týsdagur 25. mars 1986síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 4
Nr. 35 — 25. mars 1986
Lærarasáttmalin
strandaður í
Keypmannahavn
Nú eru næstan tveir mán-
aðir farnir, síðani Lands-
stýrið og Lærarafelagið
gjørdu sáttmála fyri 1985-
87.
Sáttmálin er galdandi
frá 1. oktober 1985.
Men enn er gamli sátt-
málin virkandi. Og tann
nýggi kann ikki væntast
fyrsta dagin.
Ti hann skal fyrst vig-
ast i tveimum ministerium
i Keypmannahavn. I løt-
uni er hann i kenslumåla-
ráðnum, og hann skal eis-
ini i fíggjarmálaráðið,
upplýsir P. Bilfeldt,
skrivstovustjóri í kenslu-
málaráðnum.
Vakt ans
Sáttmálin millum Lands-
stýrið og Lærarafelagið
hevur vakt ans hjá ríkis-
myndugleikunum.
— Hann sá rættiliga
dramatiskur út, sigur P.
Bilfeldt. Hann líkist á av-
gerandi ekjum munandi
frá ti, sum danskir lærarar
hava, sigur skrivstovu-
stjórin, sum ikki vildi
geva nakað boð uppá, nær
donsku ráharrastovurnar
fara at svara.
Niels Bentsen, ríkisum-
boðsmaður, hevur sent
sáttmálan til Danmarkar
og hevur harvið brotið ein
gamlan sið.
Vanliga hava ríkisum-
boðsmenninir góðtikið
sáttmálarnar ríkisins
vegna.
Tann umsetti sáttmálin
varð sendur kenslumála-
ráðnum saman við einari
frágreiðing frá Niels
Bentsen.
Statskassin 55%
Statskassin rindar 55%
av lenini hjá lærarunum í
Feroyum. Og tað stendur
í fólkatingslógini um lær-
aralønir, at sáttmálin
millum Landsstýrið og
Lærarafelagið skal góð-
kennast í kenslumálaráð-
num, sigur Niels Bentsen.
Hann sigur, at hesin sátt-
málin fer at kosta stats-
kassanum 8 mill. kr.
meira tey tvey árini frá 1.
oktober 1985 til 30. sept-
ember 1987.
Feroysku lærararnir
hava fingið sterri lenar-
hækking enn teir donsku
afturat tí, teir fáa dýr-
tíðarviðbót, sum jú er tik-
in av í Danmark.
Afturat hesum er ym-
iskt í sáttmálaum, sum
kanska gevur feroyskum
betri ella í øllum førum
eðrvísi semdir enn teir
donsku hava. Og hetta má
kannast, sigur ríkisum-
boðsmaðurin.
Hann sigur, at hann
fyrst spurdi kenslumála-
ráðið, um tað vildi hava
sáttmálan niður. Svarið
var ja.
Blokkstudningur
Niels Bentsen vísir eisini
á, at í letuni eru sam-
ráðingar um studnings-
skipanina, um blokkstud-
ningin.
Lærarafelagið hevur
ikki somu áskoðan sum
Ríkisumboðsmaðurin um
góðkenningarspurningin.
Staturin hevur latið
Landsstýrinum samráð-
ingarrættin og samstund-
is bundið seg til at góð-
taka úrslitini, Landstýrið
fær, sigur Hans Trygvi
Henriksen, formaður í
Lærarafelagnum.
Jógvan Durhuus,
landsstýrismaður, dugir
ikki at siga, hver lagnan
hjá sáttmálanum verður.
Ein meguleiki, sum er
nevndur, er tann, at
landskassin rindar tað,
sum statskassin ikki vil
rinda.
Men sum tað skilst, er
ikki bara talan um pengar,
men eisini um ymiskt
annað í sáttmálanum,
sum órógvar danir.
hd
SKRIVSTOVU-
KVINNA
Tilkomin kvinna
við skrivstovuút-
búgving søkist til telefonavgreidslu
og annað fyrifallandi
arbeiði.
skrivstovu-
Byrjast kann beinanvegin.
Skrivlig umsókn vid vidmælum/ til-
vísing verður at senda til:
HAVNRA TIMBURHANDIL
Uppi á Hálsi
3800 Tórshavn
Landavegur 81
TIf. 17352
Aut. el-innleggjara- & verkfrødingavirki.
Alt arbeiði innan el - VVS installatiónir verður
gjørt.
Ring og fá eitt 6bindandi tilboð. Telefonin
svarar alt samdegrið. Best kl. 12-13.
