Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. mars 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 22 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76. 3800 Tórshavn So var bert jarðarferðin eftir TAÐ var kanska onkur, sum helt, at nú fór tann ótespuliga válkanin hjá Dag- blaðnum í deyðanum hjá Olof Palme at halda uppat. MEN sjálvsagt skuldi sjálvt jarðar- ferðin eisini nýtast til at »prégva« gudloysið hjá javnaðarmonnum. Og blaðið letst nú at vera so forharmað um, at Palme varð jarðaður, »uttan at Vårharra varð tíkin uppá tungunax. At harmurin ikki stingur so djúpt sæst av, at eisini skal glósast um tað undir Per í Leysari Luft. Hetta er bert ein líður í eini árslangari herferð móti javnaðarmonnum fyri at vera ókristn- ar, væl vitandi um, at tað, sum verður endurtikið nóg ofta, fer fólk at trúgva. Í HESUM førinum er tað tó beinleiðis ósannindi, sum verða borin fram. Á grevini las biskuppurin í Stockholm nevniliga 13. kapitul í 1. Korintara brævi, har Paulus vísir á, at hvat vit enn gera, so nýttar tað einki, um vit ikki hava kærleika! Hetta vita teir á Dagblaðnum væl, tí greitt varð frá hesum í sjónvarpssendingini frá jarð- arferðini og hevur eisini staðið í blød- unum. ANNARS hava eisini verið hildnar hópin av minningargudstænastum í kirkjum um alt Sveríki, og dagin eftir morðið var eisini hildin minningar- gudstænasta í sóknarkirkjuni hjá Palme, Storkyrkan, sum var stúgv- andi full av fólki. Vit fara at halda okkum frá at gera fleiri viðmerk- ingar til hesa spekulatión í tí, sum mong meta heilagt, og henda manna- gongd man so tala fyri seg. VIT skulu tó gera vart við, at blað- stjórin á DB er ikki nakar sjålvbestalt- aður talsmaður fyri kristindómin. Tað er so, at tann flokkur, sum hann er blaðstjóri hjá, telur millum sínar álitis- menn ein hóp av trúgvandi fólki. Hesi umboða flokkin í øllum stigum. Til seinasta val vóru upp til helvtin av valevnunum hjá flokkinum í teimum ymsu valdømunum aktivir prædiku- menn, og eru teir í dag løgtingsmenn og tiltaksmenn. Í landsstjórnini hjá flokkinum eru bæði deknar og prædikumenn. Og meirilutin í nevnd- ini i Dagblaðnum eru samkomuleið- arar. ØLL hesi fólk prædika javnan júst tann sama boðskap, sum varð lisin á grøvini hjá Palme. Og tað skal sigast, Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Térfinn Smith Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Prent: P/f Pressan 1981 at tað er sjáldan, at ein so stórur flokkur av kristnum hava slíkan møguleika fyri at vísa í verki tað, sum teir prædika, í hesum førinum við at ávirka tann politikk, sum teir stuðla og kunnu ávirka. MEN verðsliga úrslitið av hesum virk- semi er — Dagblaðið. VIT skulu ikki eins og hetta blað døma nakran. Tað hoyrir heilt oðrum hægri maktum til. Men fólk munnu sjálvi duga at meta um, í hvgnn mun tann kapitul, sum varð lisin á grevini hjá Palme, samsvarar við tann boð- skap, sum hann hevði at føra fram. Og í hvønn mun hann samsvarar við boðskapin hjá Dagblaðnum og teim- um, sum hava beinleiðis og óbein- leiðis ábyrgd av hesum blað, og sum kalla seg kristin. Fyrra Korintbræv 13. kapittul Hin „mangan betri vegurin“. Um eg so tali við tungum menniskja og eingla, men havi ikki kærleika, eri eg vorðin ljóðandi málmur ella kling- andi bolla. 2. Um eg so havi profetagávu, kenni øll loyndarmål og eigi allan kunnskap, og um eg so havi alla trúgv, so kann eg flyta fjall, men havi ikki kærleika, eri eg einki. 