Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. februar 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Grindadráp og avleiðingar TAÐ er ein avgjørdur Fiskasølustjéri, sum nú aftur sigur sina hugsan um grindadráp og umdømi føroyinga í út- heiminum. Í februarútgávuni av blaðnum „Okkara Millum« trívir Fiskasgiustjórin enn einaferð í penn- in og skrivar um grindamálið. Aftur hesaferð ávarar hann politikararnar og leggur aftrat, at hann ávarar fyri seinastu ferð: hverjar fylgjurnar kunnu gerast á okkara fiskamarknað- um, um vit ikki endurskoða okkara grindatratitiónir. FISKASØLUSTJORIN sigur bart út, at vit eiga at steðga øllum grinda- drápi, meðan vit finna fram til eina skilagóða loysn. Hann vísir á, at vandin lúrir, ikki bert í Onglandi, har longu 700 supermarknaðir hava »droppad« Føroya Fiskasølu, men eisini í USA. Tað er bert ein spurning- ur um tíð til eisini amerikanarar venda okkum bakið, heldur Fiska- selustjórin. VÍÐARI verður skrivað, at Fiskasølan ætlar sær ikki at vera eygnavitni til, at landið fer á håsagang, orsakað av at vit fjala okkum burtur og tora ikki at taka trupulleikar upp sum menn, sum stjórin málber seg og leggur hann aftrat: »Tå alt kókar yvir, og vit hava mist alt úr hondum okkara, er nakað seint at bróta upp um armar.“ VIT eiga ikki at undirmeta hesar ávar- ingar, tí tann stóra fyritøkan Føroya Fiskasøla hevur kundar í nógvum londum, so ein má halda, at teir hava »fingurin á pulsinum« og vita, hvussu nógv í veruleikanum stendur uppá spæl fiskaútflutninginum viðvíkjandi. TAÐ ljóðar á Fiskasglustjóranum, sum um okkara politikarar, og tá man adressan serliga verða til teir, sum stýra landinum í Tinganesi, gera sær ikki greitt, hvussu álvarsom stødan er. Vit var annars í fjør, tá tey mongu mótmælini komu móti grindadráp- inum, at landsstýrið setti eina so- nevnda »Grindanevnd« at arbeiða við spurninginum serliga við tí fyri eyga: at hava tøkt tilfar til komandi altjóða hvalaveiðufundin í Malmø i Sveríki í summar. Vit hava ikki hoyrt nógv til hesa nevndina, og spurning- urin er, hvat er gjørt. Hetta er ein rele- vantur spurningur, men er tað nú rætt, at sjálvur Fiskasølustjérin setur hann alment fram, soleiðis at orð hanskara kanska kunnu verða brúkt av grindamótsteðufólki ímóti okkum sjálvum! Var tað kanska ikki rættari, um hann ístaðin hevði sett seg í sam- band við landsins myndugleikar og Grindanevndina og gav teimum teir upplýsingar, sum Fiskasølan hevur og gjørdi vart við álvarsligu støðuna á slíkum stað ! SLÍK almenn tala frá stjóranum í størstu fyritøkuni í landinum vigar tungt í útlandinum, har tey fylgja við gongdini í grindamålinum. Tað gongur neyvan meira enn eitt samdegur, so eru orð hansara á prenti í teimum stóru blødunum í okkara fiskakeyparalondum. Har kunnu orðini verða tíkin fyri fult av umhvervisfólki, sum eisini hava til endamál heilt at steðga grindadráp- inum, og tí verða brúkt í herferðini móti Føroyum! At Fiskasglustjórin so sigur hesum umhvervisfólkum, at føroyskir politikarr ikki fata ålvaran í málinum, kann hava við sær, at hesi fólk gera hesi orð til síni og brúka tey í einvísu herferðini móti útflutningi okkara. MEN so er hin spurningurin, um orð Fiskaselustjórans