Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-02-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. februar 1986síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — ivamål? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar" Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. úsund Ónur hvert arið — Hugsa ikki bara um bankabøkur Í dag eru 25 ár síðani, Feroya banki læt upp deild í Leirvík. Í hesum sambandi hevur bankin avgjert at geva bókasavninum í bygdini 25.000 kr. Tá deildin læt upp 27. februar 1961 var hon í leigaðum heli hjá Georg Johannesen, keypmanni. Tá var einans opið tveir tímar ein dag um vikuna og fólk kom úr Saltangará at standa í avgreiðsluni. Í august- 1975 flutti deildin í rúmligari heli hjá H.J. á Reynatreð, seinni Rólant Langgaard. Og 22 november 1982 varð flutt í Lávussarhús, sum bankin keypti frá J.P. Elia$sen Feroya banki boðar frå, allir leirvíkingar eru vælkomnir inn á gólvið í dag Edvin Joensen tekur vegna bókasavnið móti kekkinum uppá 25.000 kr. frá deildarleiðaranum í Feroya banka, Reinold Isaksen. Í Í 1982 flutti bankin í Lávussarhús, sum hann keypti frá J.P. Eliassen Áhugaleikarar | hittast i Kvivik Í felag við Meginfelag áhugaleikara Feroya skip- aði Kvívíkar Sjónleikara- felag seinasta leygardag fyri sjónleikarstevnu. Hó- ast kvívíkingar hava spælt sjónleik í nógv ár, varð felagið sjálvt fyrst sett á stovn í 1985. Sama ár gjerdist tað limur av MáF. Nágreinilig skrá var løgd frammanundan. Hvørt felag skuldi fyri- reika ein litlan leik. Hvør leikur var so aftur partur av eini størri heild. Síðani skuldi vera orðaskifti um leikirnar, men eisini um teir trupulleikar, sum fel- og av hesum slag hava at dragast við. Tá samanum kom, vóru bert 4 feløg umboðað. Luttakaratalið var tó ikki so lítið, eini 60 fólk. Panel var aftaná framferslurnar, og varð umframt sjálvar leikirnar eisini tosað um arbeiðsumsteðurnar o.l. hjá teimum einsteku fe- legunum. MáF hevur áður skipað fyri tílíkum stevnum, og er ætlanin at hava eina á hverjum ári. Við reglulig- um millumbilum verður eisini skipað fyri skeiðum, m.a. kunnu nevnast >Orð og leikur“ og >PallsmíðÉ. kl Tit ringja Vit skriva S SV NY ] Stórfingin mótasýning á Hotel Borg Einir 10 av sterstu móta- handlunum i Feroyum fara 15. mars at luttaka á størstu mótasýning í Feroyum nakrantíð. Um 30 menn og kvinnur koma at sýna fram ymisk klæði, m.a. summarmótan 1986. Nakrir av luttakarunum á mótasýningini verða mótahandlarnir Í Skot inum, Joto 7, Fríðkan, Good Look, La Femme et L'Homme Dalsberg Mótaskálin, Young Fas hion og Hjá Brynju Meguliga verða enr fleiri = mótahandlar við seinni, tí óvist hevur verið við farmaflutningi í sein- astuni Men skipað verður eisini fyri eðrum í sambandi við mótasýningarnar. Regin Johansen skipar fyri undirhaldstónleiki og tón- leiki til mótasýningarnar, har Jákup Magnussen verður konferencier. Breðurnir Páll og Suni Danielsen fara at skipa fyri skemti. Atgongumerki á 150,- kr. kunnu keypast frá ell- um teimum luttakandi mótahandlunum ella bein- leiðis frá Hotel Borg. Í prísin er íroknaður nátt- verði ein sonevndur luksusplatti frå Hotel Borg Syningin byrjar sum sagt leygarkveldið 15 J mars kl. 19.00