hósdagur 3. apríl 1986síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nekur orð um
eina Ohending
Tá ið eg var á fótum, leyg-
ardagin tann 8. mars,
millum klokkan hålvgum
átta og átta, hoyrdi eg í
Útvarp Feroya eina
kvinnuredd syngja á
fronskum. Hon, sum
sang, var Edith Piaf,
henda mæta franska
sangarinnan, ið geislaði
sum ein firvaldur seinast í
fimti- og fyrst í seksti-
árunum, til ovnurin innan
í henni brendi hana upp í
1963. Hetta var, fyri
meg, byrjanin til ein tann
sjáldsamasta dagin hjá
Útvarpi Feroya og eitt tað
vakrasta kapitlið í ment-
unarsegu okkara. Onkur
hevði fingið tað geniala
hugskot at lata Útvarpið
tulka kvinnuna henda
dagin, hennara lagnu,
hennara verð og hennara
verrir, fakfelagsligar, list-
arligar og aðrar, í ment-
unarlívi okkara. Har vóru
tær, okkara detur og
systrar og mammur og
ommur, úr ellum ættum,
lukkuligar og nívdar,
einsamallar, forelskadar,
læandi, syrgjandi, slopnar
heilskapaðar undan — ella
meiðslaðar av — hesum
tunga, sorlandi, kall-
mansliga bulldozaranum,
sum 20. eld í grundini er.
Tær, sum kveiktu lív,
vardu tað, syrgdu um tað,
meðan myrkir valdsharrar
í blindum Thanatosdrátti
ruddu vegin móti oyði-
merkini. Marlene Diet-
rich, Billie Holiday, Edith
Piaf. Eisini tær, sum
spruttu úr okkara heim-
ligu mold, vóru at hoyra,
stríðskvinnur sum Andrea
Árting, bláklokkurnar,
Duruta Dam, Anna sofía í
Brekkunum, Nicolina á
Kamarinum og mangar,
mangar aðrar.
Fyri ein part kom Út-
varp Feroya henda dagin
at endurspegla ta stóru 8.
mars-stevnuna, sum varð
hildin i Norðurlanda-
húsinum fríggjadagin 7.
og leygardagin 8. mars.
Nakrir av fyrilestrunum,
sum vórðu hildnir í Norð-
urlagdahusinum, vórðu
sendir beinleiðis í Ut-
varpinum. Í einum eftir
minum tykki forvitnis-
ligum fyrilestri greiddi
Malan Simonsen frá fer-
oyskum skrivandi kvinn-
um, og visti tú tað ikki
frammanundan, fekk tú
har at vita, at tann fyrsti
føroyingur, sum yrkti
veruligar yrkingar (og
góðar yrkingar!), var ikki,
sum higartil hildið og
sagt, Janus Djurhuus,
men ein ung sandsgenta,
sum æt Billa Hansen.
Anna Debes Hentze og
Sigrun Samuelsen tóku í
sínum fyrilestrum alko-
holtrupulleikarnar hjá før-
oyskum kvinnum upp,
ruddiliga og djúptbor-
andi, so áhoyrarin fekk at
vita, at her ikki var talan
um persónlig brek, men
um sorgarleikir, íkomnar
av sosialum umsteðum,
ov fáum avbjóðingum og
kynsligum mismuni. Ég
kann ikki hugsa mær ann-
að enn at fyrilestrar sum
hesir — umframt at vísa á
ein útveg — mugu hava
lætt um skuldabyrðina
hjá í hvussu er onkrari
einsamallari kvinnu.
Tað, sum kom fram í
Útvarpinum, var kortini
— sum rimiligt er — bara
ein partur av tí nýggja,
spennandi og fyri føroysk-
ar kvinnur stimbrandi til-
fari, sum var borið fram á
8. mars-stevnuni. Og eg
má viðganga, at sum dag-
urin leið, leitaði mín hugur
út á Sosialin. Her, hugs-
aði eg við mær sjálvum,
var veruliga nakað at
tríva í hjá hesum frísinn-
aða, framburðarhugaða og
sosiala blaðnum, sum
m.a. eg havi so stóran
tokka til. Her var kvinn-
an, lýst úr ymiskum sjón-
arhornum. Her vóru fyri-
lestrar at bera víðari. Her
vóru træðrir at taka upp.
Her var hevi til at gera
samreður. Eg sá fyri mær
blaðkvinnuna á Sosialin-
um, fúkandi niðan í Norð-
urlandahúsið, fús at lofta
hesum gloypibitanum,
sum hon fekk, næstan fyri
einki. Eg sá fyri mær, í
Sosialinum vikuna eftir,
eina opnu, kanska tvær,
við spennandi tilfari.