Nú bleiv hon eisini påskatrøll
— Forhoyrsleiðarin fingið álagt at gera
eina kanning og ikki at royna seg sum
semingsmaður,
heldur Lærarafelagid,
sum hevur skrivað til Landsstýrið og
biðið tað síggja til, at tænastumanna-
kanningin í Vágs skúla verður sett í verk í
stundini.
Tænastumannakanningin
í Vágs skúla gjerdist jóla-
trøll.
Og nú verður hon eisini
påskatrøll.
Skjótt eru sjey mánaðir
síðani, Landsstýrið av-
gjørdi, at ein tænastu-
mannakanning skuldi fáa
greiðu á, hví skúlastjórin
og 13 lærarar í Vágs skúla
ikki trívast undir sama
(asbest)taki.
Landsstýrið bað sorin-
skrivaran finna ein for-
hoyrsleiðara. Hetta gjerdi
hann. Allan Moltke Han-
sen, dómarafulltrúi, bleiv
biðin. Og hann tók av.
Men síðani er ikki hent
tað nógva. Ein fundur var
í Dómhúsinum fyrst í
lesember. Tá hevði Jákup
"Isen, skúlast"óri, við sær
ein sakferara hjá Dan-
marks Skolelederforening.
Hesin danski juristur
málaði ein vissan persón
við so tjúkkari máling á
veggin, at tey, sum inni
vóru, helst ikki enn hava
gloymt hvekkin. Tey
fingu at vita, at tænastu-
mannakanningar eru dýr-
ar og tær taka nekur ár.
Tað krevur at hugsa seg
um oftari enn tvær ferðir,
áðrenn ein tílík kanning
verður sett í verk.
Landsstýrið
fingið brøv
Og síðani hava so partar-
nir hugsað seg um. Sum
tað skilst er ætlanin at fáa
eina semju, so sleppast
kann undan kanningini.
Men málið er íkki
gloymt. Landsstýrið
hevur nú í vár fingið tvey
brev, annað frá Foreldra-
felagnum í Vági, hitt frá
Feroya Lærarafelag.
Formaðurin í Lærara-
felagnum, Hans Trygvi
Henriksen, sigur, at
felagið hevur biðið Lands-
stýrið síggja til, at tæn-
astumannakanningin
verður sett í verk í stund-
ini.
Hans Trygvi Henriksen
heldur, at Allan Moltke
Hansen hevur misskilt
verkevni sítt. Hann er ikki
biðin um at vera semings-
maður. Hansara arbeiði er
at leiða eina tænastu-
mannakanning. Sjálvandi
kunna partarnir í Vági
semjast. Men kanningin
skal gerast kortini, heldur
formaðurin í Lærarafelag-
num.
Jógvan Durhuus, lands-
stýrismaður, váttar, at
brev eru komin um kann-
ingina. Tey verða viðgjerd
so skjótt, stundir eru til
tess, sigur hann. Nakran
dag kann hann tó ikki
nevna.
Allan Moltke Hansen
sigur, at væntandi hendir
okkurt í apríl. Sum tað
skilst, er hann mest sinn-
aður fyri einari semju. Í
ellum ferum hevur hann
givið pertunum góða tíð.
Fyrimunur
hjá báðum
Nógv halda, at tænastu-
mannakanningin er ætlað
at gera enda á Jákupi
Olsen sum skúlamanni.
Millum annað Niels Pauli
Danielsen, landsstýris-
maður, sum ikki eigur lut í
avgerð Landsstýrisins í
september i fjør.
Men hetta er misskilj-
ing. Nidurstødan av einari
kanning kann eins væl
gerast tann, at teir 13 lær-
ararnir eru syndabukkar-
nir.
Ella, at ongin synda-
bukkur er yvirhøvur.
Endamålid vid kanning-
ini er eittans: at fáa greiðu
å, hvat er åfatt i skålanum
i Vågi. Ti okkurt er, ella
hevur verið, åfatt. Um tað
er ongin sum helst ivi.
Tænastumannakann-
ingar eru sjáldsamar í
Føroyum.
Men just i hesum døg-
um liggur ovarliga á borð-
inum hjá Landsstyfinum
úrslit og tilmæli í einari
slíkari kanning. Hon var
móti Roy Cazabon, yvir-
lækna á Suðuroyar sjúkra-
húsi.
Sosialurin hevur íkki
frætt um nakrar ágrýtnar
semingsroyndir í tí fer-
inum.
Men her er jú eisini tal-
an um ein útlending !?!
hd
Im
Im
1