eisini kunnu vera mett ødrvisi og vera okkum til fyri- munar. Nevniliga at umhvervisfólk aðrastaðni seta sítt álit til, at føroy- ingar veruliga vilja gera okkurt, nú sjálvur stjórin í landsins størstu fyri- tæku gongur so hart inn fyri ti! HETTA eru tvær metingar, sum báðar kunnu góðtakast ella vrakast. Hvor teirra enn er rett, so eiga vit føroyingar at síggja álvaran í grinda- málinum. Vit hava eisini á hesum stað áður gjørt vart vid, at neyðugt er at leggja størri dent á upplýsing eitt nú við videofilmum um grindadráp. Tað vit vita um, er ikki stórvegis hent í málinum, men nú fáa vit so at síggja, hvat Grindanevndin og landsstýrið hava at leggja fram til komandi hvala- veiðufundin í Malmø, tí har byrjar orðaskiftið av álvara. Tá er av stórum týdningi, at vit føroyingar hava okkurt itøkiligt at vísa á. Antin tað er taktiskt rætt ella skeivt av Fiskasølustjéranum alment at vút- basunera« sína meining um hetta mål, so er neyvan nøkur orsøk til at undirmeta døpru spådémar hansara. jamii Nr. 21 — 20. februar 1986 Ferjulegan i Kirkjubø Sverri Patursson hevur i 14. Sept., 5. februar nakr- ar hugleidingar um ferju- leguna i Kirkjubø, har hann ødrumegin visir å, at tað er ódýrari at byggja ferjuleguna her enn á Velbastað og hinumegin at ferjulegan vil fáa stóran vinnuligan tydning fyri bygdina — serstakliga hugsar hann um alivinnu og útróður. Sverri Paturs- son endar greinina við at vísa á framburðsmannin Jóannes bónda, og hann skrivar: »Hevdi gamli bóndin, tann framburðs- maður hann var, vitað um tað afturhald, ið menn nú vilja leggja yvir hesa, av kava og havódn so illa við- farnu bygd, hevði hann ógvast vid.« Fyri at taka hetta sein- asta fyrst, so vil eg biðja Sverra leita fram »Fålubék« og lesa hvat „Bóndin< sigur um forn- minnini longu í 1911. Hann sigur her m.a. (bls. 581): „Jeg uttalte på et stort folkemøde í 1911, at fortidsminderne på Kirke- bøgård var af en sådan art og betydning for vort færøske samfund, at en- hver besidder af gården måtte være sig bevidst an- svaret ved at være bevog- ter og bevarer af disse nationens enesående min- der« Sum ein av festarunum av »Kirkebøgård« vóni eg, at tå ert »bevidst ansvaret ved at være bebogter og bevarer af disse nationens enestående minder«. Tú setur eina ferjulegu fyri 21 mill. kr. í Kirkjube upp móti einari samsvar- andi ferjulegu á Velbastað fyri 42 mill. kr. Tú veitst sjálvur, at hesi tel als ikki eru endalig enn. Í kostnaðarmetanini fyri Kirkjube er bert talan um sjálva ferjuleguna. Verjugarðurin sunnanfyri og neyðugur vegur ið hvussu so er fram til Velbastað kemur omaná hesar 21 mill. kr. Afturat hesum kemur so meir- kostnaðurin við at byggja legu og verjugarðar, so hesi verða í samljóð við fornminnini. Eisini má havast í huga, at spreingingin må fremj- ast sera varisliga — t.v.s. „spreingiúrtekan< verður uppá seg sera lág og grót- ið tí eisini lítið nýtiligt til brimverju. Einans vegurin (4 km) og verjugarðurin verða helst at toga upp ímóti 12/15 mill. kr., so valla verður tað endaligi kostn- aðarmunurin millum báð- ar ætlanirnar, ið verður grundgevingin fyri steðu- takanini í hesum álvars- liga máli. Viðvíkjandi framtíðar- meguleikunum fyri ali- vinnu í