Myndir, samreður, hug-
leiðingar. Kvinnan í seg-
uni, kvinnan í bókment-
unum, kvinnan í sosiala
meldrinum. Ein samreða
við ella grein um Jytte
Villadsen hevði varpað
ljós á hennara atfinningar
móti tí í summar mátar
óvísindaligu, kallsmans-
merktu psykiatriini. Ella
tak kvinnuna í smábarna-
familjini, ein tann mest
kroysti samfelagsbólkur í
dag.
senn — alskyns trupul-
leikar, húsatrupulleikar,
peningaligir trupulleikar,
ovarbeiði, beinleiðis or-
sakað av, at so striltið
gongur at broyta kyns-
leikpartarnar. Sjúka og
burðardepressión eru
fruktirnar av hesum.
Kvinnurnar geva sær
sjálvum alla skyldina, og
hetta ger skilið uppaftur
verri. Í Norðurlanda-
húsinum var víst á, at
skyldin m.a. er at finna í
samfelagnum og einum
avoldaðum, skeivum ar-
beiðsbýti kynjanna mill-
um í heiminum. At ávísa
hetta og peika á ein útveg
— hetta er sosialt, sam-
hugi við lít — og í tokum
tíma!
Týsdagur kom. Í- Sos-
ialinum var dúgliga skriv-
að um tiltøk, sum høvdu
verið um vikuskiftið. Um
8. mars-tiltakið í Norður-
landahúsinum stóð ikki
eitt orð. Blaðkvinnan,
hugsaði eg við mær sjálv-
um, vil gera sær ómak,
situr og kínir sínum
rúgvismikla tilfari, fín-
pussar tað. Hósdagur
kom. Framvegis einki um
stevnuna. Leygardagur
kom. Framvegis tegn um
stevnuna. Nú er ein vika
gingin afturat. Framvegis
hevur Sosialurin einki
grett um tann dagin, sum
— undir liðini á 1. mei —
er tann týdningarmesti í
árinum.
Veruleikin er — sum vit
ell vita — ikki tað, sum
hendir. Veruleikin er okk-
ara mynd av tí, sum
hendir, mytan, segan.
Veruleikin er tað, sum
fjølmidlarnir siga er hent.
Hetta er eitt av hevuðs-
evnunum í skaldseguni
1984 eftir George Orwell.
Orwell greiðir frá einum
marrusamfelag, har tað
ber til — sum tað lystir
teimum ráðandi — at kuta
burtur og skoyta uppí,
stødugt at umskapa veru-
leikan, at gera tað óhenda
hent og tað henda óhent.
Stevnan í Norðurlanda-
húsinum tann 7. og 8.
mars kom — hjá teimum,
sum styðja seg til Sosialin
sum tidindablad — at vera
ein óhending.
Nr. 36 — 3. april 1986
at
hesar viðmerkingar eru
skrivaðar av illvilja til
Sosialin ella blaðfólkini
har, fer hann skeivur. Tað
er nettup mín samhugi við
hesum blað, sum noyðir
meg at koma við hesum
atfinningum. Blaðfólkini á
Sosialinum hava ta sein-
astu tíðina viðhvert havt
lyndi til at fjeppast uppi í
teimum mætu. Satt at
siga, mangan krevst ikki
meira enn at tað lotar úr
einum reiðaradyntli, so
eru blaðfólk á staðnum,
við penni og myndatólum.
Tað hevði ikki misprýtt
blaðið onkuntíð at tikið
upp trupulleikarnar hjá
teimum kleimdu og
gloymdu. Tað hevði ikki
misprýtt blaðið, um eitt
dism av yin var latið út í
henda eintáttaða,
Um nakar heldur,
sama, tungliga stígandi
skaran av reiðarum,
bankastjórum, advokat-
um, alarum, uppfinnarum
og selustjórum, sum eiga
blaðsins teigar.
Sjálvandi veit eg ikki,
hvat ið býr undir óhend-
álvar- |
ingini. Smásinni? Hug-
móð? Fávitska? Líka- |
sæla?
Men eitt er vist. Leiðin
burtur frá javnaðarstevn- |
uni er steinsett við óhend-
ingum av hesum slag.
Hver verður tann næsti
dagurin, ið má víkja fyri ti
orwellsku skurðviðgerð-
ini?
1. mei?
