan aðrar enn einki hava fignið. Demi er eisini um, at onkur sum hevur latið inn lenarseðil hevur fingið lenina út- goldna, men onga viðbót fyri klæði og telefon, Feløgini soleiðis sum tað er ásett í kunngerðini um heima- hjálp. At nýta teir gomlu seðlarnar gevur einki úr- slit. Teir verða sendir aft- ur. Summar, sum ikki hava latið inn nakran lønarsedil, hava fingið sendandi pengar. Hvussu tað ber til, vita tær ikki, men Ingeborg Vinther, formaður i Føroya Arbeið- arafelag, tulkar tað sum eina roynd at spjaða heimahjálpirnar. Í gjár skiltist á Ebbu Dam og Ingeborg Vinther, at eingin heimahjálp arbeiddi, eftir at verkfallið varð lýst. Sjálvt um ringt hevur verið frá Heima- Ingeborg Vinther, formaður í Feroya Arbeiðarafelag, og Ebba Dam, formaður í Heimahjálparafelag Feroya, bíðaðu í gjár eftir útspæli frá Landsstýrinum. Tað sama gjørdu tær 360 heimahjálpirnar úti um landið, sum í letuni eru í vinnu. Atli Dam, legmaður: — Landsstýrið ————————————m kann einki gera — Landsstyrid kann einki gera við verkfallið hjá heimahjálpunum. Vit hava bæði beinleiðis og gjøgnum Almannastovuni váttað fyri heimahjálp- unum, at vit ikki fara at gjøgnumføra nakra broyt- ing uttan samráðingar, sigur Atli Dam í viðmerk- ing til, at Heimahjálpara- felagið fór í verkfall ígjár. Hann sigur, at teir nýggju lenareðlarnir eru lið í fyrireikingum til at farast skal yvir til nýggja telduskipan. Og tað haa heimahjálpirnar fingið at vita. Landsstýrið hevur mælt heimahjálpunum til at strika teigin við for- skotnari tíð fyribils, men heimahjálpirnar kravdu, at so skuldi Almannastov- an gera tað. Tað gekk Landsstýrið eisini við til. — Men nú siga tær, at við at strika meina tær at klippa teigin burtur ella sverta hann, sigur Atli Dam. Hvat nú fer at henda, veit hann ikki. Tá tíðindini um verkfall bórust í út- varpinum, vendi Lands- stýrið sær til formannin í Feroya Arbeiðarafelag og spurdi, um tíðindini skuldu tulkast sum eitt ynski um at fáa sam- ráðingar í lag. Svarið var, at verkfallið snúði seg ein- ans um lenarseðlarnar, sigur Atli Dam Hann sigur annars, at Landsstýrið til eina og hverja tíð er til reiðar at taka upp samráðingar um sáttmála, men hann heldur ikki, at hin part- urin hevur víst nakran áhuga fyri tí. — Landsstýrið hevur vidgjørt málið, men heldur seg ikki kunna gera nakað. Heimahjálpirnar hava fingið trygd fyri, at eingin broyting verður gjerd utt- an samráðingar. Eisini hevur Landsstýrið mælt til at áseta dagin fyri, nær samráðingar skulu byrja um lenarsáttmála fyri heimahjálpirnar, sigur Atli Dam. randi hjálparastovninum, at tær skuldu fara til arbeiðis Ongar dagpengar Heimahjálpirnar hava eisini mett eðrum forðing- um. Ebba Dam veit demi um, at heimahjálpir, sum vórðu sjúkar ella sum hava fingið skaða í arbeiði, ikki hava fingið dagpeng- ar, sum tær annars hava rætt til. I gjár bíðaðu Føroya Ar- beiðarafelag og Heima- hjálparafelag Feroya eftir at frætta frá Landsstýrin- um. — Landsstýrið má taka fyrsta stigið nú Tann seinasta mánaðin hava vit einki annað gjert enn at vent okkum til Landsstýrið, sum ikki er komið til okkara við nekr- um itøkiligum uppskoti til at loysa ósemjuna, siga formenninir í feløgunum. randi Ola Svend Nolsøe, stjóri á Noma-Tec og ráð- gevi hjå Blue North: - Eg kann einki siga um royndirnar enn, men tær eru so byrjaðar og halda fram Hóast tað er trupult at fáa nakað ítekiligt at vita um fyrstu royndirnar at gera surimi í Feroyum, so hava vit kortini frætt at teir gjørdu nakað av surimi fríggjadag- in, og at teir skuldu fáa fars til fleiri royndir í gjár. Óla Svend Nolsee, sum er ráðgevi hjá Blue North undir royndunum sigur við Sosialin, at teir ynskja ikki at siga nakað um hetta fyrsta úrslitið enn. Fyrst skal landsstýr- ið hava upplýsingar um royndirnar, tí tað er landið, sum stendur fyri hesum fyrstu royndunum. Teir fingu fars frá Bakkafrost seinna- partin fríggjadagin. Gullfinnur landaði tíðliga fríggjamorg- unin, so talan var um rættiliga feskt fars. Í gjár landaðu Jupi- ter og Sjúrður Tol- laksson svartkjaft til Bakkafrost og skuldi Blue North hava nakað av farsi til víð- ari royndirnar. Teir fimm japan- ararnir, sum eru í Feroyum í samband við roynirnar, fara av- stað aftur í vikuni. Fyrst í mars koma so enn 5 japanarar til Kollafjarðar, har teir skulu vera við til at set aupp og royna crab-stick-linjuna. jan