Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-11, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. februar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Sosialurin Nr. Smoltsteðin í Fámjin Valsvik spíri til borgarakriggj VALID å Filipsoyggjunum er av, og nú verður so bíðað eftir tí endaliga valúrslitinum. Í letuni skiftast tær ymsu valnevndirnar — ødrumegin at siga frå, at Mar- cos hevur vunnið — og hinumeg- in at siga frá, at andstøduleidarin Aquino hevur vunnið valið. Sam- stundis verður Marcos forseti lagdur undir at fremja valsvik. Tað er tí greitt, at rættiligur ruðu- leiki ræður í hesum fjarskotna landinum. HETTA valið hevur vakt sera stór- an ans í vesturheiminum, ser- stakliga í USA, har allar tær stóru sjånvarpsstødirnar hava bein- leidis sendingar frå Filipsoyggjun- um frå morgni til kvølds. TAD er kanska heldur ikki so løg- ið, at áhugin í USA fyri just val- inum á Filipsoyggjunum er so stórur, tí amerikanskir skatta- borgarar lata árliga sera stórar upphæddir í hjálp til Filipsoyggj- arnar. Haraftrat kemur, at amerikanarar í dag hava tvær av sínum týdningarmestu her- stoðum á Filipsoyggjunum. Um- framt hetta, so hava amerikan- skar fyritøkur nógv týðandi bú- skaparlig áhugamál í hesum oyggjalandinum í fjareystri, so samanumtikið kann sigast, at tað er rættiliga stórt samstarv millum hesi bæði londini. HÓAST nógv halda, at valið longu er avgjørt frammanundan, og tað við valsviki, og at Marcos verður valdur, so er stórur spenningur um úrslitið av valinum. Men størsti spenningurin er helst um leiklutin og støduna hjå USA, sum ikki kann sigast annad enn at vera i eini tvistødu. HERFYRI kom fram fyri almenn- ingin i USA, at Marcos forseti hevur keypt stórar ognir i USA, og spyrja fólk nú, um tað er amerikanskur stuðul til Filips- oyggjarnar, sum fer í lummarnar á Marcos fyri síðan at enda aftur í USA — í ognunum hjá Marcosi ! NÚ tað so eisini kemur fram, at Marcos forseti fremur valsvik fyri at kunna varðveita valdið — nakað, sum er ímóti ollum demo- kratiskum reglum og lógum — so tvingar hetta eisini amerikanarar í eina stóðu, har teir eru noyddir til at koma við einum útspæli, ella. Antin teir so koma við onkrum út- spæli ella ikki, so er greitt, at meirlutin av filipinska fólkinum fer ikki at standa og hyggja at, meðan Marcos fremur valsvik. TAÐ er neyvan skeivt at gita sær til, at andstødan á Filipsoyggj- unum fer ikki at góðtaka valsvik- ið, og hóast Marcos kann klára at berja mótstøðu niður vid våpnum og harðskapi, so er vónleyst hjá einum forseta at halda, at hann kann jarðleggja alla métstødu, tå henda kemur frå næstan øllum fólkinum. Vit kunnu ti lætt vænta, at borgarakriggj brestir á í hesum fólkaríka landi, har stødan leingi hevur verið so spent. NÚ er so tann amerikanska sendinevndin, sum hevur fylgt við valinum á Filipsoyggjunum, komin heim aftur, og hava vit longu frætt, at hon er alt annað enn nøgd við gongdina í valinum og sigur, at valsvik verður framt til frama fyri Marcos. VERÐUR nú Marcos vinnari við valsviki, hvat fara amerikanarar so at gera! Hava teir so stórt vald, at teir kunnu krevja, at Marcos ikki verður sitandi ella tænir tað kanska best amerikanskum áhugamálum, at Marcos verður sitandi — sjálvt um hann verður valdur við valsviki. Kanska hesir spurningar ikki standa ósvaraðir rættiliga leingi aftrat. jamú Hetta er tað, sum fåmj- iningar mugu fara at hugsa um nú, hverji am- boð, ið skulu nýtast. Eg sat og hoyrdi Út- varp Feroya lesa upp tey smoltloyvi, sum givin vórðu í 1985. Tað kom mær dátt við, tá hann segði, at nakrir uttanbíggjamenn hevdu fingið