Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. februar 1986síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

= $ 1 8 Nr. 19 — 15. februar 1986 Síða 21 Kirkjuráðsfundur ella grýluveitsla Nú jólahalgan er av, tjúg- undakveld farið aftur um bak, og tær ymisku veitsl- urnar eru frá hondini, er óivað fólk farið at gera seg til festuhald, ella eisini annað, sum tað kann nevn- ast gryluhald. Í hesum sambandi fari eg at greiða frá einum kirkju- ráðsfundi, sum var innleið- ing til eitt grýluhald í Kristianskirkjuni. Eg fekk soljóðandi fundarboð: Klaksvík 21.2.1985. Boðað verður til kirkjuráðsfund týskveldið 26. febr. kl. 8.00 kirkjukjallaranum. Til umreðu: Ýmist viðv. føst- uni Fróði Lassen, formaður. Fór við góðum treysti oman kirkjuna hetta kveld stundisliga, kom innar í for- kirkjuna, var forkirkjan og kirkjuskip longu stúgvandi fult av vælangandi kirkju- kaffiroyki Skundaði mær oman í fundarsalin, og í forbífart- inum við kekin hoyrdi eg ótera stákan Komir fundarsalin var eingin kirkjuráðslimur mettur, men stóðu har longu tvey stór fet av væl- smurdum breyði, og í tí sama kom Begesvang prestur av skrivstovuni og metast vit á miðjum sali, hvar vit taka í hondina á hverjum eðrum og biðja gott kveld; men her er ferð á monnum, og fór hann skundisliga innar í kekin og fór síðan aftur á skriv- stovuna. Eina letu seinni kom so Sámal Júst Dahl lærari og Hjalmar Waag Hegnesen skipari á Bars- skor. Vit heilsast, teir seta seg niður, men er tað eins og teir seta seg á nakað spískt, og fara í sama farti inn á skrivstovuna til Begesvang. Nú koma báðar stewardessurnar, Lisa Waag lærarinna og Anna Stampe rósuseljari, og leggja tær nú seinastu hond á borðuppdekningin og heilsa tær eisini uppá meg. Eina letu seinni kemur so formaðurin, sjálvur Fróði Lassen, við slíkum skundi, at ikki vóru stundir at siga gott kveld, men fer við sama farti innar á skriv- stovuna. Og nú verður hurðin væl latin aftur, og meðan eg soleiðis siti í ein- semi er mær hyggjandi uppá ein vegg, har Hans Jákup Glerfoss hevur sett eitt av sínum stóru kunst- verkum á. Eg hevði spurt á kirkju- ráðsfundi frammanundan, hvat hetta kunstverk stóð fyri, og hevði fingið til svar, at tað vistu teir ikki, og tók ein so grovan til, hann helt, at rættast hevði verið at tikið ein kust og strokið okkurt útyvir. Eg hugsaði við mær, tað var tó ein roynd, at fara og vita, um eg kundi finna nakað hevd lla hala. Meðan eg standi og studeri hetta kunstverk, verður nú slíkt málageip at hoyra aftanfyri veggin, at g helt rættast mundi vera at seta seg aftur á stólin, og í tí sama kemur Bjarti Petersen til fundar, og stundar nú klokkan út móti trý korter til níggju. Vit sótu har og skemtað- ust minutt, so nú gongur hurðin, og inn trínur for- maðurin við kirkjuráðslim- unum í helunum, og aftast kemur presturin. Teir sess- ast, og verður nú fundurin settur. Tað verður byrjað við einum vekrum sálmi. Síðani lesur Begesvang prestur upp úr bíbliuni, um Guds kærleika og at Gud var kærleikin sjálvur. Tá runnu hesi orð fram fyri meg: Her er der fred og ingen fare; men stokkut var gleðin. Tá ið fundarbókin var upplisin, og man hevði gjert tær mongu viðmerk- ingarnar til hesa legnu fundarbók, tók Fróði Las- sen orðið og helt fyri, at vit skuldu leggja fundar- skránna til síðis, tí at hann vildi hava eitt uppskot við- tikið fyrst. Og tað var, at hesin fundur skuldi haldast fyri læstum hurðum og setti nú uppskot samsvar- andi Og bleiv nú atkvøtt, og atkveddu fyri, Fróði Las- sen, Lisa Waag, Bøgesvang prestur, Sámal Júst Dahl, Hjalmar Waag Høgnesen, Jóan Jakku, Bjarti Peter- sen og Anna Stampe. Og síðani kom tað næsta upp- skotið, og tað var í sam- band við, at geva Karl Andreasen eina munnkurv, tí hann hevði havt eina grein í Dimmalætting og Norðlýsinum, men hóast formaðurin var tannlækni, og tannteknikarin eisini var á fundi, so vóru teir ikki før- ir fyri at forma hetta