hósdagur 7. november 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002
C
M
Y
K
HANDILSMAÐUR
Eirikur Lindenskov
– Tað var longu meðan eg
var í bankalæru, at eg fór at
hugsa um at fara undir mín
egna handil. Eg tosaði við
Nonnegaard, stjóra í Føroya
Banka, sum lovaði at sýna
mær vælvild, tá eg einaferð
kom so langt.
Hetta sigur Hans Morten-
sen, stjóri í SMS, sum leyg-
ardagin saman við øllum
hinum í SMS kundi hátíð-
arhalda 25 ára dagin síðani,
at SMS læt upp dyrnar á
fyrsta sinni, hin 2. novem-
ber í 1977.
Hans Mortensen er út-
búgvin bankamaður í Før-
oya Banka í 1964. Men
hann fann skjótt útav, at
bankastarvið ikki júst var
tað, hann vildi, og tí søkti
hann niður á handilsskúlan,
Niels Brock, í Keypmanna-
havn. Tá hann var liðugur,
fór hann at starvast eitt
skifti í Magasin du Nord á
Kongens Nytorv í Keyp-
mannahavn, til hann flutti
heimaftur til Føroya í 1968.
Tankin um egnan handil
var kveiktur frammanund-
an, men kanska hevur Hans
Mortensen fingið onkran í-
blásturin í Magasin. Sjálvur
heldur hann, at forrætn-
ingsmaðurin liggur í gen-
unum.
– Kanska er tað úr Nols-
øe-ættini í faðirsætt úr
Vági, heldur hann skemt-
andi fyri.
Hans Mortensen er sonur
Niels og Ebbu Mortensen,
sum búðu á horninum
Sverrisgøta/Tórsgøta
í
Havn. Húsini stóðu har,
sum matstovan Rio Bravo
er í dag.
Tá Hans Mortensen kom
heimaftur til Føroya í 1968,
fór hann – saman við
mammuni – at handla í
handilshølunum í barna-
heiminum í Tórsgøtu. Tey
seldu m. a. tógv, barna-
klæði, gardinur o. l. Um
hetta mundið setti Hans eis-
ini á stovn grillbarrina Zan-
zibar í Sverrisgøtu, har
tógvhandilin Igloo er í dag.
Umframt tað hevði Hans
eisini um hendi sølubúðina
í klubbadansinum.
– Men málið var altíð
nakað annað, sigur Hans
Mortensen, sum einans 30
ára gamal stovnaði parta-
felagið aftan fyri Sølumið-
støðina í 1973.
– At tað gjørdist SMS
kom líkasum av sær sjálv-
um, heldur hann.
–
Tórshavnar
Býráð
hevði ætlanir um sølumið-
støð á Trapputrøðni. Hetta
skuldi gerast á tann hátt, at
gjørd varð eini gøta, har
handlar so kundu bygggja
handilshøli framvið. Tá so
passaligir nógvir handlar
vóru har, so skuldi tekja
leggjast omaná. Vit royndu
at tosa við kommununa og
greiða teimum frá okkara
ætlanum, og alt hetta end-
aði so við, at Petur Christi-
ansen, borgarstjóri, kundi
skjóta fyrsta skotið í 1976.
Tað var kortini ein tung
prosess at vinna frama fyri
hesi stórætlan – og hetta
dylir Hans Mortensen held-
ur ikki.
– Málið var fyri á bý-
ráðsfundi fleiri ferðir –
einar fimm ella seks ferðir,
og tað var trupult at fáa
sannført bæði fólk og
myndugleikar um ætlanina,
sigur hann.
Tilgongdin tók eini 3-4
ár.
Nógv varð tosað um, hvørja
ávirkan ein slík sølumið-
støð fór at hava á handils-
lívið í Havnini. Onkur helt,
at hetta fór at køva handils-
lívið í miðbýnum, og at
vandi var fyri, at smáu mat-
vøruhandlarnir kring um í
býnum fór at koma í
trupulleikar. Eisini fór hetta
at vera stór kapping við
Keypsamtøkuna, sum nøk-
ur ár frammanundan hevði
bygt ein nýggjan – eftir tá-
tíðarmetum – stóran hand-
ilin í Dr. Jacobsensgøtu.
Hans Mortensen sigur, at
tað var ætlanin, at Keyp-
samtøkan skuldi vera part-
ur av SMS.
– Vit vóru komnir til eina
semju við nevndina í Keyp-
samtøkuni um, at FK skuldi
– Kanska
tað liggur
í genunum
Petur Christiansen,
borgarstjóri í Havn (1972-
80) lat fyrsta skotið av til
SMS í 1976. Her sæst hann
saman við Hans Mortensen
og soninum, Niels, sum í dag
eisini er stjóri í SMS
Hann byrjaði longu í pengaverðini sum ungur lærlingur í Før-
oya Banka. Gekk á Handilsskúla. Starvaðist í Magasin du
Nord. Seldi tógv, barnaklæði og gardinur saman við
mammuni. Seldi pylsur, chips og eplamos. Hevði barrina í
klubbadansinum. Hann skipaði fyri Handilsstevnuni… Alt
hetta var áðrenn hann sum 30 ára gamal stovnaði felagið
aftan fyri SMS. Maðurin er Hans Mortensen, sum hevur
stjórnað SMS øll 25 árini síðani 1977
Serblað í Sosialinum nr. 214 • 7. november 2002
11
C
M
Y
K
reka keypmanshandilin í
SMS. Men í evstu løtu
bakkaði Keypsamtøkan út,
og tí varð leiðslan í SMS
noydd at finna aðra loysn.
