hósdagur 13. februar 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sida8
Landsstýrismálaaevndin ;
|
|
Hergeir Nielsen og Thomas Arabo limir í Landsstýrismálanevndini, og sum við
nýggjasta álitinum hava skapt rættiligt rok í tinginum
tíðindablaðið
Rumbul á tin
Nr. 18 — 13. februar 1986
| Tingmenn
ynskja revsing
fyri skattasvik
— skýrdir popp-
dreingir og
Undanfarna landstýri vinstrahallir
tók skeivar avgerðir
Góðtaka ikki gerðabókina
Tað eru ikki mjúk orð, ið
meirlutin í landsstýris-
málanevndini, Hergeir
Nielsen og Tummas Ara-
bo, hevði at siga um ar-
beiðið hjá landsstýrinum
fyri tíðarskeiðið 4. august
1983 til 26. juli 1984, og í
álitinum, sum varð lagt
fyri Legtingið í farnu
viku, kolldemir meirlutin í
nevndini arbeiðslagið og
avgerðirnar hjá tásitandi
landsstýri. Ti mæla teir
ikki Legtinginum til at
góðkenna gerðabókina.
Tilvildarligt
— Tilvildin hevur valdað
innan landsins stýri hetta
tíðarskeiðið. Heilt nógv
mál hava fingið misjavna
undirteku við gerðabóka-
førdum serstaðum, og
skilst av hesum, at und-
anfarna landsstýri ikki á
nakran hátt hevur verið
ført fyri at virka sum ein
eind, siga Hergeir Nielsen
og Tummas Arabo í álit-
inum.
Serliga galið var við-
víkjandi fiskiskipum, siga
teir. Óteljandi umsóknir
um nýggj skip fingu onga
veruliga viðgerð, og eing-
in umsekjari fekk nei til
nýtt skip.
Avleiðingarnar av hes-
um tørvandi stýrislagi
vóru, at samfelagsmekan-
ismurnar stýrdu sær
sjálvum, og prísurin á
gomlum ónýtiligum skip-
um varð skrúvaður upp í
loft. Fleiri av hesum skip-
um gjørdust enn dýrari at
forrenta, eftir dýrar um-
byggingar, har landskass-
in hverja ferð luttík í
kostnaðinum við stuðuls-
lánum, kurstapslánum og
veðhaldum.
Fjalt fleiri mál
Meirlutin í landsstýris-
málanevndini sigur, at ein
stórur partur av málunum
er fjaldur fyri teimum,
sum nú eru komin í Tinga-
nes og eisini fyri lands-
stýrismálanevndini, tí
málini hava einki journal-
nummar fingið. — Sum
kunnugt skrivaðu lands-
stýrismenn tå i tíðini brøv
ut til høgru og vinstru å
landsstyrisins brævpapp-
iri og uttan journal-
nummar, siga teir.
Eisini finnast teir at
einum máli, tá fyrrverandi
landsstýri innkallaði ein
samgongumann, sum
skuldi tyktast fyri at hava
verið ov atfinningarsamur
móti sama landsstýri. —
Hetta er eindemi síðan
heimastýrislógina. Málið
varð ikki journaliserað, og
sæst sostatt ikki í gerða-
bók landsstýrisins,
hvussu stór revsingin var |
fyri hetta misbrot, siga
teir.
Høpisleys leigumål
Flåkrandi kalla teir styris-
lagið hjá seinastu sam-
gongu. Landskassin er
skuldabundin av heilt
stórum byggi- og leigu-
málum, sm, uttan at hava
verið fyri á landsstýris-
fundi, eru sett í verk í
hepisloysi og við ovur-
stórum figgjarligum av-
leidingum fyri landskass-
an. Sum dømi nevna teir
byggimåli3 royndarstød-
ina og leigumálið hjá
Postverki Feroya.
Hildu hondina yvir
skattasviki
Hergeir Nielsen og
Tummas Arabo taka eisini
fram eitt dømi um, hvussu
fyrrverandi landsstyri helt
hondina yvir skattgjald-
ara, sum stóð til eina
samlaða bót upp á 800.000
krónur uttan fyri upp-
gerðina á sjálvuppgávuni,
umframt at hann fekk
pengar frá privatum við-
skiftafelag í arbeiði sín-
um. Sambært galdandi
skiðvenju skuldi hesin
gjalda 200.000 krónur í
skatti og triggjar ferðir
skattin í bót, t.v.s. til-
samans skuldi hann
gjalda 800.000 krónur.
Men hann slapp lættari
enn so. Landsstýrið
kravdi einans tær 400.900
krónurnar, sum hann
hevði hildið uttan fyri
sjálvuppgávuna, og mað-
urin slapp at halda fram í
leiðandi starvi sínum, utt-
an at nærri kanningar
vórðu settar í verk fyri at
lýsa gjellari.