smoltloyvi í Fåmj- in. Eg hevði líka hoyrt, at Fåmjins Sóknarstýri hevði sagt nei til byggi- loyvi til hesar menn, við tí grundgeving, at tað var nóg mikið við einari smoltsteð, sum fámjin- ingar sjálvir hevdu bygt, og sum teir vildu ekja um, um loyvi varð teimum givið. Eg eri ein lítil parta- eigari i P/F Guttansstød, sum eigur smoltstødina. Á fyrsta fundi bleiv við- tikið, at bert fámjiningar skuldu hava hevi at seta partapening í hesa smolt- stød, og varð tí gingið hús . úr húsi og boðað frá. Hetta fekk eisini eina stóra undirteku, og stend- ur smoltsteðin í dag við bert fámjiningum sum partaeigarum. Eg meini, at vit fåmjin- ingar hava brúk fyri øllum tí vatni, sum her er, og eisini ti vinningi, sum úr ti Um jarðabrúk — nøkur orð til Jákup Eidesgaard Tygum siga í Sosialinum nú hósdagin, at nýggja (og sera dýra) royndarsteðin skal siga tygum og eðrum, hvussu tit skulu bera tykkum at við at fáa gras at vaksa væl. Eyðvitað skal royndar- steðin vera tykkum til Við á Johannesen, Fundur um JAVNADAR- POLITIKK i Klaksvik Norðoya Javnadarfelag skipar fyri fundi á Sjómansheiminum í Klaksvík mikukveldið 12. februar kl. 20. fundinum landsstýrismaður og løgtingsmenninir Jóannes Dalsgaard og Poul Jakku Olsen. NORDOYA JAVNADARFELAG r. 17 — 11. februar 1986 kann fåast, fyri at byggja eina bygdarmenning upp, bygdini til frama. Eg tosadi við P/F Gutt- anstød um, hvat teir hildu um, at uttanbyggjamenn høvdu fingið smoltloyvi i Fåmjin. Teir søgdu bert, at hetta høvdu teir havt ein mistanka um. TEir høvdu sent eina umsókn til Føroya Lands- styri um at fåa loyvi at økja um tað smoltloyvi, sum teir høvdu framman- undan. Frå skrivaranum i Aliráðnum hevdu teir fingið váttað, at umsókn- in var komin har, og at hon skuldi koma við til tann fundin, har smotl- loyvini skuldu viðgerast. Hetta varð av ongum, tí umsóknin bleiv burtur tann dagin, fundurin varð hildin, og koma aftur- íaftur dagin eftir fundin. Hetta, at henda eina umsóknin bleiv burtur, var orsakað av flytingar- trupulleikum, var skriv- arans frásegn. Eg haldi tað vera ein legin atburður, sum Ali- ráðið, høgra hond hjá Fer- oya Landsstyri, ger ímóti fámjiningum, teimum, sum í dag hava byrjað eina bygdamenning, sett á stovn ein vinnuveg, sum í dag er lítil, men um ætlan hjálpar, men ringja tygum til Landsbókasavnið í Havn, so fáast allar frá- greiðingarnar, ið Einar Knudsen læt úr hondum árliga øll árini, hann sat á royndarsteðini í Hoyvík, og hetta eru royndarúrslit bæði úr bø og haga, gjørd vera Vilheim teirra, sum eg havi sæð, verður framd uttan trup- ulleikar, so skuldu allir fámjiningar havt arbeiði um ikki so langa tíð innan alivinnuna. Hetta vóni eg, at Fer- oya Landsstýri vil stuðla teimum til at gera. Eg vóni eisini, at Feroya Landssgtýri fyribyrgir, at slík svikabregd verða framd móti Fámjin aftur, ella nakrari aðrari lítlari bygd í Feroyum, sum hevur byrjað eina bygda- menning. Hesir uttanbiggja- menn, sum hava fingið smoltloyvi, eru helt bert komnir fyri at vinna sær sjålvum pening. Um teir vildu bygdini væl, so vordu teir byrjadir fyri nógvum árum síðani, ti her hevur einki arbeiði verið uttan útróður. EG taki undir við Sókn- arstýrinum, tá teir segdu nei til hesar menn. Nei skal tað verða. Bygda- menn eru byrjaðir við smoltstød, og allir rættir fámjiningar stuðla teim- um, sum her hava byrjað og ynskja teimum góða eydnu framyvir. fámjiningur um allar Feroyar, bæði væl og virðiliga. Tygum og aðrir við eiga at lesa hesar bekur, tí Knudsen í Hoyvík var skilamaður. Gamal Lystiliga prentar í Gotu, tlf. 41085 Vit gera hvat vit kunna — og kunna tað vit gera