3. Og um eg so býti út, fátækum til fødi, alt, ið eg eigi, og um eg so gevi likam mítt at verða brent, men havi ikki kærleika, batar tað mær einki. 4. Kærleikin er langmóðigur, er mildur: kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar íkki, blásist íkki upp: 5. hann ber seg ikki ósemiliga at, sækir ikki sítt egna, goymir ikki agg. tilroknar ikki hitt illa; 6. hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; 7. hann breiðir yvir alt, trýr ollum, vónar alt, tolir alt. 8. Kærleikin fellur aldri burtur. Men profetagávur — tær skulu fáa enda; somuleiðis tungutala — hon skal halda uppat; og kunnskapur — hann skal fáa enda. 9. Tí vit kenna í stykkjum, og vit profetera í stykkjum; 10. men táið hitt fullkomna kemur, skal tað, sum í stykkjum er, fáa enda. 11. Táið eg var barn, talaði eg sum barn, hugsaði sum barn, dømdi sum barn; men táið eg varð maður, legði eg av hitt barnsliga. 12. Nú síggja vit jú í spegli, óklárt; men tá skulu vit síggja andlit til and- lit: nú kenni eg í stykkjum, men tá skal eg kenna til fullnar, eins og eg sjálvur eri til fullnar kendur. 13. So verða tey tá verandi, trúgv, vón, kærleiki, hesi trý — men sterstur av teimum er kærleikin. Nr. 33 — 20. mars 1986 Leingið flogvøllin í Vágum Lat okkum í hesum máli halda partapolitik uttan- fyri, okkum ellum at gagni. Í dag er flogvellurin 1420 metrar langur, írokn- að trygdarpettir. Til tess at fara undir fraktflågving, nytist okkum ein vøll, ið er uml. 1600 metrar, tad kostar uml. 50 mill. kr. at leingja vøllin, og kann gerast uppå stutta tid, at byggja nyggja floghavn i Føroy- um kostar nakrar hundrad mill. kr. og tekur nógv år. Vit hava øll hoyrt/ lisið — og sæð í sjónvarpinum, at ilt er hjá skipum og virkjum at fáa endarwnar at rekka saman. Vit vita eisini, at fiskur- in, ið fæst við Feroyar er heimsins besti, og tað liva vit ell av. Okkara grannalond Is- land, Noreg og Bretland útflyta fyrsta floks góðsk- aðan fisk - fiskaverur loft- vegis og fáa nógvar ferðir betur betur prís enn vit í dag hava meguleika at fáa. Orsekin er: vellurin er ov stuttur. Hetta verða tó sjálvandi altíð lutfalsliga smáar negdir av heildar- veiðu og aling, men til topp-prís. Fleiri halda tó, at flog- vellurin liggur ov langt frá miðjuni í Feroyum. Her mein: eg við, har flest fólk búgva, og tí sterst virk- semi er. Hetta er meguliga rætt, men tað er — og verður alla tíðina bett um hetta. Tá flogferðslan byrjaði tíðliga í 60-unum, tók tað 3 tímar at koma t.d. úr Havn. Í dag tekur tað 1 tíma og 50 minuttir, við bussum og fergu, ja megu- liga enntá stytri. Hjå eysturoyingum nakað tað sama, norðingum eitt sindur longri. Ur Suður- oynni verður um stutta tíð meguligt at fara frá hús- um sama dag tú skalt-á flog. Hetta hevur ikki verið meguligt. Neyðugt hevur verið at fara frá hús- um dagin fyri. Ur Sand- oynni, Nólsoy, Hesti, Koltri og Skúvoy er eisini meguligt at koma til flog- vellin innan fyri rímuliga tíð, nakrar tímar. Til sam- metingar kann nevnast, at skalt tú úr Keypmanna- havn til Feroyar og t.d býr í útjaðaragkinum á Keypmannahavn, tekur tað 1 tíma og meir at koma til Kastrup flog havn, við tok og buss. Tað ber eisini til hjá okkum at koma úr miðjuni í Feroyum til flogvellin innan fyri 1 tíma, tað kostar nakrar mill. kr. at fáa tað gjert, men kortini einki í mun til hvat tað kostar at byggja nýggja floghavn Viðvíkjandi regulariteti