leygardagur 22. februar 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i figgjar-
ligari kreppu
Landsstýrið arbeiðir við at loysa trupulleikarnar hjá fleiri virkj-
um — Flakavirkisnevndin kemur skjótt við einum áliti um
steðuna hjá øllum flakavirkjunum í landinum
Vilhelm Johannesen,
landsstýrismaður, sigur,
at undanfarna landsstýri
samtykti eina lóg, har
landið skuldi veðhalda fyri
likviditetslánum til flaka-
virki í kreppu. Samlaða
veðhaldsheimildin var
uppá 20 mill. kr.
Tá hetta landsstýrið tók
við, lógu 9 umsóknir frá
flakavirkjum um veðhald
fyri likviditetslánum.
Undanfarna landsstýri
hevði samtykt at lata 1,5
mill. kr. í veðhaldi til
hverja av umsóknunum,
men málini vórðu íkki
send til figgjarnevndina,
tå nytt landsstýri tók við.
Vilhelm Johannesen
sigur, at teir tí tóku hesi
mál upp til viðgerðar av
nýggjum og gjredu av at
seta eina serstaka nevnd
at kanna steðuna hjá
flakavirkjunum. Í Flaka-
virkisnevndini eru triggir
limir: Arne K. Olsen,
grannskoðari. Sjúrður
Guðjónsson, skrivari í Rá-
fiskagrunninum og Jóan
Pauli Poulsen frá Hag-
deildini. Ráðgevarar hjá
hesi nevndini eru sjey
royndir virkisleiðarar.
Ein góður háttur at sleppa virkjum úr kreppu er at fremja átrokandi um- og útbyggingar. Demi um slíkan politikk
Nevndin hevur so við-
gjørt hvert flakavirki fyri
seg. Av teimum 9 virkj-
unum, sum sektu um veð-
hald fyri kreppulánum,
eru 7 farin úr myndini.
Eitt av virkjunum nýttist
onga hjálp, tí steðan hjá
virkinum var so nógv
broytt til tað betra. Eitt
virki fór í likvidatión, tí
har var steðan so vónleys,
at einki annað var at gera.
Ymiskar loysnir eru
gjerdar fyri hini fimm
virkini, m.a. er mælt til
um- og útbyggingar, har
virkini arbeiða ov óration-
elt. Fígging er játtað til
slíka um- og útbygging,
og í eðrum førum er mælt
til umfígging, har virkini
hava fingið bílig og lagalig
kreditfelagslán.
Eftir eru tvey virki, har
enn eingin loysn er funnin.
Í báðum førunum er
steðan tann, at virkini
hava ov stóra skuld og
kunnu ikki klára sínar
skyldur. Spurningurin er
nú, hvussu trupulleikarnir
hjá hesum báðum virkj-
unum verða loystir.
Hjá tí eina virkinum er
talan um útbygging, og
semja er um ávísa út-
bygging, men enn er ikki
greitt, hvussu stór henda
útbyggingin verður. Men
hóast um- og útbygging.
so verður helst neyðugt at
sanera nakað av skuldini
burtur.
Sanering
av skuld
Hvat viðvíkur sanering av
skuld, so sigur Vilhelm
Johannesen, at landsstýr-
ið nú arbeiðir við at fáa
nýggju donsku konkurs-
lógina setta í gildi í Feroy-
um eisini.
Við hesi lógini eru
meguleikar við tvangs-
aktión. Men hon umfatar
bert leysa skuld, sum
iokki hevur prioritet, so
tað er avmarkað, í hvussu
stóran mun konkurslógin
kortini kann nýtast til at
sanera skuldina hjá flaka-
virkjunum.
Vilhelm Johannesen
sigur annars, at tað ber
ikki til bara at geva veð-
hald fyri lánum, tí tá koma
virkini at doyggja rentu-
deyðan, tá skuldin gerst
ov stor.
er flakavirkið Norðis á Eiði, har teir eru í ferð við eina umfatandi um- og útbygging
Nr. 22 — 22. februar 1986
Annars vísir hann á, at
tað eru givin veðhald fyri
likviditetslán, men at tað
bert er brúktur lítil partur
av veðhaldsheimildini
uppá 20 mill. kr., sum
undanfarna landsstýri
samtykti.
Flakavirkisnevndin
hevur skrivað eitt álit fyri
hvert einstaka virki og
harumframt eitt samlað
álit um steðuna hjá ellum
flakavirkjunum. Hesi álit-
ini eru um at verða liðug
og verða so latin lands-
stýrinum.
Onnur
idnadarvirki
Vit spurdu annars Vil-
helm Johannesen, hvussu
figgjarliga stødan er hjå
eðrum idnadarvirkjum, og
sigur Vilhelm Johannesen,
at hon er rættilig aójevn
fyri tey ymsu virkini.
Eitt virki, sum hevur
havt ávísar trupulleikar,
er Tetingarvirkið í Gøtu?
Har er so gjørd ein ný-
skapan við eini ílegu uppá
2 mill. kr. til keyp av
nýggjari vaskilinju, sum
kann vaska feroysku ull-
Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður heldur ikki, at
tað nyttar nakað bert at játta virkjum nýggj veðhalds-
lán, tí tá doyggja tey einaferð rentudeyðan av ov stórari
skuld. Betri er at fremja rationalisering og sanering av
gamlari skuld
ina betur enn gamla mask-
inan, sum ikki var nóg
góð. Eisini eru keyptar
tvær nýggjar bindimask-
inur og annars eru leiðslu-
viðurskiftini umskipað.
Hesar iløgur eru
gjørdar, ti mett verður at
virkið hevur ein serligan
tydning bæði tá hugsað
verður um feroysku ull-
ina og eisini tá vit hugsa
um ferðamannavinnuna.
Tað, sum verður fram-
leitt á Tetingarvirkinum,
er nakað, sum ferðafólk
ynskja at keypa, leggur
Vilhelm Johannesen
aftrat.
KLAKSVÍKAR
SJÚKRAHÚS
3870 Klaksvík
Try størv sum sjúkrahúsarbeiðari
(portørur) eru leys at søkja, til setan
15. apríl 1986.
Størvini eru lønt eftir sáttmála mill-
um Sjúkrahúsverk Føroya og Tórs-
havnar Arbeiðsmannafelag.
Umsøkjarin skal hava áteknað før-
arakort og hava lokið skeið í fyrstu
hjálp.
Um umsekjarin afturat
hesum |
hevur onkra útbúgving og fyrr hevur |
| fyrimunur
arbeitt í tilsvarandi starvi, er tað ein
Umsóknir verða at senda til:
Umsjónarmannin
Klaksvíkar Sjúkrahús
3870 Klaksvík
innan 10. mars 1986