Hanus Andreassen
Service
á Frælsinum, tif. 1 2112
3800 Tórshavn
Viðmerking um
Olof Palme
Nú er Olof Palme farin
undir grønu torvu, og ti
| hesi orð til Óla Breckmann
log-
hevur
fólkatingsmann
rad
og
tingsmann
| verið skrivað í feroysku
um Olof
varð
blødunum nógv
Palme hann
dripin februar. Men
tíni orð skulu ikki fara
afturvið borðinum tí
her er nakað heilt galið
Jógvan Sundstein
skrivar í Dagblaðnum 17
síðani
IR
| mars, at ell taka undir við
minningarorðunum hjá
tingformanninum. Hvat
við tær O.B! ? tú má ge3va
eina frágreiðing um tína
steðu hesum viðv. — tú
hevur jú eina grein í Dag-
blaðnum 19. mars at svara
uppá? Tú skrivar at enda i
somu grein (citat: »og tå
Vårharra og tann stóra
vónin, sum stendur øllum
í boði, ikki verða tikin upp
á tunguna við jarðarferð-
ina« citat slutt).
Tå Olof Palme bleiv
jarðaður, vórðu tey av-
varðandi og næstu vinir
hansara til staðar í kirkju-
garðinum, og har bleiv lis-
ið fyrra Korintbræv, 13
kapittul av biskuppinum í
Stokkhólmi
versið
Les tað sein-
asta tu manst
nokk, sum vit onnur van
ligu menniskju, ynskja og
vilja tað sama — ella?
Javnaðarfjeldin i
Norðurlondum hevur mist
ein stóran hugsjónar-
mann. Palme fevndi
víða. Les í danska blaðn-
um Information nr. 58 í ár.
har hann sigur sína hugs-
an um steðuna í Afghani-
stan.»Invasionen i Af-
ghanistan var en historisk
fejltagelse« jú hann
legði ikki fingrarnar imill-
um frá hegra vonginum til
so
vinstra vongin av stør-
veldunum.
Oli Breckmann følka-
tingsmaður, tann skriv-
ing um Olof Palme í Dag-
bleðunum frá tínari síðu,
er tín sek, men millum
manna er vanvirðing stór,
tí meðan gjóstur kemur
av Traðarvegi, fella tár á
Sveavágen.
Havnarmaður
Kina — Taiwan
A síni herferð at spilla
sosialismuna út, valdi for-
sprákari Fólkafloksins,
O.B., at bera tað sosialist-
iska Kina saman við tað
kapitalistiska Taiwan.
Tey, sum kenna seguna
hjá Kina, vita, at tað var
Mao, sum fekk tað kines-
iska ríkið upp aftur á
føtur, eftir at hava ligið í
vesæludemi og sterstu
vanrekt av ymsum kor-
ruptum kapitalistastjórn-
um. Mao var tann fyrsti
leiðarin, sum gav sær far
um bendurnar — yvir 95%
av fólkinum tá, og hann
rak ta ríku kraddarastætt-
ina út á oynna Taiwan.
Meðan tað vanliga
kinesiska fólkið á megin-
landinum spakuliga stæv-
aði seg upp á eitt liviligt
steði, kundu ríkfólkini á
Taiwan (sum hevdu tikið
landsins pening og ognir
við sær) fara undir sítt
prestisjuprojekt. Men har
varð ikki talan um nakra
kapping á jevnum feti,
sum falsarin O.B. vil vera
við. Taiwan fekk beistið
USA til at seta handilsligt
og diplomatiskt boykott
og revsing í verk móti tí
nýggja Kina, meðan USA
stuðlaði Taiwan á allan
hugsandi hátt, pumpaðu
pening í landið. — Er tað
tá undarligt, at hagtelini
(sum stóðu í DB) eru til
fyrimuns hjá Taiwan? Um
O.B. vildi víst eina sakliga
mynd av Kina, hevði hann
ikki samanborið tað, eitt
stórveldi, við ein pinku-
ling sum Taiwan, men við
ein javnlika sum td.
India! Men tað hevði ikki
verið til fyrimuns fyri tað
kapitalistiska India !
Men o.B. man hava
hoyrt grett, at tað tai-
wanska stýrið (sum ann-
ars er líka korrupt sum tað
hjá Ferdinand Marcos
var) gevur sínum erinda-
sveinum ókeypis ferðir til
landið. Og kanska fær
hann ókeypis massasju
hvenn dag frá teimum
prostitueraðu ein
hevuðsvinna (í tráð við
besta kapitalistiska
moral) sum hann av onkr-
ari grund ikki tók við í
hagtelum sínum.
Legið, at Chile og
Suðurafrika enn ikki hava
boðið Fólkafloksforsprák-
aranum at vitja, tí fáur
hevur so inniliga lovprísað
teimum stýrunum,
hann.
Annars skjóti eg upp
fyri Fólkaflokkinum at
lata forspråkaran tjera
svartan og senda hann til
Suðurafrika ein túr at
vita, um tað er satt, sum
heimspressan skrivar, og
sum O.B. påstendur er
lygn!
sum
Eygleiðari