Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-25, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. februar 1986síða 20

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Framhald av síðu 19 Einki nýtt Spurt varð eisini, um tíð- indafundurin skuldi vera tekin um, at SEV hevur læst seg fast til eina ávísa loysn í vatnorkuútbygg- ingjni og m.a. ikki ynskir at tosa um broytingar, sum m.a. landsstýrið hevur ynskt Arnstein Niclasen: Hetta málið tók seg upp í 1978 og hevur SEV havt eina beina kós í hesum máli. Tað er ikki komið nakað nýtt fram, sum hevur fingið SEV til at broyta kós, men vit en altíð tilreiðar at tosa við hvenn tað skal vera og vilja fegnir finna ta fræg- astu loysnina. Men enda- málið við tidindafundinum er kanska tað, at SEV hevur ikki verið nóg nógv úyti um seg at greitt frá sjónarmiðum sínum. — Tað hevur verið vist á, at ov lítið hevur verið gjert fyri at kanna megu- leikar í hæddini. Meinar SEY, at teir meguleik- arnir eru kannaðir nóg væl, til at kunna siga, at tað er ikki ein góð loysn? Klæmint Weihe: — Tað, sum fyriliggur í dag, er ein kanning av ti norð- ara partinum av vestur- síðuni av Eysturoynni, soleiðis sum Orkuráðið hevur nevnt tað í brævi til landsstýrið. Eg meti nú, at tann spurningurin er rættiliga gjeiia iýstur, og tað er væl eingin meining í at blíva við at kanna og kanna tann spurningin. Tað at meta um, hvussu stórt ekið er, hvussu nógv vatn finst í eini ávísari hædd, tað vit vita um i dag við eini ávísari ósikkurheit, so eg haldi ikki orsek er til at siga, at hetta er ikki kannað. Aðrir møguleikar — Hinvegin eru nógvir aðrir meguleikar. Eg havi sjálvur nevnt ein megu- leika sunnanfyri. Tá ið nú Eiði 1 er útbygt, og vit hava fingið eina goymslu í verandi skipan, so hava vit eina trygga orku- skipan og eru í heilt annan mun ferir fyri at tosa, um ein kann leggja eina goymslu og eitt verk á Veðranesi ella eitt verk á Veðranes við eini lítlari byrging. Ég havi eisini skotið upp, at tað verður kannað nærri. og tað er eisini nevnt í álitinum frá oktober 1984, at aftaná vit hava bygt Eiði 1, eiga vit at kanna hverjir aðrir meguleikar finnast. Er meguleikin á Veðranesi tann besti at halda áfram við, so gera vit tað. Tá er skipanin bugvin til at taka eitt lítið ella eitt stórt verk ymslu har suð- nærri, og ema gi uri Men nar eru a osvara0ir spu nogvir ingar, sum mugu kannast víðari, so eg haldi ikki, at ein skal siga generelt, at SEV vísir frá sær at kanna hetta víðari. — Tit meina, at kann- ingin hjá 4-mannanevnd- ini er tendentiøs, hvat meina tit við tað? Er tað kanningin sum heild ella åvis punkt? Klæmint Weihe: — Tað eru åvis punkt, sum vit meta hava hasa slagsið- una, og tað gera vit út frá tí, sum álitið hjá teimum byggir á. Eg skal ikki fara 3 soleiðis at hann passar til ta niðursteðu ein ynskir at fáa og viðkomandi maður, sum hevur skrivað hetta er ikki uttan týdning Hann er ein seriøsur mað- ir og veit, hvat ha: tosar um, men tað er nógv í ti greinini, sum greiðir frá, at viðurskiftini í bæði Noregi og Bretlandi eru sera kompliserað og harav vita vit eisini, at viður- skiftini í Feroyum eru kompliserað og ikki eru at samanbera við tey í Bret- landi og Noregi. Vit eiga at brúka tað taltilfar, sum er í Føroyum, og tað er tað vit hava gjert. Vit hava hugt at viðurskiftunum í Vestmanna og mett um tey ikki eru líka so góð at samanbera við sum vest- ursíðan av Noregi ella Onglandi sum so. Ikki tikist við praktiska el-útbygging! — Nú eru persónarnir í 4-mannanevndini rætti- liga vælútbúnir