hósdagur 27. februar 1986síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 2
tíðindablaðið
Ferjulegan
gerast millum
Kirkjubø og
Velbastað
Tað er nú avgjert, at nógv
umredda ferjulegan, sum
skuldi gerast í Kirkjubø,
nú skal byggjast millum
Kirkjube og Velbastað
Hetta samtykti landsstýr-
ið á fundi týsdagin.
Ferjulegan skal gerast á
Gomlu Rætt teir kalla, og
fara tað at ganga eini trý
ár at byggja ferjuleguna.
Kostnaðurin er millum 34
og 50 mill. kr. Nú skulu so
gerast gjelligari kanning-
ar bæði av tekniskum og
økonomiskum slagi.
Her er talan um eina
politiska loysn. Tað er
einki dulsmál, at ferjuleg-
an hevur verið politiskt
trætumál í skjótt 25 ár, tá
hon fyri fyrstu ferð kom á
tingborð.
Undanfarna landsstýrið
skoraði nógv á at fáa
ferjuleguna i Kirkjubø,
men bæði kirkjubøingar
og onnur hava verið nógv
ímóti hesum, tí hildið
hevur verið, at ein ferju-
lega í Kirkjbe fór at for-
koma okkara kanska elstu
og ríkastu fornminnum
Mótsteðufólkini hava víst
á meguleikan at byggja
ferjuleguna á Velbastað
ella millum Velbastað og
Kirkjubø.
Nu fyriliggja so uppskot
um at gera ferjuleguna å
Gomlu Rætt, sum er okk-
urt um ein kilometur
norðanvert Árnanes í
Kirkjubø.
I samrødu við útvarpið
týskveldið segði Lasse
Klein, landsstýrismaður,
at honum dámar væl hesa
loysnina og hann legði
samstundis herðslu á, at
hetta er eisini ein góð
loysn fyri sandoyarfólk, tí
siglingartíðin verður ikki
nógv longri enn um siglt
varð til Kirkjubear
Nú verður tað
harafturímóti stytri at
sigla hjá Hestmonnum og
Koltursfólki.
Tað er ikki neyðugt at
fara í legtingið við ferju-
leguni enn einaferð. Tí
tingið hevu rlongu sam-
tykt, at ferjulegan skal
gerast. Nú hevur so hetta
landsstýrið gjørt av, hvar
ferjulegan skal byggjast,
og hetta hevur verið
stríðsspurningurin, ið
forðaði fyri eini bygging.
jan
Fylg við,
hvat hendir
Nr. 24 — 27. februar 1986
Tróndur Patursson,
Kirkjube, vísir okkum
staðið, har ætlanin er at
byggja ferjuleguna. Pláss-
ið eitur Gamlarætta og er
ein kilometur norðanfyri
Kirkjube. Siglingartíðin
millum Skopun og
Streymoynna verður nak-
að tann sama sum til
Kirkjubear.
%
Uppskotið, sum Landsbyggifelagið hevur gjørt fyri Landsverkfreðingin av
ferjulegu við Gomlu Rætt millum Kirkjube og Velbastað. Tað er mett til 50
mill. kr.