— Moralurin í hesi segu
bleiv, at snýtur tú smá-
vegis í skatti, so rindar tú
skattin og triggjar ferðir
skattin í bót. Snýtur tú
við stórum telum, so rind-
ar tú skattin og eina ferð
skattin í bót, siga Hergeir
Nielsen og Tummas Ara-
bo í álitinum.
Teir halda, at avgerð-
irnar hjá undanfarna
landsstýri vóru so skeiv-
ar, at tingið ikki kann
góðkenna geraðbókina.
Minnilutin í landsstýris-
málanevndini, Flemming
Mikkelsen, mælir til at
góðkenna gerðabókina.
randi
smámenn !
Landsstýrið ætlar sær at broyta mannagongdina viðvíkjandi
skattasviki, soleiðis at tann, sum fremur skattasvik í framtíðini
verður demdur sambart revsilógina.
Hetta upplýsti tingmaðurin Hergeir Nielsen á tingfundi týs-
dagin, tá eitt mál um m.a. skattasvik varð til viðgerðar
Tað vóru tingmenninir
Hergeir Nielsen og Thom-
as Arabo, sum ein meirluti
í Landsstyrismålanevnd-
in, sum í undanfarnu viku
løgdu eitt álit fyri tingið
um ikki at góðkenna
gerðabekurnar hjá undan-
farna landsstýri í tíðar-
skeiðnum frá 4. august
1983 til 26. juli 1984.
Margháttligar
avgerðir
Í hesum áliti siga teir
báðir m.a., at fleiri marg-
háttligar avgerðir vórðu
tiknar av undanfarna
landsstýri. Serstakliga
draga teir fram eitt mál
um skattasvik. Talan er
um ein skattgjaldara í
leiðandi starvi, sum helt
umleið 400.000 kr. uttan-
fyri uppgerðina á sjálv-
uppgávuni, um framt at
sami skattgjaldari fekk
gjald frá privatum við-
skiftafelag í arbeiði sin-
um.
Rok!
Tað var rættiligt rok í
tinginum, tá 1. viðgerð
varð av álitinum og ser-
st-xliga umredda skatta-
málinum.
Formaður sambands-
floksins og undanfarni
løgmadur, Pauli Ellefsen
vísti ellum hesum skuld-
setingunum aftur og
segði, at tað var lítið hepi
í hesum meirlutaáliti frá
Landsstýrismálanevndini.
Hann vísti á, at slíkt
mál hoyrir fyri tað fyrsta
ikki heima í gerðabókum
landsstyrisins, og at
landsstýrið annars hevði
vidgjørt tað á sama hátt
sum onnur líknandi mál
fyrr.
Hann helt tað tí vera
skeivt at geva almenn-
inginum ta fatan, at
landsstýrið hevur roynt at
fjala nakað í málinum.
— Tað er einki loyniligt
í hesum máli, men annars
kann eg vísa til tagnar-
skylduna, sum lands-
stýrismenn hava í persón-
ligum málum.
Kolasvert lygn!
Pauli Ellefsen vísti á, at
málið var farið ti! Líkn-
ingarráðið, sum síðani
hevði tikið sær av tí og
funnið eina loysn, sú
landsstýrið kundi góð-
taka.
— Eg kann tí bert siga,
at skuldsetingarnar í álit-
inum eru positivt skeivar
og hava einki við veru-
leikan at gera. Hevði eg
havt loyvi at brúkt orðið
»kolasvørt lygn«, so hevði
eg nýtt tað í hesum før-
mum.
Um teir báðar, Hergeir
Nielsen og Thomas Ara-
bo, sum eru komnir fram
við skuldsetingunum,
segði Pauli Ellefsen, at
teir vóru einki annað enn
nakrir smáir politikarar og
vinstrahallir smámenn, ið
her legdu eftir privatper-
sóni. — Siktið hevur nokk
verið at raka undanfarna
landsstýri, men tað hevur
so rakt oðrvísi, segði Pauli
Ellefsen.
Ákæran er
burturvið
Annfinn Kallsberg, ting-
maður úr Fólkaflokkinum
hevði heldur ikki nógv
gott at bera hesum álit-
inum og teimum, sum
hevdu skrivað tað. Hesir
høvdu ikki traðkað sínar
politisku barnaskógvar.
Hann vísti annars á, at
tað ikki var óvanligt at
viðgera slík mál á sama
hátt, tá Hergeir Nielsen
sat í Tinganesi. — Tað
kemur mær fyri, at hesir
báðir garparnir kasta við
gróti meðan teir sita í
glashúsi. Ákæran, teir
koma við, er heilt burtur-
við. Vit hava bert gjert
tað, sum javnaðar- og
tjóðveldismenn hava gjørt
undan okkum.
— Eg haldimálið er
óserigst, tað er merkt, av
rumbulsætlan og hevur
einki við veruleikan at
gera, segði Annfinn Kalls-
berg.
Poppdreingir
Óli Breckmann, eisini úr
Fólkaflokkinum, hevði
somu áskoðan sum floks-