Sosialurinarkiv
Sosialurin 1986-04-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. apríl 1986síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn »Du má stem- me med! FRAMMANUNDAN seinasta fólkatingsvali vórðu mong lyfti givin frá øllum síðum og munnu tey flestu helst vera gloymd í dag av veljarum eins væl og val- evnum. TÓ er eitt lyfti ikki gloymt. Til tess var tað alt ov harðliga fram- ført og hartil ov ofta endurtikið. Hetta var lyftið hjá stavnamanni fólkafloksins um ongantíð undir nøkrum umstødum at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hini valevni fólkafloksins vóru, sum gli minnast, meira lunkað og ullint júst í hesum spurningi. Men ein hevði klárar og reinar linjur, og hann varð so valdur, meðan foraður floksins stóð eftir so nakkalangur og fataði einki. Var tað ikki hann, sum umboðaði fólkaflokkin? Var tað ikki hann, sum hóast alt skuldi tryggja, at borgarligu hampafólkini fram- vegis við góðari samvitsku kundu atkvøda fyri fólkaflokkinum, hó- ast Dagblaðið meira og meira líkt- ist einari vánaligari útgávu av Der Størmer? Jú, tað var hann, men tað var so sanniliga ikki tað sama sum, at hann skuldi í fólkatingið. Tað skuldi ein rættur fólkafloks- maður, ein sum so at siga umboð- ar fólkafloksins innastu sál — ein, sum pliktaði seg til ikki at lúta so lágt sum at luttaka í donskum politikki. Tískil bóru fólkafloksins kjarnuveljarar stavnamannin inn á fólkating. MEN so kom veruleikin og við honum kom eitt nú valskrekkur- in, ið sum ein marra hevur ligið oman yvir báðum okkara fólka- tingsumboðum í úti við trý ár. Ein vakran dag kom so eisini tann fyrsta konfrontatiónin — tann løtan tá hevuðslyftið skuldi standa sína roynd. HENDA royndarstund upprann, tå ein av Scliiters skutilsveinum reistist, fór yvir til tann vanliga so Útgevari: Abyrgdarblaðstjóri: Fyritaksstjóri: reystnasuta stavnamannin og gav boðini: »Du må stemme med«! Eftir hvat Dagblaðið upp- lýsir tók tað skutilsveininum Helge Adam Møller bert nøkur sekund at ræða stavnamannin til at atkvøda påskapakkan heim til konservativu stjórnina. Dyggilig- ari og grovari hevur eingin føroyingur áður lagt seg út í danskan innanríkispolitikk og fáur man hava gjørt Føroyum meira skaða í eygum danska al- menningsins enn hesin stavna- maður. TÍÐIN, sum farin er síðan páska- pakkin varð handaður tí hart roynda danska skattgjaldaranum, er farin við, at stavnamaðurin sjálvur hevur vitjað ta fascistiska Taiwan, meðan hansara ørkymli- aðu blaðmenn eftir førimuni hava roynt at verja svikagerðina og lyftisbrotið. HOVUÐSVERJAN hevur verið hetta eina, at vit skylda ikki teim- um vinstrahallu nakra umbering. Tað er púra rætt. Vit skulu onga umbering hava, tí vit hava onga lotu trud at stavnamaðurin ella nakar annar fólkafloksmaður fyri tann skuld fór at halda nakað lyfti. Tí var eingin í okkara parti bilsin. Vit høvdu verið meira bils- in, um tað øvugta hevði verið: at stavnamaðurin ikki fór at akta harraboð frá Schlúter. Vit kenna fólkaflokkin og vit gerast hvorki kløkk ella bilsin yvir nakað, sum kemur haðani. TEY, sum eru paff og hugstoytt, eru tey fáu, sum hava atkvøtt upp á fólkaflokkin í góðari trúgv sein- asta fólkatingsval, og tey fáa onga umbering — hægst eina langa nos. DU må stemme med«! Nr. 35 — 25. mars 1986 Fokus å Hokus Pokus Ilt eyga kann einki gott sjá, men hann ið ilt gitir, ilt ger. Skrivingin um »Færøerne i Fokus« hevur i summum ferum verið so ljót, at tú ivast í, hvert tú hirðir at svara, men rætt skal vera rætt, og hann, ið er millum úlvar, noyðist við hvert at túta við — ella ímóti teimum. Stóra tiltakið »Færøer- ne i Fokus« hevur leingi verið í umbúna, og fyri- reikingarnar hava verið drúgvar. Í samband við framsýningina í Nikolaj er hetta farið fram: Lista- felag Feroya (Janus Kamban er formaður har) fekk áheitan um at seta eitt fólk í starvsnevndina. Bárður Jákupsson varð valdur. Nevndin í felagnum Feroysk Myndlistafólk, Zacharias Heinesen, Bárð- ur Jákupsson og eg, hevði stuttan fund, har m.a. varð tosað um, hvussu listaverk skuldu veljast at umboða Føroyar. Vit samdust um at leggja spurningin fyri á lima- fundi. Á limafundinum var full semja uma t fram- sýningin skuldi vera: 1. So góð sum