hósdagur 3. apríl 1986síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 36 — 3. apríl 1986
tíðindablaðið.
Nýggi forsætisráðharrin í Sveríki:
Skilagóður politikari
við sterkum prinsippum
Tann nýggi forsætisráðharrin í Svøriki,
Ingvar Carlson, vakti stóran ans og
virðing ímillum tíðindafólk aftan á
morðið á Olof Palme, tá ið hann visti seg
at vera ein óvanliga balanseraður og
skilagóður politikari við sera góðari út-
búgving m.a. svaraði hann ellum
spurningunum frá enskum, týskum og
fronskum journalistum á teirra egna
máli. Carlson er 51 ár og tykist vera stak
dámligur persónur við sterkum prins-
ippum. Hann hevur ikki eldhugan og
flogvitið hjá Palme, men er varnari og
stillisligari. Tann svenski almenningurin
sýnist yvirhevur hava stóran tokka til
tann nýggja leiðaran. Nógv halda, at tað
politiska lívið í Sveríki kanska verður
keðiligari og glansleysari eftir sovorðnan
politikara í altjóða stødd og formati sum
Palme. Carlsson hevur hinvegin lyndi til
at leita fram neyðsemjur og samstarv
við onnur
Broytir ikki kósina
Tann svenski forsætisráðharrin er
foddur í Borás, sonur verksmiðjuar
beiðara og seymikonu. Hann las politisk
vísindi í Lundi og varð saman við Palme
dyggur stuðul og samstarvsmaður hjá
Tage Erlander, arkitetktinum hjá ti
svenska vælferðarstatinum. Carlsson
var mentamálaráðharri undir stjórnini
hjá Palme 1969, persónligur vinmaður
og hjálpari hjá honum og ansaði eftir
ymiskum málum í tí politiska lívinum, ið
Palme ikki sjálvur var áhugaður fyri
Carlsson sigur, at hann fer ikki at
broyta ta politisku kósina, sum Palme
setti. »Tann svenska stødan er fram-
vegis, at tað ikki bert eru stórveldini, ið
hava avgerðarrætt um framtíðina hjá
heiminum ,< sigur hann. Hann sigur eis-
ini, at hann fer undir øllum umsteðum at
finnast at vápnadubbingini og at
svenska samfelagið ætlar at halda fram
at stuðla tí triðja heiminum. Í april fer
Carlsson til Sovjetsamveldið, har hann
hevur fund við tann sovjetiska leiðaran,
Mikhail Gorbachev
Ingvar Carlsson
Spanska fólkaatkveðan fyri NATO:
„Stórsigur fyri S
— sigur forsætisráðharrin, Felipe Gonzåles
Tað var stórur lætti fyri NATO-londini
og USA, tá ið spaniólar við fólkaat
kveðuni herfyri púra óvæntað gjørdu av
at halda Spaniu innan fyri NATO Velj
arakanningar bert eina viku áðrenn valið
vístu avgjørdan meirluta fyri, at Spania
lovsti frá NATO. Felagsskapurin hevur í
dag 16 limalond og Spania hevði sostatt
verið tað fyrsta landiðtil at taka seg heilt
burtur úr NATO. Men tá atkveðurnar
vórðu taldar. hevdu tær NATO-vinar
ligu kreftirnar í Spaniu vunnið týðandi
fyri framhaldandi lima
restin sum
sigur við 52.5'
skap! 39,8
blankar ella ógildugar atkvødur
1moti og
Var sjálvur ímóti
NATO-limaskapi
Forsætisráðharrin Felipe Conzález kom
til valdið í Spaniu 1982, eitt nú vegna
mótsteðu ímóti NATO, men seinni
broytti hann kós og aftan á fólka
atkveðuna segði hann, at hon var »ein
stórsigur fyri tað spanska fólkið<. Tað
var eisini ein sigur fyri González
Áðrenn valið hevði hann sipað til tann
meguleikan, at hann fór frá sum for
sætisráðharri og útskrivaði nýval, um
spaniólar atkveddu imoti framhaldandi
NATO-limaskapi. Hann bardist eld
hugaður fyri NATO nakrar dagar áðrenn
valið. og kom m.a. fram í ti ríkisrikna og
einasta landinum, har
hann fekk nógv meira tíð at tosa sina
sak enn mótsteðumenn hansara. Uttan-
ríkisráðharrin Francisco Ordónez appell
eraði til tann spanska stoltleikan, tá
hann segði, at um Spania fór at taka seg
úr NATO, mátti tað eisini taka seg úr
EF. sum landið fekk atgongd til saman
við Portugal í byrjanini av januar, ella
sjovarpinum
lata sær lynda at vera annanfloks limur i
Felagsmarknadinum. Ein annar høgt
standandi stjórnarlimur helt fyri, at
Spania fór at missa allar meguleikar at
halda teir Olympisku leikirnar 1992, og
at heimsframsýningin í Sevilla mátti av
lýsast. Og at enda ávaraði González
sjálvur landsmenn sínar ímóti polit-
iskum ruðuleika í landinum, um NATO-
figgindaligar kreftir vunnu valið
Grundað á gamlar og ringar royndir
óttast spaniólar einki meira enn polit-
iskan ruðuleika og ósteðugleika. Tann
De la Madrid (omanfyri) og López Portillo (til hegru)
paniu«
Kongurin Juan Carlos og
drotningin Soffia at-
kvøddu fyri framhaldandi
NATO-limaskapi
kommunistiski oddafiskurin Gerardo
Iglesias segði: »Teir hava áv arað okkum
ímóti øllum uttan AIDS.«
Vildu boykotta valid
Teir NATO-sinnaðu hildu kortini at
stødan var sera hættislig, fyri ikki at
siga vónleys, tí at umframt tey góðu
veljarakanningarúrslitini fingu komm
unistarnir nógvar hundrað áskoðarar til
útifundirnar hjá sær. og formaðurin fyr!
ti høgravendu Fólkafylkingini eggjad
eisini sínar fylgjarar, ið ganga sterkt inn
fyri NATO, at boykotta valið, tí tað
hernadarsått må
ikki snúði seg um
men vinsæluna hjá González. Tann va
umtókti kongurin Juan Carlos og hans-
ara familja sytti kortini fyri at boykotta,
og tað hevði uttan sina ávirkan á úr
slitini. Tá ið sigurin var vunnin, var
González oystur undir í lukkuynskjum
frá v-eruopeiskum leiðarum Serstakliga
Lord Carrington, aðalskrivarin hjá
NATO var eydnusamur og helt fyri, at
hetta var ein góður dagur fyri Spaniu og
V-Europu. Í hesum fekk hann viðhald
bæði frá sosialistinum Ordónez og ti
amerikanska uttanríkisráðharranum
George Shultz
etj.-