Kirkjubø, so veitst tú eins væl og eg, at dýpið millum hólmin og land ongastaðni er sterri enn uml. 2 favnar og er tað jú alt ov grunt til aliringar. Kirkjubeur hevur altíð verið av frægastu út- róðrarbygdum, og kunnu bátar liggja á sjónum har meginpartin av árinum. Tær ábetur, ið kanska tervast fyri at rógva út við opnum báti alt árið, eru ikki sterri enn at tað megnar kommunan sjálv. Hetta kann gerast í sam- ljóð við fornminnini. At enda: Tú sigur, at av- gerðin hjá friðingarnevnd- ini er »nasadjørv« og villa umhugsað<. Sum tú veitst samsvarar avgerðin hjá friðingarnevndini heilt við tilmælini frá ellum norður- lenskum mentunnarstovn- um, hóast tað, tá hesi til- mæli vóru givin, ikki vóru onnur alternativ. Í dag er í minsta lagi eitt alterna- tiv! Tróndur Patursson Til politi og kriminalforsorgina!!!!!! Nu hendi so tad, at løg- maður næstan bleiv nidur- sligin í sjálvum Legting- inum. Vit eru nekur, ið hava tosað um, hví í allari víðu verð kriminalforsorgin ikki letur fjølmidlarnar fáa bæði mynd við navni og fullari adressu hjá fólkum, ið ferð eftir ferð sleppa at gera slíkt, sum var gjert við legmann og ikki bert við hann, men eisini onn- ur. Eftir okkara metan halda tit hond yvir øll tey, ið eftir okkara metan ikki skuldu verið spard. Tað er eitt lítið land vit búgva í, so vit vita, hver tað er ið ger hvat. Tað eru tey somu sum bróta inn, ferð eftir ferð, men um nevn teirra verða almannakunn- gjørd kundi hetta kanska spekt nógv til at latið vera við at gra tað, sum tey gera. Nú kanska tit siga, at tað verður hugsað um tey neyðars foreldur og av- varðandi hjá hesum fólk- um. Tað er eisini nakað umtað, men taka vit ein teig í Dimmalætting, sur eitur Tangsaksjon over ejendom! so verða hesi neyðars menniskju, ið hava roynt at fingið tak yvir hevdið og fingið sær eitt stað, ið tey kunnu kalla sítt, fólk, ið eru hampafólk, hongd út fyri almenningin við fullari adressu og fullum navni. Hesi fólk, sum hava roynt at svara hverjum sítt, men ikki klárað tað, skulu fáa eina so ljóta viðferð og tey, ið ferð eftir ferð hava gjørt innbrot, stolið og sligið onnur fólk niður, nei tey fólkini mugu ikki koma á prent. Vit eru greið yvir, at tað kunnu tit ikki gera við, at tey, sum fara á tvang koma í stsersta fjølmidul í Føroyum, men vit halda, at tit áttu, sum skyldu at almannakunngjørt nøvn- ini á teimum ið gera her- verk og balladu At venda vilja vit heita á Legtingið: Kundi tað ikki verið gjørligt at broytt áðurnevnda teig í Dimmu, við at stríka navnið og bert brúkt matr. nr., ið húsið hevur, so at um einhver hevði hug at hugt eftir hesum húsum og kanska keypt tey, kundi farið á fúta skrivstovuna og fingið upplýst hver ið átti tey, so vit sluppu undan at hampafólk verða hongd út fyri alt Feroya land, meðan búrkroppar og tey minnu kriminellu ferð eftir ferð sleppa undan. Við hávirðing 6 ónegdar bindiklubbakonur P.S. Vit seta á ongan hátt Dimmalætting, bert á tann niður á men vísa skeiva mátan politiið og halda hond sína yvir tey, ið veru- liga skuldu verið hongd út í fjølmidlunum. kriminalforsorgin Skattasvik og smámenn Skattasvik?? er tað tí smámenn blíva til stórmenn ? ÁH, at eg íkki skuldi vitað hatta fyrr. Ein uppá vatn og breyð