Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1986síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 19 — 15. februar 1986 Myrking av stjórnum gevur ábending um, at brotin ringur, ella »perluketa« er rundan um Neptun Perluketa uttan um Neptun Nýggjar granskingar visa, at gongustjørnan Neptum hevur okkurt slag av ringi uttan um seg, sum Jupiter, Saturn og Uranus. Neptun er umleið 4,5 mia. km. frå solini, og tiskil er ringt at síggja hana. Enntá í stórum kik- arum sæst næstan einki uttan ein lítil blágren skiva. Granskararnir hava eru komnir fram á ringin uttan um Neptun viðsmát- mgum Við hvert kann Neptun myrkja onkra stjørnu, sæð frá jerðini. Um gongustjørnan hevur ring, verður hann forðing fyri at ljósið frá stjørnuni kann koma fram júst í ti løtuni, stjørnan fer aftur undir Neptun. Tá ið hon lítla letu seinni kemur fram aftur hinumegin, kann ringurin aftur forða ljósinum nekur sekund Úrslitið er, at stjernan áðrenn og aftaná myrk- ingina blinkar veikt Hetta fyribrigdi sóu stjørnufrødingar frå stjørnukanningarstød i Chile 22. juli 1984: Teir mettu, at teir høvdu sæd part av einum ringi, ið var umleið 76.000 km frá Neptun. Tá teir bótu saman hesi úrslitini við fyrri granskingar, komu teir fram til ta løgnu niðurstðuna, at ringurin ikki rekkur allan vegin rundan um Neptun. Part- urin, ið teir sóu, var minst 100 km langur og 15 km breiður. Stjørnufrøding arnir meta nú, at ein „perluketa< er rundan um Neptun, t.e. partur av ringi. Hendan ketan kann føra til trupulleikar fyri Voyagar 2, tå ið hann kemur hagar í august 1989. Meiningin er, at hann skal heilt út til perluketuna ) 2800 ymisk mål í heiminum Russisk Burmesisk xD Græsk vw» 4 Hjen HCNO0.1bL30B&HHA KBAHTOBBLIX CHCTOM 1IH Fe pa 1H0BO.IH OK&3R18CD BEC6MA N.10,10TBOPHOH H HOIOCTHÆHMLIC LIH OO6INHOH pa IHOTEXHHKH pe:y. C C ej præselopep 30: DCOP:0|25 "O "Oðuaaeðg xdi ol GÚVTROÐUL avTOD TAoia, Tå Onola hoav MAÝPN Aagpúpuv, á7 Tpwd5oc, éniBuuovvtes va pOdaWwolv 500 Kinesisk ws * fr má LK B Í KB 4 + 4 i á Li L t J HO, Kk A 4 Bj % P i Nógvastaðni í heiminum verða myndir nýttar sum skrifttekin, samsvarandi ti at talumálið upprunaliga byrjaði sum ljóðeftirlíkningar Roknað verður við, at ímillum 2700-2800 ymisk mál finnast í heiminum — og innanfyri hvert mál eru í nógvum ferum fleiri ym- isk málferi. Nógv tey flestu av hesum málunum verða tosað av sera smá- um, næstan ókendum fólkaslegum. Eystur- grønlendskt verður t.d. tosað av einans 2000 fólkum og fleiri ættar- bélkar í Suður-Amerika, einans upp á nekur hundrað fólk, tosa sítt egna mál. Tað er ein legin og áhugaverd sannroynd, at innanfyri eitt ski,sum ikki eru sínámillum skyld- ari enn føroyskt og kin- esiskt. Harafturímóti eru til 10-13 mál, ið verða tosað av meira enn 50 mió. fólkum. Einstøk målføri av kinesiskum verða tosað av upp til 100 mió. fólk- um. Nógvar áskoðanir eru um, hvussu málini vórðu til. Serfreðingar eru ó- samdir, um øll mál eru komin av einum uppruna- ligum máli, sum Bíblian vil vera við í frágreiðing síni um Bábelstornið, ella um málini hava ment seg uttan samband við hvert annað. Serliga er tað talumálið, ið eyðkennir okkum frá djórunum. Teknmál hava menniskjurnar altíð nýtt og nýta tað enn, men tað hevur víst seg, at sjimp- ansapur eisini kunnu læra seg teknmål. Heilin i menniskjuni er kortini nógv meira mentur enn heilin i sjimpansuni, og visindamennininir meta, at hetta er ein av treyt- unum fyri at menniskjur- nar duga at tosa saman. Upprunaliga varð nýtt kanska einans eitt mál ella ein skipan av ljóðum, ið øll skiltu, meðan tey búðu innfyri eitt avmarkað eki, trúliga í Afriku, har tey elstu merkini eftir menn- iskjum eru funnin. Næsta stig í málmenningini var, at tey byrjaðu at eftirlikna djóraljóðum. Hetta kenna vit úr okkara tíð — kráka fær navn av ljóðinum, hon gevur frá sær, tað sama sigst vera galdandi fyri ugluna. Fyri umleið hálv- ari mió. árum síðan byrj- aðu forfedrar okkara at breiða seg út um knettin, og frá teirri tíð fóru ljóðini at mennast upp á ymiskar mátar. Tess longri aftur ein fer í tíðina við einum málbólki, tess sínámillum líkari eru málini. Í Europa tosa vit nógv ymisk mál innan fyri hevuðsbólk- arnar germanskt, rom- anskt og slaviskt. Men fyri einans nøkrum túsund árum síðan varð eitt mál tosað — indoeuropeiskt. Øll mál eru sera ymisk, ikki bert orðini og mál- frødin. Útboðið av orðum í einum máli sigur nóg um samfelagsligu gongdina og menningina. Eskimoar hava t.d. yvir 20 orð fyri kava, og samar hava 11 ymisk orð fyri »svågur« — ein tann týdningar- miklasta persónin í tí samisku familjuni. - hø Visindi Skurð- viðgerðir á skallum — hjá Inka-indiánum í Suðuramerika Hesin indiánin doyði trúliga á serstakliga kval- fullan hátí. Kanska var tað beinleiðis avleiðing av miseydnaðari skurðviðgerð Upp igjøgnum tíðina eru funnin fleiri hundr að, kanska fleiri und, skeltar av anarum i tus- indi- Suður-Am erika, sum týðiliga hava gjøgnumgingiå skurðviðgerð, har ein partur av skallanum varð tíkin burtur. Funnin varð enntá ein skalli, í hverjum holan eftir skurðviðgerðina var stongd við gull- plátu, og viðgerðin var so væleydnað, at bein- anvegin var vaksin út yvir gullplátukantin. Viðgerðirnar = vóru framdar á livandi per- sónar, og eingin veit, um nakað slag av doyvir varð nýtt, men helst var soffurdjóriða latið drukkið seg skít. fult áðrenn skurðvið gerðina, ella tað fekk eina fitta nøgd av koka-bloðum at tyggja. Bleðini, ið innihalda kokain, vóru sera vinsæl millum inkarnar og verða brúkt sum rúsevni enn í dag í Andes-fjøll- unum. Skallaviðgerð av hesum slagi má hava voldað offrinum svára pínu og líðing. Ikki er greitt, hví hesar skurðviðgerðir | vórðu framdar, men roknast kann við, at tær vórðu nýttar ímóti nógvum sløgum av sjúkum, kanska fyrst og fremst ringari hevuðpínu. Kelda: Illustreret Videnskab í