– Hendan loysnin gjørd-
ist »Superland«, sigur Hans
Mortensen, sum er skjótur
at leggja afturat, at tey ong-
antíð vóru fegin um tað
navnið.
Matvøruhandilin í SMS
æt bara »Superland« í fýra
mánaðir.
– Vit høvdu satt at siga
ikki havt stundir til at hugsa
um navn til handilin. Vit
høvdu samstarv við danska
handilsketu, ið nevndist
»Superland« – og harfrá
kom fyribilsnavnið, sigur
Hans Mortensen.
Men stutt eftir at SMS
læt upp, varð skrivað út
hugskotskapping um nýtt
navn til handilin. Í SMS-
blaðnum í februar 1978
verður nýggja navnið av-
dúkað.
Tað komu ikki færri enn
270 uppskot inn til hug-
skotskappingina, og trý
teirra høvdu í uppskoti, at
handilin skuldi eita »Mikl-
agarður«.
Í
nevnda
SMS-blað
stendur, at beinleiðis or-
søkin til, at kappingin varð
skrivað út var tann, at Jóan
Hendrik Winther Poulsen
fáar dagar áðrenn Sølumið-
støðin læt upp, ringdi til
SMS og bar fram, at hann
óttaðist fyri, at navnið
»SMS Superland« vildi
verða ein skaði fyri før-
oyska málið.
» – Vit vóru samdir og
gjørdu tá av, at navnið
skuldi broytast. Hetta kann
fyri mong sýnast ein løgin
avgerð, men vit hava ikki
eina løtu angrað avgerðina,
men eru tøvrturímóti sera
fegnir um navnið, sum
kappingin gav,« sigur Hans
Mortensen í blaðnum í
1978,
Tey, ið komu við upp-
skotinum
Miklagarður,
vóru Óla Kristian Heinesen
úr Klaksvík, Jákup Joensen
úr Nólsoy og Hans Kristian
Mikkelsen úr Havn. Í
dómsnevndini sótu Jóan
Hendrik Winther Poulsen,
Stig Rasmussen og Hans
Mortensen.
Navnaskiftið fór fram
tann 1. mars 1978.
Tað var í 1980, at farið varð
undir annað byggistig av
SMS – at vaksa bygningin
frá tveimum lonum til seks
lonir. Seinni í áttatiárunum
vóru aðrar smærri og størri
umbyggingar gjørdar –
tann størsta tá parkerings-
kjallarin varð gjørdur eins
og goymsluhølini hjá Mikl-
agarði. Í dag er pláss fyri
320 bilum á parkerings-
plássunum kring Sølumið-
støðina
SMS merkti sum vera
man eisini kreppuna seinast
í áttatiárunum.
– Tá hvødu vit – um man
so má siga – forbygt okk-
um, viðgongur Hans Mort-
ensen. Talan var í veruleik-
anum um eina byggigølu í
1987. Vit vóru ikki so væl
fyri, men kláraðu okkum so
dánt. Tá kreppan so veru-
liga kom í 1992, fóru vit í
gjaldssteðg, sigur Hans
Mortensen.
– Men vit kláraðu okkum
og komu burtur úr tí við
skinninum á nøsini. Vit eru
væl fyri í dag, og vit eru
komin har til, at neyðugt er
at renovera húsið – og har-
við eisini tað, sum varð
bygt í áttatiárunum, sigur
Hans Mortensen.
Fyri nøkrum vikum síðani
var nýggjasta umbyggingin
hjá SMS liðug – norðrari
endin á Sølumiðstøðini er
høvuðsumvældur við yms-
um broytingum. Hetta er
fyrsta byggistigið av trim-
um ætlaðum stigum at nú-
tíðargera SMS. Ætlanin var
at fara undir hini bæði
byggistigini ávikavíst í
2003 og 2004. Men hetta er
nú broytt, sigur Hans Mort-
ensen.
– Umbyggingin er vorðin
dýrari enn ætlað, tó at hetta
ikki koppar nøkrum hjá
okkum. Vit hava nú gjørt av
at leggja tey bæði næstu
byggistigini
saman,
og
verður farið undir hetta ar-
beiðið í 2005, sigur Hans
Mortensen, sum kortini
leggur afturat:
– Men bara um tíðirnar
loyva tí! Verða umstøður-
nar ikki til tað, so verða
umbyggingarnar
ikki
gjørdar, sigur hann.