til bar 2. at øll skuldu hava høvi at senda uppskot 3. at kunngerast skuldi al- ment í góðari tíð, so øll, sum vildu, hevdu ta tíð ið kravdist, og 4. at neyðugt varð at hava dómsnevnd. Tosað varð síðani um hver dómsnevndin skuldi vera, og felagslimirnir komu við ymiskum upp- skotum. Fólk vóru spurd um tey vildu átaka sær hetta trupla ålitisstarv, og sum vera man, var onkur spurdur, sum bar seg und- an. Eg skal ikki dylja, at eg, so leingi sum til bar, helt at onkur feroyingur átti at sita í dómsnevndini, men fleirtalið vildi hava ell úr útlondum, og í dag skilji eg hví — sjálv hevði eg so treyðug vilja verið tann føroyingur, sum sat í hesi góðu nevnd. 3 fólk játtaðu at koma, tí at tey, eins og vit, eru góð við alla góða list, og fegin vilja, at stórar fram- sýningar eru vælsaman- settar, og at listakrev eru í lagi. Teimum eiga vit at takka fyri at hava lokið ábyrgdarstarv í bestu sannfering. At tey fáa ferð sína goldna er sjálvandi. Tey hava sum onnur ar- beiðsfólk eisini annað at gera og komu bert higar at arbeiða, men viðmerkjast skal, at hetta varð alt goldið úr donskum grunn- um. Sum allar aðrar dóms- nevndir arbeiddu tey púra lista- einsamøll, åbyrgdarkend og sannførd Stjórin fyri Nikolaj góð- kendi valið Eingin okkara var til staðar, eingin tosaði við tey og eingin hevði heft seg við, hvat inn var kom- ið til demingar Sjálv vil eg fegin sleppa at senda eitt hvert inn til demingar ellum ummælis ella uttan a tsiga Foroya fólki, um eg havi sent inn, hvat og hvussu nógv. Alvaratos tað kemur ongum við. Ég ivist ikki í at nógv kenna tað sama Nú er so leikað í, at vit oll vita, at 48 fólk sendu inn tilsamans 334 verk Tibetur vita vit ikki, um tey sum bleðini kalla kass- eraði, yvirhevur hava sent nakað inn. Rúmið er avmarkað, og ein framsýning sum ber seg, skal helst vera ein vekur heild. Sjálvandi ber ikki til bara at heingja alt upp — og hvat skuldu vit gjørt um 300 fólk sendu inn 3.000 verk , , Nu er tid at hugsa , . bugvid Vit i Føroyum eru so fri og so væl fyri, at ein og hvør, sum hevur hug til tess, ókeypis sleppur at sýna alt sum hann vil í Smiðjuni í Lítluvík, yms- um peningastovnum, á framsýningum, í ymiskum bygdahúsum og aðra staðir Eingin má halda, at alt sýnt verður fram lýkur listalig krav Neyðugt er viðhvert at velja burturúr. Um so altíð er rættvíst valt, er ilt at siga. Allar dómsnevndir velja eftir førimuni, og til fyri muns má vera, at tær eru ymiskar. So er hugsandi. at ymisk fólk vera vald Klandursvætti eru forovingar, og higartil hevur verið skeldað um, at ein listaelita situr og velur seg sjálva at umboða okk ara land. Hesaferð er eðr sum vísi valt, og nú er vent í holuni. Skeldað verður nú um, at summi sum plaga at vera umboðaði ikki eru við, og at onnur eru slopp in uppí part. Alvaratos — hvat bilar? Fáur leikar so í sjey ár sum í sjey dagar, sigur orðatakið, og galnir hund- ar fáa rivið skinn O.J.R., Ingrid Hestoy. Ólavur 0.0. Tit høvdu staðið tykkum betur, bundu tit frið, til tit vistu um tiltakið er gott ella ringt. Lættari er at døma tað, sum tit síggja og hoyra, tí lygnarunum krevur at hava gott minni Góðu fólk leggið tykkum í geyma, at allur bati betur og at tað er Guds barn ið batnar Vinarliga Súsan í Jákupsstovu Skrivari í felagnum Foroysk Myndlistafolk Hvussu kanst tú, Jan? Eg havi akkurát fingið Sosialin, og eri forfardur. Ikki eitt (reklamu)orð um Mortan Johannesen í dag. Jamen hvat hugsar tú við tær, Jan. Ætlar tú kanska at svíkja hann, sum tú so skammiliga svíkti goggur- nar á sinni? Beint sum tær vóru farnar at kenna seg sum superstars, og tú kendi teg at kenna tær sum sjálvan teg — bæði innan og uttan, stakk tú tær í ryggin ella át tú tær? Og nú, tá vit hómaðu inn- velin á reiðaranum. Ég mundi grátið tá eg las hasa um eginpeningin, nú tigur tú. Tað ber ikki til. Minsta- krav má vera tvær síður pr. reiðara hverja ferð, í einasta sosialistiska' ar- beiðara-tíðindablaði okk- ara, og sjálvandi onki við at stilla frekar spurningar, tað kann taka glansin av idyllinum, og tað er kedi- ligt. vónsvikin rutsilaisos AÐALFUNDUR! Foroya Reiðarafelag hevur aðalfund fríggjadagin 18. apríl 1986 kl. 14.00 á Hotel Borg. Skrá sambært lógini. FOROYA REIÐARAFELAG