upp- skot til munnkurvina, og bleiv tí uppskot um, at kirkjuráðið kundi atkveða fyrst, og gera munnkurvina aftaná, men til kirkjuráð- sins rós, fekk hetta uppskot onga atkveðu; men nú hevði Begesvang prestur stappað sær uppí pípuna og sat meira avslappaður, og fór hann nú formanninum til hjálpar, at citera eitt uppskot, meðan Fróði Las- sen setti seg at skriva, og royndi Lisa Waag lærar- inna at rætta eina hjálpandi hond við at stava okkurt orðið og siga teimum, hvar kommaini skuldu standa. Tá ið uppskotið var liðugt, bleiv tað upplisið, og bleiv eg tá spurdur, um eg kundi góðtaka tað. Eg helt meg ikki hava skyldu at svara, tí hetta var alt nakað sum gekk fyri seg uttanum fundarskránna, og vóru vit nú komin eitt sindur út í føstuna, so eg metti hetta vera byrjanin til eina grylu- veitslu, og bleiv nú upp- skotið sett undir atkveðu, og atkveddu fyrst hesi 3 fyri: Fróði Lassen for- maður, Lisa Waag lærar- inna og Begesvang prestur. Men nú varð tegn eina lítla letu, sum í grevini, og sótu hini nú og hugdu uppá hvennannan: men so tók Sámal Júst Dahl lærari dik a seg, rætti hondina upp. og aftaná honum Hjalmar Waag Hegnesen skipari á Barsskor, Jóan Jakku Han- sen tannteknikkari og Bjarti Petersen sjómans- heimstjóri og seinast Anna Stampe rósuseljari. Og bleiv nú takkað fyri álitið, og tók nú Fróði Lassen aftur orðið, og las fundar- skránna upp: »Ymist um føstuhald«, og gav orðið til Begesvang prest. Hann greiddi frá, at Eivind Vil- helm varabispur hevði lovað at tikið fyrstkomandi hóskveld, sum annars var annað hóskveld í festu. Emil Olsen prestur á Eiði skuldi taka tað triðja, og tók hann nú so rívan aftur í pípuna, at tað var eins og maðurin við mjelinum í munninum, so eg skilti ikki hverjir teir næstu vóru, sum skuldu halda festu- gudstænastu; men til sein- ast skilti eg, at Petur Peter- sen skuldi vera. Nú bleiv takkað fyri, og tók nú Fróði Lassen aftur orðið, og greiddi hann nú frá, hvussu hann hevði tiltonkt sær, at kaffiternið skuldi skipast, og vóru tey viðtikin við smærri broytingum. Nú var henda stutta fundarskrá at enda komin, og spurdi eg, um eg kundi fáa loyvi at siga nekur orð, og tað fekk eg. Og eg helt so fram, at tað harmaði meg, at leiðslan í kirkjuráðnum ikki visti, at festan í ár bleiv eins og undanfarin ár, men tó vildi eg takka Begesvang presti fyri, at hann á prædikustólinum festulávintssunnudag hevði sagt frá, at fostu- gudstænasta bleiv tað fyrsta hóskveldið, men við ongum presti. Og hevði eg hendan hósdag við áhuga lurtað í Feroya Útvarpi, um ikki ein fráboðan mundi fara at koma, sum segði okkum, hver presturin EL Í ÉT Le eden bleiv, ti tað hevði verið van- ligt, at vit hevdu fremm- andan prest til festuguds- tænastu, men har kom eingin fráboðan; ístaðin hevði eg hoyrt eina kunn- gering frá Klaksvíkar skíð- felag, hvers formaður Fróði Lassen eisini var, har hann boðaði til fundar í KÍ høll- ini, um somu tíð, sum kirkjuklokkan kallaði inn til festugudstænastu, við hesari fundarskrá: »Tilrættalegging av skíðút- ferð til Eysturrikis.« Í tíð- ini, sum okkara forfedrar kallaðu »den stille uge«, sum var roknað frá pálma- sunnudegi til páskir. Og helt eg áfram at tað harm- aði meg, at slíkt skuldi kunna henda av formann- inum sjálvum, og harmaði tað meg eisini, at kirkjuráð- ið í kveld uttanum fundar- skránna hevði havt eina slíka atkveðugreiðslu ímóti mær, ti eg hevði loyvt mær at havt eina rættleiding til tvær ósannheitir, sum vóru kunngjerdar av prædiku- stólinum, men hevði eg idag lisið í Dimmalætting eina grein, sum mátti vera skrivað av einum presti, ella av kirkjuráðslimum, men sum krógvaðu seg aftanfyri eitt huldunavn, men hesa grein gjerdu kirkjuráðið einki við. Og spurdi eg nú, um eg kundi fáa loyvi at biðja eina ben, men bleiv tað mær noktað av kirkjuráðsformanninum, og við tað, at eingin mót- mælti, og ell hini tagdu, mátti man fata tað so, at hetta fekk fullan stuðul, og