menn. Er tað tín meting, at teir hava arbeitt óseriest? Arnstein Niclasen: — Eg haldi ikki at vit skulu byrja at tosa um hatta, men vit skulu bara kon- statera, at teir hava gjert eitt arbeiði. Teir hava sín- ar royndir og eru uttan iva dugnaligir menn á sínum eki, men eg haldi ikki teir hava tikist beinleiðis við praktiska el-útbygging. — Hevur nevndin fingið teir upplýsingar, sum hon hevur biðið um frá SEV til sítt álit? Arnstein Niclasen: — Nevndin hevur fingið rele- vantar upplýsingar frá SEV ja. — Men hevur hon fingið allar upplýsingar, hon hevur biðið um? — Klæmint Weihe: — A tí fyrsta fundinum, vit hevdu við ta nevndina, v r spurningurin um- reddur, og vit vóru spurdir, um vit vóru sinn- aðir til at arbeiða saman við teimum, og tað fingu teir greitt svar uppá, at tað vóru vit. Teir bóðu um fáa alt relevant tilfar í nd við tað komosor ium, teir hevdu fingið frá landsstýrinum, nevniliga at kanna tann norðara partin av Eysturoynni í hæddini, og tá tað verður formulerað uppá ein slíkan máta. at tað er alt, sum er relevant tilfar, so kundi eg sjálvandi flutt arkivið hjá SEV í lastbili oman til hesar menninar ella valt tað út, sum eg meinti var relevant til handa spurn ingin, og tað gjerdi eg. Uppílegging Kennir SEY tað sum eina uppilegging rå landsins síðu, tá i nds stýrið ynskir at tosa um broytingar í teimri út byggingarætlan, sum tit hava sett tykkum fyri upprunaliga? Arnstein Niclasen Tað er greitt. at vit uppi legging, men landsstýrið ' ' kenna tad sum eina evur væl IOVV! mi! at spyrja Tað er tó einki má. Førova søgu, sum er so væl kannaþ og endavent sum hetta målid, og vit halda okkum framvegis at vera å rættari leid, t.v.s rådgevarar og folkid hjå SEV, sum i 35 år hevur stríðst við hesar trupul- leikarnar. Tá semja er um hetta, so kann eg ikki sum politiskt valdur ganga ímóti tí. Skuldi eg gingið ímóti ti, so hevði eg samstundis átikið mær eina tekniska ábyrgd. Eg haldi, tað er rætt og gott, sum verður gjørt. Vit vita eisini, at tað er nógv, sim hevur darvað útbyggingina. Eitt nú umhverviskanning, sum tók eitt ár, og vit skulu jú lata orku og fáa ljós í perurnar kring landið, og hetta er tað vit eru til. Verða *** %arvaðir alla tíðina, so gongur galið fyrr ella seinni. — Hevur SEV víst sam- arbeiðsvilja mótvegis landsstýrinum ? — Ja, hetta er tað triðja landsstýrið vit hava sam- arbeitt við. Fylg við, hvat hendir KJARTAN DALSGAARD / TRYGGINGAR ( UMBODS X STOVA NHOYDALSVEGUR 6 X TLF 1 5222 / — — MEIMA -í Nr. 23 — 25. februar 1986 Kvinnustevnan 8. mars Í ár verður stórt tiltak í Norðurlandahúsinum 8. mars. Skráin er: 7. mars kl. 19.30 Lena Nolsee, stud. mag.: Hugleiðingar um kvinnur í føroyskari søgu. Nanna Damsholt, dr. phil. : Kvinnan í søguni. 9.30 Anna Debes Hentze og Sigrun Samuelsen, sålarfrød- ingar: Rúsdrekkamisnýtsla millum føroyskar kvinnur. Jytte Willadsen, yvirlækni í sålarfrødi: Kvinnur og sålarfrødi. Malan Simonsen, cand. mag.: Skaldskapur og veru- leiki hjå føroyskum kvinnuligum rithøvundum. Márta Tikkanen, rithøvundur: Veruleiki og skald- skapur. 8. mars kl. Kvøldseta. Stevnan endar vid kvøldsetu kl. 20, har m.a. virdislønirnar i stuttsøgukappingini hjå Kvinnu- tíðindum verða handaðar. Limir í Kvinnufelagnum í Havn hava høvi at tekna seg til stevnuna innan 1. mars hjá nevndarlimunum á tlf. 11557, * 1756, 124 18, 1 75 92. Eftir 1. mars verður tilmelding í Norðurlandahúsinum opin fyri allar kvinnur. KVINNUFELAGIÐ Landsfundurin 1986 verður í Norðurlandahúsinum 11. og 12. apríl. Skrá sambært lógina. FØROYA JAVNAÐARFLOKKUR