Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 1986síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 7 — 25. februar 1986 Síða 11 »Brendi« fimm av seks brotskøstum Í einum spennandi og undirhaldandi „topp- dysti« millum oddaliðini bæði, Kyndil og VIF, »brendu« Kyndils-leikararnir íkki færri enn fimm av seks brotskøstum. Hetta hevði sjålv- andi sína ávirkan á dystin, men íkki kann »pilkast« við sigurin hjá VÍF. Við sigrinum tóku vestmenningar enn eitt týdningarmikið stig móti foroyameistaraheitinum. Kyndil-VÍF. 1. deild menn 18-20 (10-11) Málskjúttar Kyndil Dia Midjord 5 Hannis Wardum 4, Sverri Jacobsen 3. Aki Davidsen 2 og Kári Nielsen. Hartvig Joensen. Birgir Hansen og Finn Dan berg hver sitt VIF : Kári Mortensen 6, Jørgin Bech og Kári Durhuus hver fýra. Áki Morten sen og Páll Poulsen hver tvey og Her álvur Nielsen og Palli Joensen hver sitt Brotskøst : Kyndil 6 og VIF I Avaringar : Kyndil 2 og VIF 3 Utvisingar : Kyndil 2X2 min. og VIF 3X2 min Dómarar: Hjalmar Petersen og Kristi an Johansen Kappingin millum tey fremstu lidini i l. deild menn er herð og jøvn. Hetta kom tidliga til sjóndar, tá Kyndil og VIF hittust í einum >topp- dysti« í hellini á Hálsi leygardagin. Einumdysti har nógvu áskoðararnir í letum fingu loyvi at síggja góðan hondbólt, einum dysti har spenningurin var í hæddini frá byrjan og einum dysti, har tað eydnaðist leikarunum at hava tamarhald á sinna- lagnum hvat annars ikki altíð er líka lætt tá hesir »arvafiggindarnir« hittast. Enn einaferð vóru tað vestmenningar, ið »drogu longra stráið“. Aftaná at hava verið á odda 11-10 í hálvleiki, vunnu teir dystin við tjúgu málum móti átjan. Hesin týdningarmikli sigur hevur við sær, at VIF nú liggur best fyri at vinna HM, men eingin ivi er um, at Kyndil, sum er í ferð við at spæla nýggjar ungar leikarar á liðið, at byggja eitt nýtt lið upp. longu næsta kappingarár — um leikararnir verða verandi — hevur sterstu møguleikar at gerast sterkasta liðið. At vestmenningar, sum nú hava fingið avbera góð- ar umsteður í stásiligu hell síni, so eisini fara at taka góðu og evnaríku unglingar sínar upp i 1. deild er onnur sega. Tá liðið hjá Kyndli kom á vøll leygardagin skiltist, at ávísar broytingar vóru farnar fram. Leikarar vóru »utskiftir« fleiri ungir leikarar vóru at síggja á liðinum. M.a. breðurnir Jákup og Dia Midjord og Hartvig Joensen, men eisini ein tann elsti — og framvegis millum teir bestu — hondbóltsleikarin í Feroyum, Sverri Jacob- sen, var at síggja á liðnum hjá Kyndli. Ein saknaði tó ein ann- an ungan leikara, Róa Arting, ið er av evnabestu spælarum í Feroyum, men sagt verður, at hann, orsakað av skulagongd, ikki hevur meguleikar at vera við í venjingini. Hjá VÍF vóru allir teir góðu »veteranarnir« við. Báðir Kárarnir, báðir Pall- arnir, Páll, Jergin og hvat nú allir eita, so her var lagt upp til góðan dyst. Og sum greitt frá framman fyri, so fekk stóra áskoðarafjeldin eisini nakað fyri goldna at- gongupeningin. Spenning frá fyrsta dómarabríksli og í letum eisini kvikan og góðan hondbólt. Gjegnum allan fyrra hálvleik fylgdust liðini væl. Skiftust um at vera á odda við einum og tveim- um málum. Hóast bæði royndu tað tey kundu fyri at leggja sjógv millum seg og mótsteðumenninar, so eydnaðist hetta íkki til fulnar. Í longum letum læt Kyndil Birgir Hansen mansuppdekka spælfor- deilaran hjá VÍF, Kára Durhuus, og hetta ávirk- aði eisini í ávísan mun spæl vestmenninga, men hóast spælið einu letuna gekk seint, so forðaði hetta tó ikki VIF at fáa tvey mál í síðsta minutt- inum av fyrra hálvleiki og leggja seg á odda 11-9. Ein av ungu leikarunum hjá Kyndli, Hannis Wardum, vildi tó ikki lata vest- menningar