Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-15, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1986síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 19 — 15. februar 1986 Hellen til áminnis Hóast eg væl visti, at nú hevði hon stutt eftir, er kortini ringt reiðiliga at fata, at Hellen ikki longur er her okkara millum. Tað er ringt at fata, at tú ikki longur kanst stekka inn á gólvið hjá henni í Klaksvík og skift aorð ella stutt- leika tær saman við henni Hon bar sjúku sína við ófatiligari styrki Sjálvt ikki vissan um, at deyðin nú var vísur, fekk rættiliga bilbugt við henni. Á nýggjár- inum, ein góðan mánaða innan hon doyði, sá eg hana fyri seinastu ferð. Tá var hon veik og ússalig, hon visti, at skotbráið nú var stutt. Og kortini var ikki sørt, at tað gamla kætið onkuntíð bragdaði Vit lósu saman i Keypmannahavn. Og tá hon kom til Klaks víkar Í 1975 á HF-skeiðið, sum tå bert var eitt ára gam- alt, gjørdust vit næstu starvsfelagar og vin fólk. Hesi árini, tá vit bygdu HF-skeiðið í Klaksvík upp. var ein strævin tíð hjá lærar- unum, men eisini spennandi, tí alt var so nýtt og óroynt. Tí kundu vit eisini gera so nógv eðrvísi, enn tað var gjert aðrastaðni og frammanundan. Og í hesum arbeiðinum lá hennara partur ikki eftir. Hesi árini var hon ikki bara mín hegra hond, men eisini so nógv meira. Utta hana hevði skúlin verið ein heilt annar. Hon hevur sett sær síni djúpu spor í skúlanum og har- við eisini hjá næming- unum. Hennara arbeiðsorka var ómetalig, tað bar ikki á, at hon nakrantíð bar seg undan at gera nakað. Altíð góð í ávik- um, altíð kundi tú heita á hana. Hon setti einki mark millum areiði og frítíð, næmingarnir og skúlin vóru til alt sam- degrið. Hellen var kjepin- havnari. Heilt pinkulit- il gjerdist hon faðir- og móðurloysingur. Hon vaks upp hjá ommuni og abbanum. Og tí plagdi hon onkuntíð skemtandi at taka til, at hon í grundini var eitt ættarlið eldri enn vit. Ið hvussu er og ikki, hevði hon hjá ommuni og abbanum gínar retur í tí grundt- vigsku håskularørsl- uni, sum hevði merkt hana í nógvar mátar, um hon so ikki tók und- ir við ollum, minni enn s0 Hoast hon sjålv kundi hava rættiliga avgjerdar politiskar áskoðanir og kundi tjakast við fólk, so neistarnir fuku, so var tað ongantíð við illum, altíð lå ein grundleggj- andi virðing fyri rætt inum hjá fólki at vera øårvisi Hon hevði kanska ilt við at skilja, at onnur ikki hevdu hesa somu virðing fyri hesum rætti. Og eitt var, sum hon ongantíð lærdi at skilja, at fólk kunnu vera órein. Summi kallaðu hana naiva, tí hon hevði hesa barnsligu trúnna upp á, at fólk eru góð. Og er tað naivitetur, so gævi satt, at fleiri fólk vóru naiv. Johnny Thomsen Føgur er foldin Nú dagarnir fóru at leingjast, og ljósið av álvara vann á myrkr- inum, slóknaði Hellen Heinesen úr Klaksvík bert 42 ára gomul Helle kom til Klaks- víkar í 1975. Tey, ið síð- an hava hitt ungfólk úr Norðoyggjum, hava ofta hoyrt Helle nevnda Eyðkennið fyri henda lærara var eldhugi fyri arbeiði sínum og sam- felagsspurningum sum heild. Hon gav sær altíð stundir til at práta við næmingar sínar og vísti ein ongantíð viknandi áhuga fyri viðurskiftum teirra. Ikki er óvanligt, at fólk, ið eru virkin á ein- um eki, eisini eru tað á eðrum við. Soleiðis var við Helle. Hon var inn- blástur hjá Klaksvíkar sjónleikarfelag, har hon var góð í ávikum. Helle hevði áhuga fyri kvinnupolitikki og gav millum annað sítt íkast til hetta arbeiði við at skipa fyri taluskeiðum fyri kvinnur. Óivað í teirri sannføring, at skulu kvinnur hava ávirkan, mugu tær eisini vera ferar fyri at fera fram síni sjónarmið. Hon helt slík skeið í Klaksvík. Í 1979 skipaði Kvinnusamskipan Fer- oya fyri skeiði á Feroya Fólkaháskúla. Skeiðið var fullteknað, og Helle var lærari. Hetta var stuttligt og lærurikt, og har vóru vit, ið royndu okkara fyrstu politisku fet — Jona, Ingrið, Lis- beth og aðrar við. Skeiðið var so væl- eydnað, at vit tríggjar Ingeborg og Helle árið eftir tóku stig til at skipa fyri skeiði fyri ar beiðskvinnur Eisini hetta skeið var væleydn- að, og tað var ikki minst Helle fyri at takka. At skipa fyri slíkum krevur ávíst arbeiði, men tað fánar í mun til gleðina og innblásturin. Luttak- ararnir vóru sera takk- samir, tá skeiðið var av. Tað vóru hesir skeiðlut- takarar, ið komu ásamt um at geva Háskúlanum ta áseymaðu myndina eftir Jórun Poulsen, ið stutt eftir varð avn:ynd- að til plakatina Arbeiðs- kvinnur í Feroyum. Av- talað varð, at selan av plakatini skuldi fara í grunn til eitthvert legat til frama fyri arbeiðs- kvinnur. Meguligt skuldi verið í hesum ári at komið til ta upphædd, ið ætlað var, áðrenn farast skuldi undir at býta tað árliga legatið. Uttan at taka nakað frá nekrum, so kann nærum sigast, at hesin grunnur var nakað av tí mest itøkiliga, ið hendi í kvinnutíggjuárinum í Feroyum. Helle var gávurík. Tað eru mong. Men tað eru bert tey fáu, ið gera so góðan mun, at tey við persónmensku síni geva streym. Tá so er, er ikki bert talan um fjølbroytt- ar gávur, men tað ber boð um eitt heimaum- hvervi, ið hevur stimbrað og stuðlað eisini á seinastu og ill- gongdu ferðini Henda sterka persón menska var so drúgv, at lívsins longu bar heilt til tað gylta liðið Helle var av sonnum eitt gott umboð fyri tað landið, hon kom úr Gamalt danskt orðatak sigur, at Egen kaster ikke skygge. Hetta kann tulkast á tann hátt, at bulurin er so mikil, at ljóst er til, at alt kann grógva og næla undir risakrúnuni. Summi menniskju eiga hesar eginleikar á tann hátt, at tey megna at geva frá sær uttan at draga seg sjálvan fram og uttan at taka ljós frá hinum. Ungdómur okkara og Feroya HF- og studenta- skúli hava mist nógv, men Helle tók ikki sínar lívsjáttandi tankar og vakra hugburð við sær. Hon var ein gáva til kvinnupolitikk okkara, og hon setti fyrimyndar- lig spor í Klaksvíkar segu. Klaksvík, hin 9. febr. 1986 Karin Kjelbro