Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-03-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. mars 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Hvat gjørdi Óli í fólka- tinginum ? TAÐ er ikki so legið, at fólkatingsmaður fólkafloks- ins av øllum alvi roynir at káva útyvir stóðu sína í fólkatinginum hendan dag- in, har hann var við at leggja eyka byrðar á herðarnar hjá donsku løntakarunum. MEN maðurin er sjálvsagt í dýrastu neyð, tí hetta er jú tað beint øvugta av, hvat hann bedýraði undan val- inum, nevniliga at hann undir ongum umstødum fór at taka støðu til donsk inn- anhýsismál. TÁ henda atkvødugreidsla nú skal umberast við clear- ing og tekniskar misskilj- ingar, so geva vit ikki so nógv fyri tað. Um Óli ikki hevði ætlað at atkvøda í hesum máli, hvat gjørdi hann so yvirhøvur í fólka- tinginum, nú meðan løg- tingið er saman. Okkum vit- andi hava eingi føroysk mál verið til viðgerðar beint nú, og skuldi hann einki havt at gjørt á Christiansborg nú, um hann hevði fylgt sínum vallyftum. Men sannleikin er sjálvsagt tann, at Óli hevur mett upp sum eyka- maður hjá Schlúter, og fór ein atkvøda at resta i, so skuldi hann nokk trýsta á knøttin! Soleiðis royndist okkara fræga sjálvstýris- hetja! HETTA er nú ikki fyrstu ferð, at ÓB hevur brotið sína tilsøgn um ikki at leggja seg útí donsk viður- skifti. Tá fólkatingið legði seg útí ósemjuna á danska arbeiðsmarknaðinum, var | Óli eisini tøkur. Tá royndi | hann at lúgva seg burturúr {| við at greiða almenning- - PH Sosialurin inum frá, at hann als íkki hevði atkvøtt, men takkað verið Paula Ellefsen vóru hesi ósannindini avdúkað. OG hver minnist ikki ýlini, tá javnaðarmenn noktaðu fyri at cleara Óla, so hann ikki kundi sita heima við hús og atkvøda í danska fólkatinginum fyri donsk mál. Og hóast hann í Dag- blaðnum 25 mai 1984 greidd; frá, hvussu ofta hann hevði verið clearaður og harvið hevði atkvøtt, fekk hann bilt fólki inn í sjónvarpssendingini hjá Preben Heide, at hann ongantíð hevði tíkið lut í eini atkvødugreidslu um donsk mál. NÚ vita vit væl, at fólka- tingslimir hjá javnaðar- flokkinum hava verið í danska javnaðarflokkinum og hava eisini atkvøtt saman við honum, um tað hevur verið í stjórn ella and- stóðu. Og tað skal sigast, at munurin millum javnaðar- menn og fólkaflokkin er, at javnaðarmenn hava tikid greiða støðu undan val- inum. Men spurningurin er um vit í javnaðarflokkinum ikki eiga at taka støðuna upp av nýggjum í hesum málinum. Okkara samfelag er vorðið meira og meira sjålvstødugt hesi seinastu árini og vit bríggja okkum sanniliga ikki um, at onnur leggja seg útí okkara viður- skifti. TÍ eiga vit at spyrja okkum sjálvi, um vit ikki eiga at geva ødrum somu virðing sum vit krevja sjálvi, soleiðis, at tað bert verða teir í Danmark valdu fólka- tingsmenn, sum taka støðu í donskum málum og føroyskir løgtingsmenn sum taka stødu i føroyskum målum tíðindablaðið 8. mars — nakrar hugleiðingar Kvinnustevnan sum var hildin í Norðurlandahús- inum í sambandi við altjóða kvinnudagin 8. mars, var í nógvar mátar væleydnað. Fyrilestrarnir vóru góðir og upplýsandi — og summir haraftrat ógvuliga skemtiligir, har álvarslig evni vórðu við- gjørd á ein lættan og humoristiskan hátt. Og tað sum hevur so stóran týdning eitt sovorðið vikuskifti er at vera sam- an við eðrum kvinnum úr ellum Feroyum og fáa eitt prát »her og der« um ym- isk kvinnumál. Tað sum kanska var minni væleydnad var kveldsetan, sum fyri tað fyrsta var alt ov stutt — bert ein lítlan tíma. Har vóru fleiri kvinnur, sum bert vóru komnar til kvøldsetuna og hjá teim- um var ikki so nógv at heinta, meðan tær sum høvdu verið í Norður- landahúsinum alt viku- skiftið kanska hevdu fingið nokk, tá klokkan var blivin 9 leygarkveldið. Og tí havi eg eitt hug- skot til næstu 8. mars- stevnuna, tí sjálvandi skulu vit hava eina so- vorðna aftur næsta ár — og tað er at uppgávurnar meira útdeleger aðar. soleiðis at nakrar taka sær av at finna fyri- bæði førovingar og útlendingar, meðan aðrar taka sær av kveldsetuni og skemt- man hevði var- verða lestrarhaldarar inum, ti Nr. 35 — 25. mars 1986 hugan av, at tær, sum hesaferð stílaðu fyri hevdu gloypt um ov nógv, soleiðis at tá fyrilestrarnir vóru fingnir til vega, var ongin orka eftir til at stíla fyri kveldsetuni So gentur, latum okk um fáa eina stevnu aftur næsta ár, ið byrjar friggjakveld og endar leygarkveld á midnátt ella seinni. Og til útvarpið: nær senda tit hinar fyrilestr arnar frá kvinnustevnuni sum vanta: Lenu Nolsøe, Jytte Villadsen og Nannu Damsholt? Eva Erotica, 32 ár Ein heilsan og eitt ynski Nei, nei, nú gongur ikki longur! Tað kann ikki bera til at pøsa alt Føroya fólk upp av allari hesari bladskriv- ingini um Føroyar i Fokus, um hvør er vid og ikki. Nú má gevast, tað mátti verið okkurt annað at skriva um. Eg eri gift við einum listamanni, sum ikki bara teknar og málar, men eis- ini yrkir og skrivar og nógv annað gott. Eg elski alt sum hann ger, men tað vil ikki siga, at teg ikki elski aðra list enn hans- ara. Nú eri eg kanska priv- iligerað við tað, at bæði tónleikur og náttúra og alt, sum gott og vakurt er freir mítt hjarta. So góðu tit øll! Bindið frið, og lat okkum freast saman við teimum, sum komu við Ti eitt er vist — at tað er ófriður nokk á hesi ann ars so vekru jerð. Blíðar heilsur Marna Glerfoss tilfar til alihyljar. | | Í Heil- og småsøla Vit geva fegnir tilboð. P/F North Atlantic Plast PLASTRORVIRKIÐ Vit framleiða og selja vatnleiðingar og kloakrør Kloak frá ø 40 mm til ø 500 mm. Vatnleidingar frå ø 25 mm til ø 500 mm i trystklassa TN6— TN10. Septictangar og reinsibrunnar ø 200 — 250 — 315 mm, um ynskist gera vit reinsibrunnar eftir måti. Vit hava allar tilhoyrandi rørdeildir å goymslu, eisini framleida vit P/F North Atlantic Plast Plastrervirkið á Heygnum Mikla TIf. 1 2151