av flogferðsluni kann sig- ast, at í dag eru vit næst- an á hædd við mest fram- komnu floghavnir, um heilt stutta tíð verður helst meguligt at lenda í Vágum við sýni niður í 600 metrar, tað sama ið krevst til at fara á flog við Boeing 737/200 flogførum hjå Maersk Air i dag. Til sammetingar kann nevn- ast, at i dag lenda B737 flogførini hjå Maersk Air i uml. 2500 metra syni, bert tann vegin id lendast skal. Fyri fåum årum sidan var neyðugt við upp til 10 kilometra sýni báðar vegir, flogvallarrætn- ingurin er 310-130 gradir (útnorðing-landsuðring). Samanumtikið, verður hetta fram,t fæst reglulig fraktflúgving í lag heilt skjótt, við útflutningi av fyrsta floks feroyskum verum, innflutning av verum, ið neyðugt er at fáa skjótt fram. Her hugsi eg um okkara skipaflota, skipasmiðjur og aðrar, ið hava fyri neyðini at rfáa fraktina skjótt. Tað eru nógv avmarkaðir meguleikar i dag Umframt allar = aðrar meguleikar, ið ikki ber til at festa á blað nú Vega-skipanetið verður enn betur útbygt og kort ini = nógvar mill. kr spardar fyri føroyska sam felagið, ellum Feroya fólki til gagns Við kvoðu Er bonusskipanin rætta loysnin? Í gjár, 11. mars, kundi ein hoyra í Útvarpinum áhugaverda sending um tørvandi arbeiðsorku á flakavirkjunum. Hetta var og er tíbetur ikki á ollum av flakavirkjunum. Gamalt er, at eitt býtt kann spyrja meir enn 10 vís kunnu svara uppá. Nú skal hetta orðatakið ikki beinast til tann spyrj- andi í hesum føri. Lat meg fyrst siga takk til Magnus Bæch stjóra í Servági, ein av mínum mongu vinum. Lat meg skoyta uppí beinan vegin, at vit vil pástanda, at eg bert eigi vinir. So er at koma til kjarn- an í málinum. Rætt segði tú Magnus, tað hverki er ella hevur verið nekur forðan fyri = tervandi arbeiðsorku. Tímalenin á ellum arbeiðsplássum í dag er í lagi, og er hon væl og virðiliga sáttmálabund- in. Men sum eisini eitt annað orðatak sigur: >At eitt kann fáa oksan til brunnin, men 10 fáa hann ikki at drekka«. Hann ella hon, ið hevur umsteður at fara til arbeiðis og ikki fer. Har er bara tað til hind- urs, at tey rætt og slætt ikki hava arbeiðshug. Tá er tað sagt á so vakran hátt sum tilber. Tað má sigast og av rættum hald- ast, at at har eitt land, ella oyggjar sum í hesum feri hjá okkum, rópar eftir arbeiðsmegi, tá átti at staðið væl til samfelags- liga sæð. Men tað, ið liggur mær næst hjart- anum, er hatta, at lokka fólk til arbeiðis, og lova bonusskipan, jú meira tú leggur úr hondum. Har er tað ið tampurin brennur Hatta er nakað sum sjálv- ur fjandin hevur lagt upp til. Ein av ellum teim mongu freistingunum hann hevur lagt eftir seg. Vit hava nokk øll hovrt Í Sorvági Grækarismessu 1986 Mikkjal Simonsen um eina sitrónpressu Eins og pressan fær tann seinasta dropan av saftini út, á sama hátt er tað við menniskjanum. Bonus er við eðrum orðum ein pressa fyri at fáa tann seinasta sveittadropan úr kroppi tínum. Nú eru kvinnur ivaleyst meira vanar við at vinda tvegu, hon er rættuliga herð so leingi tú ikki hevur rist hana út aftur, so hon ska! turka vætuna upp Í seg Eins og hetta demi er kvinnan. Tá hon hevur staðið allan dagin og pressað, um kveldið er hon helst sum bleyta tveg- an. Mannin kann eg samanbera við at blása kýk. Hann verður harður og trútin meira tú blæsur, men fær so og slaka av, og tak so teppin úr kýkinum, tá verður hann bleytur og vidgjørligur og sekkur saman. Soleiðis sær ein út pressaður maður út, tá ið