Tá hetta arbeiðið er liðugt
verður sami stílur í allari
sølumiðstøðini, sum er at
síggja í nýumvælda parti-
num – allan vegin suður
gjøgnum bygningin oman
móti Apotekinum, har høv-
uðsinngongdin verður við
lyft o. ø. sum hartil hoyrir.
Eisini verða umvælingar
gjørdar í gongini í neðra.
Hóast vit kanska kunnu
halda, at SMS byggir um
og út í heilum, so er tað ikki
so, sigur Hans Mortensen.
– Tað sær kanska soleiðis
út,
men
nútíðarkrøvini
gera, at vit eru noydd at
fylgja við – eisini í kapping
við handlar uttanlands, tí
føroyingar ferðast rættuliga
nógv. Og ein slík sølumið-
støð stendur ongantíð í
stað. Vit eru kortini so
heppin at hava so sterkar
karmar, sum hesin bygn-
ingurin er, sigur Hans
Mortensen. – og tí hava vit
møguleika eitt nú at útnytta
hetta við at skera gjøgnum
tekjuna, gera balkongir o. s.
fr.
Sum nevnt varð felagið aft-
an fyri SMS stovnað longu
í 1973. Í fyrstu nevndini
vóru umframt Hans Mort-
ensen eisini Poul Michel-
sen og Bjarki Jacobsen.
Hans Mortensen keypti teir
báðar út og var síðani eins-
amallur eigari. Seinni kom
Dávid Eliassen uppí, men
hann fór seinni útaftur. Eitt
skifti átti Havnar Timbur-
handil 50% av partapening-
inum. Í dag eigur Hans
Mortensen helmingin av
partapeninginum, meðan
íslendska felagið, Baugur
h/f, eigur hin helmingin.
Hóast broytingarnar í SMS
kunnu tykjast stórar, so
hevur alt gingið sum ætlað.
– Tað var altíð ætlanin, at
Sølumiðstøðin skuldi út-
byggjast – upprunaliga var
ætlanin at gera eina lon aft-
urat, men hendan ætlan
varð slept, tá tær fýra lonir-
nar vórðu bygdar í 1980,
sigur Hans Mortensen.
Dentur varð lagdur á, at
bygningurin skuldi hóska
væl inn í umhvørvið, og at
hann skuldi vera arkitekt-
oniskt í lagi.
Í dag eigur SMS umframt
Miklagarð, nakrar aðrar
handlar í SMS, eitt nú mat-
støðini, Hornið, Benneton
o. s. fr. Men tað hevur ong-
antíð verið ætlanin, at SMS
skuldi eiga fleiri av handlu-
num. Men ofta hevur SMS
tikið stig til handlar fyri at
fáa gongd á.
Tann 1. januar komandi
tekur SMS yvir bakaríið
Mylnuna og handilin. Hetta
er ikki fyri at taka virk-
semið oman í SMS, men
tvørturímóti fyri at fáa bak-
aríið úr SMS – fyri at fáa
meira pláss til Miklagarð.
Mylnan skal so lata bakara-
vørur til Miklagarð og hin-
ar handlarnar hjá SMS.
Hóast Hans Mortensen
enn sum áður er stjóri í
SMS, so er eitt ættarliðs-
skifti á veg. Sonur Hans,
Niels Mortensen, er eisini
stóri í SMS, og hevur hann
ábyrgdina av øllum handlu-
num hjá SMS – bæði
teimum, sum eru í SMS og
teimum, sum eru uttanfyri.
Hans Mortensen sigur, at
hann um nøkur ár so
spakuliga fer at hugsa um
at trekkja seg.
Men hevur Hans Morten-
sen so aðrar ætlanir, tá
hann »longu« ætlar sær
frá?
– Jú, tað havi eg. Men eg
sigi einki um, hvørjar tær
eru, sigur handilsmaðurin
fram um aðrar, Hans Mort-
ensen.
Fakta um Hans:
Sonur Ebbu og Niels Mortensen í Havn
Føddur 1943
Giftur við Birgith (1946-2001), f. Sivertsen
Børn: Elisabeth, Niels
Útbúgving:
Bankaútbúgving Føroya Banki 1964
Niels Brock Handilsskúli
Starvsroyndir:
Føroya Banki
Magasin du Nord
Handil í Tórsgøtu í Havn saman við mammuni,
Ebbu Mortensen. Tey seldu tógv, barnaklæði,
gardinur o. l.
Hevði sølubúðina í almenna klubbadansinum
Stovnaði Grillbarrina, Zanzibar
Skipaði fyri Handilsstevnunum í Ítróttarhøllini á
Hálsi
Stovnaði í 1973 Sølumiðstaðarfelagið
Hevur verið virkin í ymsum vinnuligum
verkætlanum
Hóast vit kanska kunnu halda, at SMS byggir um og út í
heilum, so er tað ikki so, sigur Hans Mortensen. – Tað sær
kanska soleiðis út, men nútíðarkrøvini gera, at vit eru
noydd at fylgja við – eisini í kapping við handlar
uttanlands, tí føroyingar ferðast rættuliga nógv – og ein
sølumiðstøð stendur ongantíð í stað
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
25
24