helt eg, at fyri mítt viðkom- andi var fundurin at enda komin, tí fundarskráin var viðgjerd, og at eg ikki heyði havt til vana at sita á kirkjuráðsfundi og eta kirkjuskattin hjá meinig- heitini upp, og vildi eg tí siga góða nátt. Eg fór tí til Lisu Waag, og rætti henni hondina til at siga henni góða nátt, men noktaði henda lærarinnan mær hondina. Rætti síðani hond- ina til Fróða Lassen for- mann at siga góða nátt, men gjerdi hann tað sama, og goymdi hondina aftan bak. Nú hevði Begesvang prestur stungið andlitið niður í borðplátuna, fyri at krógva seg av skomm, og helt eg ti, at ikki var rætt av mær, at forstýra hann, og við tað, at Lisa Waag og Fróði nú vóru farin at rópa í holið á hverjum eðrum, helt eg tað vera rættast at halda á hurðina; hóast 8 kirkju- ráðslimir høvdu atkvett fyri, at hurðin skuldi verða læst, kom eg út igjøgnum, uttan nakað stríð. Hvat so hendi aftaná hesa hending, grýluveitslu viðvíkjandi, veit eg ikki nakað at greiða frá, men fái ikki fundarboð í mars ella apríl, hóast viðtekur kirkju- ráðsins siga, at fundur skal haldast fyrsta týsdag í hverjum mánað; men 14 mai verður ringt til mín, at fundur skal verða hildin hóast viðtekur kirkjuráðs ins siga, at fundarfráboðan skal vera skrivlig og somu- leiðis skrivlig fundarskrá, so fór eg til henda fund Var tann fyrri vánaligur, so var hesin verri, og fari eg tí ikki á hesum sinni at greiða frá hesum fundi, eg fái kanska møguleika eina ferð seinni at greiða frá hes- um fundinum, saman við innstillingarfundinum til hjálparprestaembætið, sum varð ólógliga smoygt niður yvir hevur okkara, og undir leiðslu av Eivind Vilhelm varabispi. Við vón um, nú vit fara inn í festuna, og fylgja Jes- usi niðan til Jerusalem, har hann skal enda dagar sínar úti á Golgata, á Golgata krossi, hvar ið hann vann hin stóra sigur, har hann rópti, at nú er alt fullgjert. Við vón um, at kirkja okk- ara, ikki fer at tileinkisgera hettar hansara fullgjerda verk, fari eg at ynskja Guds signing fyri kirkju okkara, við vón um, at hettar óskil, ið er við at koma inn í kirkju okkara, ikki fær loyvi, og fari eg tí at heita á okkara legting at taka til umhugsunnar, um tað ikki hevði verið rættast at fingið valt eina nýggja kirkjustjórn, sum kundi víst sterri ábyrgd yvirfyri kirkju okkara, tí sambært lóg kirkjunnar, sum er stað- fest av Christiani 10unda, frá 29. mars 1924, hvar tað stendur, at Legtingið er hægsti myndugleiki yvir kirkju okkara, at tit vísa ábyrgd, tí eg meti, og sum okkara forfeðrar hava mett, so hevur kirkjan verið ein dyggur stuðul í fólki okkara, og málbar vara- bispur seg so vakurt tann dagin, ið hann innsetti prestin í Kvivikar kirkju. tå hann segði, at varðveita kirkju okkara sum eitt Harrans hús, og royna at stremba ímóti ellum hesum fremmanda, ið menn eru í ferð við at fera inn í kirkju okkara. Hví skal kirkjan verða brúkt til sjónleikar hús? Hví skal kirkjan verða brúkt til konserthell? Hví skal kirkjan verða brúkt til biografsal? o.s.fr. Vit hava eisini upplivað her, at popp orkestur hava verið lumpað inn í kirkju okkara, uttan- um kirkjuráðsins samtykt Lat okkum tí standa vakt um tað forna, ell sum hava nakað at siga yvir kirkjum okkara. Halda lóg- ir og reglur fyri kirkjuráð. Verja tað sum fedrarnir lærdu okkum, móti ti nýggja, sum alla tíðina trokar á. Vit hava sama boðskap at bera, sum teir hevdu, fedrar okkara. Einki skal leggjast til, ella trekkj- ast frá. Tað sum fedrar okk- ara sáddu í okkum, eigur at sleppa at búnast og bera frukt, við Guds hjálp. Mill- um tað teir sáddu í okkum, var ein djúp virðing fyri Harrans húsi. Lat ikki hana hverva. Klaksvík t. 9. febr. 1986 Við heilsan Fyrrverkndi kirkjuráðslimur Karl Andreassen EL & V.V.S. k. Pf. Landavegur 81 Tlf. 17352 Aut. el-innleggjara- & verkfrødingavirki Alt arbeiði innan el - VVS gjørt. Ring og fá eitt óbindand nstallatiónir verður tilboð. Telefonin ” svarar alt samdegrið. Best kl. 12-13