fara til hálvleik við tvey-máls muni og í síðstu sekundunum eydn- aðist honum við vælplas- eraðum hoppskoti at fáa bóltin fram við Bergi og í netið til 10-11, ið eisini varð hálvleikssteðan. Í seinna hálvleiki var tað VIF, ið byrjaði betur. Legði seg á odda 13-10, og ikki fyrr enn miðskeiðis í hálvleikinum eydnaðist Kyndli at fáa »kontakt« aftur, tá teir fingu minkað til 14-15. Kyndil megnaði tó ikki at halda fast og bert minutt seinni hevði VIF ekt til 17-14. Kyndil royndi nú alt liðið kundi fyri at minka og tá liðið bet fimm min. fyri leiklok við støduni 17- 18 fekk brotskast og meguleikan at javna, roknaðu nógv við, at Kyndil skuldi varð- veita møguleikar sínar fyri at vinna. Men gakk !!! Sverri skjeyt brotskast- ið á stongina og nýtti Kári Mortensen mótálopið til at ekja til 19-17. Hetta eins og tók »pippid« frå Kyndli, og tá so Bergur bert minutt seinni bjarg- aði einum brotskasti frá Finn Danberg var einki at gera hjá Kyndli. VIF fekk ekt til 20-17 áðrenn tað í síðstu letu eydnaðist Áka Her er Kári Mortensen, VÍF, í eini skotroynd Davidsen at skjóta eitt »troystmål« til endaligu støduna 18-20. Við sigrinum tók VIF enn eitt týdningarmikið fet móti meistaraheit- inum. Annars áttu Kyndils- leikararnir sjálvir — og sjálvandi eisini teir báðir VIF-målvrejarnir, breður- irnir Kristin og Bergur sín stóra lut í ósigrinum Av teimum seks brots- l. deild menn: Kyndil-VIt | 8-2( KIF-Neistin 19-17 StIF-TB 31-24 KIF-VIF 28-2 H71-TB 20 Kyndil-Neistin 1. deild kvinnur: NSI-Sóljan 7-6 2. deild menn: Neistin-Stjørnan 25-22 2. deild kvinnur: MB-TB 10-14 Sóljan-TB 13-7 3. deild menn: Neistin-Stjørnan 43-16 4. deild menn: Neistin-EB 14-14 Dreingir 16: KIF-Neistin 15-17 VÍF-H71 7-10 Dreingir 14: Neistin-Kyndil 7-29 Gentur 12: Sóljan-VÍF b 8-1 Gentur 10: Sóljan-Skála 4-3 kostunum Kyndil fekk í dystinum eydnaðist bert Veikar lotur — bæði í fyrra og seinna hálvleiki Neistin-Stjørnan, 2. deild menn 25-22 (12.9 Malskjuttar Neistin : Vagnur Michelsen 8, Rói Eg holm 7 Thomsen 3 og Magnus Egholm og Jakup Hanusson 5. Hans G Christian Poulsen hvør sitt Stjørnan : Christoffur Ragnarsson 7 Beinur Poulsen 6. Fionn Joensen og Olivur Thomsen hver 3 og Bogi á Steig Pol Mikkelsen og Bent Baldvinsson hvør sitt Brotskøst : Neistin 3 og Stiørnan 2 Avaringar : Stjørnan 2 Utvisingar Neistin 1X2 min. og Stjørnan 4X2 min Domarar : Geir Wardum og Gunnar Gregoriussen Leygardagin var dystur i ítróttarhellini á Halsi i Havn millur: Neistan og Stjørnuna, 2. deild menn. Aftanå lokid kappingar- år i fjør var greitt, at Stjørnan varð noydd at flyta år 1. deild, og tad tykist sum um stedgur teirra i 2. deild gerst longri enn ein frammanundan hevði væntad. Kappingarárið hevur ikki roynst tað besta fyri Stjørnuna og móti Neist- anum leygardagin gekst heldur ikki ov væl. Klaks- víkingar taptu dystin við 22 málum móti 25 aftaná at Neistin hevði verið á odda 12-9 í hálvleiki. Stjørnan byrjaði annars hampuliga væl. Kom á odda bæði 1-0 og 3-2 og lá — tá tjúgu minuttir vóru farnir av dystinum eisini á odda 8-5. Men so kom steðgur í. Neistin tók dyk á seg og við nøkrum kvikum álopum eydnaðist teimum næstu fimm minuttirnar at nýta eitt til fulnar, meðan fimm vórðu »brend« at broyta steðuna full- komiliga, soleiðis at teir komu á odda 10-8 áðrenn Stjørnan fekk næsta mål sitt. Miðskeiðis í seinna hálv- leiki eydnaðist Stjernuni at »berja« seg fram til javnleik 17-17, men so fekk Stjørnan enn eina letu har einki gekk hjá teimum. Hesa letu nýtti Neistin til at koma á odda 22-17, og hetta megnaðu klaksvíkingar ikki at vinna inn aftur. Teir royndu tað teir vóru ment- ir, men endaliga úrslitið var, at Neistin vann við 25 99 ti 22 málum mó